týsdagur 22. apríl 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 22. apríl 1986
Ísafjarðarsúlukappingin:
Tvøråmenn tryggjað
sær víðari luttøkurætt
TB vann dystin móti Royn í innleiðandi umfar-
inum av føroysku steypakappingini, kapping-
ini um Ísafjarðarsúluna.
Hóast landskappingin hjá
liðunum í eldru deildunum
ikki byrjar fyrfr enn kom-
andi vikuskifti, so royndu
tvey teirra seg í fer-
oysku steypakappingini
sunnudagin
Hetta vóru Royn, 2
deild, og TB, 1.deild, ið
hittust í innleiðandi dysti í
kappingini um Ísafjarðar-
súluna. Sambært skránni
skuldi dysturin verið
spældur leygardagin. en
orsakað av skeiði, sum
fótbóltsdómarafelag Fer-
oya skipaði fyri í Havn um
vikuskifti3 var avgjørt at
flyta dystin til sunnudag.
Skilliga såst, at kapp-
ingin ikki er byrjad av ålv-
ara enn. Hóast bæði liðini
í letum sýndu vilja at
skapa okkurt, ið líktist
fótbóltsspæli, so gjørdist
)
hesin dysturin ongantið
góður
Til tess er leikhátturin
hjá liðunum bðaum eisini
alt ov ymiskur. Royn við
sínu sterku leikarum
roynir seg við ágangandi
kraftmilum leiki, meðan
TB-liðið, ið telur fleiri
nýggjar ungar leikara,
framvegis roynir seg við
meira tekniskum spæli -
í løtum
Skilligt er eisini, at
dystur millum hesi bæði
lið sjáldan gerst góður av
ti at hann er ov nógv at
likna sum >lokaluppgerð=É.
Leikararnir kenna hvenn
annan „út og inn« og vita
nógv um ymsu veik-
leikarnar Sama gera
áskoðararnir og kann
hetta m.a. hava við sær,
at leikari letur seg esa so
mikið av teimum, at hann
fer út til síðulinjuna at
skeldast í staðin fyri at
spæla fótbólt. Býtt ja,
men stuttligt fyri hinar á-
skoðararnar ein heldur
kaldan april-dag
Eitt annað, ið sermerkir
dystirnar hjá hesum báð-
um liðum, er at fleiri av
leikarunum hava roynt
seg á báðum liðunum.
Báðir venjararnir hjá
Royn, Kristin Michelsen
og Rólant Serensen, eru,
eins og Vilmund Mic-
helsen, »gamlir« TB-leik-
arar, medan Niels Pauli
Eystberg, ið nú aftur
spælir við Royn, er hval-
bingur, ið hevur roynt seg
á besta liðnum hjá TB fyrr
við góðum úrsliti
A báðum liðum finnur
tú eisini íslendskar leik-
arar. Hjá Royn er mál-
verjin íslendingur og sama
er ein av framherjunum og
tóktist hesir báðir at finna
seg væl til rættis á gras-
vellinum á Hvalba. Sama
kann ikki sigast um leik-
andi venjaran hjá TB, ið,
hóast hann striddist ófert,
ikki fekk so nógv burtur
úr. At hann tó kann ger-
ast virðismikil, prógvaði
hann tó í seinna hálvleiki,
tá hann høvdadi bóltin í
netið.
Tað var annars Royn, ið
byrjaði betur. Kom í fyrra
hálvleiki á odda við máli,
ið Vilmund skeyt. 1—0
varð eisini hálvleikssteð-
an.
Og langa detu í seinna
hálvleiki sá eisini út til at
Royn skuldi vinna dystin,
men sum tað leið móti
leikloki, kom TB meira
fyri seg.
Meira broddur kom í á-
lopini og áðrenn nakar
veruliga varnaðist, eydn-
aðist TB at javna, tá is-
lendski venjarin Egil
hevdaði bóltin í netið
aftaná vakurt »innlegg«
úr hegru síðu frá Pól. F.
