Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 1986síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 &4VEKRARN? NK tíðindablaðið Neydugt at samskipa almennu og privatu ilogurnar — Fáa vit ikki ein miðvísan búskapar- politikk, kann vandi vera fyri, at okkara meguleikar at læna verða skerdir | munandi. Og tað kann fáa óhepnar avleiðing- ar fyri búskapin. Hetta segði nevndarformaðurin í Feroya Banka, Poul Johs. Johan- sen, á aðalfundi bankans herfyri. Hann segði m.a.: Tað búskaparliga virk- semið er økt i 1985. Okk- ara bruttotjóðarúrtoka er mett til at vera knappar 5,4 mia. kr. við árslok 1985: Hetta er ein mun- andi vøkstur, tå ið havt verður í huga, at prís- veksturin í árinum hevur verið munandi minni enn tey undanfarnu árini. Her er talan um ein veruligan vekstur svarandi til um- leið 5-6% ella nakað meira enn í løndunum, ið vanligt er at samanbera okkum við. Hagdeildin hevur mett, at tann tøka bruttotjóðar- inntekan við árslok var knappliga 6 mia. kr., t.v.s. tá tikin er hædd fyri teimum rentum, ið gjald- ast skulu í samband við uttanlandaskuldina, og tá ið tann danski ríkis- stuðulin og aðrar inntøkur frá útlandinum verða lagdar afturat sjálvari bruttotjóðarúrtekuni. Tann samanlagda nýts- lan hjá einstaklingum og tí almenna var í 1985 mett til at verða góðar 4,4 mia. kr. Veksturin í mun til 1984 var umleið 13%. Hesin vekstur hevur verið munandi sterri enn aðra staðir í vesturheiminum. Hetta seinasta tíðar- skeiðið hevur veksturin í nýtsluni ikki svarað til framleiðsluveksturin í tí føroyska buskapinum. Hetta var eisini galdandi fyri árið 1985: Vit økja framvegis um nýtsluna skjótari enn vit megna at økja um sjálva framleiðsl- una. Í 1985 er nýtslan vaksin so mikið meira enn sjálv framleiðslan, at tann samlaða bruttouppspar- ingin er minni enn í 1984: Ella, við eðrum orðum, um nýtslan var tálmað, so hevði tann størra upp- sparingin, ið harav fylgdi, kunnað figgjad ein størri part av teimum samladu Føroya Banki fylti 80 år 1. mars Nevndin i Føroya Banka. Frå vinstru: Olaf Olsen, stjóri, Andreas Lava Olsen, stjóri, Hans-Jergen Laursen, bankastjóri, Poul Johs. Johansen, nevndarform., Esbern Simonsen, bankastjóri, Egil Restorff, stjóri og Niels Juel Mortensen, stjóri ílegunum hjá landshúsar- haldinum. Tað eru stórar iløgur, ið eru framdar eisini í 1985. Tær samlaðu ílegurnar eru mettar til 2050 mió. kr., harav triggir fjórð- ingar eru ílegur hjá ein- staklingum og virkjum, meðan restin eru almennar iløgur. Hóast iløgurnar eru minkadar i mun til 1984, so eru hesar å einum so høgum stødi, at vit framvegis hava fyri neyð- ini at lána munandi av peningin uttanlands fyri at figgja hesar. Tær samanlegdu inn- tekurnar av okkara bú- skaparliga sambandi við umheimin vóru 3245 mió. kr. mótvegis 3755 mió. kr. í útreiðslum. Hesar inn- tekur og útreiðslur eru eitt úrslit av keypi og selu av verum og tænastum frá og til útlandið. F :sini lønir og rentur goldnar yvir landamark eru roknaðar sum inntøkur og út- reiðslur í hesum sam- bandi. Afturat hesu koma so tær inntekur, ið verða veittar tí feroyska búskapinum frá donskum ríkisflytingum og