týsdagur 4. mars 1986síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 26 — 4. mars 1986
tíðindablaðið
Síða 23
Petur Andreassen 80 ár
Sunnudagin, 2. mars, fylti Petur Andreassen, fyrrver-
andi lærari, 80 ár.
Petur er sonur Wentzel Andreassen, Wensil á Velba-
stað. og Helenu Larsen úr Sandágerði. Í faðirættina er
Petur kollfirðingur. Wensil var úr húsunum á Gerðum í
Kollafirði. Blaðungur fór hann til Velbastaðar at vera
húskallur á Steinum. Hini systkin hansara, ell uttan
Pol, giftust til Havnar, Skælings og Sørvågs. Abbi
Petur, i móðirættina, var Mass i Sandagerði, Mads
Berg Larsen, hann var år Vestmanna og kom til Havnar
at arbeiða hjá Gamla Restorff. Hann giftist vid Juli-
nnu, av Hvítanesi. Tey bæði búsettust i Sandagerði
Húsini hjá teimum standa enn
Petur vaks upp á Velbastað. Pápi hansara var traðar
g grótmaður, og Petur lærdi grótarbeiði av faðir sín-
m. Veturin 1926—27 var Petur á Kebmandshvile
Háskúla í Danmark. Í 1932 tók hann læraraprógv í
Havn. Petur starvaðist sum lærari m.a. í Mikinesi
Kollafirði og á Velbastað. Hann arbeiddi á amtsskriv
stovuni í tvey ár, var eitt skifti sýslumaður í Klaksvík
g eitt skifti bókhaldari hjá Absalon Jacobsen á Skála. Í
1937 giftist Petur við Elisabeth. dóttur Hanus og Mariu
Kamban í Havn. Árini 1939-44 var Petur lærari í Lamba
og í Æðuvík. Í 1944 fluttu hjunini til Skúvoyar, har
Petur starvaðist til 1956. Petur var lærari í Skopun í eitt
ár, síðani fór hann at undirvísa á Kommunuskúlanum í
Havn, seinni á Eysturskúlanum, har hann var, til hann
legði frá sær í 1974
Petur er eitt av hesum fólkunum, sum hava líka góðar
gávur og líka góðan hug til handaligt arbeiði sum til
andaligt virki. Alt handverk hevur fallið honum lætt
Hann hevur dugað væl at smíða og verið bæði handa-
ligur og vælgjerdur. Hann fór tíðliga undir træskurð, og
hann hevur síðani hildið á at dyrka hetta kynstrið, við
stórum bindindi og ágrýtni. M.a. hevur Petur evnað til,
úr eik, mahogni, bók ella peruviði, eitt ótal av lampum,
skrinum og kistlum. Hetta eru snotuligir lutir, ja,
skreythandverk av fínasta slag. Um somu tíð hevur
Petur havt stóran áhuga fyri og hegni til bókligt arbeiði,
Í hesum sambandi má
Wensil var
it skriva, granska og umseta
nsurin fyri sangi og tónleiki ikki gloymast
íkur skipari og hevði sjáldsama vakra sangredd. Tað
r serstakliga hin eldri beiggin, Juul, sum ferdi nenda
in víðari. sålmasangin og kveðingina. Men ansurin
, "
I
kvæðunum. vakurleikanum i føroyskum máli, ellum
stendur yvir daglig vi fyri útkomuni
eisini atvera ein aðaltáttur ndinum hjá Peturi
Skúgvi munnu vera millum tey
ðrarríkastu í lívinum hjá Peturi. Petur kom at kenna
lina, fólkið
hómaðist
langt aftur
var Petur
bygdaseguna
Tá id til bar
ettirnår
gerandisdagin
vid i øllum arbeidi, fyri ein part å sjonum, mest kortini å
andi. Og tað var ikki smávegis, sum hendi úti í Skugvi
Gerandisdagurin var fjølbroyttari og eðrvísi enn t.d
i Velbastað. Kol var ført úr Hvalba, torv úr Sodni á
Sandoynni, sandur undan Skarvalofti. Tað hendi seg, at
skip legdu rovini harúti. Brimpláss var, og viðhvert var
einki samband við umheimin í vikur, onkuntid í
mánaðir. Men tað, sum tå gjørdi Skúvoynna til nakað
serligt, var bjargarektin. Petur var við í hesum arbeið-
inum, fleyging, ræning. Saman við hinum skúvoying-
unum var hann uppi undir Oynni. Hann kom soleiðis til
at uppliva eitt kapittul í Skúvoyar og Feroya segu, sum
nú man vera farið afturum med alla, men sum var so
dramatiskt, so gerandisligt og samstundis so erandi
stórbært, at frásagnirnar um tað um hundrað ár neyvan
fara at vera roknaðar sum annað enn uppspuni. Í hesum
arbeiðinum var brúk fyri samarbeiði, álvarsemi, góðum
nervum og fimleika. Í tí heildini, sum bjargarektin var,
áttu kvinnurnar sín part. Gentan ella konan, við
roytingartræ í hondini og torvesku við lið, sitandi í
fjarðum í dagar og nætur, er ein ógloymandi partur av
hesi heildini
Sum týðari hevur Petur greitt eitt ótal av sterri og
smærri bókum úr hondum. Málið, hann brúkar, er lætt
og smidligt, tað málið, hann hevur hoyrt foreldur og
bygdafólk síni tosa. Royn og fortel Robin Hood fyri
einum barni og brúka týðingina hjá Peturi, har er einki
at draga frá ella leggja aftrat, eingin knortlut saman-
seting at snáva um, einki klombrut ókunnuorð, tú
rennir teg fastan í. Stórarbeiðini hjá Peturi eru óivað
tær báðar umsetingarnar eftir Hans Kirk, Utróðrar-
menninir og Benarmenninir. Tann fyrra av hesum
bókunum, sum var lisin upp í Útvarpi Feroya fyrst í
sekstiárunum og seinni útgivin á Bókagarði, vakti stór-
an ans. Tann seinna, sum kom út í 1984, á Orðum og
Legum, hevði uppiborið eina heitari mótteku, enn henni
lutaðist í okkara mangan undarliga blinda og tilvildar-
liga blað- og bókmentaheimi.
