leygardagur 5. apríl 1986síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
EN SOSÍAlUrin
Gøtunavn i Havn
viðgjert á 12 fundum
Skal viðgerast á í minsta lagi tveimum fundum aftrat
»Miraklernes tid er ikke
forbi« kundu íbúgvararnir
við Heygsvegin í Havn
sannað, tá tey fyri páskir
lósu í blødunum, at nú
búðu tey ikki longur við
Heygsvegin men í
„>Heygsgerði<.
Eftir at tey høvdu fingið
vissu fyri, at hetta ikki
bert var ein prentvilla í
bleðunum ella eitt april-
skemt frá Býráðnum,
hava tey mótmælt.
Tað hava tey gjert í ein-
um brævi tey hava sent
býráðnum, har tey siga, at
tey gjørdust ikki sert
bilsin um knappliga at
hava skift bústað og uttan
at tey so frægt vóru eftir-
spurd.
Undir brævinum til bý-
ráðið standa 24 undir-
skriftir.
Býttastu
samtyktirnar
i gøtunøvnum
Tey fimm årini eg havi
veri býráðsformaður havi
eg ferð eftir ferð upplivað,
at býttastu samtyktirnar,
sum gjerdar eru, eru tá
talan er um gøtunøvn,
sigur Poul Michelsen, bý-
ráðsformaður. Byrådsfor-
maðurin sigur seg væl
skilja tey, sum búgva við
Heygsvegin (ella rættari
sagt búðu við Heygsveg-
in) og fer hann at leggja
málið fyri aftur á komandi
fundi í Teknisku nevnd.
Aftur og fram
i nevndum
Forsøgan um hesa åhuga-
verdu adressubroyting er
hendan:
Ein nýggj geta á útstykk-
ingini hjá Peturi í Gong
skuldi hava navn.
Á fundi 25. oktober í 1984
samtykti Getunavna-
nevndin at hendan nýggja
getan skuldi eita >Havra-
gerði<.
Tekniska Nevnd tók undir
við Getunavnanevndini.
Á býráðsfundi 13. des. -84
var málið beint aftur í
Teknisku Nevnd.
21. januar -85 samtykti
Tekniska Nevnd aftur
Getunavnanevndina.
25. oktober viðgjerdi
Getunavnanevndin málið
av nýggjum og vildi ikki
ganga frá sínum uppruna-
liga heiti.
Seinri samtykkir Tekn-
iska Nevnd at taka undir
við Getunavnanevndini.
Á býráðsfundi 7. nov. var
málið aftur beint i Tekn-
isku Nevnd.
Málið er fyri í Teknisku
Nevnd 25. nov. men
verður útsett til seinri
fund.
16. des. var málið aftur
viðgjert i Teknisku
Nevnd, sum samtykti at
Hvar búgvi eg nu, her ella har?
senda málið aftur í Getu-
navnanevndina.
14. februar viðger Getu-
navnanevndin aftur málið,
og avgerð — fyri triðju
ferð — at halda fast við
upprunaliga heitið.
3. mars tekur Teknsika
Nevnd undir við Getu-
navnanevndini, og mælir
býráðnum til at gera tað
sama.
13. mars kemur málið fyri
býráðið og verður tá sam-
tykt við 4 atkveðum fyri
og 3 ímóti at tað, sum fyrr
hevur verið Heygsvegur
nú skal eita >Heygsgerði<.
Hetta er so tað, sum higar-
til er hent í hesum van-
lukku máli. 12 ferðir fyri á
fundi og kemur sum sagt
fyri aftur á komandi
Teknisku-nevndarfundi,
fyri so aftur at verða lagt
fyri býráðið til 14. viðgerð.
Tað er tó eingin sum sigur,
at hendan verður hin sein-
asta.
tór.-
Nr. 37 — 5. apríl 1986
KUNNGERÐ
Tað verður her gjørt kunnugt, at bý-
ráðið á fundi tann 13. mars 1986 sam-
tykti, at vegurin inn úr Pæturstrød
inn á trødna hjá Magnusi og Oliviu
Arge Gregoriussen fær getunavnið
»LIVULÅG«
at vegurin inn á trødna hjá Tummasi
Rubeksen fær gøtunavnid
»TUMMASARTRØD«
/
at vegurin inn á útstykkingina hjá
Gudmundi Skæling og Hanusi Jen-
sen fær getunavnið
>MILLUM HORNA«
og at vegurin inn á útstykkingina hjá
Peturi í Gong, matr. nr. 1045 a, fær
getunavnið
»Å HEYGNUM MIKLA«
Samstundis var samtykt at broyta
navnið á gøtuni, sum higartil hevur
havt gøtunavnid »å Heygnum Mikla«
til
»HEYGSGERDI«
TORSHAVNAR BYRÅD
Fólk vid Heygsvegin gjerdust ikki sørt bilsin um at t
knappliga høvdu skift adressu
Ka K í }
Framf« ð
Havn og í Ge
Tað eru bert tveir leik
arar: finska sjónleikar-
kvinnan Laila Bjørkstam
og íslendski sjónleikarin
Borgar Garðarsson. Borg-
ar hevur áður spælt í
framførdu í lelag
Leikurin
førdur i Norðurlanda Hús
inum mikukvøldid klokk
an 20 og hóskveidið klokk
an 20. Friggjakvøldid
klokkan 20 verður sýning
in í Getu.
verður fram