Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 1986síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? - tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Varkonsertin hjá G.H.M. Aftur eina ferð koma vit úr Norðurlanda- húsinum, henda sunnudagin fyrst í apríl, á tremur av tónum. Sólin sær oman og niðan og tjøldrini láta. Nú er ongin í iva longur um at summarið er í nánd. Vár og summar- sangir hava ljóðað í samfullar tveir tímar. G.H.M. byrjaði konsert- ina undir leiðslu av Kára Bæk.Tað var ein frøi at hoyra øll hesi ljóðferini spæla saman. Eisini dám- ligt at so nógv ungfólk eru í orkestrinum. Kári Bæk stjórnaði eis- ini Norðstreymoyarkórin- um. Hetta var eitt stórt kór við fólki úr bygdunum í Norðstreym. Tey sungu triggjar summarsangir sum vit øll kenna væl Hesir sangir verða vakr- ari, jú oftari tú hoyrir teir, og hóskaðu serliga henda vakra sól teir skinsdagin Aftaná hetta stóra kór sungu triggjar fittar ung- ar gentur fyri okkum. Tað vóru Nanna, Turid og Palma. Pauli í Sandagerði hevði klaverundirspælið. Kári Bæk stjórnar GHM Tær sungu fyrst ein svenskan ógvuliga vakr- an, sum tey flestu av okkum munnu kennast við. So ein russiskan, um- settur til føroyskt. Og at enda ein enskan. Til henda seinasta spældi Turid uppá guitar Spell at tað rytmiska kórið hjá Zachariassi Ser- hevði ein sang á skránni. Vit hava fyrr hoyrt hetta kórið, tó tá við ensen bert fleiri luttakarum og var tað eisini tá ógvuliga spennandi at hoyra. Væn- andi ter aftur liv at koma 1 hetta kór G.H.M. kom aftur eina ferð á pallin. Hesa ferð við einum svenskum og ann- ars føroyskum legum. Eg vil taka eitt lag fram um, tað er tað gamla sálma- * lagið »Eg vil mínum Harra prisa«. Sum barn helt ein altid at hesin sangur ongan enda fekk. Men henda dagin var tað sum lagið fekk nýtt lív, so vakurt varð tað fram- borið. Kristiliga sangkórið, stjórnað av Bjarna Res- torff var eisini við. Vit hava ofta fyrr hoyrt teirra vakra song bæði til kon- sertir her í Havn og í Út varpi og Sjónvarpi. Hesa ferð sungu tey ikki minni vakurt G.H.M hevði nógv uppá hjarta. Aftur eina ferð komu tey fram og spældu nekur ógvuliga livlig løg sum fólk tyktust at dåma væl. Logvabrest- irnir vóru ógvisligir so tey noyddust at spæla eitt av løgunum um aftur. Eisini fingu vit hevi at hoyra eina duett og eina trio. Tað vóru tey trý ungu, Jóannes, Mirjam og Høgni. At enda var bert UNI- CEF-sangurin eftir. Vegna altjóða barnaárið vóru orkestur úr allari verðin boðin at koma til orkesturstevnu í Geneve seinasta summar. Ur Fer- oyum luttók G.H.M. Har sungu allir luttakarar henda sang á enskum, sum Hanus Andreassen foroyskaði. Heimsins fólk, takið lógvatak tykkum bøna børnum bróðurskap Lið um lið fremji hver ein ætt teirra rætt til at búnast fræls og trygg heil og happadrúgv. Gevið nú mammum um øll lond litla barnsins verjum eina hond Vaksnafræ nyfødingur er barni ver rættvisis- og vónarstjerna trúar-, tignarsól. Heimsins bern gangið hond í hond fylkist nú øll folkasløg og lond sáið sátt frið um alla jerð fegin hver síggja skal úr havi rísa spildurnýggjan dag. Fylkist nú tí at á tykkum kalla heimsins bern. Heimsins bern gangið hond í hond sigursgleðin ljómi um øll lond Betið tað sum á jørå er skrætt altid bjart yvir allar tjóðir skíni tykkar kærleikssól Fylkist nú tí at á tykkum kalla heimsins bern Oli í Åarstovu } Soleiðis sangt tað stóra felagskórið í Norðurlanda- húsinum, meðan G.H.M. hevði fylgispælið. Hetta var veldugt at hoyra og siggja. Tað kendist sum vórðu vit lyft uppfrá og borin aftur og fram av tónunum. So var várkonsertin hjá G.H.M. at enda komin. Ein í allar mátar fjøl- broytt og góð konsert, sum kanska ikki bert hevði ta ætlan at undir- halda, men eisini at fáa okkum at hugsa um boð- skapin í UNICEF-sang- inum. matti sam bandskvinnan á ting '.! fyri at friða fuglin !!! Og so »