Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1986síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á £ Fr Fr . þa Tórfinn Smiht, býráðslimur spyr: Hvussu hava vit ráð til at byggja flogvøll tå børnini verða koyrd i barakkir Tórfinn Smith var tann einasti av býráðs- limunum í Havn, sum atkveddi ímóti eini góðkenning av samstarvsavtalu millum Kirkjubear sóknar bygdarráð og Tórs- havnar býráð um bygging og rakstur av flogvelli á Glyvursnesi. Hann fanst harðliga at framferðini hjá Poul Michelsen, býráðsformanni í málin- um og skuldsetti hann fyri at undirmeta kostnaðin av einum flogvelli og helt fyri, at tað kann tykjast legið, at kommunan skal hava ráð til at byggja flogvell, tá pengar hverki eru til barnagarðar og veggustovur ella íbúðir í kommununi. So nógv arbeiði eru í gongd í dag, at okkara yvirupphitaði fer uppá kók, verður eitt slíkt ar- beið sett í gongd afturat Neyðugt verður at inn- flyta enn meira av út- lendskari arbeiðsmegi., segði Tórfinn Smith, by- ráðslimur m.a. á býráðs- fundinum týskveldið, tá spurningurin um at gera samarbeiðsavtalu við Kirkjubear sóknar bygd- arráð var til umreðu. Tórfinn Smith var ikki ímóti at byggja ein flog- vell á Glyvursnesi. Hann helt tað vera gott við tveimum flogvellum í landinum og var heldur ikki í iva um, at skuldi ein flogvellur byggjast aftrat, so eigur hann at liggja á Glyvursnesi Hann helt tað vera rætt at samráðast við granna kommunurnar fyri ta tryggja. at lendi varð lagt av til ein frímtíðar flog vøll Men hann helt tad ikki vera røttu tidina at byggja nu, og gav sum orsøk fyri hesum tað óvanliga nógva byggivirksemi, sum er í Feroyum í letuni. Hann visti á, at vit hava ein yvirupphitaðan búskap. har tað hevur víst seg at vera neyðugt at innflyta útlendska arbeiðsorku fyri at fremja tey ymsu ar- beiðini. Hann sipaði her til arbeiðini í Villingardali og á Glyvursnesi fyri at taka tvey dmi. Fara vit nú eisini at byggja ein flogvell, so rokni eg við, at hesi yvir- upphitaði búskapurin fer uppá kók, segði Tórfinn Smith Tórfinn Smith fanst annars at allari gongdini í hesum málinum og spurdi hví tað var so avgerandi neyðugt hjá borgarstjór- anum at fjala út yvir málið og halda tað loyni- ligt fyri bæði býráðs- limum og almenninginum Hvat er borgarstjórin bangin fyri, spurdi Tórfinn Smith og vísti annars við hesum á, at treytin fyri at kunna geva einum máli eina sakliga umreðu er, at ein hevur eitt grundarlag at tosa út frá. Hetta hevur so borg- arstjórin ikki ynskt at geva hinum býráðslim unum Tórfinn Smith fanst eis ini í aðrar mátar at borg arstjóranum og nevndi í tí sambandinum tey tel sum borgarstjórin hevur varpað út í sjónvarpi og utvarpi Eg eri bangin fyri, at ta Poul Michelsen sleingir út við telum sum 100 og 150 mill. kr upphæddin og sigur, at hetta er tað fer at kosta at byggja ein flogvøll, so rokni eg við, at tey skulu faldast við trý fyri at samsvara veruleik anum! Hann segði seg hava tosað við kønar menn, sum meta, at bert tekniska útgerðin til ein slikan flogvøll kemur at kosta einar 100 mill. kr. og samlaða upphæddin fyri ein lidnan flogvøll liggur omanfyri eina hálva mill- iard kr Hann vísti á, at tað ár- liga kostar umleið 13 mill kr. at reka flogvellin í Vágum, og skulu vit núg / Tórfinn Smith, býráðslimur: — Okkara yvirupphitaði búskapur fer uppá kók, um vit nú skulu til at seta meira byggivirksemi í gongd ein flogvøll fyri 500 mill. kr., so merkir tað, at hvert húsarhald í Havn skal út við 160.000 kr. til sjálva íleguna Tórfinn Smith helt tað vera legið, at kommunan skal stórar iløgur í flogvøll, tå byggja tosa um at gera kommunan ikki hevur ráð til at geva teimum smæstu annað enn eina barakk at vera í og vísti eisini til, at ongar íbúðir eru tekar í býnum jan Býráðslimir í Havn: Flogvellurin í Vagum ikki nóg tryggur Fleiri av býráðslimunum í Havn bera ótta fyri trygg- leikanum í samband við flogvellin í Vágum. Teir halda ikki, at tað er nóg trygt at brúka flogvellin har vesturi og ynskja tí at nýggjur flogvellur verður bygdur á Glyvursnesi Fleiri vanlukkur Ein av býráðslimunum, Ronald Poulsen vísti á fundinum týskveldið á, at tað longu hava verið tvær vanlukkur í Vágum í sam- band við flogferðsluna har og segði hann seg vera fegnan