Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Byrsumenn beina fyri fuglalivi Tvey tjøldur vóru einastu fuglar, sum tóku móti okk- um, tá vit fyrrapartin týs- dagin fóru eftir rásini suður undir Kúrberg. Vit fingu skjótt váttað tíðindini: tað ríka fuglaliv- ið, sum var, er horvið. Og orsekina sóu vit eisini. Tóm patrónhylki lógu alla staðni á helluni. Vit taldu tey ikki. Men nógv vóru tey. Har hevur verið skotið dúgliga undir berginum og kanska upp í bergið við. Náttúru- og fuglavinir halda, at nú er stundin komin at gera vart við alla hesa skjóting. Ikki bara undir Kýrbergi, men allan vegin í fjøruni av Boða- nesi niðan á Sund. Um skotið verður eftir fugli ella bara til máls eftir fløskum til dømis, er ilt at siga. Helst er svarið bæði Men avleiðingarnar eru heilt greiðar fuglurin styggist og rýmir. Æður, sum vanliga ikki eru mill- um styggastu fuglar, rúka til havs, so skjótt fólk nærkast Nyttar onki at melda Skotið verður allar dagar, gerandis sum heiligdagar. Bæði langa fríggjadag og dýra biðidag varð skotið undir Kýrbergi til dømis. Helst er hendan skjót- ingin loyvd. Tí legreglan kemur ikki, hóast fólk ringja og boða frá. Sum tað skilst er eigarin tann einasti, sum kann seta forboð móti skjóting Fornminnissavnið, t.e. Landsstýrið, eigur Kyr- berg og fjøruna niðanfyri Men haðani er so ikki frætt um nakað forboð móti at styggja burtur allan fugl við byrsuspæli. hd Er hetta nýggi skotvellurin í Havn? Á klettunum fremst lógu leivdirnar av einari flesku, á helluni aftast eini hálvthundrað patrónhylki. Tað er ikki vist, skotið verður eftir fugli. Vit hava ikki frætt um, at fólk hava funnið deyðan fugl. Men fuglurin styggist og rýmir. Patrónhylki og eskjur sleðast um helluna undir Kýrbergi Einasta ljóð er suðið frá sjónum. Tú hoyrir ikki ein einasta fugl Lesnaður til alla BRÚKTUR BILUR ER EITT ÁLITISMÁL SAMULIGIR PRÍSIR — LAGALIG FIGGING > AVIO Service Lærara- seminar i tyskum Í næstu viku verða tvey seminar fyri lær arar. Annað byrjar mikudagin kl. 16.00 og kallast >Die Arbeit mit Video im Unterricht: hitt byrjar fríggjadag in kl. 15.00 og er un „Die 'Kommunikativ« Kompetenz' und Ubungsformen im kommunikativen Deutschunterricht« Sum tað skilst er seminarini á týskum og tey eru tí serliga ætlað lærarum í týskun Men onnur áhugað er eisini vælkomin, sigur Fróðskaparsetrið, sun skipar fyri Renate Springskle« frå Goethe-Institut Kopenhagen — Deuts chee Kulturinstitut heldur seminarini. Hon kemur til Føroya i sam bandi við próvteku á Fróðskaparsetrinum Fróðskaparsetrið tekur móti tilmeld ingum á tlf. 15302 til og við 5. mai VIT HAVA GÓÐAR BRÚKTAR BILAR Á GOYMSLU mm mæ