leygardagur 19. apríl 1986síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 19. apríl 1986
Arabo ákærir undanfarna landsstyri:
Milliónaupphæddir
ongantið á
landsstýrisborði
Tíðarskeiðið, tá undanfarna landsstýrið
sat við valdinum, hava stórar avgerðir
verið tiknar m.a. leigumálið hjá Postverk-
inum og útbygging av Royndarsteðini í
Kollafirði, har dýrkingarnar hava verið
óvanliga hegar orsakað av broytingum í
projektinum.
Hesi mál, sum umfata millióna-upp-
hæddir, hava ongantíð verið á lands-
stýrisborði. Slíkt er minst líka átaluvert,
sum tað, ið hevur verið fyri á landsskýris-
borði og sum vit átala, segði Tummas
Arabo á tingi týsdagin, tá málið frá lands-
stýrismálanevndini
viðvíkjandi gerda-
bókunum hjá undanfarna landsstýri var
til viðgerðar.
Tummas Arabo tosaði annars um viður-
skiftini í
landsstýrinum
og gjerdi
viðmerkingar til aktuella skattamálið.
Hann segði :
— Stór esing í tinginum og
samfelagnum sum heild, nú
álitið frá landsstýrismála-
nevndini bleiv lagt fram
Sum væntað, so hava
hverki formaður fólkafloks-
ins ella formaður sambands-
floksins fatað, hvat stendur í
álitinum um, hverji prinsipi-
ell ting har eru. Í staðin leypa
teir upp og byrja at uniseta
alt til persónar; hver hevur
skyldina, hver hevur meira
skyld og, hver ið hevur minni
skyld.
Tað, sum fyrst verður funn-
ist at í álitinum er, at tað eru
alt ov nógvar sakir úti í
landsstýrinum, sum einki
journalnummar hava, og tí er
tað ikki gjørligt at finna tær
aftur, um hyggjast skal í tær
seinni.
Hetta, at einki journal-
nummar er, tað er harmiligt,
og tað er ikki í lagi.
Hver hevur so skyldina av
hesum ?
Atala neyðug
Fyrrverandi legmaður hevur
tosað nógv um, hvussu synd
tað er í Jóhan Djurhuus og
umsitingini har úti, tí nú
verða teir hongdir út.
Tað er ikki rætt, at nakar
verður hongdur út.
Tað er nú einaferð so, at
eitthvert landsstýri og ser-
stakliga legmaður hevur
ábrygdina av administratión-
ini, at hon fungerar nóg væl.
Administratiónin má koyra
sum eitt samspæl ímillum
teir politikarar, vit hava sett
út í Tinganes at stýra, og teir
juristar og annað gott fólk,
sum er har úti.
Tað krevur eina ávísa disi-
plin bæði av teimum stýrandi
politikarum og tí administra-
tión, sum arbeiðir rundan um
teir, og kunnu teir ikki finna
eitt arbeiðslag, sum gevur
eitt rímiligt úrslit, millum
annað at registreringarnar
eru í lag, so má tað átalast.
Tað verður hervið gjert.
Alt prátið um, at tað ikki
ber til vegna tíðsneyð, tað
er burturforkláringar. Sjálv-
andi ber tað til at journalisra,
bæði áðrenn ein sak fer á
landsstýrisfund, og aftaná,
at hon hevur verið á lands-
stýrisfundi.
At administratiónin í
Tinganesi er ovbyrjað og
partvís koyrd í senk, tað er
ikki nakað nýtt. Tað er nakað
vit hava sæð leingi, og ikki
minst síðsta landsstýrið
hevur sína stóru skuld í
hesum, við at nokta pening
til at reka hendan partin av
samfelagsvirkseminum.
Thomas Arabo umreddi
síðani hinar sakirnar og
segði:
— Næsta sakin, ið er um-
redd í álitinum, er ein fundur,
ið er millum landsstýrið og
Hilmar Kass um eina ávísa
sak.
Vit tóku hana við, bara fyri
at hoyra, hvussu veruleikin
var aftanfyri henda fund, og
tað fingu vit so at vita fyrru
ferð, tá málið var í tinginum,
og tað betti ikki um trúverd-
igheitina, tað, sum kom fram
undir tí viðgerðini.
