hósdagur 17. apríl 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Stríðið ímóti
yvirgangi
BARDAGIN ímóti altjóða yvir-
gangi hevur nú fingið eina bráða
vend. Tað hendi týsnáttina, tá
amerikonsk hernadarflogfør
gjørdu ålop å tveir byir i Libya.
Við hesum ålopum vildi USA gera
vart við, at tað góðtekur ikki tann
alsamt vaksandi altjóða yvirgang-
in, sum amerikanarar halda og
siga seg hava prógv fyri, at
libyski leiðarin, Mohamed
Gadaffi stendur á odda fyri.
AFTANÅ at hava sett fleiri hótt-
anir fram um måttiktøk — eisini
av hernaðarligum slagi — ímóti
Libya, hevur USA nú gjørt álvara
av hesi hóttan. Amerikanska
stjórnin hevur ikki mett tað vera
nóg mikið at seta í verk búskapar-
lig 0.1. tiltsk ímóti Libya og hevur
tí tikið til vápnini.
KRING allan heim hevur henda
álvarssama hending lopið hvøkk
á politikarar og stjórnir. Nógv
lond fordøma amerikanska álop-
ið, meðan onnur brúka meira
varnar vendingar. Í USA haraftur-
ímóti eru bæði republikanarar og
demokratar og annars almenn-
ingurin nøgd við avgerðina hjá
Reagan forseta at leypa á Libya
fyri á tann hátt at revsa Gadaffi,
sum verður sagdur at standa á
odda fyri yvirganginum, sum ser-
stakliga hevur rakt amerikanska
ar borgarar meint.
TAÐ er enn ógreitt, hvat er vorðið
av libyska leiðaranum Gadaffi,
aftaná álopið. Gitingar eru
frammi um, at hann meguliga
hevur latið lív. Onnur leysatíðindi
vilja vera við, at hann fyrireikar
okkurt tiltak ímóti amerikanskum
borgarum og áhugamálum.
TAÐ er greitt, at við hesum sein-
asta amerikanska ålopinum er
spenningurin í heiminum øktur —
vit bíða øll í óvissuni eftir at
frætta, hvat nú fer at henda. Vit
vita, at trýst elvir til móttrýst, og
neyvan fara Gadaffi og hansara
fylgisneytar at sita hendur i favn
og yppa gksl. Ein avleidingin av
hesum amerikanska álopinum
kann lætt verða, at altjóða yvir-
gangurin, um so er, at hann veru-
liga er dirigeraður og stuðlaður av
Gadaffi, fer at økjast, og at tað
fyrst og fremst verða amerikan-
arar, sum fara at standa fyri skot-
um.
FLEST eru vit á einum máli um at
stríðast ímóti yvirganginum, sum
hevur vundið so nógv uppá seg.
serstakliga á europeiska megin-
landinum. Spurningurin er,
hvussu vit, og um vit kunn::, basa
hesum yvirgangi.
HERNAÐARLIG álop av slíkum
slag, sum amerikanarar nú hava
útint, eru ikki rætta leiðin at
ganga, skulu vit hava nakrar vónir
um at linka um spenningin í heim-
inum. Slík álop kunnu elva til upp-
aftur ræðuligari yvirgang. og
hevndin fær so ongan enda. Í
seinasta enda kunnu tey vera
spírin til eitt stórkríggj. Og tað
ynskir eingin av okkum. Vit eiga
at sameina allar kreftir til at stríð-
ast ímóti yvirganginum. Men vit
eiga ikki at leypa framav og seta
eld í fjúsið og harvið birta upp-
undir hevndarhugin til uppaftur
fleiri yvirgangsatsóknir.
jamú
—
Nr. 42 — 17. april 1986
Heimurin kann bjargast
— hóast alt
Okkurt galid
Tad er aktuelt i hesum
døgum at tosa um heims-
steðuna, ikki minst
mannarættindini, sum ti-
verri alsamt tykjast at
verða traðkað undir fót-
um. Eygleiðandi eru tey
flestu samd um, at okkurt
munadygt beinan vegin
má gerast, at demma upp
fyri ti køvandi vónloysis-
flóðalduni, sum sýnir seg
breiðast í kjalarverrinum
á mentunarligari degen-
eratión, alt meðan til-
hoyrandi harðskapur, m.a.
sjónligur í terrori av
ymiskum slag, fylgir við
og nervar almennan
tryggleika víða um.
Ikki nóg mikið við tað.
Umframt samfelagsmor-
alin, ridlar samfelags-
búskapurin av álvara í
stórum parti av heim-
inum. Hungursneyð.
ósteðugleiki, grovir lenar-
ójavnar, arbeiðsloysi og
ófriður kunnu vera ábend-
ingar um hóttandi
skrædl.
Aftur at øllum hesum
koma onnur óhugnalig
vandamál, so sum eitrandi
dálking, sannlíkindi fyr
útrudding av plantu øg
djóraslegum eins væl og
hernaðardubbing gevandi
meguleikar fyri altoyð-
andi kjarnorkukríggi.
