týsdagur 29. apríl 1986síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 29. apríl 1986
Síða 13
Bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag:
Voråu ikki flotaðir
flaggdagin
Í ár fall flaggdagurin á ein friggjadag og hevði
hetta m.a. við sær, at Havnar Róðrarfelag
íkki, sum annars síður er, flotaði bátar sínar
henda dag. Í staðin vórðu teir flotaðir leygar-
dag fyrrapart.
Felagið hevði aðalfund flaggdagin.
Summarið nærkast og við
tí eisini ein av best um-
tóktu ítróttagreinum okk-
ara: róðurin.
Tað er vorðin fastur
siður, at Havnar Róðrar-
felag flotar bátar sínar
flaggdagin, men so var
ikki í ár. Bátarnir vórðu
tikni rúr neystinum oman
á dráttin, men fóru ikki á
sjógv. Sum rættir feroy-
ingar vildu tey, ið manna
bátarnar, ikki flota bátar-
nar ein fríggjadag — um
tað so var flaggdagur ella
ikki
Sagt verður jú, at um
ein byrjar nakað ein
fríggjadag, so hevur hetta
óeydnu við sær.
Gjert var tí av at flota
bátarnar leygardag fyrra-
part í staðin
Men ikki komu allir bát-
arnir á sjógv. Bert Havn-
arbáturin og Ørvur sóast á
vánni leygardagin, og tá
var Ørvur ikki fullmann-
aður. Eisini teir vóru rakt-
ir av herviligu krímsjúk-
uni, ið herjar kring oyggj-
arnar í hesum degum.
Tveir av manningini vóru
noyddir at liggja undir
dýnuni og kundu tí bert
sjey teirra sleppa at royna
seg hendan dagin.
Orsekin til at Sílið ikki
varð koyrt á sjógv henda
dagin var, at báturin stóð
hólvdur inni í neystinum,
nýmálaður og íkki heilt
turrur, og Gongurélvur
hevur jú brotið siðin í ár
og er flotaður fyri langari
tíð síðani. Hann hevur lut-
tikið0 í Føroyar í Fokus í
Keypmannahavn.
Aðalfundur
Sjálvt um bátarnir ikki
kundu flotast fríggjadag-
in, so bar tó væl til at
halda aðalfund.
Á fundinum varð m.a.
nýggj nevnd vald. For-
maðurin, Hans Petur
Joensen, bar seg undan
afturvali og gjerdist í
staðin kassameistari, með-
an Magni Nielsen varð
valdur formaður
Nevndin í Havnar Róðr-
rfelag sær nú soleiðis út
Magni Nielsen, formaður,
Birna Gregoriussen, vara-
formaður, Annfinn Simon-
sen, skrivari, meðan hinir
báðir nevndarlimirnir eru
Haldgrím Joensen og
Poulina Hansen. Sum
ådur nevnt er Hans Petur
Jensen kassameistari,
meðan Steinfinn Mittel-
stein og Bjarni Dalsgarð
eru varamenn.
Herð venjing
Annars eru allir fýra bát-
arnir hjá Havnar Róðrar-
felag mannaðir og byrja
manningarnar nú herðu
venjingina fram til fyrstu
FM-stevnuna, Norðoya-
stevna, sum í ár verður
um mánaðarskiftið mai
juni
Eisini aðrar bátar sært
tú á fjerðinum. Nólsoy-
ingurin er byrjaður, sama
er Knerrur, og fólk bíða
við spenningi eftir at
síggja, hvussu nýggjasta
10-mannafarið, nýggi
Floksbáturin, fer at royn-
ast í ár.
Uttan iva verða róðrar-
nir eins spennandi í ár
sum undanfarnu árini.
Manningarnar á ymsu
bátunum taka ítrótt teirra
í álvara og gera nógv við
venjingina.
Framhald av síðu 8
3. deild
Skála-HB 6-0
SI-B68 1-1
Unglingar
HB-MB 7-0
1. deild kvinnur
MB-SÍF 1-5
GÍ-ÁF 3-1
HB-KÍ 6-0
Gentur 14-17 ár A
LÍF-EB 0-5
KI-GI 7-0
GÍ-SÍ 3-2
Gentur 14-17 ár B
AB-B36 ud 0-3
NSI-AB 3-0
Gentur 14-17 ár B
Streymur-NSI 4-0
-
fe So T
Brúka ta myrku tíðina til
okkurt sunt og skilagott :
Tak familju, vinir og kenning-
ar við inn í Form & Figur og
fá uppbygt eina góða kondi-
tion og smidleika i kroppin.
Aftanå stridid hevur tå møgu-
leika fyri at taka sól og fara
í sauna og bað —
Form & Figur er fyri oll!
Prísir:
10 luttakarar ella fleiri:
Gjaldið fyri 3 mør.
venjið í 4 mør.
Bert: 925,-
(FORM A
FN FIGUR
Gevur tær meira fyri peningin
Dj. i Geilsgøta 5 - tlf. 17100 v/ Vilhelm og Jáspur
13.00-21.00
10.00-17.00
I