Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 1986síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 B36 skipar fyri: Væl eydnað fødingardags- kapping Veruligur veitsludámur var í Havn um viku- skiftið, tå B36 skipaði fyri fødingardagskapp- ing. Hetta m.a. tí at kappingin var sett við skrúðgongu. Langafríggjadag hevði B36 fimti ár á baki. B36 er av virknastu felegum innan ungdóms- arbeiði og hevði felagið tí m.a. avgjert at hátíðar- halda feðingardag teirra við stórari fótbóltskapp- ing fyri yngru gentu- og dreingjadeildirnar. Feløg úr ellum Feroyum tóku lut í kappingini og um vikuskiftið vórðu so semi- finalur og finalur spældar á niðara velli í Gundadali Henda finalustevna byrjaði við at luttakandi liðini, »gamla« B36'aranum, Sverra Trond Hansen á hestbaki á odda, gingu skrúðgongu úr Vágsbotni niðan í Gundadal, har stevna var sett. Fyrst reddi formaðurin í B36 Ruben Andresen Hann takkaði leikarunum fyri luttekuna, takkaði ungdómsnevndini fyri góðar fyrireikingararbeiði teirra og takkaði eisini grannum sínum, HB og B36, sum hevdu verið so beinasamir at veita teim- um innivist í umklæðing- arrúmunum, nú B36-húsið við verður umbygt. Eina ser- staka tekk hevði hann til Sverra Trónd, sum vildi vera so beinasamur at ríða á odda við Merkinum. Síðani setti Heðin Mortensen, formaður ÍSF, stevnuna, og segði hann m.a Tann 28. mars í ár vóru 50 ár liðin, síðan fótbólts- felagið B36 varð stovnað Í hesum sambandi hevur felagið skipað fyri jubile- umskapping millum smá- piltar, piltar, smádreingir, dreingir og gentur. Í dag skulu so semifinalurnar spælast, og í morgin sjálv- ar finalurnar Fótbóltur er ein virkin ítróttargrein, nógv tann stersta her heima hjá okkum. Fyrr vóru tað bert dreingir og menn, sum sparkaðu fótbólt, men so er ikki i dag. Fyri nøkrum árum síðani komu gentur- nar eisini við í hesa grein, og síðan tá eru eisini kvinnulið komin, og sum eg havi skilt, so dámar gentum sera væl at sparka fótbólt, so tær eru komnar fyri at vera Men tað er ikki nokk at sera hesi ungfólk dáma at sparka bólt, tey skulu læra at gera tað rætt og gott, og hartil krevst fólk, sum kann taka sær av teimum fyri at fáa sum best burturúr. Her er tað, at leiðararnir koma inn í myndina. Tað er ógvuliga umráðandi fyri eitt ítróttafelag at hava góðar leiðarar og venjarar. Teir taka eitt arbeiði upp á seg, sum vit eiga at vera sera takksom Tað hevur nógv at stórt ungdóms- fyri siga eisini fyri eitt sam- felag, at hava ein virknan ungdóm, og her må sigast, at saman við eðrum ung dómsarbeiði her á landi ger ítróttin sítt hertil B36 má so avgjert rokn- ast sum undangongufelag innan ungdómsarbeiði, og Stuðulsfelag teirra hevur veitt stóran styrk í hesum arbeiði. Tíðliga megnaði felagið eisini at fáa sær góð felagshús til limir sín- ar. Sum gamal B36ari eigi eg mangar góðar og hugnaligar letur heruppi, tá eg spældi á dreingja- liðnum go seinri eisini á II. liði. Mangt er broytt uppi í Gundadali síðan tá. Bert 1 vellur var, og felagshúsið ikki rættiliga so stórt ta, sum tað er nú Nú er nógv útbygt á stadionøkinum, 2 vallir, báðir við ljósi, annar við áskoðaraskýli, og sum tað allarnýggjasta, sum liggur fyri framman, er samtykt at leggja kunst- gras á tann ovara vellin Jú broytingar eru sanni liga farnar fram, síðan B36 á fyrsta sinni spældi í Gundadali. Men tað er nú einaferð soleiðis, at man vil, at ungdómurin fær tað besta, og afturfyri leggur hann rygg til og nýtir evn ini á besta hátt B36 hevur stórar ætlan- ir fyri framman um byggj an av nýggjum nýmótans felagshúsi, so sigast má um felagið, at tað er virkið við ljósum framtíðarhug sanum um framburð Tað er eingin loyna, at B36 hevur ikki staðið seg so væl í 1. deild tey sein astu árini, men hver minn- ist ikki teir mongu, góðu dystirnar í Gundadali við góðum evnaríkum spælar um, so at aðrir eru eitt sindur betri við hvert, tað má man duga at taka Tó haldi eg, at mansliðið, sum í fjør var Førova meistari í II. deild, hevur nógv at stremba ímóti, og so eisini tað ikki at vera me á - B36-piltarnir gjørdust nr. 2 verri fyri enn kvinnuliðið, tí sum ell vita, vóru kvinn- urnar í B36 Feroyameist- arar seinast, so stuttligt hevði verið, um B36 í sín- um 50 ára stovningarári megnaði at vinna Feroya- meistaraheitið aftur í I deild. Ég fari at loyva mær at ynskja felagnum hjarta- liga tillukku og bestu ynskir framyvir, og vegna ISF fari eg at takka fyri gott samarbeiði Tykkum ellum, sum her skulu kappast í dag og í morgin, standa, og sum fari eg at ynskja eina góða og spennandi kapping. og takka fyri, at tit vóru við í skrúðgonguni. Eisini tekk til ell, sum annars hava leitið niðan her í dag, og til Havnar Hornorkest ur, sum altíð setur sín ser liga dám á setanina av eini stevnu em Ja ítróttur er spæl, men aftanfyri spælið er ein ålvarsleikur, sum skal læra okkum at meta spæl og úrslit út frå ítróttasjónarmiði, einum antin tað ber við sær sigur ella tap. Tann, sum dugir at taka sigur og niðurlag á rættan hátt, hann er hin besti ítróttamaður Við hesum orðum lýsi eg vikuskiftisstevnuna í 50 ára kappingini hjá B36 millum tey yngru liðini at Nr. 12 — 15. apríl 1986 vera setta, endaði Heðin Mortensen Síðani var farið í holt við sjálvar dystirnar Leygardagin vóru semi- finalurnar spældar, meðan finalurnar vórðu spældar sunnudagin Til vinnandi liðini vórðu latin steyp, og fingu leik ararnir á báðum finalulið unum harafturat skreyt pengar Urslitini av ymsu dyst unum vóru hesi Smádreingir Royn-HB 0-3 Skåla-K I 0-5 Finala: HB-KI 3-] Dreingir Semifinalur: HB-SIF 2-1 KI-VB 8-0 Finala: HB-KI 7-3 Gentur 14-17 ár Semifinalur : B36-Skåla 5-0 KI-Royn 3-0 Finala: B36-KI 1-2 Framhald á síðu 14