Hvat bagir? Er tað bara
tey ytru ávaringartek-
inini, ella liggur eisini eitt-
hvert meira sum grund?
Er kanska okkurt innari í
menniskjunum deyð-
komið av andligari undir-
mating, sum hevur slóðað
fyri vaksandi rundvelting
og villu, herjað av rót-
loysi, samtíðis sum sjálvt
grundarlagið av tí sama er
í ferð við at morlast, og
risa-
virðismetingar og hug-
myndir bresta eins og
sápubleðrur?
Ljós í eygsjón
Hjálp krevst, bæði ytri og
innari er hættislig kreppa,
her kemur hevuðs-
spurningurin: hvat
ambod, hvør kelda, hvør
heilivågur er til taks?
Svarid fær sum vitiligt
ikki verið annað enn
átrúnin endurnýggjaður
til nútíðina, í alneyðugum
samstarvi við vis-
indunum.
Hvussu skjótt, tað fer
tíðin at vísa, men í hel-
unum á teimum ógvisligu
rembingunum koma rætt-
vísi og heimsfriður. >Pub-
ertetsårini« hjå eini
spakuliga búnandi manna-
ætt eru um at vera av.
Gleðiboðskapurin í dag er,
at tann nýggi heimurin,
sum eftir hamskiftið stig-
víst kemur undan kavi,
samstundis sum tann
gamla skipanin óundan-
sleppandi hoknar saman,
byggir á forskriftirnar hjá
Bahá'u'lláh, stovnara
Bahá'í Trúarinnar
so
Skiftandi tidarkrøv
Bahå'i, tann seinasta tru-
arliga nyskapanin higar-
til, verður natúrliga
endurskoðað eftir so og so
nógvar eldir, tá tíðin
hevur brúk fyri — ti,
gjøgnum komuna av rel-
igiónsgrundara, nett sum
teir undanfarnu átrún-
arnir hver aftan á eðrum
eru vorðnir til. Talan er
um tann eina og sama
elligamla átrúnan, ið t.d.
hevur gingið undir nøvn-
unum Hinduisma, Juda-
isma, Zoroastrianisma,
Buddhisma, Kristindómur
og Islam. Felags fyri allar
hesar útgávurnar er við-
gerðin av kjarnaspurn-
ingum um veruleika og
meining tilverunnar,
stoyðandi tann moralska
grundvellin undir 'sið-
menningini.
Sendiboð Guds, Profet-
urin, ið stovnar átrúnan,
skrivar niður nakrar and-
ligar og samfelagsligar
setningar. Teir andligu
eru altíð teir somu, tað
kann eitt nú peikast á lóg-
ina um kærleika til Gud og
medmenniskjur. Kortini
er tað ymiskt, hvussu
reglurnar verða orðaðar,
orsakað av, at menniskjan
alla tíðina mennist. hinar,
tær samfelagsligu lóg-
irnar, snúgva seg um
búskap, undirvísingar-, ar-
beiðs- og rættarviðurskifti
v.m., og hverja ferð,
Profetur stígur fram og
ger nýggja trúgv, verða
tær umsmíðaðar, tí tær
viðvíkja tingum, sum í
heilum neyðturviliga eru
fyri broytingum.
Semja og eind
Fanatisma, ið tvíheldur
um egnu rætttrúgv og
blindni hjá eðrvísi hugs-
andi, má halda uppat fyrr
ella seinni, hóast hon er
enn og upp gjøgnum alla
seguna hevur verið atvold
til spjaðing og kríggj. Ba
hå'i læran áleggur sínum
viðhaldarum at avtaka
hvenn einasta fordón
Hon sigur tað til trúar-
sjálvrættvísi, at allar rel
igiónir innihalda sannleik
an, at religiøsur sannleiki
heldur er relativur enn
absoluttur, og skal tiskil
fatast í mun til samtíðar-
innar merningarsteði.
Bahá'í miðar ikki bert
ímóti at fáa frið í lag, men
fer so langt sum tað at
vera karmur um fyrndar-
dreymin Ríki Guds á jørd-
ini, í hverjum alt hatur er
burtur, har næstrakær-
leiki av sonnum er gald-
andi, og allur knetturin
við javnbjóðis rættindum
er gjørdur til bústað fyri
øll fólkasleg, har ein og
hver skal kenna seg væl-
komnan í einum og hverj-
um landi.
Búi
Framhald av síðu 4
við tíðini, og altíð er í
fremsta rað, eisini á tí eki,
sum hendan framsýningin
umboðar. Framsýningin
ber prógv um, at Feroyar í
dag teljast millum heims-
ins mest framkomnu lond
Hvørk: tað almenn
eitt prógv um ta framtíð,
sum longu í dag er veru-
leiki, har tað er data-
mongd og fartur, sum
myndar arbeiðið.
Jóngerð Purkhús vón-
aði, at framsýningin, sum
sýnir tann nýggjasta út
x
búnað á marknaðinur
„Fokus-
kóriða
Í kveld kl. 20 hevur
kórið
m skal lut-
»Færøern
I
T