týsdagur 29. apríl 1986síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
Vit eru til reiðar!
„Eru vit okkara
egnu barbarar?a
Flaggreða 25. apríl á Giljanesi
Í hesum degum eru
Feroyar í fokus í útheim
inum. Við einum stór-
fingnum vinnuligun
mentanarligum og ítrótt
arligum tiltaki hava
myndugleikar og vinnulív
syrgt fyri at geva um-
heiminum eina so bjarta,
fjølbroytta og hugtakandi
mynd av Feroyum, sum
hugsast kann.
Hetta er alt gott og væl
og tað kann bert vera gott,
at tað verður roynt at beta
um okkara umdemi. Øll
fólk hava eitt ynski um at
vera væl umtókt av um-
heiminum. Men ein for-
treytin fyri, at onnur
kunnu virða okkum og
land okkara er, at vit virða
okkum sjálvi og tað land,
vit byggja. Hvat verður
úrslitið, um vit seta fokus
á hendan spurning?
Hvussu virða vit land
okkara, hvussu umsita vit
tey virði vit hava fingið
upp í hendurnar ? Hvussu
virða vit hvenn annan?
Hví planleggja vit td
okkara ferðslu, so at bern
og gomul konstant eru í
lívsvanda ?
Hvussu fara vit um tað
umhvervi, sum vit upp-
runaliga hava fingið reint,
ríkt og óspilt frá skapar-
ans hond? Hvussu umsita
vit ta náttúru, sum okkara
forfedrar hava rekt við
hógv og skili í meira enn
1200 år. Tit kenna øll svar-
ið, men loyvi mær kortini
at taka nakrar partar av
svarinum fram her, hóast
teir ikki eru so lystiligir.
Taka vit sjálvt okkara
lívsgrundarlag — havið,
so hava vit verið so effek-
tivir, at tann fiskur, sum í
dag verður veiddur, er
eina sponn styttri í miðal
enn sami fiskur var fyri
tíggju árum síðan.
Hvussu verður myndin
um tíggju år?
Hvussu hava vit umsit-
ið tann bø, sum okkara
forfedrar brúktu eldir um
at skapa við teimum beru
hondum? Eisini hetta
svarið kenna tit. Hvussu
fara vit um tey fjøll, vøtn,
dalar og fletur, ið sum
Hans Andrias tekur til, í
ártúsund lógu í dýrd og
Iroymdu ?
Eisini hetta svarið
kenna tit. Okkara vakr
astu vetn, fossar og áir
verða týnd skeplað ella
turrløgd, ål hendan
øldin er runnin, um tekno
kratarnir og planleggj-
ararnir og allir teir, sum
renna ørindi fyri peninga-
valdid fåa makt, sum teir
hava akt. Vit eru sum
bergtikin av teimum
møguleikum, sum tekn-
ikkurin gevur. Alt kann
loysast við teknikki og
planlegging uttan hetta
eina: at leggja ein plan, at
leggja eina ætlan, sum
klårt og greitt visir hvørj-
um pørtum av Føroya
náttúru, vit vilja eira i
framtidini
Hetta er legið, ti øll
tykjast skilja hetta vanda-
mál, politikarar, vinnu-
lívið og orkuframleiðarar-
nir. Men teir skulu bert
taka hetta og hatta vatnið
fyrst, spreingja hetta
nesið og handan heyggin
burtur fyrst, fiska hesi
túsund afturat
o.s.fr.; áðrenn farið verður
av álvara undir tað, sum
vit kalla náttúruvernd og
umhvervisvernd
SEV er eitt gott demi.
Tá SEV-bossarnir skiltu,
at teir ikki kundu trumfa
sin vilja igjøgnum móti
fólkaviljanum, kunn-
gjørdu teir, at SEV sakt-
ans kundi hjálpast við at
útbyggja Eiðisvatn. Teir
fingu sín vilja undir hesari
fortreyt og tað fyrsta, sum
síðan hendir, er, at somu
harrar kunngera, at SEV
má hava allar áir í Eystur-
oy og Fjallavatn afturat !
Vit skulu opinbart sora
alt, áður enn vit fara undir
ein umhvervispolitikk.
>Vit eru okkara egnu
barbarar .. .« sigur yrkjar-
in Rói Patursson í eir' yrk-
ing, sum hann kallar
„Tekstur um okkara tid«.
Hvat mundu teir tríggir
vágamenninir Mikkjal á
Ryggi, Olivar á Ryggi og
Rasmus Rasmussen sagt,
um teir vistu aftur í verð-
tonsini
ina — hvat mundu teir
hugsad um okkum, hesir
triggir iistamenn og vis-
menn, sum so at siga
brúktu sítt lív til at læra
elska okkara fjølbroyttu,
men sera viðbreknu nátt
úru, um teir sóu landið í
dag
kku kkun
á flaggdegi, um várið,
tá tjøldur setast móð
hvar eru tey, sum lovaðu
at lekja tíni sár
sum misprýða og vanvirða
ár eftir ár
Hvat heldur tú um
føroyingin, Føroyar ?«
Soleidis kvøda tey ungu
tónlistafólkini, »Frænd-
ur«, og songur teirra rakar
øll ung sum eldri innast i
hjartarøturnar. »Hvar eru
tey, sum lovadu at lekja
tini sår«, spyrja Frændur
teimum
og vit
skylda
svar. Vit noyðast nú at
viðurkenna, at vit eru ikki
harrar yvir náttúruni, men
at vit menniskju eru ein
óloysiligur partur av nátt-
úruni. Vit mugu nú læra
at skilja, at náttúran á
sjógvi og landi ikki er ein
ótemandi ráverugoymsla,
men ein skipan, sum í
hundraðtúsundir av árum
hevur verið javnvág. Hesa
javnvág hava vit órógvað
og hesa javnvág hava vit
skyldu til at endurskapa.
