hósdagur 5. juni 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Dramaið
um: TV2
NÚ er dramaið um TV 2 av, og
sigast kann ið hvussu er, at keði-
ligt hevur tað íkki verið! Tað sigur
so eisini nakað um politikk, tá
hann er ringastur. Tann tragikom-
iski endin á søguni gjørdist, at
danski forsætisráðharrin opinlýst
takkar umboðnum fyri >Tann
føroyska fólkaflokkin — radikalt
sjålvstyri« fyri at hava bjargad
målinum! Hetta er ein tøkk, sum
sjålvt Pauli vildi verið fyriuttan.
HETTA mál hevur tó fleiri áhuga-
verd aspektir. Grundgevingin fyri
umboð fólkafloksins at atkvøda
fyri er at fáa eitt fleirtáttað sjón-
varp. Hetta er eisini alt í lagi, men
sami blaðstjóri hevur fleiri ferðir
mælt til lýsingarboykott móti
blødum sum hava eina aðra hugs-
an! So fleirtáttingin skal heilt
vera til hansara fyrimun.
TAÐ meira áhugaverda í hesum
sambandi er tó, at stórur meiriluti
er í danska fólkatinginum fyri
TV 2. Men ósemjan hevur verið
um, hvert nýggja sjónvarpið
skuldi fíggjast við reklamum ella
ikki. Og tað er hetta sum umboð
Fólkafloksins fær og tekur sær
heiðurin av at hava bjargað í
einum gðrum landi! Samstundis
sum vit her í Føroyum als ikki
loyva reklamum hverki í útvarpi
ella sjónvarpi. Og hesin spurn-
ingurin kemur als ikki uppá tal
heldur her hjá okkum. Vit hava tí-
{skil ålagt ødrum nakað, sum vit
ikki skoyta um sjálvir.
EISINI vísir hetta mál eina ferð
enn hver orðloysingur Óli B. er.
Hann fór jú uppá val uppá ikki at
leggja seg út í donsk viðurskifti.
Samb. Jógvan Sundstein í DB í
gjár heittu bæði landsstjórn floks-
ins og tingbólkurin á hann um
ikki at leggja seg út í donsk viður-
skifti og at lata vera at atkvøda.
Hetta hevur hann samb. JS eisini
játtað. Men 28. maí fáa vit at vita í
DB at OB »Stridist at sleppa und-
an at atkvøda«. Hetta verdur
gjørt vid at royna at yvirtala onkr-
an annan danskan fólkatingslim
at lata ta avgerandi atkvøduna.
Bert hetta má sigast at vera ein
óhoyrd uppílegging í donsk viður-
skifti við lít, og hevur longu tá
verið eitt brot á tilsøgnina til
leiðslu floksins. Men tá atkvøtt
verður, greiðir hann eisini at-
kvødu fyri, hóast málið hóast alt
hevði verið samtykt uttan. Hetta
kunnu vit bert fata sum ein roynd
at eyðmýkja leiðsluna í fólka-
flokkinum og at vísa hvor ið tann
veruligi leiðarin er. Og alt bendir
á, at hesum sleppur hann eisini
væl frá, og at restin av floks-
leiðsluni kyssir koyrilin, sum hon
so ofta hevur gjørt áður.
NIDURSTØDAN av øllum hesum
er, at hóast meirilutin av donsk-
valdu fólkatingslimunum hava
verið ímóti einum reklamu-fíggj-
aðum sjónvarpi er hetta nú sam-
tykt við hjálp av føroyskum fólka-
tingslimum, hvers sjónvarp og út-
varp ikki loyva reklamum! Og
tøkkina fær tann fólkatingsmað-
urin, sum hevur Feroyar sum
»suverenan stat« á síni politisku
skrå!
VIT skulu skoyta uppi, at vit sera
illa skilja, at donsku stjórnarflokk-
arnir á henda hátt loyva ÓB inn í
politiska hitan. Hesir somu flokk-
ar hava ferð eftir ferð givið til
kennar, at teir einki vilja hava við
Fremskridtspartiet at gera vegna
tey sjónarmið, sum hesin flokkur
stendur fyri. Tann sum fylgir við í
politikki má ásanna, at Glistrup
og hansara menn eru teir reinu
sunnudagsskúladreingir í mun til
ÓB, og tað hann stendur fyri.
