Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. apríl 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 19. april 1986 Demokratiið til fals! Har demokratiið er til fals, ella hvussu ein reindyrkaður opportunistur heldur, at ongin lesur tað hann fyrr hevur skrivað. Óli Breckmann fer í Dag- blaðnum 16. apríl í hernað fyri at bera í betuflaka av- gerð landsskúlaráðsins viðvíkjandi setan av námsfulltrúa. Sær sjálv- um líkur so fær hann bent ellum tjakinum tann veg- in, at tað bert snýr seg um, hvert ið javnaðar flokkurin ella tióðveldis- flokkurin skulu hava stør landsskúlafyrisitingini tjakið snúði seg um, ta legnu avgerð, ið landsskúlaráðið hevði tik- ið, har bert varð hugt eftir persónligum kennskapi og floksliti. Men nú kemur Óli sum ketta upp úr hevdatrogi og vil gera tað til (tað visti ongin framm- anundan) at einasta or- sekin til, at ongir aðrir umsekjarar vórðu inn- stillaðir enn tjóðveldis- menn, var at hinir vóru javnaðarhugaðir, tað visti ongin frammanundan og minst av ellum munnu umsekjararnir vita av, at teir eru javnaðarhugaðir ella límir í javnaðar- flokkinum, men tað veit so Oli, hvar hann so hevur tað frá. Mær vitandi var ein umsekjarin skipaður sambandsmaður og vara- skúlastjóri við ein av sterstu skúlum okkara. Men í hugaheiminum hjá Ola er hesin sjálvsagt eis- ini tað versta ið Óli veit, sosialistur, tí hvat sigur hann ikki um sambands- flokkin (Dagblaðið 11. august 1982): ««Revers- ið>> á Sambandinum man vera tað, at flokkurin á ranguni er bert ein Javn- aðarflokkur, hóast teir látast vera ein borgarligur flokkur á rættuni. Rangan hevur sín týdning, tá virð- ið í plagginum skal met- ast. Soleidis, út til høgru við sambandsflokkinum, nur behendigkeit keina hexerei. Annar umsekjari hevur verið blaðmaður á 14. september og spiltur út av Óla fyrr, hverja pol- itiska áskoðan hinir um- sekjararnir hava er neyv- an almannakunnug og viðkemur heldur ikki hesi sek. Men her færOli beinan- vegin gjørt tað, sum al- samt gerst meira vanligt í føroyskum blaðheimi og innan politikk, fært tú ikki sett fólk í ein politisk- an bás, so gert tú sjálvur ein til teirra. Hugflogið fer ikki so vítt at til ber at hugsa sær, at tað eru fólk til uttan partapolitiskt til- meðan knýti. Óli er so dyggiliga við til at grava undan demokratii = okkara, tá hann ófyrivarin avdúkar, at sambært avmarkaðu demokratifatan hansara, so er mest umráðandi hvennpolitiska lit ið fólk hava, tá ið tey verða sett í starv. At flestu føroyingar ikki eru skipaðir í ein politiskan flokk og tí sam- bært ódemokratisku hugsanina hjá Ola ikki kunnu vænta sær nakað starv. tað leggur Oli sekt- ina á, bara hann sættir sær og sínum. Hvar fór frísinnið nú? Hatta frí sinnið má vera avmarkað til tey fáu. Meira álvarssamt er tað, at landsskúlaráðið er við til at minka um virð ingina fyri demokratisku samfelagsskipan okkara. tá ið øll nú vita, at av- gerðir teirra eru bornar av politiskari ráðalegging og ikki sakligari dygd. 1] veruleikanum roynir Óli í grein síni, at grav Landsstýrinum millum tjóðveldisflokkin og javn- a veit í aðarflokkin, við at reka framundir, at tað eru javnaðarmenn, ið vilja seta síni fólk í starv, hetta bara tí, at eitt lesarabræv av tilvild hevur staðið í Sosialinum (tað stóð nú eisini í Dimmalætting). Hvat nú um hetta lesara- bræv hevði staðið í Suð- uroyatíðindum ella Norð- lýsinum? Var tað so tí at ein suðringur ella norð- ingur skuldi hava starv? Hugsunarhátturin hjá Óla er ikki sert einfaldur og kollutur, í hansara verð er alt hvítt ella svart, har eru ongi litbrigdi. Óli ger mikið hóvasták úr, hvussu breitt lands- skúlaráðið er samansett, henda breidd er nú ongin borgan fyri dygd, tvertur ímóti tykist tað avbera einsporað og trongskygt Men man sanna frå- greiðingin uppá hetta nosið frá Ola ikki vera, at fólkafloksumboðið í lands- skúlaráðnum