Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Við vanvirðing minnist málgagn fólkafloksins Olof Palme! KRING allan heim minnast stats- leiðarar svenska forsætisráðharr- an Olof Palme, sum varð myrdur í farnu viku, við sannari virðing. Sjálvt argastu mótstøðumenn hansara eru á einum máli og siga, at Olof Palme var ein stórur politikari. Heimurin er vorðin fá- tækari, nú Palme er farin, tí hann var menniskjað og politikarin, sum meira enn nakað annað umboð fyri eina lítla tjóð tordi at taka til orðanna ímóti órættvísi, ófrælsi, kriggi, dubbing og orðum viðurskiftum, sum hann metti vera skamblettar fyri mannaætt- ina. Olof Palme var samvitska heimsins, segði amerikanski for- setin m.a. í sínum minningarorð- um. EISINI føroyingar minnast Palme við virðing. Kortini við einum und- antaki, og tað er málgagn fólka- floksins, DAGBLAÐIÐ. Við blað- stjóranum, løgtingsmanninum og fólkatingsmanninum Óla Breck- mann á odda minnist málgagn fólkafloksins Olof Palme við størstu vanvirðing. Hetta stendur svart uppá hvítt í oddagrein, hug- leiðingum og haraftrat í sjálvum skemtiteiginum. VIT meta hesar greinar og skemtisøgur um Olof Palme i málgagni fólkafloksins at vera nakað av tí »fulasta« og mest vanvirðisliga, sum hevur staðið á prenti í føroyskum blað í nyggjari tíð. Tað avdúkar eina muru, sum er á so lágum stødi, at henni átti ikki at verið ønt svar. MEN tá ósannindi og reingingar av veruleikanum verða tengd uppí hugleiðingar og minningar- orð um júst myrdan statsmann, ið enn ikki er jarðaður, tá hava vit skyldu til at tala at. Olof Palme nýttist ongan fremmandan penn ella tunguband til at verja síni sjónarmið. Tey megnaði hann sjálvur at verja. Nú Palme er farin er tað kortini skylda okkara, sum vilja verja fólkaræði, meira enn nakrantíð fyrr at minna á itað, sum Olof Palme stóð fyri. Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðfóik: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov : Pit Sosialurin : Píf Pressan 1981 LÍTA vit nú aftur í málgagn fólka- floksins, so er nidurstødan í skriv- ingini um Palme greið: Hann varð stoktur í sínum egna feitti. Hetta er ein vending, sum Óli Breck- mann hevur gjørt til sína egnu, tá hann í sínum naiva ovfarakæti froist um mótgang og ósigrar hjá annarleiðis hugsandi. Men í hesum førinum brúkar hann onn- ur orð og vendingar helst fyri at blíðka sínar egnu. Tó at ætlanin er løtt at gjøgnumskoða. FÓLKAFLOKSPOLITIKARIN smæðist ikki fyri at leggja Olof Palme undir at lifra fyri so ræðu- ligum samfelagsskipanum, sum menn sum Stalin, Hitler og Mussolini hava fostrað. Hann smæðist ikki við at siga, at Palme varð offur fyri tí vinstrahalla yvir- gangi, sum hann við svenskum skattapeningi hevur stuðlað í sosialistiskum diktatur- og blóð- statum, hann smæðist ikki fyri at speireka Olof Palme, tá hann sendir síni børn í skúla i USA samstundis sum hann mótmælir amerikonskum uttanríkis- politikki, hann smæðist ikki við at froast yvir, at tað tíbetur eru vinstrahallir yvirgangsbólkar, sum tóku lívið av Olof Palme 0.s.fr. HETTA er skoðsmálið, sum mål- gagnið hjá einum av okkara størstu politisku flokkum, fólka flokkurin, hevur at bera tí demo- kratiskt valda og júst myrda svenska forsætisráðharranum Olof Palme ! ANDSTYGD fyri menniskjum og politikarum vid ødrum áskoð- anum og hugsjónum hevur altíð havt góðan gróðrarbotn í mál- gagni fólkafloksins. So seinasta álopið á Olof Palme er einki eindømi. Líta vit aftur um bak og blaða í hesum málgagninum, so finna vit líknandi útspillingar — eitt nú av tí demokratiskt valda forsetanum í Chile, Salvadore Alliende, sum eisini varð myrdur. jamú Nr. 28 — 8. mars 1986 Neydugt við reformum í sjúkrakassanum Tað mest dulda valið her á landi man vera val til um- boðsráðið í sjúkrakass- anum. Eina ferð árliga er lýsing um uppstilling uttan at siga frá hver, ið er uppá val. Sum oftast er