tjóð- bankanum. Gjaldsjavna- hallið í 1985 er soleiðis munandi minni enn árið framman undan ella 510 mió. kr. móti 757 mió. kr. í 1984. Metingar fyri árið 1986 vísa, at hallið á gjaldsjavnaðinum verður nakað størri enn í 1985. Tann føroyska uttan- landsskuldin var vid års- lok 1985 umleið 3500 mió. kr. Tað er eyðsæð, at vit framhaldandi verða noydd at síggja í eyguni, at ein stødugt vaksandi partur av okkara bruttotjóðarúr- tæku fer til at greiða tær skyldur, ið standast av hesi skuld til okkara við- skiftalond. Fiskivinnan Tann samlaða fiskiveiði foroyinga var í 1985 góð 360.000 tons, og var hetta í negd góð 15.000 tons meira enn 1984. Veiðan á Føroya økinum var á sama steði sum árið fyri, tó er tað lutfalsliga býtið millum fiskaslegini broytt. Sum heild kann tó sigast, at inntekurnar hjá tí samlaðu fiskivinnuni vóru slakari enn árið fyri. m.a. orsakað av kurs- lækkingum. Innan fiski- ídnaðin hava innteku- møguleikarnir verið betri enn í 1984. Útbyggingin innan ali- vinnuna helt fram í 1985. Tann stóri eftirspurning- urin ið er eftir aldum fiski á marknaðinum, gevur meguleika fyri einum høgum prísi á ti lidnu framleiðsluni. Bæði her heima og í eðrum londum, ið eru farin undir aling, verður framvegis minkað um framleiðsluorkuna. Tað er av týdningi at nevna, at tað er longu undir hesi útbygging, at grundarlagið undir okkara kappingarferi skal leggj- ast soleiðis, at vit, tá ið trongt verður á markn- aðinum, eiga tann partin, ið gevur tann besta prísin. Tann kreppa, ið hevur verið innan farmavinnuna í flestu londum her á leið, hevur eisini darvað menn- ingini av hesi vinnu her heima. Stígur er komin í tann inntekuvekstur, ið var væntandi eftir tær stóru iløgur árini framman undan. Tað er nógv, ið bendir á eitt munandi sterri virk- semi innan nærum allar tænastuvinnur i 1985: Framdar eru eisini stórar ílegur innan hesar vinnu- greinar. Eg skal ikki her koma við eini nágreiniligari frá- greiðing um gongdina i virkseminum hjá bank anum í 1985. Hendan er lýst í sjálvari ársfrágreið- ing bankans. Tó vil eg loyva mær at leggja nakrar viðmerkingar aft- urat. Tað stóra virksemið. ið hevur verið í nærum øllum greinum av tí føroyska búskapinum í 1985, hevur eisini í stóran mun ávirkað virkið hjá Feoyra Banka. Figgjarjavnin er øktur úr kneppum 2,6 mia. kr. við årslok 1984 til 3,6 mia. kr. vid årslok 1985. Tað hevur í farna ári í ti almenna tjakinum verið ført fram, at ein orsek til tað óvanliga stóra virk- semið, ið er her heima, er at peningastovnarnir við sínum útlánspolitikki hava verið við til at økt um virksemið meira enn gott var. Til hetta er at siga, at tað batnaða gjaldforið hjá bankanum í 1985 bendir á, at bankin hevur ikki við sínum útlánspolitikki ver- ið atvold til ella skundað undir tað ov stóra virk- semið, ið er á fleiri okjum av okkara búskapi. Fleiri ferðir í farna ári hevur frá myndugleik- unum verið funnist at teimum donsku veðláns- feløgunum fyri tær stóru lániupphæddir, ið eru læntar til tað feroyska vinnulívið. Stúrt hevur verið fy ri, ath esi lán kundu geva teimum fer- oysku peningastovnunum høvi til at økja munandi um teirra útlánsvirksemi. Nevnt