hósdagur 13. mars 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 — 13. mars 1986
Burturrýmdir leiðarar:
Hvar eru teir nú?
— sjey fyrrverandi ovastar í útlegd
Idi Amin í telefonunum
Tað gerst alsamt vanligari, at politiskir leiðarar noyðast
at sleppa sær til rýmingar undan sínum egnu undir-
givnu. Í einstøkum ferum verða teir til altjóðarlig landa-
strok, tí eingin stjórn vil hýsa teimum. Tað gitnasta
demið er kanska Reza Pahlavi, iranski keisarin, ið flýddi
úr einum landi í annað, til hann at enda fekk innivist hjá
vinmanni sínum, Sadat forseta í Egyptalandi. Tveir teir
seinastu leiðararnir, ið eru flýddir úr heimlandinum, eru
Marcos fyrrverandi forseti á Filipsoyggjunum, sum í
letuni býr á Hawai, men seinni ætlar sær til USA, og
Baby Doc« Duvalier úr Haiti, ið nú hevur fingið fyri
bils loyvi at búseta seg í Cote d'Azur, Frankaríki, tí
ella Afriku vildi taka ímóti honum
einki land í Europu
Afríkanskir leiðarar vórðu ikki sørt firtnir, tá tann
nska stjórnin bað teir hýsa Baby Doc við húski. Tá ið
MNISKU Sé 1 enninir spurdu forsetan Gabon, um
vild ika Baby Doc, varð hann ødini og ropti
Halda tit at land mitt er eitt ruskílat ?
Idi Amin
M te ( harð ora if r Idi Amin
g H ráddi 1 borg
a 1 E num eydnaði it basa Tiggjar
dariag hn f óð við at koyra allar pro
Í ella gg DAanKamt i ittiskun
P I kað land í Afriku he gartil upp
ið. F gaf 7 Saudi-Arabiu bjóðaði Amin
|! ha itta yg oðrum familjulin
k 5 ( ftar koilivelting 1
d ) i V hampilig g fridarligt liv
£ nu jeaaat É enn hans
18 it ha t og I 1 tele? eginnartin av
5 Hann sigst eisini brúka dr ; tíð til bønar
ja
Bokassa I
Bokassa tyrr K€1S Mið Þ Ka kt ira
í eki tabv Doc nå Frak
1 Í ri? í 4 t } t 44 að 111
{ V N t í 5
PI
s ør Y
boð um at skjóta á bern og ungdómar, tykist hava verið
farin býttisliga fram ímóti vertinum hjá sær, fyrrver-
andi franska forsetanum Valéry Giscard d'Estaing
Bokassa skrivaði ævisegu, har hann bar fram so fjákut-
ar ákærur móti forsetanum, at legreglan legði hald á alt
upplagið av bókini. Bokassa sigur, at hann vil fegin
sleppa heim aftur til Afriku, men tað verður ið hvussu
so er ikki í næstum, tí hægstirættur í Mið-afrikanska
lýðveldinum hevur demt hann til avrættingar in ab-
sentia fyri dráp, framd meðan hann var ovasti í land-
inum
Sihanouk prinsur
Sihanouk prinsur av Kambodju hevur verið í útlegd
seinastu 16 árini, men hann er kortini eyðfúsigestur í
nógvum londum. Í N-Koreu eigur hann slot við 40
kemurum, og hevur 100 tænarar. Og í Peking er hann
eisini altíð vælkomin. Sihanouk ferðast um heimin uttan
at steðga til tess at fáa fylgi við samgonguna í Kam-
bodju, sum enn berjist úrslitaleysan bardaga fyri at
kollvelta oddamonnunum í Phnom Penh, sum sita við
stuðuli frá tí vietnamsku stjórnini
Isabel Perón
Isabel Perón, einkjan eftir Juan Perón í Argentinu,
tykist vera tað einasta demið um burturrýmdan leiðara,
ið kann sleppa heim aftur, men ikki vil tað sjálvur. Isa-
bel varð fyrst virkin innanfyri undirhaldsvinnuna, men
tann argentinski leiðarin fekk stóran tokka til hennara,
og hon giftist seinni við honum. Tann argentinska her-
yvirstjórnin sendi hana av landinum í 1981, tá ið tað var
prógvað, at hon og onkrir av ráðharrum hennara vóru
vavd upp í fíggjarsvik. Hon býr burturgloymd og einsa-
møll í Madrid og nýtir tíðina til at spæla canasta
Anastasio Somoza
Anastasio Somoza eydnaðist at rýma undan Sandinist-
unum frá Nicaragua og búsetti seg í Miami, har hann
harðliga mótmælti »svikunum« hjá Jimmy Carter ímóti
sær og stjórn síni. Hann gjerdi nógv um seg í USA, men
Sihanouk prinsur tosar við Buddhista-munk
Bokassa I. lurtar eftir tíðindum úr Afriku
tóktist kortini ikki hava tað serliga gott við seg sjálvan
Í Asunción varð hann myrdur, sitandi í bili sínum, trú
liga av Sandinistum
Nguyen Van Thieu
Nguyen Van Thieu, seinasti forsetin í Vietnam sýnist
av ellum alvi hava roynt at gloymt fortíðina. Hann vildi
ikki búseta seg í einum landi, har nógv vietnamsk flótta
fólk eru, sum í Fraklandi ella USA, men valdi heldur at
liva í Bretlandi. Kenningar hansara siga, at hann er sera
beiskur mótvegis amerikanarum fyri hvussu teir end-
aðu Vietnam-kríggið. Hann sýtir alsamt fyri at tosa við
blaðmenn, men við hvert kunnu fólk síggja hann í
handlum nærindis sínum sethúsum í einum fínasta bý-
arpartinum í London. Tá er hann saman við konu síni og
grannarnir siga, at tað vanliga er hann, ið ber plastpos-
arnar
etj.-