Í sínum lærarayrki hevur Petur verið ein klókur og
greiður undirvísari. Petur hevur frasegugávur, av tí
stillfora slagnum, í hansara spakliga fráseguhátti lá
fjaldur ein loyndur dramatikkur, sum fangaði áhoyr-
aran. Í sínum hevuðsyrki kom Petur at vera ein teirra,
sum umframt at geva vanliga undirvising, eisini flutti
víðari hetta, vit rópa »fedranna mentan<, og sum
næmingar sjáldan hugsa um, fyrr enn teir eru tilkomnir
og við skili og viti síggja tað steði, sum er teirra rót.
Eitt annað, sum eyðkendi Petur og Elisabeth, konu
hansara, var, at teirra áhugi fyri næmingunum rakk væl
út um skúlatímarnar og skúlaárini. Hesin áhugin fyri,
hvussu tað seinni í lívinum kom at gangast eins næm
ingum, sum Hans Kirk so ramliga letur læraran Ulrik-
sen í Benarmonnunum vera eitt dømi um, er kanska tað
størsta prýðið hjá ti føroysku lærarastættini, ella einum
parti av henni
Av lyndi er Petur spakligur og litillåtin, í síni hugsan
sakligur. Tað er ikki honum fyri at koma við metingum
fyrr enn hann hevur hugsað seg væl um. Hetta er komið
til ettargranskingi ha n ir iingist
nog inn he } ð at felt fyr in
hár t ir ka ð akk« Drov É kjaiatillar | ið
h ive il åldan, hevur tikið til or )
okkurt søguligt ella ættarsøguligt evni, hevur ikki verið
lætt at mótmælt og neyvan verið neyðugt at lagt nakað
aftrat
Petur fer nú um tey áttati. Heilsan er hampuliga góð
Peran, sum altid hevur lýst við góðum, steðugum ljósi
er tann sama, sum hon altid hevur verið. Tað er at vóna,
at hann fær nógv góð ár aftrat, og at hann fær stundir
at fullføra sítt verk um ættirnar úti i Skúgvi, kvinnur og
menn, livandi og farin
-8n
útvarp føroya
Týsdagur 4. mars
09.30
11.01
12.55
13.01
14.01
14.30
15.01
19.00
19.30
20.00
Feroysk fólkamentan I
Stuttsega
Feroyski skipalistin
Seinnapartsløg
Leif Låadal skipar fyri
Fiskivinnutåtturin
Ur plåtusavninum
— Hans J. Egholm
Ungdómssendingin: Fólksins
redd
Sending um nærvarp í Keyp-
mannahavn. Birita Mohr og Dag-
mar Joensen-Næs leggja til rættis
Barnaútvarpið
Oddvá Nattestad leggur til rættis
Úr plátusavninum
Gissur Patursson velur legini
Talvkapping
Mikudagur 5. mars
09.30 Á ferð á bygd
11.01
13.01
14.01
15.01
19.00
19.30
20.00
20.30
Kveðuljómar fyri sjófólkið
Seinnapartsløg
Leif Låadal skipar fyri
Náttúra og umhvørvi
Popptindurin
Hedin Jensen skipar fyri
»Négv horn, men fáir halar«
Seinastu snøklarnir um Isle of
Man. Tréndur Djurhuus leggur til
rættis
Løg mær dåmar. Astrid McDon-
ald og Finnbjørn Olsen skipa fyri
»Føroyingar og grindaspurning-
urin«. Seinni fyrilestur hjå Årna
Olafsson
Løg frå fimtiårunum
Marius Rein velur løgini
sjonvarp føroya
Tysdagur 4. mars
19.20 Tíðindi fyri deyv
19.30 Barnasendingin
20.00 Dagur og vika
20.30 Kaldar fótur — am. filmur
22p30Tå kærleikin fer av kós
23.20 Liðugt
I dag: »Den farligste sygdom
Norea
Radio
Danmark
Millumbylgja 1467 kHz
kl. 19.30-19.45
Norskar sendingar eru å
stuttbylgju. 41 metra-
bandinum hvenn dag kl
8.00
frygter du der
Jorgen Trihøj Poulsen, próstur, luttekur
Samkoma teirra eldru
verður i dag kl. 15.30 í KFUK : vit hugna okkum