Postverk og
royndarsteð
Tað triðja, verður
sum
viðgjert, er ikki minni álvars-
ligt
Vit vita aðrastaðni frá, at
hetta hevur verið tað tíðar-
skeið, har stórar avgerðir
hava verið tiknar, m.a. leigu-
málið av Postverkinum og út-
bygging av royndarsteðini í
Kollafirði, har dýrkingarnar
hava verið óvanliga høgar,
orsakað av broytingum í pro-
jektinum.
Hesi mal, sum umfata
millión-upphæddir, hava
ongantíð verið á landsstýris-
borði. Tað er minst líka átalu-
vert, sum tey tingini, sum
hava verið á landsstýris-
borði.
Tað er ógvuliga marghátt-
ligt og átaluvert at síggja, at
landsstýrið kann arbeiða
uppá ein slíkan máta.
Beinleiðis skattasvik
So kemur tann síðsta sakin,
ið nevnd er í álitinum.
Tað hevur satt rok staðist
um alt landið av hesi sakini,
men eg skal halda meg til tað
sum finst í sakini.
Og hver orsekin er fyri at
taka eina sovorðna sak fram.
Henda sakin umfatar, sam-
bært skjel, beinleiðis skatta-
svik og ikki slesarí ella til-
vildarligt skattasvik.
Feroyska lóggávan hevur
rætningslinjur fyri, hvussu
sovorðið verður revsað. Og er
tað soleiðis, at lógin sigur, at
er tað tilvildarligt skattasvik
ella slesarí, so eigur viðkom-
andi at fáa bót upp til 3 ferðir
tað, sum spart er í skatti.
Er tað talan um beinleiðis
skattasvik, eru meguleikar-
nir at hækka tað upp til 5
ferðir tað, ið spart er í skatti.
Hvar ið landsstýrið hevur
fingið eina siðvenju, sum
sigur, at talan bert er um at
geva fólki einaferð tað, ið
spart er í skatti í bót, hevur
ikki verið meguligt hjá okk-
um at funnið fram til, men
hetta er ikki serliga væl í
samsvar við lógina.
Eitt annað mál
Samstundis sum, ella í sama
tíðarskeiði, sum henda sakin
hevur verið avgjerd, varð ein
onnur sak innan almenna um-
siting, har ið fólk høvdu tikið
eina í hesum málistokki, sum
vit nú tosa um, lítla upphædd
í einum almennum kassa.
Dagin eftir stendur tvertur
um alla forsíðuna á Dag-
blaðnum: »Tiggju langir soci-
alistafingrar« o.s.fr. 0.s.fr.
Politiið kom upp í leikin,
fólk mistu starv, fóru í geglið
og stórur skaði í familju og
teirra umhvervi.
Her var talan um eina
minni peningaupphædd, og
fylgjurnar vóru egiligar. Har
vóru eingir álvarsamir floks-
formenn, ið mettu upp í sjón-
varpinum og tóku synd í
familju og umhvervi. Tvert-
urímóti.
Síða 13
Fáir tingmenn og fram-
segumenn á tingi hava
brúkt so nógv av tillutaðu
talutíðini sum Adolf V.
Hansen. Sum framsegu-
maður fyri Framburðs- og
Fiskivinnuflokkin hevur
hann nýtt eitthvert hevi
at siga sína hugsan um
flest ell mál.
Nú bendir so nakað á,
at Adolf er vorðin múla-
bundin í ávísan mun. Tað
er avgerðin hjá leiðsluni í
Kristiliga fólkaflokkinum,
Ferova Framburðs- óg
Fiskivinnuflokki, sum er
orsekin. Flokkurin hevur
samtykt, at "Adolf ikki
longur umbodar henda
flokk á tingi og tí er uttan-
flokka tingmaður. T.v.s.
at sambært tingskipanini
er talutíð hansara hereftir
tann sama sum fyri aðrar
tingmenn.
