hósdagur 10. apríl 1986síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Broytingar
i SEV-stýrinum
Nú hevur nógv verið tosað
um SEV í seinastuni, og
hevur tú eina aðra mein-
ing enn teir, sum stýra
SEV idag, er tað ikki
lukkuligt sum teir leika í.
Og tá teir ikki kunnu
prógva, at teirra loysn er
tann besta. so verður tú
kallaður antidemokratur,
sum vil taka rættin frá
kommunum til at avgera,
hvussu útbyggjast skal.
Hvussu gongur tað tá
fyri seg, tá kommunurnar
avgera. Jú einaferð um
árið verður kallað til um-
boðsmannafund, har meta
60 til 70 mans, hvat
kunnu so hesir menn gera
sum eru komnir til henda
fundin, har er ikki nógv at
gera uttan at góðtaka tað,
sum stjóri og stjórn leggja
fram.
Har koma talvur við
kurvum og tel í løngum
banum, annaðhvert er tað
motorar ella vatn, ið er á
skránni, kolakraftverk
verður ikki nevnt, tosað
verður so aftur og fram
um hetta, men har er ikki
nógv at tosa um, alt er
avgjert áðrenn og eingi
alternativ eru. Móti end-
anum fær ein so at vita at
prísirnir á kilowatt tím-
anum mugu hækkast,
hetta er ikki vældámt,
men sum alt annað, her er
einki at gera, teir visu
hava talað.
Eisini skulu so stýris-
limir veljast, vanliga er
tað so, at skal maðurin
fyri til dømis Sandoynna
veljast, so lata menn
sandoyingar ella eitt fleir-
tal av sandskommunum
fyrisláa teirra mann, og so
verður hann valdur av
hinum monnunum eisini.
Men við seinasta val av
stýrislimi fyri Vágarnar,
hendi tað sum nokk ikki er
hent fyrr. Vágoyggin fekk
ongan mann, haraftur-
ímóti fekk Mykines ein
stýrislim, har búgva 12
ella 15 fólk, vorðið sum
demokrati.
Nú er tað ikki nog mikið
við demokrati, tað skal
annað til, vit hava helst
teir hægstu el-prísir í
heiminum idag, og tað
sær ikki út til at teir fara
at lækka, tverturímóti.
Tidin má ti vera komin
at umskipa SEV. Menn-
inir sum skulu stýra SEV
skulu hava hegar tekn-
iskar og økonomiskar út-
búgvingar og hollan
kunnleika um el-fram-
leiðslu.
Eingin aktivur polit-
ikari kann veljast inn í
stjørnina av SEV.
>ulu nú motorar setast upp aftur í hvørji ovggi
Og allar avgerðir sum
stýrið tekur, skulu góð-
kennast av orkuráðnum
og av landsins orkumála-
ráðharra, umboðsmanna-
ráðið skal fella burtur.
Kommunur og landsstýrið
velja SEV-stýrið, ansast
må væl eftir, at ikki
bygda- ella landspolitikk-
ur kemur uppí, tað hava
vit fingið meira enn nokk
av.
Tann einkarrættur sum
SEV hevur til alt vatn
skal sigast upp beinan-
vegin, helst má tað verða
landið, sum kemur at um-
sita henda rætt. Og skal
SEV eins og øll onnur,
sekja landsstýrið um
loyvi, tá vatn skal brúkast
frá áum ella vetnum.
SEV-stýrið eigur eisini
at taka upp samráðingar
við norðmenn um aldu-
orkuverk. Ikki at keypa
tey, men eitt samarbeiði.
Norðmenn byggja og reka
virkini, og SEV bindur
seg til at keypa streymin
frå virkinum fyri ein pris
sum báðir partar eru
negdir við. Tað hevði
verið virdismiki! kunn-
leiki, vil har kundu fingið
sum frá leið.
Grenlendingar skulu til
at umleggja teirra el-orku
frá motorum til vatn, og
Nr. 39 — 10. apríl 1986
kolakraftverk. Nær man
tað fara at klárna fyri eyg-
unum á okkum føroy-
ingum, at olja og motorar
ikki er nóg mikið at líta á
og at tann lági oljupris-
urin, sum er í dag, skjótt
kann vera burtur.
Kol hava vit nóg mikið
av til tey næstu fimm-
hundrað árini.
Eftir er at siga, at el-
orka er tað, menn kalla
grundinvesteringar, tað
vil siga, at alt samfelagið
hvílir á hesum ílegum. Tí
kunnu skeivar ílegur taka
alt grundarlagið undan
einum nútíðar og fram-
tíðar idnadi, her er nakað
at hugsa um.
Í eini 15 ár hava lond,
sum liggja fram við Norð-
sjógvin, lagt olju og gass-
leidningar, hundraðar av
kilometrum undir hav-
botnin inn til lond. SEV
hevur ikki megnað at lagt
káplar ímillum oyggjarnar
her hjá okkum, men er
farið undir at seta motorar
upp í teim ymisku bygd-
unum, skjótt eru vit aftur
í tí gomlu tíðini, tá mot-
orur var í hverjari bygd.
Hvat hetta kostar sam-
felagnum og tí einstaka í
rakstri og manning, eru
ómetalig tel.
Øll tit, sum vilja landi
Fleiri virki umhugsa at framleiða egnan streym
okkara væl, hugsið tykk-
um um. Tíðin er komin til
broytingar og nýhugsanir.
Hans Jacob Hansen
Miðvág
FOROYSK MÁLING
Til zinktekjur: Oxydmúnja og TOL-Húsa-
máling.
Til asbest- og eternitttekjur: Acrylgrundara og
Acrylmáling (hálvblanka ella silkiglans).
Til zinkhúsaklædning: Oxydmúnja og TOL-
Húsaméling.
Til betonghús, garðar, trappur, gólv 0.s.fr.:
Acrylgrundara, Acrylmáling (silkiglans) ella
Kunstharpiksmáling (matt)
Til træhús: Alkydoljubaserað Træverja. Um
húsini eru málað — tá TOL-Húsamáling Acryl-
Máling ella Kunstharpiksmáling.
Til træbátar: Grunda við linoljufernis ella alkyd
oljubaseraðari Træverju — síðan TOL-Húsa-
máling ella Skipslakk.
Til stálskip: Oxydmúnja ella Aðalmúnja, síðan
Skipslakk.
Til loft, stór arbeiðsheli innandura o.s.fr.:
plastmáling fæst fyri 10 kr. /litur, tá ið nøgdin er
minst 200 litrar, og málingin verður leverað í
tunnum, soleiðis at pakkitilfarið einki kostar
TOL-Húsamáling fæst í næstan øllum målinga
handlum. Onnur sløg av omanfyri nevndu má
ingum fáast eisini í nógvum må ngahandi
Verur, sum ikki fáast á plássinum, kunna
senda við Strandferðslun
PF. MÁLING - 3815 Strendur
Telefon 47601 - Teles 81354
BRÚKTUR BILUR ER EITT ÁLITISMÁL
VIT HAVA GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR
Á GOYMSLU
SÁMULIGIR PRÍSIR — LAGALIG FÍGGING
| > AUTO Service
mr mæ