týsdagur 4. mars 1986síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Síða 12
Nr. 26 — 4. mars 1986
Olof Palme —
| hugsjónar-
maðurin i
altjóða politikki
smátjóðunum mótvegis risaveldunum, skrivar Jóannes
Dalsgaard, løgtingsmadur m.a. í grein um Olof Palme
Nakað av tí, sum eyðkendi Olof Palme var, at hann til
eina og hverja tíð solidariseraði seg við teimum fátæku
og veikastu. Sostatt var hann ein av teimum vestligu
statsmonnunum, sum stríðdist mest fyri at minka um
sum altjóða politikara
Í november mánaði í fjør
var stór norðurlendsk
tingmannaráðstevna i
Keypmannahavn um
Norðanlond sum kjarn-
orkuvápnafritt umveldi.
Eina góða letu eftir at
stevnan varð sett, gjerd-
ust luttakararnir varir
við, at ein stór mannfjøld
hevði sligið manngarð um
Christiansborg, har ráð-
stevnan varð hildin. Hen-
dan mannfjeld, eini 5-6000
fólk, gekk í ring rundan
um stjórnarborgina við
sangi og kyndlum, alt
meðan hver helt í hondina
á eðrum. Inni á borgini í tí
gamla landstingsalinum
sótu einir hálvtannað
hundrað tingmenn úr
ellum Norðanlondum og
skiftu orð um friðarspurn-
ingar og um vandan við
kjarnorkuvápnunum, alt
meðan eitt stórt hundrað-
tal av blaðfólkum frá øll-
um heiminum lyddi å.
Knappliga reistist ein
av fundarluttakarunum,
fór út á getuna, tók i
hendurnar á tveimum
ungfólkum í manngarð-
inum og leiddist eitt um-
far rundan um Christians-
borg við ti syngjandi
fjøldini. Beint framman-
undan hevði maðurin
hildið eina framúrskarandi
reðu, har hann greitt,
skynsamliga og eggjandi
hevði lagt fyri ráðstevn-
una allar tær góðu grund-
ir, sum talaðu fyri at lýsa
Norðanlond sum kjarn-
orkuvápnafritt umveldi.
Maðurin var Olof Palme
og henda lítla segan lýsir
nakað av tí, sum gjerdi
Olof Palme til ein stóran
politiskan leiðara og eitt
framúrskarandi menn-
iskja: tað spontana og
kensluborna samantvinn-
að við bjertum viti,
evnum og vilja til at strið-
ast fyri grundleggjandi
menniskjansligum og sos-
ialum spurningum samt
dirvið til at berjast ímóti
øllum ti, sum hóttir okk-
ara tilverugrundarlag.
Hesi evni hansara
gjørdu hann framúr væl
egnaðan til tann leiklut,
hann kom at hava í al-
tjóðasamfelagnum í eini
15 —20 ár.
Palme gjørdist longu
tíðliga advokaturin hjá
smátjóðum mótvegis risa-
veldunum. Hann var tann
fyrsti demokratiski leið-
arin fyri vestan, sum tal-
aði at, tá ið stórveldið
USA miðskeiðis í seksti-
árunum royndi at bumba
Norðurvietnam aftur í
steinøldina. Palme gjørd-
ist tann moralski undan-
gongumaðurin fyri øllum
métmælistiltøkunum i
Europa og partvis USA
við. Virksemi hansara
varð av verjum USA lagt
út sum opportunisma tó
einki var meira skeivt.
Eftirtidin hevur prógvað
at politikkur hansara var
eitt úrslit av eini sann-
føring um, at talaðu
demokratiini ikki at har
og tá so kundi Vietnam-
kriggið føra til undirgang
fyri tey — í fyrsta umfari
moralskt, í eðrum umfari
við at kriggið fór at enda
við heimsbardaga. Henda
sannfering, sum var borin
fram av ektaðari moralsk-
ari indignatión, gav ikki
bert mótmæli Palmes eina
ómetaliga vekt í altjóða
samfelagnum; men djarvi
atburður hansara bjargaði
eisini teimum norður-
lendsku javnaðarflokkun-
um undan ti moralsku
medábyrgd av Vietnam-
krignum, sum eitt bil
hótti hesar flokkar við
ræðuligari megi.
Lutteka Palmes i
orðaskiftinum um Viet-
namkriggið var ein natúr-
lig fylgja av hansara anti-
imperialistisku grund-
sjónarmiðum.
