hósdagur 17. apríl 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 42 — 17. apríl 1986
Síða 9
Brukarafelagi0
må hava stuðul
Í formansfrågreidingini til
landsfundin hjá Javnaðar-
flokkinum varð einki sagt
um brúkaraspurningin.
Tað evnið tók Sigrid
Dalsgaard fram.
Hon harmaðist, at eing-
in upphædd var á figgjar-
lógini í ár til Brúkara-
felagið. Tá figgjarlogar-
uppskotið var lagt fram,
setti táverandi formaður í
Brúkarafelagnum seg í
samband við landsstýris-
mannin í fíggjarmálum, ið
helt, at tað bar ikki til at
seta øll tilvilarlig áhuga-
felog á figgjarlogina, men
Landsstýrið fór at fáa
sterri peningaupphædd at
ráða yvir til slík endamál,
segði Sigrid Dalsgaard.
Hon helt tað vera skeivt
at umreða Brúkarafelagið
sum eitt tilvildarligt
áhugafelag, tí tað hevur
bæði hjálpt fólki og havt
sína ávirkan.
Síðan hevur nevndin í
Brúkarafelagnum fleiri
ferðir vent sær til Lands-
stýrið, men higartil er
einki komið burtur úr.
Sigrid Dalsgaard visti
å, at i virkisskrånni hjå
Javnaðarflokkinum
stendur, at brúkarafelog
skulu stuðlast, men bara
positiv orð muna íkki
stórt. Uttan pengar fær
felagið lítið gjørt. segði
Sigrid Dalsgaard.
Hon spurdi legtings- og
landsstýrisumboðini hjá
Javnaðarflokkinum,
hvussu teir ætla at liva
upp til samtyktina, ið ST
gjørdi einmælt 9. apríl í
fjør um brúkaraverju.
Samtyktin sigur, at tey
grundleggjandi rættindini
hjá brúkarunum eru rætt-
ur til trygd, rættur til
upplýsing, rættur at
velja, rættur til at verða
hoyrdur, rættur til at
kæra, rættur til brukara-
undirvising og rættur til
eitt sunt umhvørvi. Tad er
langur vegur, tá eitt
landsumfatandi felag sum
Brúkarafelagið ikki fræ so
frægt av stuðli, at tað
kann virka. Sum ein av
stigtakarunum til Brúk-
arafelagið segði Sigrid
Dalsgaard seg ikki vera
sert vónsvikna, eisini av
sínum egnu partamonn-
um.
— Tær eykabyrðar, vit
ell mugu bera, og sum
minka um keypiorkuna,
gera tað neyðugt við ein-
um felagsskapi, ið tekur
sær av at verja brúkaran,
segði Sigrid Dalsgaard.
Minkið stuðul
til tað privata!
Eg fari at heita á Javn-
aðarflokkin um at av-
marka figgjarliga stuðulin
til privatar fyritekur.
Hesi åheitan kom Kári
D. Petersen vid friggja-
kveldið á landsfundinum
hjá Javnaðarflokkinum
Hann ávaraði ímóti at
seta tímalent arbeiðsfólk
upp móti alment fast
lentum. Tað er vápnið hjá
privatkapitalinum móti
lentakarum, segði hann
Kári D. Petersen fegn-
aðist um, at beinleiðis
stuðulin til fiskivinnuna
nú verður minkaður. Sum
heild verður eingi iløga
gjørd í vinnulivid, uttan
so at tað almenna rindar
sín stóra part
Og í staðin fyri at sam-
meta tímalent og fastlent
mælti Kári heldur til at
keita eftir avkastinum
hjá teimum, sum hava
leiðandi sterv í vinnu-
% vinum. Her ber til at
tosa um hegar lenir. Tær
eru í mongum førum so
høgar, at tær frægastu
almennu lenirnar eru
nur vesaldómur aftur
nót Samstundis sum
privata vinnulívið fær
nógvan stuðul frá ti al-
menna.
Tað privata fær ikki
bara beinleiðis stuðul.
Nógvur stuðul verður eis-
ini veittur í skattafyri-
muni
— Tað almenna rindar
so nógv í stuðuli, at vit
kunnu gera ta niðursteðu,
at í Føroyum er einki
grundarlag fyri privat-
kapitalismu. Tað privata
fyritakssemið megnar
einki einsamalt. Ti má tað
almenna vera uppii
Petersen
segði
Kári D
at taka tað róliga
ff
Sandoyartingmadurin Torålvur Mohr Olsen, fylgir vid
ordaskiftinum
Leyst starv
Eitt starv sum assistentur å Almanna-
stovuni er leyst at seta frå 1. mai 1986
ella seinri.
Arbeidid fevnir um vanligt skriv-
stovuarbeidi, herundir málsviðgerð.
Viðkomandi skal hava fulla skriv-
stovuútbúgving ella annars hollan
kunnleika til skrivstovuarbeiði.
Starvid er lønt i lønarflokki 7 ella 9
eftir såttmålanum millum Førøoya
landsstyri og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við møguligum
lærubrævi, pråvbrøvum og vidmæl-
um v.m. verður at senda Almanna-
stovuni, Postboks 196, Tórshavn í
seinasta lagi 30. apríl 1986.
Í umsóknini skal sigast frá, nær við-
komandi kann taka við starvinum.
Almannastovan
= = =:
Lisitatión
Vegna Vestmanna kommunu verða
hesi arbeiði við bygging av nýggjari
havnarskrivstovu, boðin út í almenn-
ari lisitatión í høvudsentreprisu:
1. Jórð- og kloakarbeiði
2. Betongarbeiði
3. Múraraarbeiði
4. Timburarbeiði
5. Snikkaraarbeiði
6. Málaraarbeiði
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað
móti kr. 800,- í krossaðum kekki til
Vestmanna kommunu.
Lisitatiónin verður í bygdaráðssal-
inum í Vestmanna, mánadagin 12.
mai 1986, kl. 16.00.
J.P. Gregoriussen, arkitektur a.f.
í Vika, 3800 Tórshavn, tlf. 1 26 03
Telefaxfelagir
Farið verður nú undir útgávuna av
Det danske telefaxkatalog fyri juni í
ár.
Nýggir felagar biðjast venda sær til
Telefonverkið, telefonnr. 11433,
lokal 213.
Upptøkurnar av telefaxfeløgum,
sum longu eru i handbókini, koma
óbroyttar íaftur, um felagir ikki av
sær sjálvum skrivliga gera vart við
møguligar broytingar til Telefonverk
ið
Upplýsingar um nýggjar felagar og
meguligar broytingar eiga at fráboð-
ast sum skjótast
Telefonverkið