týsdagur 4. mars 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Stjórnarásett landasorg í Tanzania,
Argentina og eðrum fjarskotnum
londum
So hegt í mæti stóð hesin fremsti
statsmaður Norðurlanda úti í heimi
Brennandi áhugi hansara fyri
korum teirra neyðsteddu í 3. heim-
inum og har ófrælsi valdar, og hans-
ara ótroyttiliga stríð ímóti fátækra-
demi, búskaparligari eyðræning og
skeivum býti millum tilafturskomin
og framkomin lond, festi í so manga
staðni í heiminum og á altjóða polit-
iska vígvellinum
Hann var mælskur og verðin lurt
aði meira og meira, hóast tey, ið
kendu seg argað, at byrja við ikki
góvu honum orðaljóð
Hansara beiska og bersegna her
ferð ímóti kríggi, imperialismu og
valdsgerðum, men fyri friði esti
mangan, men sum fráleið, stóð virð-
ingin fyri stoðum hansara eftir, hann
hevur tikið tær so tíðliga, tí hann fyrr
enn aðrir sá, hver leið var rett
Vit javnaðarfólk eltu fegin henda
slóðara í altjóða politikki.
Men eisini handfaring hansara av
dagligum politiskum arbeiði tóku vit
fyrimynd í og royndu at nýta í egnum
virksemi.
Sveríki — við hesum stóra javn-
aðarflokki — var landið, ið vanliga lá
á odda. tá tek skuldu takast at verja
sosialu trygdina, fyriskipa arbeiði
fyri flest megulig, tryggja líkheit og
javnstødu millum manna og fremja
eina solidariska samfelagsgongd, har
Nr.26 — 4. mars 1986
Olof Palme
fræls menniskju virka í felag á
jøvnum stødi
Vælferdin kostar, og viljin til sol
idaritet vikast hjå teim, sum fingu
lut, ta størri og sterri partur av ur
tøkuni skal latast aftur til felags
skapin sum skattur og avgjøld, ti
skuldi Svøriki eisini fyrr enn onnur
lond læra at ganga å rødini millum
ynskið um trygd til øll og hugin at
leggja ábyrgdina av hesum á øll'
onnur enn ein sjálvan
Teir búskaparligu javnvágstrupul-
leikar. sum nútíðin við ellum sinum
tøkni hevur at dragast við, høvdu
síni serligu eyðkenni í einum sam-
felagi sum ti svenska, so gjøgnum
demokratiserað tað bleiv. Ti ikki
logið at javnaðarfólk í eðrum londum
altíð litu við áhuga at politisku úr
slitunum í hesum landi
SAP Svenski Arbeidaraflokk
urin átti hugsjónarlig stórmenni á
odda. áðrenn Palme tók við í 1969,
men tá varð leiðslan litin manni, sum
ikki átti retur í arbeidararørsluni,
men kom til hennara
Hann var — sum sagt bleiv hjá
okkum — av ti „betra slagnum« og
hartil akademikari. Hendan veru-
leika rivu mótsteðumenn honum ofta
í næsar, men í egnum flokki varð
ongantíð grett um, at hetta ikki var
hóskandi viðferi. Tverturimóti kom
velduga vitan hansara, klókskapur
og rúma minni, eins og skjótleikin til
at finna óroyndar loysnir, bæði koll-
veltandi og »pragmatiskar« flokk-
inum sera væl vid, so hvert sam
felagsspurningar gjørdist fløktir og
torgreiddir
Í tjaki var hann greiður og lætt
skiltur evnaði at leggja málini fram
so tú skákaði tær ikki undan at
taka stødu. Hann kundi vera eirinda
leysur við mótsteðumenn, men vin
sælur og >charmerandi< sum hann
eisini var, skapti hann sær virðing á
slíkan hátt, at øll hevdu eina meining
um hann og politikk hansara, eingin
slapp at vera líkasælur, tú mátti
svara spurningum hansara, taka
steðu til hugmyndir hansara, og oft
ast boyggja teg fyri sannleikanum í
próvferslu hansara, tí eru Sveríki og
Norðanlond í dag so merkt av hesi
syrgiligu valdsgerð
Sagt er, at hann fall fyri hatrinum,
sum fatan hansara av verðini fekk at
spretta, men góða sáðið man vaksa
seg sterkari, ti arbeiðslag hansara
var at leita sær stuðul í fólkamein
ingini, og hann hevði klettatrúgv
uppá, at hendan var hin einasta, sum
kundi boyggja stórveldaleiðararnar
og fáa teir at semjast um frið og av-
vápnað. Viðrák var sjáldan í byrjan
ímillum hesa fólkameining og hug-
sjónarliga dirvi Palme, tí hann tordi
tonkja teir ótonktu tankarnar so
nógv fyrr enn aðrir, tordi fremja tær
óroyndu og óhugsandi loysnirnar,
áðrenn aðrir vóru tilbúnir, og gavst
aldri á hondum, hóast ell vónbrot.
Hann segði, at svartskygni —
pessimisma — var ónýtilig sum ar-
beidsfortreyt, og at tað var ósemiligt
at loyva sær at „geva upp fyri bad
job«
Ofta endurgivnu oråa hansara
»Politikkur er at vilja«, eru i flestu
førum misfatað. Hann segði veru
liga: >Politikkur er at vilja vilja
broytingina, og tað finnast ikki
givnar uppskriftir um, hvussu hon
skal fremjast, hverki kommunistiskir
lærusetningar ella kapitalistisk bú
skaparfreði eiga svar uppa sam
felagsspurningarnar
Í hesum lá trúgv hansara uppa, at
spurningarnir áttu loysn í gerandis
degnum, í stødugari virkan, enda
vendan og leitan. Hetta var »prag
matikarin< Palme, men frammanfyri
lá hugsjónin um tað rættvisa, trygga
og progressiva samfelagið, sum eigur
eitt rímiligt mát av lukku, lívsinni-
haldi og menniskjansligheit til hvenn
einstakan borgara
Okkum í feroyska javnaðarflokk
inum kenst í dag, sum ein viti er
slóknaður, men vit kenna okkum rík
av fyridømi og bjartskygni hansara
og royna at varðveita hansara djørvu
hugmyndir
Føroya Javnaðarflokkur heilsar
við sorg og djúpastu virðing Olof
Palme
2. mars 1986
Atli. P. Dam
Frá fundi í samstarvsnevndini hjá Norðurlendsku javnaðarflokkunum og fakfelagsrersluni. Palme er sum
altíð við
á
|