Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 11. mars 1986 Rættleiðing til lesarabrøv um »Hotel Torshavn« Vit, sum sita og hava tað gott á »Hotel Torshavn«, eru ovfarin og oøgvuliga vónsvikin av lesa summi av teim feroysku blødunum og mótmæla, a hotellið fær < inga um m i le it fé 5 st talu. I ( endiliga vil } us} ia við acilite um: in rev ter k I Tors havn; men sum eitt til haldsstað hjá førovingum ávegis til ella av sjúkra- húsi í Danmrk (Keyp mannahavn) og teirra av- varðandi, lúkar hotellið øll tey krøv, ein kundi havt hug at sett. Bæði leiðarar og starvsfólk gera tað, tey kunna, fyri at vit skulu kenna okkum væl. Tað vantar einans tað, at vit eru ikki heima hjá okkum sjálvum. Fyri- stødukvinnan syrgir sjálv fyri, at sjúklingar verða avheintaðir til »ambu- lanta« viðgerð til dømis. Hon tilrættaleggur allan flutning til lufthavnina, bæði fyri sjúklingin og av- varðandi. Vit undirritaðu vóna, at føroyingar, sum noyðast á sjúkrahús í Danmark, ikki aftra seg fy Á på #2. Lv Topliosd við at búgva á >Hotel Tórshavn< orsakað av hesum ljótu lesarabrøv- um. Tí her er gott at vera. Aliumsóknir! Í Sosialinum 11. febr. skrivar fåmjiningur, at umsóknin hjá P/F Gutt- ansteð í Fámjin bleiv krógvað dagin fyri fundin hjá Aliráðnum og kom afturíaftur dagin eftir fundin. Nú er tað, at eg kundi hugsað mær at sett formanninum í Aliráðnum nakrar spurningar: 1. Verður tað loyvt skrivara ella eðrum lími í Aliráðnum at krógva burtur umsókn hjá åvis- um felag til fyrimun hjá ødrum? 2. Hvi er onki gjørt vid hetta, t.d. hví er tann, ið hetta hevur gjert, ikki koyrdur úr Aliráðnum? 3. Er tað ikki tygara á- byrgd at alt gongur rætt- víst fyri seg í Aliráðnum? 4. Er her ikki talan um mutur í stóran stil? 4. Er tað ikki ein treyt, at sóknarstýrið á staðnum skal geva loyvi, årenn Ali- ráðið gevur loyvi. Til Vilhelm Johann- esen, alimálaráðharra! Var ætlanin ikki tann, at alingin skuldi vera eitt alternativ til fiskivinnuna og samstundis bygda- mennandi. Her í Suðuroy eru fleiri dømi um ljótan atburð ímóti monnum, ið ætla sær undir aling og vil eg hervið biðja alimálaráð- harran um at fáa hetta í rættlag skjótast gjorligt. S.B. Felagsskapur at standa ímóti álopum frå umhvørvisfolki! Harra blaðstjóri. Tann fyrsti av — óivað fleiri — umhvervisvernd- arfelagsskapum hevur longu verið í Føroyum fyri at fáa okkum at steðga grindadrápi okkara. Tað kann neyvan vera ivi um, at vit eiga at taka teirra hóttanir í álvara. Eg hugsi ikki, tað nyttar okkum stórt at spæla >fornerm- aði“ og halda, at vit ikki koma í trupulleikar, um vit ikki gera okkurt muna- gott tiltak á ein ella annan hátt. Hesi ungu fólkini frá EIA tykjast vera munin meir sympatisk enn hann, sum lá á Havnarvág í fjør! Eg hugsi tó, at vit ikki eiga at lata okkum lumpa av hesum, tí tá skipið hjá Green Peace, »Sirius« var her fyri nøkr- um árum síðani fyri at mótmæla hvalaveiðini hjá »Hvitakletti«, segdu tey seg heldur ikki vilja skaða okkum á nakran hátt. Grindadráp vóru tey ikki komin at mótmæla. Men sum fráleið, sóu og hoyrdu vit, at tey bert skrivaðu um — og vístu myndir frá grindadrápi ! Vit vita eisini, at tey góvu smádreingjum væl av peningi fyri at fáa teir at saksa í deyðar grinda- hvalir. Hetta tóku tey so myndir av og sendu um heimin allan. Tað man neyvan vera ivi um, at fólkini frá EIA, tá tey eru heimkomin, fara at geva frágreiðingar, sum neyvan bert vera um tann »fitta feroyingin !