eingin uppstilling. og so verður valið avlýst. Men er nakar uppstillaður út- yvir tey, sum eru uppá val, verður val lýst uttan at siga frá hver, ið er uppá val. Samb. Sosialinum hós- dagin gevur henda mannagongdin eina val- luttøku uppá undir 1% í Havn, uttan at nevndin í Kassanum út frá hesum heldur nakra orsek vera fyri at økja um áhugan. Men Sosialurin hevur fingið uppspurt, at hesa ferð eru 11 valevni til teir 6 sessirnar, sum skulu mannast av nýggjum. Tí eiga sjúkrakassalimirnir í Havn á valinum nú mána- dagin at visa ein stærri áhuga, enn vístur er fram- manundan, og sum leiðsl- an eyðsýnliga heldur vera nóg mikið. Tann, sum hevur nakað við sjúkrak: san at gera, ivast ikki í, at her er neyð- ugt við reformum, men tað henda eingir reformar við einum passivum lima- skara. Tað er í hvussu er vist. Sjúkrakassalimur Fyrispurningur til Tórshavnar byråd | Í Dimmalætting týsdagin hin 4. mars 1986 hevur P.S.N. skrivað samreðu við savnsleiðaran Finn Johansen. Øgvuliga huga- ligt at lesa, men eg skal onga viðmerking gera til innihaldið. Fari at spyrja Tórs- havnar byråd, nær sekt" hevur verið eftir savns- leiðara? Hvar hevur lýs- ingin staðið? Hverjar kvalifikatiónir kravdust? Hverjar eru lønar- og set- anartreytirnar? Eg spyrji, ti eg havi ikki varnast nakra lýsing og eg kenni Finn Johansen so góðan, at hann er ikki tann maður, ið fer í nakað starv, ið ikki er lýst leyst og tað bæði væl og virði- liga. Poul Johs. Johansen Ov tíðliga skammrósti tú landsstýrinum Tummas Lauritsen ! Fyri månad sidan sendi formadur FNU's Tummas Lauritsen opið bræv til løgmann Atla Dam gjøgn- um blødini, har hann rosar landsstyrinum fyri stødu tess i SEV-målinum. Hugsar tu teg væl un Tummas, mást tú við ganga, at landsstýrið hevur spælt stóran sjón leik í málinum um út byggingina av Eiðisvatni Eg helt, at teir meintu, tað teir segdu um varð- veiting av Eiðisvatni, tá hendan samgongan bleiv skipað. Men so klodduta framferð, sum vist var frá byrjan av. skal ein leita leingi eftir. Havi hug at trúgva, at legmaður bert slongdi nøkur orð út og lætst at spæla kong gula- rót fyri at tekkjast um- hvørvistunum. Hinvegin eru tað altíð gerðirnar, sum visa, hver ein er. Tá so legmaður og hans- ara nikkudukkur lótust at nokta SEV lån at fullføra eiðisútbyggingina fyri og lætst at finnast at sak kunnleikanum hjá lands ins ráðgevandi st Orkuráðnum, kom sjón leikurin hæddina. Ein nýggjur ráðgevandi stovnur mannaráðið settur á stovn av sjálvum løgmanni. Alt gott at siga um teir fýra, men teir fingu ikki nógva tíð at umráða seg i. Men tað mundu hóast alt koma ó vart á legmanr, at teir mæltu frá at útbyggja Eiðisvatn og fara longur niðan. Nú bleiv 4-manna nevndin vrakað. Orkuráð- ið kom inn aftur í myndina og 40 mill. játtaðar upp á staðið, upp í 60 mill. dagin eftir, og eiðisvatnútbygg ingin kann halda fram. Samstundis avsannar Asbjern Joensen, at hann slítur samgonguna vegna SEV-málið. so tað er burt urvið at skylda upp hann Fyri okkum vanligu jorgarum, sum mest bara fáa hevi at fylgja við og vóna, at tað besta kemur burturúr, sýnist tað sum um tú hevur bind fyri eyg ini, Tummas Lauritsen Nei, sum kollfirðingurir segði: Á dett komediu spæl Við umhvervisheilsu K. Højgaard Meira um oljuprisir Vit takka harra Hjarnar Djurhuus fyri tad sera skjóta svarið í 14. sept. uppá lesarabrævið. ið stóð í sama blað sama dag. Harra Djurhuus ger vart vid, at eitt fall i rå- oljuprisunum ikki bein- leidis kann umroknast vid somu upphædd i pro- sentum til t.d. gassolju sum brúkarin fær. Hetta er væl skilt. Eisini sigur hann, at eitt dollarafall ikki altid ávirkar forbrúk- araprísirnar, heldur íkki altíð fall á ráoljuni. Beiskar royndir vísa tó, at hækkingar á nevndu økjum virka sera skjótt á forbrúkaraprísirnar. Hvussu hongur hetta saman? Umboðini fyri oljufel- øgini, ið hava so nógv ár á baki í starvi innan olju- -