leygardagur 24. mai 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SO A ||—
Faklærari i
húsasmíði
Við Tekniska Skúlan er eitt normerað
starv leyst at søkja sum faklærari hjá
handverkslærlingum í timburmanna
fakinum. Umsøkjarar eiga at hava
starvast sum útlærdir í fakinum í
minsta lagi í 2 ár, og tað vil vera ein
fyrimunur, men eingin treyt, at um-
søkjarar hava undirvíst áður.
Setanin verður sambært galdandi
reglur fyri fólk í tænastumannalikn-
andi størvum (umfarskriv frá kenslu-
málaráðnum, dagfest 12. januar 1968
við uppískoytum) og er treytað av at
skúlamyndugleikarnir góðkenna
persónin. Faklærarin má ikki hava
annað arbeiði framíhjá. Royndartíðin
er tvey ár.
Starvið verður lent í 13-21-23 lønar
rammu hjá fíggjarmálaráðnum, og
hevur starvið eftirlønarskipan. Tann
1. oktober 1985 var byrjunarlønin kr.
13.459,28 og endalønin kr. 17.293,57
um mánaðin.
Tann, ið settur verður, skal kunna
taka við starvinum 1. august 1986, og
umsóknin skal verða skúlanum í
hendi í seinasta lagi 2. juni 1986.
A STYRID fyri
TEKNISKA SKULAN
Í TÓRSHAVN
Torsgøta 21
3800 Tórshavn
Eysturoyar
Røktar- og
ellisheim
sekir sjúkrasystur og sjúkrahjálpara
sum avloysarar í tíðarskeiðnum
1.6.86 til 30.9.1986.
3850 Runavík
STARVSFÓLK
Sekt verður eftir einum/tveimum
starvsfólkum til likningardeild by-
ráðsins til likning og grannskoðan av
roknskapum.
Umsøkjari verdur settur eftir sått-
måla millum Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelagid og býráðið,
og løntur eftir útbúgving i 34/28 lønar-
flokki.
Nærri upplysingar um størvini fåast
hjå likningarnevndarskrivaranum,
Jens M. Poulsen, tlf. 15160, lokal 186.
Umsóknir saman vid prógvum v.m.
verða at senda til Tórshavnar býráð,
postboks 32, í seinasta lagi 12. juni
1986.
|
|
|
pe
Í
Í
ÉN
A ———— ene
FRISØR-
FAKLÆRARI
Skulin sóknast eftir einum útlærdum
damu- og harrafrisøri sum með-
arbeiðara hjá faklærara skúlans í hár-
fríðkan.
Vanliga kann roknast við 12 tímars
undirvísing um vikuna, men má við-
komandi vera villiglur) til viðhvort at
taka heilt upp í 36 tímar um vikuna.
Eisini má viðkomandi vera tilreiðar at
luttaka í ymiskum faklæraraskeiðum.
Arbeiðið byrjar í viku 33 í ár, og er
timalønt sambært lønartalvu fíggjar-
málaráðsins fyri faklærarar.
TEKNISKI SKÚLIN
Torsgøta 21 -
Tlf. 11957
LEYST STARV
Í sambandi vid at nåmslig útbúgving,
ið skal útbúgva fólk at arbeiða í dag
og bústovnum, verður sett á stovn á
Føroya Læraraskúla komandi skúla-
ár, er eitt fyribils starv í Lærara
skúlanum leyst at søkja frá 1. august
1986 at rokna.
Tann, ið settur verður, skal skipa
fyri tí starvsliga partinum av útbúgv-
ingini umframt at undirvísa í starvs-
ligari nåmsfrødi og stovnslæru.
Harumframt skal viðkomandi
verða lærarum og leiðslu skúlans til
hjálpar til tess at samskipa åstødiligu
og starvsligu partarnar í útbúgvingini
til eina heild.
Umsøkjari, ið umframt at hava
starvast í dag- og/ella bústovni og
hevur nomið sær serstakan ástoði-
ligan førleika tiul at undirvisa i oman-
fyri nevndu greinum, hevur fyrimun.
Starvid er ætlad at vera 20/22 av
fullari tid og verdur lønt samsvarandi
galdandi læraralønum innan náms-
ligu útbúgvingina.
Umsókn til starvið verður stílað til
Føroya Læraraskúla og skal vera
skúlanum í hendi í seinasta lagi týs-
dagin 10. juni 1986 kl. 14.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
frá rektara Læraraskúlans.
Føroya Læraraskúlu
24. mars 1986
Landssjúkrahúsið
3800 Tórshavn
Starv sum hjálparfólk á rentgen
deildini, 1/2 dag verður leyst at seta
til 1. juni 1986.
Løn sambært sáttmála millum
Sjúkrahússtýrið og Starvsmanna-
felagið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi ar-
beiðstíð v.m. fáast við at venda sær
til røntgendeildina.
Umsókn verður at senda til
umsjónarmannin, Landssjúkrahúsið,
3800 Tórshavn.
Je løroya folkabåskuli
HEYSTSSKEIÐIÐ
byrjar 16. august
Háskúlin bjóðar ungum og tilkomn-
um fólki eitt spennandi háskúlaskeið
| í 18 vikur
| Lærugreinir:
Føroyskt, bókmentir,
samfelagslæra, sega,
samtíðarkunning.
Handarbeiði, evning,
leik, tónleikur.
Valgreinir:
Umframt hesar lærugreinir kanst tú
velja eina av hesum fýra linjum:
1. Ungdómslinja
2. Fiskivinnulinja
3. Skapandi linja
4. Almenn skúlalinja.
Í undirvísingini verður ógvuliga ofta
farið út um skúlastovuna: útferðir um
landið, vitjanir á virkjum og stovnum,
framsýningum o. t.
Men eitt háskúlaskeið er eisini
samvera og felagsskapur um arbeiði
og frítíð, gaman og álvara, lestur og
leik.
Tað krevst eingin ávísur skúla-
kunnleiki til at koma á háskúla — vit
vilja helst, at tú hevur fylt 17 ár —
uppeftir er einki aldursmark.
Ringið ella skrivið til háskúlan eftir
gjøllari upplýsingum um undirvísing-
ina, kostnað, studningsmøguleikar
o.t.
Háskúlin
tlf. 11743
mai 1986