Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 LL: — Torleif Sigurðsson, formaður F.S.F. Tað er rætt at leggja »kunst-gras« á foroysku fótbóltsvallirnar — Men vit mugu ikki leypa fram av. Nágreiniliga eigur at kannast hvat er besta loysnin, so hetta íkki kemur okkum aftur um brekku, sigur Torleif Sigurðsson — Tað er avgjørt rætt at leggja sonevnda »kunst- grasið< á feroysku fót- bóltsvallirnar. Hetta sigur Torleif Sigurðsson, starvsnevnd- arformaður Fótbóltssam- bands Feroya í práti við Ítróttar-Sosialin. — Vit mugu tó ikki fara fram eftir fummum. Áðrenn steða verður tikin til »kunstgrasid«, eigur at kannast gjella, hvat besta loysnin er fyri okkum, soleiðis at vit ikki taka bíligastu loysnina, bert tí hon er bílig. Nógv er jú hent innan hetta eki seinnu árini, og vit eiga at ansa okkum, at vit ikki velja slíkt gras, ið aðrir meta vera ov vánaligt. Vitan úr Noreg Torleif Sigurðsson greiðir frá, at Fótbóltssamband Føroya gjøgnum fleiri ár hevur roynt at kanna ymiskt viðvíkjandi kunst- grasvallunum. — Serliga hava vit havt samband við norska fót- bóltssambandið í hesum spurninginum. Teir hava fleiri vallir í Noreg og hava rættiliga góðan vitan um hverji sleg eru góð, greiðir Torleif frá. — Orsekin til, at vit hava gjørt nógv við hetta mál er, at vit fegin vilja hjálpa og vegleiða føroysku feløgunum á besta hått. Tad er jå einki at dylja yvir, at FSF fegið vil hava »kunst-gras« å allar føroyskar vøllir — men vit vilja ikki hava tað fri ein hvenn prís. Tað má gerast eitt dygdargott kanningararbeiði, soleiðis at bestu úrslitini fáast burtur úr, sigur Torleif Sigurðsson Ruben Andresen, formaður i B36: ; Tað vóru feløgini, ið bóðu um kunstgras | Studul Torleif Sigurðsson sigur, at Fótbóltssambandið vónar, at hesir kunstgras- vallir koma undir almennu stuðuls-skipanina, somu skipan sum er galdandi fyri byggjan av ítróttar- anleggum. — Tað er jú kostnaðar- mikið at leggja »kunst- gras< á verandi vallir, men hetta kemur meguliga at spara seg sjálvt inn aftur gjøgnum minkandi vid líkahalds-útreiðslur, sigur Torleif Sigurðsson. Hann greiðir eisini frá, at tað verður Fótbólts- sambandið, í hesum fer- inum Vallareftirlitið, sum myndugleiki hjá fótbólti, ið góðkenna ovasti føroyskum kemur at eventuellar nyggjar »kunstgrasvallir«, og ti må fåast ein greið skipan fyri, hvussu hesir vallir skulu vera og hverji krev teir skulu lúka. — M.a. mugu vit hava í huga, at tað hevur verið nevnt, at leikarar kunnu brenna seg av hesum til- evnaða grasinum og at leikararnir kunnu fáa lið- bandsskaðar av tí harða asfaltundirlagnum, sigur Torleif. — Vit vita, at tað ber til at vinna á hesum trupul- leikum og eiga vit tí at ansa eftir,at tað bert er fyrsta floks vera, ið verður seld okkum feroyingum. Kann nýtast til millumtjóða dystir Uppá fyrispurning greiðir Torleif frá, at F.I.F.A. og U.E.F.A. ikki góðkenna vallir, ið eru lagdir við »kunstgrasi« til endaligu kappingar teirra, men at Nr. 10 — 18. mars 1986 Torleif Sigurdsson, formadur F.S.F. tað tó ber til at nýta vallir- nar til millumtjóða dystir. — Vit hava fyri rúmari tíð síðani sett okkum í samband við F.I.F.A. um júst handan spurningin, og fingu vit greitt svar, at vallirnir kunnu nýtast til millumtjóða dystir, um báðir partar góðtaka tað. Tað vil siga, at tað ber væl til at spæla til demis kvalifikatións-dystir til eitt nú EM og HM á tílík- um vellum, um bæði liðini góðtaka tað. Teir mugu tó ikki nýtast til endaligu dystirnar, sigur Torleif. — Sostatt forðar ein »kunstgrasvøllur« avgjørt ikki fyri upptøku okkara i — Fyri nøkrum árum síðani gjørdu havnar- Sandur verður koyrdur millum »gras-stråini« feløgini býráðið vart við ynski sitt, 10 vóru fyrst og fremst ein vøll afturat og harnæst gras og ljós á ovara vøll, sigur Ruben Andre- sen m.a. Í samband við ætlanirnar um at leggja kunstgras yvir fótbóltsvellin í Havn, hava vit vent okkum til Ruben Andresen, formann í B36, og spurt um hans- ara viðmerkingar til ætlanina. — Tað eru vit, sum hava biðið um at fáa kunstgras- vell, sigur Ruben Andre- sen. — So vit hava bert positivar viðmerkingar til ætlanina. — Tað hevur so við sær, at tit mega flyta dystir og spæla aðra staðni en á ov- ara velli í Gundadali ímeðan ? — Ja, vit mega hesa tíðina, tað tekur at leggja kunstgrasið á, skera niður upp á programmið hjá okkum. Vit mega hesa tíðina bert nýta niðara vell í Gundadali, men har- næst mega vit taka í nýtslu tað skapilsi av einum velli, sum er við síð- una av Eysturskúlanum, eins og vit fara at gera meira nýtslu av vellinum á Argjum og harvið taka upp samstarv við AB. Nýta fleiri kveld mitt í viku — Men fyri at útfylla landskappingarskipanina mega vit taka fleiri kveld mitt í viku í nýtslu, heldur Ruben Andresen fram. — Hvat sigur Fótbólts- sambandið og tey felegini, tit skulu spæla ímóti, til tab? — Fótbóltssambandið hevur sagt gott fyri ætlan- unum um kunstgrasvøll, og teir mega hervið taka avleiðingarnar av tí og gera tær neyðugu broytingarnar. — Tað eru nú nekur ár síðan, at vit gjerdu býráðnum greitt, hverji ynski vit hevdu. Tá segdu vit, at vit mega hava ein fótbóltsvell afturat, og harnæst mega vit hava gras og ljós til ovara vøll í Gundadali. — Hetta hevur síðani ligið stilt, men nú sær út til at gongd er komin á ætlanirnar við kunstgras- velli, og tað kunnu vit bert fegnast um, sigur Ruben Andresen. FLFA og UEFA Hann vil heldur beta tm meguleikar okkara. — Fótbóltssambandi vildi fegin, at allir vallir okkara vórðu grasklæddir, tá hetta uttan iva vildi havt við sær, at steðið í føroyskum fótbólti hækk- aði munandi, endar Torleif Sigurðsson, formaður — Hesin prísurin, sum nú er komin fram, er minni enn vit høvdu roknað við, so vit kunnu nú bert vóna, at býráðið tekur av onkr- um tilboði, so grasvellurin verður veruleiki, sigur Ruben Andresen at enda í viðmerkingini til Ítróttar- sosialin.