hevur verið við í tí meirluta, ið hevur gjort hesa innstilling? Satt at siga, visti eg ikki, at fólkaflokkurin enn sat í landsstýrinum, so vítt eg havi skilt, verður hann hildin uttan fyri á- virkan, tí at hann ikki er borðbærur, legið at hann nú skal sita við tílíkari á- virkan í landsskúlaráð- num. Tað er ikki sert káva- læti, tá ið Óli nú, næstan, fer at rósa tjóðveldisflokk- inum og teimum, ið har eru limir. Mest vanliga heitið fyri tjóðveldisfólk hevur hjá Óla verið >tjóð- veldissosialistar«, tað er ikki eiti á sum vit hava nógvar sosialistar her á landi, javnaðar, tjóðveld- is. sambands og ollum kunnugt so sum eru kristiligi fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin, sam- bært Ola, eitt slag av duldum sosialistum, log- ið, at hetta land ikki langt síðani er vorðið eitt fólka- lýðveldi. Men aftur til tjóðveldisflokkin. = Hvat heldur Óli um tey fólk sum manna henda flokk? (Dagblaðið 17. oktober 1980): Nu fara heilablåsandi trummurnar hjá Tjóð- veldisflokkinum aftur at dynja um landið. Sambandið figgjarligt og politi sjálvbjargni hava tjóð- veldismenn aldri skilt. Or sekina finna vit i øl táttinum í málse Tióðveldisins 1 iska stevnumidi floksins Aðrastaðni skrivar hann (Dagblaðið 2. ember 1981): Stevnumiðið hjá Tjóð- veldinum er at seta á stovn ein »jarn- og be- tongstat« i Feroyum, styrdur av fastlentum akademiskum toppfigur- um, sum åseta sær sjålv- um og øllum ødrum løn eftir reint sosialistiskum reglum: Eg ein støran, tu ein litlan. Ja, tjóðveldisfólk eru ikki bert sosialistar, tey eru tað sum verri er — hóast munurin ikki er stórur í avmarkaða huga- heiminum hjá Óla (Dag- blaðið 9/10-1981): So ætlar tjóðveldis- presturin, tilskundaður av kommunistinum á Fjúrt- anda, at bjóða reyðu bødl- unum, eystan jarntjaldið frið... Tað er ikki hug- vekjandi, at Oli nu, bert tí at ein fólkafloksmaður vil tað, vil vera vid til at seta å stovn »ein jarn- og betongstat« i Føroyum. Ella er tað veruliga so, at vit ikki skulu taka skriv- ingina hjá Óla í álvara. Er alt bert eitt spæl fyri gall- arínum har maktgirndin og opportunisman altíð sigrar á teimum hálovaðu prinsippunum? millum ] SAL des- sørt Um Oli veruliga meinar tað hann skrivar, so er legið at hesir >tjóðveldis- sosialistar« brádliga eru vorðnir vinmenn hansara. Nú vita vit sjálvandi øll somul, at ell hesi brot frá skrivingini hjá Óla bert eru heilaspunar og at tjóð- veldisflokkurin er heilt ødrvisi flokkur enn Oli vil vera við. Flokkurin hevur eftir førimuni roynt at vart demokratisku sam- felagsskipan okkara, hev- ur loyvt sær, at havt sjón- armið, ið Óli, tí hann ikki er frísinnaður, ikki hevur kunnað góðtikið, at loyvt var at hava í einum demo- kratiskum landi, ti skelds- Síða 7 > mm — | GRO gUR:65 mgr.d er gr = | | wnjeurgujungns | > | Í | unpAg DOW Guakjnsdep uge Fo BÁRA MUNDpGey jr) BURG JÆNDIG 4 | ens NY uidesslepjosa) mm SIpISfulag 1237 "BIE) (UEJEDDIG "- | > — pi 3 BOdar i€ up) sysuey duioej; nppunsed uns | På AL, N | vundumad je "sys ndosøg núu4 —""" Á | nsosølg | = INGNS I FUEPGI INNNO je) EPG EÍfa Bas snør uuEy wns 'Buruad > Æppiq 30 vsk | JEjpUER í um unBjinde; os aðuoð ep org | Í } Å. dap|| - yjof vdap, - 4 ” || me] | #3 14 | þ| JD UA DH , 18 pnoyspun N d 1 n340 GI , »Uluod Joppig | — NINOHN S 86i NY INHII PT NIIVOGYNYK DEY TS - IT BN 4 p = 4 4 j í p Wa : N “ Tað hevur eydnast Ola at benda øllum tjaki a av leið. Hann nýtir eitthvert skrivandi hevi til at venda øllum á høvdid fyri at erkymla lesaran, soleiðis at hann skal hava torferari at finna út av. hvat er rangt ella rætt. orðini um flokkin Brotini eru bert tikin við fyri at vísa, at Oli bert rekir síni egnu opportun- istisku áhugamál. Prin- sippir hevur hann ongi, tey eru ein býur í Sibiriu. Tjóðveldisfólk eiga at steðga á og spyrja seg sjálvi, hvat er nú á vási nú Oli er farin at rósa tjóð- veldisfólki