hósdagur 29. mai 1986síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ar
—
mr
Nr. 59 — 29. mai 1986
= -
LFU kortid opnar
dyrnar til
heimsins ungdóm
Í staðin fyri at liggja og
sóla sær á einari strond
uttan fyri eitt hotell onkra
staðni sunnanfyri, átti
føroyskur ungdémur
heldur at ferðast soleiðis,
at hann hittir ungdóm í
eðrum londum.
Hetta halda teir á LFU
ferðum, sum millum
annað hevur til endamáls
at virka fyri altjóða fatan
millum ungfólk.
LFÚ ferðir eru sjálvogn-
arstovnur, sum byrjaði í
fjør. Men longu nú eru
LFÚ ferðir við í tveimum
altjóða felagsskapum,
International Student
Travel Conference, ISTC
og Federation of
International Youth Tra-
vel Organisations,
FIYTO, sum er fyri øll
undir 26 ár.
LFÚ kortið gevur at-
gongd til allar tær semdir,
hesir báðir felagsskapir
hava útvegað ungum
ferðafólki. Talan er um
eitt nú avsláttur á ferða-
seðlum og gisting.
Sami prísur
um allan heimin
LFÚ kortið er eitt altjóða
kort. Tað kostar 40 kr. um
árið. Prísurin fyri slík kort
er hin sami um allan
heimin.
Try LFU kort eru. Kort 1
fáa tey, sum eru í hægri
útbúgving, eitt nú á lærd-
um håskula, læraraskúla
og hægri handilsskúla
Kort 2 fáa allir næmingar
og lærlingar 12 ár og eldri
og kort 3 fáa ell undir 26
ár, tað vil siga eisini tey,
sum ikki ganga í skúla ella
eru í læru.
Misjavnt er, hvussu
nógvar semdir keortini
geva. Tó er ongin munur á
korti 1 og 2. Hesi kort
geva 50% avsláttur við
strandfaraskipunum, 35%
avsláttur við Norrenu og
30% við DFDS.
Kort 3 gevur íkki av
sláttur við SL, men 25%
hjá Smyril Line og 30 hjá
DFDS.
Fyri at fáa bíligar ferða-
seðlar til Norrenu og Win-
ston Churchill, skula teir
bíleggjast hjá LFU ferð-
um, sum halda til í Dr.
Jakobsens getu 16 og
hava telefon 15037. Skriv-
stovan er opin kl. 14.00-
18.00 vanligar gerandis-
dagar
LFU ferðir selja eisini
Interrailkort til tokini í
Europu.
Treytin fyri at fáa bílig-
ar ferðir uttanlands er, at
tær verða keyptar hjá DIS
Rejser
Ongin vinningur
LFÚ ferðir eru ein so-
kallað >non profit< fyri-
teka. Tað vil siga, hon
verður ikki rikin við vinn-
ingi. Raksturin skal bara
hvíla í sær sjálvum.
Upphavið til LFU ferðir
er sjálvandi at finna í
LFÚ (Landsfelag føroy-
inga í útbúgving).
Tað var saknur í einum
útbúgvingarkorti og fyri
at beta um hetta vórðu
LFÚ ferðir stovnaðar sum
ein arbeiðsbólkur undir
LFÚ. Men á aðalfundi hjá
LFÚ í september í fjer
varð avgjørt, at LFÚ
ferðir skuldu vera sjálv-
ognarstovnur. Og Í
november var farið rætti-
liga til verka
— Vit hevdu frætt, at ís-
lendingar hevdu fingið
góða hjálp frá DIS Rejser
í Danmark, sigur Mortan
Veyhe, fyrrverandi for-
maður í LFU.
Vit vendu okkum tí
eisini til DIS, og skeittu í
lógina hjá teimum, tá vit
gjørdu okkara.
Mortan Veyhe sigur, at
tað er Jólamerkjagrunnin-
um fyri at takka, at LFÚ
ferðir kundu byrja í fjør.
Grunnurin játtaði 42.000
kr. í fjør og 10.000 kr. í ár.
Annars fáa LFÚ ferðir
10% av ellum ferðaseði-
um, tær selja og tær hava
eisini átikið sær at reka
bústaðin, sum LFÚ hevur
bygt undir Brúnni í Havn.
LFU ferðir settu fyrr í
ár ein fyrisitingarleiðara,
Hans Mikkelsen. Hann
skal í summar hava tvey
hjálparfólk, so avgreiðslan
gongur skjótari enn i fjør.
hd
Biligari
e 50%
at sigla
i skúla
Skúlanæmingar og lær-
lingar, sum ikki búgva,
har skúlin ella læruplássið
er, ferðast fyri hálvan prís
við Strandferðsluni.
Hetta kemur sjálvandi
væl við hjá teimum, sum
noyðast at sigla. Men hini,
sum brúka Bygdaleiðir,
eru ikki so heppin. Tey
noyðast at gjalda fullan
prís.
Hendan mismun royna
LFU ferðir at rætta. Men
higartil uttan úrslit. LFU
ferðir hava skrivað til for-
mannin í Samferðsluráðn-
um, Hergeir Nielsen, og
landsstýrismannin Lassa
Klein. Onki svar er komið
enn.
hd
Nú verður |
álitið um
lærara-
sáttmálan
skrivað
Fyri hálvan juni fær Len-
ningsdepartementet í
danska fíggjarmálaráð-
num álitið frá kenslumála-
ráðnum um sáttmálan
millum Feroya lærara-
felag og Landsstýrið
Eitt avrit verður sam-
stundis sent forsætis-
málaráðnum til kunning-
ar, upplýsir Ole Trenning,
fulltrúi i kenslumála-
ráðnum.
Hann sigur at hann nú
hevur fingið tær upplýs-
ingar, hann hevur brúk
fyri. Ein fundur við skriv-
stovustjóran á Ríkis-
umboðnum, Arnskov,
tann 20. mai var sera
gagnligur, sigur Ole Trøn-
ning. Har bleiv sáttmálin
gjølla vidgjørdur. Arn-
skov greiddi frå broyting-
unum og hvat tær inni-
bera.
Rikismyndugleikarnir bera otta fyri, at donsku lærararnir fara at krevja somu sømdir og somu løn, sum teir før-
oysku hava fingid i nyggja såttmålanum vid Landsstyrid
- Ikki minst fingu vit
greidu å muninum millum
føroyskar og danskar lær-
arar eftir at teir føroysku
hava fingið nýggja sått-
málan og vit fingu at vita,
hverjar broytingar byggja
á serferoysk viðurskifti,
sigur Ole Trenning.
Fundur í
Keypmannahavn
Hevuðsspurningurin er,
um figgjarmålarådid góð-
kennir nyggju lønarramm-
una, sum er hægri enn
tann danska.
Ivi er eisini um aðrar
sømdir, føroysku lærar-
arnir nú hava fingið.
Ole Trenning hevur
onga viðmerking til, at
Landsstýrið hevur avgjert
at gjalda lærarunum len-
arhækkingina sambært
sáttmálanum.
Men hetta verður uttan
iva umrett á fundinum,
sum kenslumálaráðharrin
skal hava við Landsstýrið
í Keypmannahavn antin í
dag ella í morgin.
hd