Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 1986síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Norður- Tá dysturin lond—USA í Reykjavík var av, varð spæld ein opin kapping við 74 telv- arum, harav 22 stór- meistarar ! Eftir 11 umfer vóru hesir fremstir: 1. Nikolic, GM 8 2.-8. Miles, GM, Tal, GM, Larsen, GM, Gheorghiu, GM, Salov, IM, Hansen, GM, Hjartarson, GM 7 9.-17. Christiansen, GM, Olafsson, GM, de Firmian, GM, Alburt, GM, Arnason, IM, Feodorowicz, IM, van den Sterren, IM, Kudrin, GM, Yrjolå, IM 7 Spell var tad fyri Curt Hansen, ið vann 5 tey fyrstu telvini. Og í 10. og 11. umfari bar honum ikki til at vinna niður- løgd tølv, sjålvt um hann hevði fyrimun. Vinningarnir vóru rivi- ligir. Um de Firmian ikki hevði snávað i 46. leiki móti Nikolic í síðsts um- fari, fingu 9 teir fremstu 3700 dollarar í part. Nú fór Nikolic við 12.000 dollarum, og til de Firmi- an var ikki meira enn 123 dollarar ! Av áhugaverdum til- burðum í kappingini kann eg nevna, at Salov verður stórmeistari við hesum úrsliti, og at ein 13-ára gamal íslendskur drongur, Hannes Stef- ansson, fekk 5'/2 móti so sterkum mótsteðumonn- um, at hann rýkur inn á ELO-listan við talinum 2400! Teldutalv Í september 1985 fór fram heimsmeistara- kapping í Amsterdam fyri talvteldur. Ein maskina, ið nevnist »Mephisto«, gjørdist talið hjá hesi teldu er seinni mett til umleið 2100! Og fyri at prógva hetta varð skipað fyri eini kapping, har 8 teldur spældu móti danska 1. deildar lið- inum AS 04, har meðan- ratingin man liggja mill- um 2150 og 2200, og tíðin var tann vanliga til kappingar. AS 04 vann 5'/2-2'/2, við at vinna á 5 teimum fremstu borð- unum. Men»Mephisto« sýndi sostatt eina styrki upp á yvir 2000. Maskinurnar eru nú komnár væl við. Og eg eri alg*ikki vissur i, at mær dámar hesa gongdina. Schussler, IM, fekk um nýggjársleitið sítt fyrsta stórmeistaraúrslit á Schaknytt-stevnuni. Og í dystinum Norður- lond—USA var hann einsamallur um at vinna bædi tølvini. Kanska er okkurt um at koma upp- undan nú, eftir at hann i 1972 14-åra gamal gjørd- ist heimskendur. Lat okkum hyggja at einum talvi frå Reykja- vik: H: Schiissler, IM S: Fedorowicz, IM 1. dá Rif6 2. Rif3 e6 3. c4 c5 4. d5 exd5 5. cxd5 d6 6. Ric3 g6 7. Bf4 Bg7 8. Fa4+ Bd7 9. Fb3 Fc7 10. e5 0—0 11. Rid2 Rih5 12. Be3 f5 13. exf5 gxf5 14. Be2 f4!? 15. Bxc5 Ria6 16. Ba3 Rae8 Hvat annars? 20. Kxe2 Re8+ 21. Kfl Bf5 22. Kgl Rig4 23. Rif3 Rixf2!? 24. Kxf2 Ric5 25. Fb5 Rid3+ 26. Kgl Fd8 27. Bc5 Bxc3 28. bxc3 Re2 Higartil er alt teori, og RR 2 Fej svartur sigst hava fingið —"'" nóg mikið fyri finnuna. Har hótti 30. ,Rxg2+ A ja, hvussu man tað vera við ti? 31. Kxg2, Fe2+ 32. Kgl, Bh3 17. Rice4! 17. Ride4, f3! hevði veirð tverligt hjá hvítum. 17. — Rif6 18. Bxd6 Fa5 19. Ric3! 