Tað var tingformað-
urin, sum á tingfundinum
hóskveldið las upp bræv
frá leiðsluni í KFFFF-
flokkinum, sum er soljóð-
andi:
»Olavsøkudag 1985 boð-
aði Adolf V. Hansen í
skrivi til legtingsfor-
mannin frá, at hann >fyri
ótarnaður at virka fyri
hugsjón Føroya Fram-
burðs- og Fiskivinnufloks
hevði tikið ta avgerð ikki
at vera partur av tingbólki
Kristiliga Fólkafloksins/
Framburðs- og Fiski-
vinnufloksins frá ólavseku
at rokna«.
Politisku avleiðingarnar
av hesum eru sambært
skriv, dagfest 23.10.1985,
frá Johan Djurhuus,
skrivstovustjóra í lands-
stýrinum, hesar:
>Tá Adolf Hansen sig-
Tá teir sótu væl um sátt. Nú er vent í holuni. Adolf V. Hansen og Tordur Niclassen
Adolf
múla-
bundin
ur, at hann fyri at virka
fyri »politisku hugsjon«
Føroya Framburås- og
Fiskivinnufloks ikki er
partur av tingbólki Kristi-
liga Folkafloksins, Føroya
Framburðs- og Fiski-
vinnufloksin, má hetta
siga, at hann ikki gevur
seg undir stevnuskrá
Kristiliga Folkafloksins,
Feroya Framburðs- og
Fiskivinnufloksins, men
undir stevnuskrå (polit-
isku hugsjón) Føroya
Framburðs- og Fiski-
vinnufloks. Hesin flokkur
er ikki umboðaður á leg-
tingi og er Adolf V. Han-
sen tí uttanflokka ting-
maður.
Tað, at Adolf V. Hans-
en er uttanflokka ting-
maður, ferir m.a. við sær,
at talutíð hansara er hin
sama sum fyri »aårar
tingmenn<, jbr. $ 16 í
tingskipanini«.
Visandi til hesa løgfrød-
isligu niðursteðu vilja vit
siga Føroya Løgtingi frå,
at Adolf V. Hansen er
uttanflokka tingmadur og
umboðar ikki Kristiliga
Fólkaflokkin, Feroya
Framburðs- og Fiski-
vinnuflokk.«
Brævið er undirskrivad
av:
Kåri Kjelnæs
landsformaður
Tordur Niclasen, for-
maður í tingbólkinum
Niels Pauli Danielsen
landsstýrismaður
Juul Jacobsen
varatinglimur
A
Lógin eins fyri ell
Eg haldi, at hetta tingið skal
taka ógvuliga gjella til um-
hugsunar hesar“báðar hend-
iongarnar. Er tað veruliga so,
at vit stýra einum landi, har
ið man er so ólíka fyri lógum
og fyri teimum reglugerðum,
ið hetta landið er skipað eftir,
at ein persónur kann um-
draga ein almennan kassa
fyri fleiri hundrað túsund
krónur og blíva martyrur,
partvíst ið hvussu so er, væl-
hjálptur av ógvuliga góðum
monnum, og ein annar partur
fyri eina nógv minni upp-
hædd skal kastast út í
ólukku. Eg meini at tað skal
vera vinnulig eins viðferð í
tí samfelag vit byggja upp-
Tað hevur eisini onkuntíð
verið framfert í hesi sakini, at
einkultpersónar skulu ikki
viðgerast á tingi, og er tað
óivað rætt, tí teir prsónar
hava ikki veruligar meguleik-
ar at verja fyri seg.
Hetta hevur ikki verið
hugsað um fyrr. Vit hava
havt viðgerðir í hesum tingi
av einkultpersónum. Eg kann
minna á eina sak, sum var í
1981. Ta var tað heldur eing-
in, sum bar í betuflaka fyri
nekrum sum helst, og tað var
eingin,sum tosaði um,
hvussu tað gekst, hvussu
synd tað var í familjum og
umhvervinum.
Skal ein gera eina heild-
armeting av landsstýrisins-
dagbókini fyri hetta tíðar-
skeiðið, ið vit hava hugt eftir,
so sær tað út fyri mær, at
skilið í stýringini har úti
hevur verið vánaligt. Hetta
sær út til at hava verið ein
ógvuliga flekjaslig tíð, og av-
leiðingarnar, ið vit nú sita
eftir við, uttan at eg havi lisið
hinar gerðabekurnar, ja, tær
eru ikki positivar, segði
Thomas Arabo.