Joensen
Henda javna steða
vardi bert stutt. Nakrar
minuttir seinni avgjerdi
miðvallarleikarin John
Redgaard dystin, tá hann
skeyt bóltin í netið við av-
bera góðum langskoti,
ið málverjin hjá Royn ikki
hevði meguleikar at
bjarga. John tykist at
hava gott skot, men royn-
ir seg ov sjáldan við
hesum
2—1 sigur til TB, ið so-
statt hevur tryggjað sær
víðari leikrætt í kapp-
ingini um Ísafjarðarsúl-
una.
Ikki ber til at meta um
veruligu styrkina hjá hes-
um báðum liðunum aftaná
tilika >lokaluppgerð<. Til
tess er ov tíðliga, men
skilligt er, at á báðum
liðunum finnast góðir leik-
arar, ið kunna koma at
seta dám á kappingina í
ár.
Óhapp í »Færøerne í Fokusa:
Gongurólvur skaddur
Skaðin er ikki serliga álvarsligur og føroyskur bátasmiður skal
umvæla bátin í Danmark, so hann kann luttaka í tiltakinum.
Eftir at feroysku kapp
róðrarbátarnir komu til
Keypmannahavnar at
vera við í tiltakinum
»Færøerne i fokus« hendi
eitt óhapp við einum av
bátunum.
Talan er um 6-manna-
farið Gongurélv, sum
Havnar Róðrarfelag eigur.
Hann varð árendur av
einum trukki, og nakað av
skaða kom upp á hann
Ítróttarsosialurin
spurdi formannin í Havn-
ar Róðrarfelag, Hans
Petur Joensen, um hvussu
stórur skaðin er.
— Vit vita ikki rætti-
liga, hvat hent er. Vit
hava frætt frá Róðrar-
sambandinum, at ovasta
borðið er brotið, men
annars er skaðin ikki so
stórur.
— Hvat hendir nú við
bátinum?
— Ein bátasmiður úr
Be er í Danmark í sam-
band við tiltakið, og hann
skal umvæla bátin, so
hann kann vera við í róðr-
inum í dag.
— Vit vóru frá byrjan
bangnir fyri, at okkurt
skuldu koma upp á bátar-
nar, men vit fingu lovað,
at bátarnir skuldu flytast í
konteynara, so at einki
skuldi koma upp á teir.
Men vit mega nú bert
konstatera, at tað er ikki
hent.
— Men fær hetta nark-
ar fylgjur fyri róðurin í
summar?
— Nei, tað fær tað ikki.
Báturin verður umvæld-
ur, og so skuldi alt verið í
lagi aftur.
— Nær byrjar venjingin
hjá Havnar Róðrarfelag í
bátunum?
— Vit hava seinastu ár-
in altíð byrjað 25. apríl,
men í ár er tað heilig-
dagur, so eg veit ikki,
hvussu tað verður. Men
tað kemur so í øllum
forum at vera treytað av,
hvussu veðrið verður,
sigur Hans Petur Joen-
sen.
Havnar Róðrar hevur
43 aktivar limir, men
samlaða limatali3 í fel-
agnum liggur um 300.
E DYPPID I DYRUPS ===
MÅLING
TIL ØLL
ENDAMÅL
Studulsfelag
Nakað herfyri stovnadu
áhugað eitt stuðulsfelag
fyri Havnar Róðrarfelag.
Endamálið við hesum
stuðulsfelag er at hjálpa
Havnar Róðrarfelag við
ymiskum praktiskum
tingum. Eitt nú ólavsekan
krevur sera nógv fyrireik-
ingararbeiði av Havnar
Róðrarfelag.
Umleið 30 fólk vóru á
stovnandi aðalfundinum,
har m.a. nevnd varð vald.
Í nevndina komu: Jo-
hannes Joensen, formað-
ur, Bjarni Serensen,
næstformaður, Klæmint
Ludvig, skrivari, Sjúrður
Engskarð, kassameistari
og Frímund Sivertsen.
Tiltakslimur er Katrin
Horn.
Stuðulsfelagið skipar
fyri ymsum tiltøkum,
m.a. hevði felagið lima-
fund í gjárkveldið.