« Ju, vit noydast at lurta eftir hesum fólkum, og vit noyðast at gera okkurt. Ikki tí, eg vænti ikki, at vit kunnu broyta teirra stødu, tí tey hava gjørt sær sína hugsan um grindadráp, og hesa vilja tey blíva við at hava, tí tey hava spjatt hana um allan heimin, so tað er ongin vegur aftur fyri tey, skulu tey ikki >tabe an- sigt«. At tey ikki lurta eftir okkum, progva tey, tå tey siga, at vit lovadu at gera okkurt munagott i 1978, men hava enn onki gjørt! Øll, sum vilja, vita, at grindalógin er broytt munandi hesi seinastu árini, og skjótt verður hon broytt enn meir. Somu- leiðis er mannahugsanin um grindadráp eisini mun- andi broytt. Hver er hes- in felagsskapur, sum kallar seg >Environmental Investigation Agency« (EIA)? Tey siga seg um- boda 25 adrar felagsskap- ir. Eg ivist. Tað var ikki nógv at hoyra um henda felags- skap, áðrenn tey gjerdu vart við seg í Vestmanna í fjør. Eg hugsi ikki, eg fari skeivur, tá eg haldi meg minnast, at tá varð sagt, at felagsskapurin var ný- stovnaður, og einastu limir í honum vóru tey trý: Allan Thornton, sum er leiðari, Jennifer Gibson, varaleiðari og so ein triði, sum eisini var við í Vest- manna. Tað hoyrdist eisini, at mótmælið í Vest- manna var fyrstu ferð, tey veruliga gjørdu vart við seg. Tey siga, at tey halda lítið um frágreiðingarnar hjá Árna Ólavssyni í út- varpinum. Sjálvandi gera tey tað! Árni Ólavsson flokkaði teir ymisku umhvervis- bólkarnar. M.a. segði hann, at summi av umhvervisfólk- unum als ikki ynsktu hvalaveiðina steðgaða, tí tey livdu av at mótmæla henni. Um hetta er beint, veit eg ikki, og um EIA hoyrir til henda bólkin, veit eg heldur ikki, men tað er so tað, tey fáast við, og tey hava fingið pening til hetta frá enskum rit- Síða 7 hevundi, sum í fyrstu syftu ikki vildi lata ný- skrivaðu bók sína geva út í Danmark, sum mótmæli móti føroyska grindadráp- inum. Seinni læt hann tó bókina geva út har. Inn- tøkan av bókini skuldi fara til ETA! Víðari siga tey bæði, Allan Thornton og Jenni- fer Gibson, at tey hava tosað við nógv ung fólk í Feroyum, sum ongantíð hava luttikið í grindadrápi og als onki leggja í grind. Tað kann væl vera, at so er, men eg hugsi tó, at hesi munnu vera í stórum minniluta millum ung- sum eldri fólk i Føroyum. Eitt er givið, vit noyð- ast at taka hesar felags- skapir í álvara, vit sleppa ikki undan. Vit eiga at taka tey í so stórum álvara, at vit meta teirra álop sum krígsatgerðir, tí tað, tey gera, er ikki bert tað, at tey taka grindina frá okkum, men tey taka alt okkara lívsgrundarlag undan okkum við teirra — í nógv flestu forum — lygusøgum. Myndugleikarnir hava longu gjørt nógv, men ikki nokk. Skjótt má berast at, so vit ikki, sum so mangan liggja sjóvarfallið av okk- um. Tað er týðuligt, at tey bæði frá EIA hava fleiri hjálparfólk i Føroyum. Tit eiga at hugsa tykkum væl um, hvat tað er, tit gera, tí at hjálpa eina fígginda í krígstíð, er landasvik ! Tað er kanska so lætt at halda við teimum nú, tí øll tekin eru til, at tey verða at vinna bardagan, tí vit eru so ómetaliga sárbær. Vit hava so at siga bert ein vinnuveg, sum ikki tolir alt ov nógv órógv. Men undir seinna heims- bardaga vóru tey nógv, sum hildu, at týskarar fóru at vinna kríggið, tí fóru tey í part við teimum móti sínum egnu, eins og tit nú gera! Vit vita tó, hvussu kríggið gekk, og hvat varð av svíkjarunum tá! Einaferð varð tosað um at stovna ein felagsskap sum mótvekt móti álop- unum frá umhvervis- felagsskapunum. Hvat varð av hesum frálíka hugskoti? Hesin felagsskapur nytist ikki at vera nakar ålopsfelagsskapur, men hann kann hava til upp- gávu at taka ímóti teim- um, sum koma henda- vegin at mótmæla, og eðrum við. Tosa við tey, leiðbeina tey, gera upplýs- ingargreinir og -filmir, ikki bert um grindadráp, men um Feroyar og feroy- ingar sum heild, t.d. sagt teimum frá, hvussu vit verja fuglalív okkara 0.s.fr. Royndirnar frå »Færøer- ne i Focus« niðri i Keyp- mannahavn kundu verið grundarlag undir hesum felagsskapi. ohe. Service á Frælsinum, tif. 1 2112 3800 Tórshavn