hevur eisini verið, at neyðugt kundi gerast við låntøku, ið kundu fyri- byrgja hesum. Hugsað varð her serliga um lán, ið ikki beinleiðis høvdu sam- band við nýilegur í bygn- ingar og annað. Telini, ið tramlegd eru, vísa, at hesar atfinningar ikki hava verið væl grund- í ann í rar í ir hevur Esbern Simonsen starvast í Ferova Banka í 50 ár. Hann er nú farin frá sum stjóri aðar. Innlánini í Feroya Banka ektust 130 mió. kr. meira enn útlánini. Vit meta, at vinnulivsfyri- tøkur i 1985 igjøgnum Føroya Banka hava tikið heim lán frá donskum veð- haldslånsfeløgum í sam- band við umleggjan av verandi lánum uppá til- samans umleið 125 mio. kr. Ella við oðrum orðum: — Feroya Banki hevur ikki nýtt henda pening til at vidkan um síni samlaðu útlán, men heldur, sum áður nevnt, at betra gjald- fori sítt við at umleggja verandi lán hjá virkjum og fyritøkum. Hetta hevur i ein vissan mun eisini havt åvirkan å býtið av útlánum bankans á teir ymsu sektorarnar í búskapinum. Í teimum vinnugreinum, har møgu- leiki er fyri at umleggja verandi bankalán til donsk veðhaldslán t.v.s. handil, handverk og ídnað, er útlán bankans lutfalsliga minkað. Neyðugt at samskipa Útlit eru ikki fyri, at vit, tey fyrst komandi árini, fáa javnvág í okkara bú- skaparligu viðurskifti við umheimin og harvið kunnu fara undir at gjalda aftur okkara uttanlands- skuld. Tað vildi tó bøtt munandi um álitið á okk- ara búskap, um ásettur var ein meira neyvur málsetningur um okkara búskaparligu viðurskifti við umheimin. Eg hugsi her um eina ætlan fyri, hvussu gjaldsjavnahallið yvir eitt ávíst tíðarskeið kundi verðið broytt til eitt yvirskot, soleiðis at ein afturgjaldin fekst ílag. Neyðugt er í dag at siga, at tað vantandi álitið á okkara búskap ger, at ikki er so lætt at taka upp lán uttanlands, sum tað hevur verið. Tað er vandi fyri, at um ikki verður fordur ein miðvísur bú- skaparpolitikkur, so koma okkara lånimøguleikar at verða so munandi skerdir, at hetta kann koma at hava óhepnar fylgjur fyri tað búskapariga virksem- ið her á landið. Fyri aftur at styrkja álitið millum okkara lán- gevarar kann verða neyð- ugt at tillaga okkara einn- lendis viðurskifti á fleiri umráðum. Serstakliga eigur at verða ansað eftir fram- leiðslukostnaði = okkara, soleiðis at hesi ekist minni enn í teimum lond- um, vit eru í kapping við. Hetta er av stórum týdn- ingi, tá hugsað verður um at betra kappingarferið. Tað vildi verið ellum samfelagnum at gagni, um ein samskipan av al- mennum og privatum iløgum fekst ilag, soleiðis at sleppast kann undan, at virksemið i styttri ella longri tíðarskeið verður sterri, enn gott er. Uttan eina slíka samskipan kann ein av fylgjunum erða, at ójavni kemur í millum út- bóð av og eftirspurning eftir arbeiðsmegi í teimum ymsu vinnugreinunum. Ein náttúrligur liður í eini slíkari samskipan vildi verið ein åvis raðfesting av ílegum í síni heild, so- leiðis at ansað varð eftir, at ílegurnar geva sum mest av sær til samfel- agið. Eg vil eisini nevna, at vit í komandi árum eisini eiga at umhugsa eina endurskoðan av skipan- um, ið eru við til at gera búskapin meira stirvnan enn neyðugt. i He