Vit mugu rekja, grøda og
verja náttúruna og harvið
verja okkum sjálvi og okk-
ara eftirkomarar.
Við hesum hava
Frændur so eisini fingið
eitt boð uppá eitt svar.
Tað eru vit øl, sum
byggja hetta land, sum
mugu viðurkenna okkum
okkara ábyrgd. Gera vit
tað, so eru vit í tí starvi í
pakt við okkara forfedrar,
sum hóast teir livdu í ein-
um herðum og kergum
samfelag altíð royndu at
verja fiskin í sjónum, fugl-
in i bjørgunum, sílini í
åum og vøtnum og grasið i
haganum. Hetta kann
prógvast út frá okkara
gomlu tingbókum og
skjølum. Víst mistóku teir
seg, sorgarleikin um gor
fuglin kenna tit, men ta
miðvísu eydræning av
náttúruni á sjógvi og
landi, sum eyðkennir okk
sið <ilcda +
av. Romantikkur og aftur-
haldstos, heldur onkur
Hetta er ikki Tað
sum teir gomlu skiltu og
beint.
sum vit gloymdu í res-
inum, er hetta, at tað er
einki minni enn ein lívs-
treyt at rekja sjógv og
land við hógv og skili.
Hetta er ikki
romantikkur, men hetta er
gløggskygni og fram-
skygni, sum byggir á ein
kaldan og beiskan veru-
leika — á tær fortreytir,
sum land okkara hevur at
bjóða sínum bernum.
Hvussu er so útlitið til,
at okkum hepnast í hesum
starvi at verja tað, sum
eftir er av okkara nátt-
åru ?
Útlitið er eftir mínum
tykki gott. Vit hava tó
um at verja fugl,
hval og sjógvin móti eitr-
andi burturkasti. Vit hava
samtykt heimsins mest
framkomnu dýraverndar-
lóg og vit eru vorðin samd
um at broyta grinda-
drápið, so vit óskammað
kunnu kennast við tað og
síðst men ikki minst hevur
ein meiriluti av bygda-
ráðslimum Feroya víst sín
mótvilja móti einum slag
av orkuútbygging, sum
skal gjaldast við okkara
vakrastu = vetnum og
landslegum.
Ein annar grundleggj-
andi spurningur fyri ikki
bert okkum, sum búleik-
ast í Feroyum, men fyri
alla mannaættina, er í
fokus júst nú. Hann er so
grundleggjandi og áiroðk-
andi, at ST-felagsskapurin
hevur sett hann í fokus.
Hesin er spurningurin um
vit skulu yvirliva ella vit
skulu ganga til grundar í
einum kjarnorkurangar-
oki.
Við at lýsa árið 1986
sum altjóða friðarár,
hevur ST roynt at fáa
heimsins fólkasleg at fata,
at kappdubbingin nú er
komin so langt út, at tað
brátt ikki vendist aftur.
Risaveldini hava nú dung-
að saman so nógv kjarn-
orkuvápn, at tey kunnu
týna alt lív á jørd 17
ferðir !
kinariv I
gjørt uttan meirkostnad fyri lysaran.
lýsir hesa steðu nakað so-
leiðis:
Øvund og lítið vit
eru aftur
okkum fyri
Hesa ferð hvørva
allir heimar
allir heimar
Skal tað nú ganga soleiðis
sum Regin og onnur við
honum bera ótta fyri? Tað
veldst heilt um hverja
steðu vanlig fólk kring
heimin hava til ta vitleysu
kapping, sum risaveldini
reka í letuni. Tað veldst
um vit stór eins og smá
gevast í forhond ella vit
siga: „tað ber til at
sted0Oga ørskapinum«. Tey
sum hoyra grasið grógva
hava longu varnast, at tað
gerast alt fleiri — einstakl-
ingar eins væl og tjóðir —
sum fata, at kjarnorku-
vápnum kann einki land
verja seg við, at bert eitt
sokallað avmarkað kjarn-
orkukríggj onkustaðni í
heiminum ber við sær
atomveturin — eitt tíðar-
skeið uppá 40-50 ár har
dagsins ljós ongantíð
verður at síggja.
Alt fleiri tykjast at fata,
at kjarnorkuvápnið er so
ómoralskt eitt vápn, at
tað ikki eigur at verða
brúkt sjálvt ímóti tínum
versta fígginda — at í
einum kjarnorkubardaga
verða eingin sigursharrar,
bert tann eini stóri taparin
— hetta fagnarstað, klót-
an Tellus, sum er okkara
jerð.
Og tað gerast alt fleiri
ig!
, f " Lil:
vanlig fólk sum skilja, at
klandur stórvaldanna og
generalanna er ikki okkara
klandur — alt fleiri siga:
>Nú er ovboðið, vit vilja
ikki verða offur í tykkara
ørandi deyðadansi!< Hesi
eru farin til verka sum
friðarrerslur um allan
heim fyri eystan eins og
fyri vestan. Hettæ er eing-
in lett uppgáva og fyribils
sær tað út sum um risa-
veldini halda fram við at
bera seg at sum vóru tey
einsamall á jørdini
Hvussu týggjar Sovjet
sær ikki í Afghanistan
hvussu ber USA seg at
móti tí lítla og púra verju-
leysa Nicaragua?
Kortini = eru friðar-
rerslurnar okkara einasta
vón og einasta amboð
móti erskapinum.
Framhald á síðu 18
Óli í Áarstovu
Aftaná sigurin á HB
seinasta sunnudag
hevur KI viðtikið at
fara undir at gera
KUNSTGLASVØLL
i Klaksvik