um, at hesar vanlukkur ikki hevdu havt sterri skaðar við sær Hann helt, at ein flog vellur á Glyvursnesi fer at vera nógv tryggari og tók tí undir við einum upp skoti um at kanna málið viðvíkjandi bygging av nýggjum flogvelli. Hann viðgekk tó, at hann vorðin eitt sindur klokkur av nú at fáa slíkt mál tveitt á borðið uttan at hava fingið kunnleika til tað áðrenn. Men eg haldi tað er av stórum týdningi, at vit nú taka upp samráðingar við grannakommuna um at fáa ein aætlan yvir ekið á Glyvursnesi, segði Ronald var Poulsen Framtíðin hjá teimum sum flúgva Býráðslimurin ingi Mohr tók eisini undir við mál inum, soleiðis sum tað var framlagt av bvrådsfor- manninum. Hann helt, før- oyingar vera so mikið nógv verdar, at rætt er at byggja enn eina flogbreyt. Ingi Mohr vísti á, at tað vóru strategiskar orsekir til, at flogvellurin á sinni varð lagdur vesturi í Vágum og helt, at allar loysnir at útbyggja tann flogvellin tó bert vera lappari og fara bert at forða fyri eini aðrari og betri loysn, nevniliga einum nýggjum flogvelli á Glyvursnesi. Hann helt tað ikki vera rætt at lata løgtingid av- gera slíkt mál, tí har ræður bygdamentalitetur fram um sunt skil, sum hann málbar seg. — Vit eiga at arbeiða seriøst við hesum mål- inum, tí tað snýr seg um framtíðina og trygdina hjá teimum, sum flúgva, segði Ingi Mohr Einki at halda loyniligt Leivur Johannesen hevði eisini orðið á fundinum og segði seg ganga inn fyri at byggja flogvell á Glyvurs- útfrá teimum kann- ingum, sum fyriliggja. Hann helt tað vera ófor- svarligt at hava flogvell í vágum orsakað av trygd- nesi arspurninginum Leivur Johannesen segði seg tó vera sera ov- farnan av framgangs- mátanum hjá býráðsfor- manninum í málinum, sum ikki hevði givið r.ekr- um býráðslimi upplýs- ingar. — Eg haldi, at slíkt »hemmeligheitskremm- ari« er rættiliga legið, ti tað skuldi ikki verið nakað loyniligt í tí at byggja ein nýggjan flogvell. Hann helt tað annars ikki vera rætt at fara utt- anum landsmyndugleik- arnar, tí teir skulu so inn í myndina, tá pengar skulu = Síða 21 lænast. Annars helt Leiv- ur Johannesen gongdina í hesum málinum vera eina rætta moti landsmyndugleikunum, sum einki høvdu gjørt við hetta málið. Ti høvdu teir uppiborið at fáa eitt spark í skinnabeinið, segði hann provokatión Leivur Johannesen spurdi býráðsformannin, um samráðingar hevdu verið við NATO ella ríkis- leiðarar í eðrum londum um ætlaða flogvellin Einki ónáttúrligt Arnstein Niclasen tók eisini undir við málinum og helt tað ikki náttúrligt at formenninir í Havn og í grannakomm- ununi tosa saman um slíkt mál, tí lendið, flogvellurin liggur í grannakommununi. H ann helt ikki búgvið at koyra í n evnd vera o- skal byggjast á, málið vera og segði, at taln er um samanfallandi hjá báðum kommununum Arnstein Niclasen kom eisini inn á trygdina í Vágum og fýltist á trygd- arviðurskiftini har. Hann seg undrast á. hvussu flogskiparar tora at fara avstað ella lenda við flogfari, sum oftani ber seg at sum eitt annað blað í vindinum. Hann helt ikki hetta fór at vera nakar trupulleiki yvirhøvur á Glyvursnesi, og her er so møguleiki at gera ein vell. sum er 3 km langur og slíkt kann als ikki sam- metast við viðurskiftini í Vágum. áhugamál segði Óverdug framferð Petur í Gong var eisini fyri einum flogvelli men hann var harafturímóti harðliga framferðini hjá býráðsformanninum í hes- um málinum og segði, ath on var bæði óverdug og óanstendig, sum hann málbar seg. Hann helt, at býráðsformaðurin átti at havat tosað við hinar by- ráðslimirnar, áðrenn hann fór um fjalliða t samráðast. Lisbeth tók eisini undir við málinum og helt tað vera rætt at kanna tað, men hon legði tó eina við, at málið mátti ikki broyta nakað í lang- tíðarfíggjarætlanini og heldur ikki mátti tað forða fyri tí sosiala arbeiðinum í Petersen býnum. Hon vísti aftur skuldsetingunum, at einki sosialt arbeiði verður gjert í Havnini og helt fyri, at hóast íbúðarneyðin í býnum er stór, so verður nakað kortini gjørt fyri at skaffa fólki innivist. Eisini býráðsfor- limurin Zacharias Vang tók undir við ætlanini at byggja flogvell á Glyvurs- nesi. Hann helt uppskotið vera gott og segði, at hetta hevði verið ein landspolitiskt uppgåva, men at tað nú var ein lokalpolitisk. jan