30. — Rb2 31. d6! gevst Teoriin er ikki altíð á at líta. Tað tyktist ikki, sum svartur hevði Rxe2+ nakrar møguleikar. NORD-JOB Norrøna Felagid skipar saman vid brødrafeløgunum i nordurlondum i år fyri umskifti landanna millum av ung- fólki, ið hug hava at arbeiða í ødrum norðurlandi í summarfrítíðini. Sekt verður tí eftir 6-7 føroyskum arbeiðsplássum til norrønu arbeiðs- gestir okkara í summar. innskrivingarblød og nærri uppl. fyri arbeiðstakarar og ungdómar fáast við at venda sær til tlf. 1 30 81. Umsjónarmaður til Stadionøkid i Gundadali Starvið sum umsjónarmaður til Stadiongkið í Gundadali verður lýst leyst at seta frá 15. apríl 1986 ella so skjótt til ber. Arbeiðið umfatar alla umsjón, røkt og viðlíkahald av Stadiongkinum. Við setan vil býráðið leggja dent á, at umsjónarmaðurin er røkin, hevur leiðaraevni og evni at samstarva við aðrar deildir hjá kommununi. Lon sbrt. sáttmála við viðkomandi yrkisfelag ella sersáttmála. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran, Jákup Simonsen, á tlf. 15160 lokal 127. Umsóknir við avriti av møguligum prógvum, viðmælum o.g. verða at senda Tórshavnar Býráð, postsmoga 32, 3800 Tórshavn, áðrenn 1. apríl 1986. í bridgeteiginum í dag fari eg nerta við eitt evni, sum ofta verður havt á lofti, sum sum flestu hugsa ov lítið um, tá spælt verður. Evnið er: Bridge-etikkur. »Dansk Bridge« hevur i seinasta blad grein um evnid, og i »Bridge i Norge« er frågreiding um brasilska stórspælaran Chagas, sum ikki slapp við til VM orsakað av, at hann ikki hevði tilkallað kappingarleiðaran í hesum spælinum : “a & % 106 7 á EKDJ85 % KJ1065 ek E83 mm + Chagas og Barbosa endaðu í 6 kl, og vestur skuldi -spæla. Norður spældi rútara út. Vestur skal nú bert stinga á borðinum og spæla kl E,K og meira kleyvara, men Barbosa gjerdi tann feil at kasta ein hjartara og taka fyri rútar ess. Fyri ikki at missa trumfkontrollin spældi hann kl J, sum fór til frúnna hjá Suður. Suður spældi rútar J, ið bleiv stungin á borðinum, og Barbosa tók fyri kleyvar ess, NS bekenntu. Fyri at sleppa heim á hondina at taka útistand- andi trumfin, spældi hann nú lítlan spaðara frá borðinum. Suður hugsaði seg um eina letu og sigur so frá, at hann roknar við, at spælið ikki kann vinna, tí hann kann stinga spaðaran. Nú blandar norður seg uppí og vantar spælið tveir niður, um suður hevur rútar frúgv. Í tankaloysi tekur suður nú rútar frúgv fram, og meira nýttist ikki Chagas. Hann kravdi um- gangandi rútar frúgv til straffkort og fekk yvirbe- víst bæði makkara og mótpart um, at soleiðis átti tað at vera. Sostatt bleiv noterað í roknskapin: 6 kl + 6. Nakrar mánaðar kom málið fram aftur í brasili- anska bridgesambandinum, og har var semja um, at Chagas hevði brotið reglurnar við at dema sjálvur, og hini tríggir spælararnir hevdu gjert sama feil við at ganga við til hetta. Urslitid bleiv, at Chagas og Barbosa sluppu ikki við í eina internationala kapping (ólukkutíð fyri teir bleiv tað VM), og hinir báðir í tvær kapp- ingar. Stutta endurgevingin úr »Norsk Bridge« er við loyvi frá blaðstjóranum, ið annars sóknast eftir haldarum í Feroyum. Eg viðmæli fegin blaðið, og áhugaði kunnu seta seg í samband við: Bridge í Norge Levenskjoldsgate 3 B N - 0263 Oslo 2 TIf. 00947.2.430214 Blaðstjórin kundi annars upplýsa, at í samband við NM verður stór international parakapping í Oslo tann 28. og 29. juni (1. vinningur 20.000 Nkr). Ahugadi kunnu venda sær til: Oslo Bridgekrets Storkaten 25 N - 0184 Oslo 1 I Føroyum verdur FM-kvalifikation spæld i dag og i morgin. Eini góð ráð til spælararnar: Gerið brúk av kappingarleiðaranum ! Annars góða eydnu. Mortan Nr. 31 — 15. mars 1986 Bridge