týsdagur 15. apríl 1986síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
að
NS"
-
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Albert Mortensen vil
hava Dan Klein
inn at sita og gjalda
Albert Mortensen, stjóri á
Argjum, vil hava blað-
stjóran á Oyggjatíðindum
inn at sita og gjalda fyri-
teku síni í minsta lagi 1
mill. kr. í endurgjaldi fyri
tað hann kallar ærumeið-
ing og útspilling (bag-
vaskelse).
Tað er ein grein í
Oyggjatíðindum tann 9.
april við yvirskriftini
„Global — óðamanna-
verk<, sum er orsekin til,
at blaðstjórin á Oyggja-
tíðindum nú noyðist í
rættin
Albert Mortensen sigur
imrødu við Sosialin, at
Oyggjatíðindi í longri tíð
hava lagt eftir sær og fyri-
tekuni, hann er stjóri í
Higartil havi eg ikki
ynskt at svara hesi skriv-
ing aftur, tí eg meti hana
vera á so lágum steði. Men
nú við hesi seinastu út-
spillandi greinini, har eg
m.a. verði skuldsettur fyri
at hava tikið ímóti mutri,
havi eg so avgjert at
stevna blaðnum.
Stevningin skuldi latast
rættinum í gjár. Sakførari
hjá Alberti Mortensen er
Tórmóður Djurhuus.
Óserigst
Uppá fyrispurning hví
hann ikki hevur stevnt
ella víst aftur skrivingini í
Oyggjatíðindum fyrr enn
nú sigur Alberg Morten-
sen, at hann hevur havt
fundir við sakferara sín
um skrivingina og hava
teir mett hana so Oseriøsa,
at als eingin orsek var fyri
at svara aftur. re
— Oyggjatidindi hevur
allan vegin, ikki bert imoti
okkum, men eisini ímóti
so nógvum erðum, rikið
eina hetz, sum liggur
undir tí marki, sum ein og
hver persónur við virðing
kundi sett á prent. Vit
hava tí mett, at fólk hava
ikki tikið skrivingina i
Oyggjatíðindum fyri fult.
— Talan er so eisini um
fólk, sum onga útbúgving
hava hverki teoretiska
ella praktiska, og har-
afturat haldi eg, at skriv-
ingin sýnir, at menninir á
Oyggjatíðindum eru ikki
serliga væl »begåvadir«
ella hava peruna i ordan«.
Vil hava dóm
Vidari sigur Albert Mor-
tensen, at tann seinasta
greinin er so grov og Ó-
sømilig, at ein er noyddur
at fáa blaðstjóran í rættin.
— Skuldsetingarnar eru
so skeivar og óreinar, at
eg vil hava blaðið domt.
Vit síggja, at blaðið er
vorðið grovari og grovari í
sínum skuldsetingum, og
hetta kann ikki halda
fram. Einaferð má tað
sviða hjá teimum
Albert Mortensen held-
ur, at skrivingin í Oyggja-
tíðindum er ikki bert
skaðilig fyri teir persónar,
sum hon er vend ímóti,
men at hon eisini skaðir
foroyskan journalistikk í
síni heild.
— Tað, sum liggur mær
at hjarta fyrst og fremst í
hesum aktuella málinum
er at beina burtur og gera
til einkis tær skuldset-
ingarnar, sum verða
settar fram ímóti mær.
M.a. verði seg skuldsettur
fyri at hava tikið ímóti
returkommisión fyri eina
stóra upphædd, og eg
verði annars gjerdur til
ein brotsmann.
Tað er greinin sum
heild, eg hugsi um, men
kanska serliga har eg
verði skuldsettur fyri at
hava »snytt og bedrigið<
fyri nógvar milliónir.
Endurgjald
— Tað hevur ikki verið
vanligt í samband við sak-
armál av hesum slag at
krevja endurgjald. Tit
krevja í minsta lagi eina
mill. í endurgjaldi. Hví
gera tit tað?
— Vanliga hava fólk
ikki grundarlag fyri at
krevja endurgjald, tí tey
kunnu ikki ávísa nakað
tap. Tað kunnu vit. Vit
rokna við, at ein partur av
okkara kundum, soleingi
hetta ikki er avklárað við
einum dómi yvir Oyggja-
tíðindi, verður meira varin
við at brúka okkum. Vit
missa bæði kundar og
pengar orsakað av eini
tílíkari grein.
Víðari sigur Albert
Mortensen, at hann held-
ur tað vera heilt orimiligt
at blað skal hava loyvi til
at koma fram við so grov-
um lygnum uttan at verða
revsað og eisini figgjar-
liga revsað
— Tað skulu Oyggja-
tíðindi ikki sleppa undan í
hesum førinum.
Fongsul!
— Haraftrat er álopið so
mikið grovt, at tað liggur
langt omanfyri tað, sum
ein higartil hevur sæð í
føroyskari bladskriving,
og ti må revsingin fylgja
grovleikanum, og sam-
bært grein 268 i revsilóg-
ini er heimild at fongsla
blaðstjóran i upp til tvey
år.
— Men kenni eg handan
blaðstjóran rætt, sigur
Albert Mortensen víðari,
so dugi eg ikki at síggja,
at hann torir at taka ímóti
eini stórari fongsulsrevs-
ing og endurgjaldi, uttan
at hann letur rættin vita
hver hevur skrivað grein-
ina.
Albert Mortensen held-
ur ikki, at tað er blað-
stjórin á Oyggjatidindum,
sum hevur skrivað um-
reddu greinina, men
sigur, at hann hevur
fingið eina ábending um,
hver hevur skrivað hana.
