Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 1. maí 1986 Síða 11 1. mai I. mai 1. mai 1. mai 1. mai Hvar er Arbeidseftirlitid 1. mai-hald er um so at siga allan heim. Hvi so ikki eisini i Føroyum, sigur Mikkjal Hovmann, sum ætlar sær oman å Vaglid i dag. Mikkjal Hovmann, sum er landari á Bacalao, og hevur arbeitt á virkinum í 20 ár, ætlar sær oman á Vagli til 1. mai-hald i dag — 1. mai-hald verður hildi um so at siga allan heim, og hvi so ikki eisini her, heldur hann. Mikkjal Hovmann heldur, at nógv kundi verið annarleiðis hjá tí tímalenta. Td. um veðrið ikki er til vildar, fara nógvir dagar burtur- ímillum lenarliga. Annað er trygdin á arbeiðspláss- inum. Mikkjal Hovmann spyr, hvar Arbeiðseftirlit- ið er. Hann hevur ongan- tíð sæð teir. Hann heldur, at Arbeiðseftirlitið skuldi víst seg úti á arbeiðspláss- unum. Mai-hald ikki eins neyðugt nú sum fyrr Anita, Olea og Mivi, sum vit hittu við vektina á flakavirkinum á Bacalao ivaðust í, um tær fóru til 1. mai-hald. Tær hildu, at 1. mai-hald ikki er eins neyðugt nú sum fyrr. Fyrr vóru ringar tíðir og tí nógv at berjast fyri. Tær roknaðu ikki við at hesar ringu tíðirnar komu aftur Annars fíltust tær á tann nógva larmin sum tær hvenn dag arbeiddu í, og ilskaðust um, hví Ar- beiðseftirlitið alt ov sjáld an vísti seg á arbeiðspláss- inum. uttan len ara á annan. Hetta er mangan sera vandamikið. Arbeiðseftirlitið hevur nú ynskt, at vit velja okkara trygdarumboð, men verði eg biðin, sigi eg kortanei, sigur Hákun Egholm. — Um eitt trygdarum- boð fer at finnast at nekr- um — og tað treingir til — so kann hann fáa somu lagnu sum onkur av teim- um álitismonnum eg havi arbeitt saman við. Alitis- maðurin fíltist at onkrum, og endin var bert tann, at hann fekk sparkið, sigur Hákun Egholm. Hákun Egholm heldur tað vera fjákut at geva ar- beiðsfólki frí til at fara til 1. mai-hald uttan løn. Tað hava vit als ikki ráð til, heldur hann. til 1. mai-hald — fjákut Hákun Egholm koyrir trukk á Eystaru Bryggju, og hann hevur ongan hug at fara til 1. mai-hald í dag. Sum steðan við 1. mai- haldinum er nú, er hetta bæði býtt og fjákut. Hin tímalenti bert missir við at fara til mai-dagshald. At geva arbeiðsfólki frí uttan løn er eingin mein- ing í. Tað hevur eingin ráð til, heldur Hákun sum sigur, at mai-haldið í letuni bert er fyri fastlønt Tey hava ráð til at standa á Vaglinum og lurta. Annars heldur Håkun, at hugskotið aftanfyri mai-hald er gott. Bæði tað, at litið verður aftur um bak og ikki minni, at ætlanir verða gjerdar um hvussu betast kann um kor teirra tímalentu í tíðini sum kemur - Tað er so ómetaliga nógv, sum átti at verið bett um, tá vit hugsa um t.d. trygdina á m.a. okkara arbeiðsplássi. Vit skulu leypa av einum konteyn- Anita, Olea og Mivi ivast í, um tær fara á Vaglið í dag.