Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 1986síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+» Síða 14 Stor flogbóltskapping å Giljanesi DRÁTTUR skipaði leygardagin fyri stórari flogbóltskapping fyri líðunum í eldru deild- unum Fótbóltsfelagið Dráttur skipaði leygardagin fyri stórari flogbóltskapping í ítróttarhellini á Giljanesi. Í meistaradeildini hjá monnunum vann Mjølnir, meðan tað var Fleyr, ið vann meistaradeildina hjá kvinnunum Sandoyingar eru liga farnir at gera um seg í flogbólti. Í landskapping- ini hava teir tryggjað sær leikrætt í besta raðnum og veru- leygardagin deild hjá vunnu teir bæði 1. og 2 monnum. Hjá kvinnunum var tað StÍF, ið gjørdi vart við seg. Strandakvinnur vunnu, eins og sandoy- ingar, bæði 1. og 2. deild. Hjá monnunum í 3. deild var tåa HSF, HF- skeidid og Studentaskulin vid Gøtugjogv, id gjørdist vinnari, medan StIF eisini vann 3. deild hjå kvinn- unum. Eisini innan liðamýk- ingina, motiónina, verður flogbólturin nýttur. Kapp- ast varð eisini millum so- nevnd motións-lið, og vann Dráttur kappingina hjá monnunum, meðan Pamiut, eitt lið av Strond- um, vann kappingina hjá kvinnunum. FM í badminton: Havnar Badminton- felag vann nærum oll meistaraheitini Havnar Badmintonfelag gjørdist stóri vinnarin tå A-bólkurin, Old-boys og veteranbólkurin vórðu avgjørdir Seinasta vikuskifti var kapping um føroya- meistaraheitini i bad- minton. I A-bólkinum hjá monn- unum gjerdist Gunnar Gregoriussen úr Havnar Badmintonfelag feroya- meistari. Í finaluni vann Gunnar á Zacharias Thomassen, eisini HBF, ið máti gevast í íyrsta setti Saman gjerdust Gunnar og Zacharias nnarar í tvímansleiki, tá teir í final- uni vunnu 15-9 og 15-13 á Martin Lydersen og Jan Thomsen. Í A-bólkinurn hjá kvinn- unum gjerdist Winnie Stensborg úr Havnar Badmintonfelagi feroya- meistari. Hon vann. í finaluni 11-7 og 11-2 á Elin Wang. Føroyameistarar i tvi- mansleiki hjå kvinnunum gjørdust Sólrún Michel- sen og Torgerð Nielsen, ið vunnu finaluna á Winnie Stensborg og Hergerð Joensen við 15-2, 7-15 og 15-13. Í blandaðum tví- mansleiki — mix-double — vunnu Marjun Niclasen og Jákup Midjord, HBF, føroyameistaraheitid. I finaluni vunnu tey 15-8 og 15-8 å Winnie Stensborg og Sven Stensborg. I old-boys deildini hjå monnunum gjørdist-Heri Berg, HBF, feroyameist- ari, tá hann vann 15-10, 13-15 og 157 á“ “Sven Stensborg í finaluni. I tvimansleiki gjørdust Endor Ellefsen og Heri Berg, bådir HBF, føroya- meistarar. Teir vunnu i 21 PÅ dd finaluni å Eigil Lyngsøe og Sven Stensborg, eisini HBF, vid 9-15, 18-14 og 15-6. Í veteran-deildini fyri menn gjerdist Heri Berg eisini føroyameistari. Í finaluni vann hann 15-7 og 15-0 á Jan Joensen úr Mið- vágs Badmintonfelag. Gudmundur Nielsen og Jan Joensen úr Miðvágs Badmintonfelag vunnu foroyameistaraheitið í tví- mansleiki tá teir vunnu 15-5 og 15-9 á Hera Berg og Essa Arge Nr. 10 — 18. mars 1. Altjóða viðurkenning Judosamband Feroya hevur nú fingið altjóða viðurkenning. Fyri nekrum áru síðani sekti Judosambandið um altjóða viðurkenning, og tað varð játtað teimum. Fyrsta árið skuldi vera eitt royndarár, har JSF einki rindaði fyri at vera men frá næsta ár- inum skuldi so gjaldast. meðan hendi so tað, at Judosambandið hevði ikki ráð at gjalda rokningina fyri limagjaldið, so lima- umur skapurin framvegis bleiv óvissur Síðsta summar fekk Judosambandið so bræv frá Europeiska Judosam- bandinum um, at um Judosambandið ikki til næsta aðalfund, sum verður í Salzburg í apríl í ár, hevði tikið avgerð um at gerast fullur limur, so varð JSF strikað. Judosambandið við- gjerdi spurningin í vetur og samtykti at fullur limur, og gjalda limagjaldið. Hendan umsókn varð vidgjørd á stjórnarfundi í EJU herfyri, og teir sam- tyktu einmælt at taka JSF upp sum lím. gerast harvið farið undir virki sítt. Fótbóltsdómarafelagið skipar fyri skeiði Nystovnada fótbóltsdómarafelagið er ? Tað fyrsta, ið felagið hevur á skránn eitt dómaraskeið í ÍSF-húsinum í dogun Aðalfundurin hjá EJU verður í Salzburg í apríl, og har verða umboð fyri Judosambandið til staðar, tá JSF verður alment tikið upp sum limur í EJU og IJF. um 21., 22. og 23. mars. Tað verður kendi | danski dómarin Kurt Sørensen, ið hevur | havt fleiri skeið i Føroyum áður, id skal | leiða hetta eisini. Kurt Sorensen er limur í Dansk Fodbolddommer-Union. Skeiðið byrjar fríggjakveldið klokkan 19 og endar sunnudag seinnapart. Fótøóltsfelagið hevur sent bræv til fót- bóltsfelegini, har tað biður tey boða dóm- arum sínum frá skeiðinum.