Palme skilti tidliga, at
hóast hjálandaveldini
formliga vórðu avtikin, so
fór hjálandasteðan at
halda fram so at siga
óbroytt. Hann var púra
greiður yvir, at politiska
yvirvaldið hjá gomlu hjá-
landaveldunum fór at
verða avloyst av einum
búskaparligum yvirtaki,
sum kom at forða fyri
framburði og fólkaræði í
triðja heiminum.
Av hesi somu orsek
legði hann til brots til tess
at bróta niður tær forð-
ingar av politiskum og bú-
skaparligum slagi, sum
forða tilafturskomnum
londum í at byggja upp
eitt manssemiligt samfel-
ag.
Í hesum starvi sínum
vann hann eitt álit í triðja
heiminum, frá Indiu i
Eystri til Nicaragua í
Vestri, sum eingin annar
vestligur statsmaður.
Djarva steðutakan Pal-
mes i spurningum um tey
tilafturskomnu londini
mótvegis teim ríku lond-
unum, gjørdi hann sjálv-
sagt illa lýddan hjá teim-
um kreftum, sum tvíhalda
um órættvísa býtið av
heimsins tilfeingi.
Av somu grund varð
hann av høgrakreftum,
serstakliga i USA, upp-
fataður sum ein meinbogi
fyri tað sokallada fria fyri-
takssemið.
Hann gjerdist tað góða
demið um tann djarva,
upplýsta og mentaða um-
boðsmannin fyri tey utt-
anveltaðu londini, sum
ikki vildi akta harraboð úr
Washington. Hann gjerd-
ist sjálv ímyndin, symbol-
ið, fyri ell tey, sum USA
ikki kann keypa, kúga ella
ræða. Tískil ræddust am-
erikansku imperialistarnir
hann, samstundis sum
teir ikki skiltu hann, so-
leiðis, sum tann hug-
sjónarleysi ongantíð kann
koma at skilja hugsjónar-
mannin.
Vit hava eitt feskt dømi
um hetta: tá herferð USA
móti Nicaragua var uppá
tað harðasta, fór Palme,
sum tann fyrsti — og hig-
artil einasti forsætisráð-
harri í einum vestur-
lendskum landi á almenna
vitjan í Managua!
Tey seinastu árini var
Palme serstakliga virkin
innan friðarvarðveitandi
arbeiðið.
Sum so mangur sá hann
tann ræðuliga vandan,
sum stendst av tí etlandi
kjarnorkuvápnadubbing-
ini. Hann skilti, at uttan
eitt ómetaligt trýst frá
fólkunum, fóru stórveldini
ikki at lata seg vika. Ti-
skil gjerdist hann tann
dyggasti og besti stuðul
sum fólkarerslurnar fyri
friði yvirhevur áttu.
Otroyttiliga virkadi
hann til tað síðsta á øllum
stigum til tess at skapa
linna og avvápnað. Hann
gjørdist heitasti talsmað-
ur fyri Norðanlondum
sum kjarnorkuvápnafri
umveldi. Ikki tí at hann
var so góðtrúgvin, at
hann helt hetta tiltakið
loysa allar trupulleikar.
Nei, hann vildi skapa álit
og bróta niður garðar,
sum kalda kriggið hevur
munin millum rík og fåtøk lond
sett millum tjóðirnar í
Europa. Hvat var tá meiri
rimiligt enn at fyrsta stig-
ið varð tikið av Norður-
londum, sum Palme helt
hava eina seguliga og pol-
itiska serstødu í heim-
inum.
Palme hevði sostatt ein
týdning og ávirkan í al-
tjóðasamfelagnum, sum
eingin annar norður-
lendskur statsmaður.
Tá leiklutur hansara
gjørdist so ómetaliga stór-
ur, so stóðst hetta av fleiri
samanfallandi viðurskift-
um, av persónligum og
politiskum slagi.
Hetta, at ein og hver,
sum hitti Palme ella
Olof Palme
hoyrdi hann, gerdist
sannferdur um, at maður-
in var ærligur, ektaður og
djarvur, hevði sjálvsagt
sina ávirkan Hansara
sterka persónliga útstrál-
ing. sum tað eitur við
einum slitnum orðafelli,
slættaði honum mangan
vegin. Men tað, sum tó
var avgerandi, var hetta,
at hann altíð hevði ein
boðskap at bera fram —
ein boðskap sum í síðsta
enda botnaði í tí aldar-
gamla dreyminum um
frælsi, javnaða og breðra-
lag — manna millum og
millum tjóðir.
Jóannes Dalsgaard