TEIR nærmastu andsfrændirnir
hjá ÓB ruku úr fólkatinginum í
1945, og tað má sigast at vera
»skæbnens ironi«, at tær polit-
isku hugsanir, sum danir vóru
samdir um at vísa frá sær í 30- og
40-árunum nú skulu síta til há-
borðs í sama landi.
VIT meta hesa søgu bæði at vera
synd og skomm. Skommin er tað
ummæli, sum danir hava fingið av
føroyskum politikki. Og vit harm-
ast eisini um, at tann stóða sum
fólkaflokkurin tekur við at lata
seg tyrannisera av einum slíkum
gavstrikki, so avgjørt ikki bøtir
um meguleikarnar hjá restini av
flokkinum at sleppa vid i nakad
politiskt samstarv å tingi.
VIT meta eisini, at henda og aðrar
líknandi hendingar eiga at fáa
javnaðarflokkin at viðgera okkara
støðu til fólkatingsumboðanina.
Vit eiga ið hvussu er ikki at koma
í eina líknandi støðu í einum kom-
andi fólkatingi !
Dagblað
1
0 og
Nr. 62 — 5. juni 1986
nationalsosialisma
Aftur fríggjadagin 16. mai
hevur O.J.R. grein, sum er
við til at gera Dagblaðið
heilt virðisleyst sum tíð-
indablað. Annaðhvert er
maðurin forstokkaður, ella
avdúkar hann eina totala
seguliga fávitsku.
Dagblaðið hongur seg í
heitið nationalsosialistar,
men tað er ikki altíð, at
navnið sigur so nógv
Dagblaðsmenn munnu
vera teir seinastu, sum
kalla Eysturtýskaland
demokratiskt, sjálvt um
tað eitur >Týska Demo-
kratiska Republikkin.« At
heitið er heilt burturvið,
prógvar eisini at Hitler
bleiv hjálptur til ræðið av
teimum konservativu
kreftunum í landinum.
Harra Rólantsson! Tá ið
Hitler kom til valdið í
1933, hevði hann bert 43%
av veljarunum aftan fyri
seg, men allir teir borgar-
ligu ríkisdagslimirnir at-
kveddu fyri Hitleri sum
ríkiskanslara. Sosialdemo-
kratarnir striddust sum
úlvar á skóg ímóti. Sostatt
hevdu teir konservativu
medábyrgd av tí ragnar-
oki, sum hendi. Sigur Óli
Breckmann, tín harri og
meistari nakað annað, so
prógvar tað bert, at
maðurin hevði rætt, sum
segði, at Ó.B. var komin
aftur til landið við einum
akademiskum reyðfiska-
prógvi í reyvalummanum.
Hvat mundu norsku
javnadarmenninir Einar
Gerhardsen, Trygvi
Bratteli og Halvor Lange,
sum allir sótu í týskum
týningarlegum sagt um
vesalingarnar á Dagblaðn-
um og teirra 8sKrnving
Vit fáa at vita at Musso-
lini byrjaði sum sosialist-
ur. Eg meini tað. Hákun
Djurhuus byrjaði eisini
sum javnaðarmaður
Vit fáa eisini at vita, at
Marx var jødahatari. Men
størstu åbyrgd fyri jøda-
jagstran gjøgnum tíðirnar
hevur tann katólska kirkj-
an. sum altíð hevur verið
konservativ. Ikki fyrr enn
fyri heilt fáum árum síðani
— eg meini í 1965 — við-
tóku katolikkarnir á eini
heimskongress, at jedar-
nir ikki longur skuldu
standa til svars fyri kross-
festing Jesusar.
Hvat mundi sjálv
ímyndin av frælsisstríðn-
um, javnaðarmaðurin
Frode Jacobsen sagt um
skriving Dagblaðsins.
Hann sum sjálvur var
giftur jediskari kvinnu, og
sum øll 30-árini hjálpti
jedum til rýmingar undan
týning. og sum øll krígsár-
ini sat i »Frihedsrådet«.
Mundi hann havt nakað
annað enn vanvirðing til
avlops fyri Lydiu, Levi,
Ó.B. og Rólantsson ?