— Eg kann so ikki
koma fram vid ti, soleingi
eg ikki havi itøkilig progv
fyri ti. Fólk hevur ana-
lyserað tekstin í greinini
og sammett tað við annað,
sum hesin persónur skal
hava skrivað fyrr. So vit
hava okkara varhuga.
— Men tað verður so
blaðstjórin, sum kemur at
standa til svars fyri grein-
ina, soleingi hann ikki
letur okkum vita, hver
skrivað hevur.
Albert Mortensen er
ikki nøgdur við, at blað-
stjórin á Oyggjatíðindum
avsannar alla skrivingina
um seg.
— Tað er ikki nóg
mikið. Rætturin eigur at
dema hesar menninar.
Ikki bert fyri mína egnu
skyld, men eisini fyri tey
mongu, sum hava verið
forfylgd, og tey sum koma
at verða forfylgd í blað-
num. Hetta er fyri so vítt
sami mátin, sum hevur
verið brúktur av ávísum '
persónum í eðrum londum
fyrr, og annars er tað sami
mátin, sum Dagblaðið
brúkar í mongum førum.
Semja?
— Kanst tú ganga við til
eina semju við blaðstjór-
an á Oyggjatíðindum, so-
leiðis at revsingin ikki
verður so stór, sum tit
krevja í stevningini?
— Fer blaðstjórin at
taka alt, sum er skrivað
ímóti okkum, aftur og
vísa á, at alt eru lygnir, so
fara vit meguliga at um-
hugsa meguleikan fyri eini
semju.
Men eg haldi, at skriv-
ingin er so grov, at ein
dómur eigur at koma
burtur úr. Vit eru tí ikki
serliga hugaðir fyri at gera
nakra semju, nú skriv-
ingin longu hevur verið
okkum til so miklan
ampa.
Tú vil hava blaðstjór-
ar: inn at sita!
— Ein kann ikki góð
taka, at eitt blað verður
rikið á slíkan hátt. Her
tosi eg ikki bert fyri meg
sjálvan, men eisini fyri so
nógv onnur. Ti haldi eg,
at blaðstjórin skal inn at
sita og rinda eitt endur-
gjald, sum ikki er niðan-
fyri eina mill. kr.
— Hvussu kunnu tit
ávísa, at tit missa nakað
orsakað av hesi skriving-
ini?
— Nú hava vit ikki tey
konkretu telini á borð-
inum, men tað fer ein at
síggja, tá ein samanber
roknskapirnar. Tað er eis-
ini ov stutt fráliðið, til at
siga nakað konkret. Tað
er tó givið, at vit fara at
missa kundar av hesi
skrivingini.
Einki hald í skuld-
setingunum
Tað: verða settir
rættiliga nógvar
setingar ímóti Alberti
Mortensen í umreddu
grein í Oyggjatíðindum.
Men er so einki hald Í
teimum?
Albert Mortensen:
— Tað er einki hald í
teimum, og flestu teirra
eru beinleiðis lygnir. M.a.
verður sagt, at vit skulu
hava fingið 16 mill. kr. í
vinningi uppá Global-
bátarnar. Hetta er heilt
burturvið. Tað er íkki
talan um milliónir men
meira um so og so nógvar
100.000 kr.
fram
skuld-
jan
Albert Mortensen, stjóri, vil hava blaðstjóran á Oyggja-
tíðindum inn at sita umframt at hann skal rinda sær
eina mill. kr. í endurgjaldi fyri ærumeiðing og útspilling
Lesið eisini á síðu 8
$267. (675) Den
(677) ært
som krænker (676) en andens
ved fornærmelige ord (678) eller handlin-
ger (679) eller ved at fremsætte (680) eller udbrede
(681) sigtelser (682) for et forhold, der er uegnet til
at nedsætte den fornærmede i medborgeres ag-
telse, straffes med bøde eller hæfte. (683)
Stk. 2. Er fornærmelsen fremsat mod nogen af
de i $119, stk. 2, nævnte personer i anledning af
udførelsen af deres tjeneste eller hverv, uden at
bestemmelserne i straffelovens $121 (684) kommer
til anvendelse, bliver dette ved straffens udmål-
ing at betragte som en skærpende omstændighed,
og straffen kan da stige til fængsel indtil 6 måned-
er.
Stk. 3. Ved straffens udmåling bliver det at be-
tragte som en skærpende omstændighed, at for-
nærmelsen er fremsat i trykt skrift eller på anden
måde, hvorved den får en større udbredelse, eller
på sådanne steder eller til sådanne tider, at det i
høj grad forøger det krænkede i ytringen
$ 267 a (685). Har nogen på den i $267, stk. 3, an-
givne måde fremsat en udtalelsen, der indeholder
en usandfærdig sigtelse mod en anden for forhold,
der, hvis den var sand, ville gøre denne uværdig
til at beklæde offentlige hverv, skal der, når den,
der har fremsat sigtelsen, påstås idømt straf for
ærekrænkelse, hverken ved afgørelsen af sk yld-
spørgsmålet eller ved straffens fastsættelse kun-
ne tages hensyn til påstand om, at den i sam fun-
det i almindelighed gældende vurdering af sigtel-
sens utilbørlighed ikke skal finde anvendelse
$268. (686). Er en sigtelse fremsat eller udbredt
mod bedre vidende, (689), eller har gerningsman-
den savnet rimelig grund til at anse den for sand,
straffes gerningsmanden for bagvaskelse med
hæfte eller med fængsel indtil 2 år. (688) Er sigtel-
sen ikke fremsat eller udbredt offentligt, kan
straffen under formildende omstændigheder gå
ned til bøde
Hetta eru lógargreinarnar i revsilógini, sum Albert
Mortensen vil hava blaðstjóran á Oyggjatíðindum
demdan eftir.