og ikki minst lærarum, her ruggar ikki alt rætt, oftani býr fals undir fríðum skinni. Betri man verða onki rós at fáa enn at fáa tað frá Óla Breckmann, ti tá hesin fer at rósa, tá er skeivt at- borið. Ein samgonga mill- um svartasta afturhaldið í fólkaflokkinum og tjóð- veldisflokkin, man íkki verða tað ið styrkir um virðingina fyri tjóðveldis- flokkinum og neyvan man tað vera so heldur at nøkur samgonga er mill- um hesar. Í grein síni roynir Óli eisini at rósa vanliga lær- aranum í Feroyum, hann hevur hug til at rógva uppundir, at innstillaðu tjóðveldislærararnir helst hava roynst væl sum lær- arar, at so er, hevur ongin ivast í, men at Oli nú fer at rósa tjóðveldisfólki og lærarum, má fáa okkum at steðga á eitt bil. Tað eru guds bern ið batna, tak bert hetta brot- ið úr Dagblaðnum 1. mai 1981: Millum Flipp-proletarar — teir andans barbarar — ei teljast eg vil. Sum seminaristur — sjálvsagt sosialistur — eg royni mítt skil: Fyri javna, fyri frælsi og brødralag, fyri fjøldini stridist hvønn verkadag. Foreldrini tjentu eina rúgvu, og gentu at fostra meg tey høvdu. Dekan fari i barnagarði »bevistgjørdist« eg. Pedagogar sum daddur, tileg HF-prógv tók, eg lívsvisdóm allan min nam gjøgnum bók Á lærdum háskúla fimm ár sum ein kúla, tað bleiv bert til el. So læraravegin eg smoygdi mær smegin, har striddist vid tøl, vid mål, sålarfrødi og hålvt års praktikk, vid samfelagsvisind og pedagogikk. So læraraprogvid — tadgekkheldurtogvid — til endans eg fekk Grundlønin góð er, i posa og sekk, ein trå eftir yvirtid, kvøld- skúla við og nógv >reduktión<, men í sál ongan frið. Ella hvussu við hesum (Dagblaðið 20. januar 1982): (Yvirskrift: ROTTUR OG BORN Í FUGLA- FIRÐI) Ta uppfatan fáa vit, tá vit lesa Inger Hansen, uttan iva limur í pedagog- isku prestastættini... ella Dagblaðið 28. apríl 1982: Pedagogar, sum liva av skúlaskapi, hava ofta ilt við at síggja skúlaverkið í víðari viðfangi, í einum samfelagsligum sam- bandi. Í letuni hava vit ein pedagog, enntá fakfelags- leiðari fyri fylkingar, »torvur« av pedagogum, sum landsstýrismann i skúlamálum. Hesi erindi og brot, lýsa av hugmóð og vanvirðing fyri vanliga læraranum, opportunisturin fornoktar seg ikki. Nú hann heldur seg hava gagn av tí, so fer hann at rósa vanliga lær- aranum og royna at seta split í lærarastættina, dátt man tað koma við, at hava fingið Óla til vernd- areingil og stokkutur man tann hitin fara at verða. At Óli í grein síni sigur um innstillaðu lærararnar í mun til hinar: helst hava (lærararnir) roynst væl sum lærarar, tó at teir ikki sum javn- aðarmenninir við roynd- um uttanlanda pynta seg við akademiskum fjarð um. er bert láturligt, ikki minst tá ið hugsað verður um, hvat ið hann annars hevur sagt um akadem- ikarar og tjóðveldisflokk- in. Ikki minni láturligt verður tað, tá ið vit vita at Óli hevur fingið alla sína útbúgving uttanlands, pyntar hann seg so við lántum fjarðum. Ella er tað nú eitt brotsverk at hava verið uttan fyri eingjagarðarnar? Pynta seg við akadem- iskum fjarðum! Mær vit- andi hava flestu av um- sekjarunum tikið lærara- prógv teirra í Feroyum, tað ber nú einaferð ikki til, at fáa viðariútbúgvingina í Feroyum. Tá ið Óli nú fær í rangastrúpan, at fólk eins og hann er útbúgvin uttanlendis og pynta seg við útlenskum fjarðum hví gongur hann so ikki í hudaskom, knæbuksum og koti heldur enn hasum læntu fjarðum hann gongur i ella hvi er hann i heila tikið farin av land- inum, tiansheldur hevur vitjað onnur lond, tå ið vit als onki kunnu læra aðra- staðni ella er tað bert Óli av 45.000 feroyingum, ið dugir at solda tað ið út- lendskt er? At enda bert. Sum ikki einaferð, so hevur tað eydnast Ola at benda øll- um tjaki av leið, er tað veruliga so at nakar tekur hann í álvara, tíansheldur fylgir hansara ráðum? Tað átti hetta lands- stýrið at verið ov gott til. HPT