Men hvat gjørdu so teir
konservativu hesi árini.
Jú, t.d. sat stóra idol
Lydiu Arges, Ole Bjern
Kraft og skrivaði heilar
bøkur um fasismunar væl-
signilsi. Far bara á bóka-
savnið og spyr. Tann kon-
servativi, sum eftirtíðin
minnist best, er Christmas
Møller, men hann íekk,
sum vera man, sparkið frá
sínum egnu eftir kriggið
og doyði ólukkuliga 1948.
Segan sigur okkum eisini,
at hann fyri heimsbardag-
an royndi at lúka tær
nasistisku kreftirnar úr
konservativa flokkinum,
men hetta sært tú íkki í
Dagblaðnum.
Dagblaðsmenn standa
seg best við íkki at nevna
nasismu, annars fer lesar-
in bert at samanlíkna
hana við Dagblaðsins
linju, sum er segufalsan,
lygnir, illgitingar, eyk-
nevning, insinuering og in-
juriur. Hetta hevur ført
við sær, at Fólkaflokkurin
stendur einsamallur og
uttan ávirkan í feroyskum
politikki. Fólk hava and-
stygd fyri slíkum. Við
eftirmæli Oluf Palmes
reisti Dagblaðið sær eina
skamstúttu, sum seint
verður gloymd. Men
flokkurin tilstyðjar hes-
um, so vælgagnist teimum
i einseminum.
Nýfasistiskir og ný-
nasistiskir flokkar vaksa
sum hundalond í hesum
tíðum, og eru allir ultra-
konservativir, apartheid-
vinarligir, rasistiskir og
javnaðarhatskir.
Segan prógvar, at Ró-
lantsson og hansara filo-
soffar ikki eru trúverdigir.
Limirnir í Blaðmanna-
felagnum skulu bert fegn-
ast yvir, at Rólantsson
ikki er teirra millum. Ein
maður, sum sjoflar so
nógv við evninum, sum
hann ger, hoyrir íkki
heima í fakfelagnum
Hann veit valla, hvat
orðið journalistæra merk-
ir.
javnaðarmaður
Ítróttur og sunnudagur
Hesa seinastu tíðina hava
fjølmidlarnir talað og
skrivað um ítrótt sunnu-
og halgidagar.
M.a. viðgjerdi Heðin
Mortensen, formaður í
ÍSF, henda spurning í frá-
greiðing síni til ársaðal-
fundin hjá ÍSF.
Heimamissiónin vil tí
loyva sær at kunngera
hesa áheitan, sum er send
til ÍSF:
Av tí at steðan í dag er so-
leiðis, at sunnu- og halgi-
dagsítróttur órógvar
kirkjugongd, sunnudags-
skúla og familjulívið og
skapar stórar trupulleikar
millum bern og foreldur,
meta vit tað vera av al-
stórum týdningi at fáa
hesi viðurskifti broytt.
Ofta er staðan tann, at
foreldur mugu velja, um
bernini skulu í kirkju og
sunnudagsskúla ella lut-
take í ítróttarkappingum.
Okkara metan er, at henda
støda er til bága bæði fyri
ítróttin og andaliga lívið í
Feroyum.
Við at fáa skil á hesum
viðurskiftum kunnu vit
samstundis beina nógvar
misskiljingar av vegnum.
Mál okkara er:
1) At fáa barnaítrótt upp
til 16 ár burtur frá
sunnu- og halgidegum.
2) At annar ítróttur,
íroknað ferðing,
ikki ávirkar guds-
tænastuna.
Ein háttur at broyta
hesi viðurskifti er í yngru
deildunum at skipa kapp-
ingarnar i sokallaðar
oyggjakappingar. Harvið
kundu fleiri dystir verið
leiktir einhvenn gerandis-
dag. Í eldru deildunum
eigur at verða miðað
ímóti, at dystir sum
krevja langa ferðing, so
vítt gjerligt vera leiktir
leygardag.
Vit vóna og vænta at vit
í felag kunnu finna eina
skilagóða loysn til gagns
fyri báðar partar.
Vinarlig heilsan
Hin kirkjuliga
Heimamissiónin
í Feroyum