hósdagur 5. juni 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8
tíðindablaðið
Sundsbóndin:
Hvorki
Hans ella
Poul
sleppa at
grava fyrr
enn mini
viðurskifti
eru i lagi
— Eg kann sjálvandi ikki nokta kommun-
uni at taka lendi til almenn áhugamál so
sum kei, men at taka jerð frá einum pri-
vatmanni til at lata einum eðrum privat-
manni síggi eg einki skil í, sigur bóndin á
Sundsgarðinum Hans Bærentsen.
Bóndin á Sundi, Hans
Bærentsen, er sera mis-
negdur við gongdina í øll-
um málinum viðvíkjandi
ætlanini at brúka eki á
Sundi til idnadarendamål
— Her sleppa hvørki
Hans Mortensen ella Poul
Michelsen at grava, fyrr
enn øll mini vidurskifti eru
lagi. Hans Mortensen
hevur ongantið tosað
við meg um nakað, og
Tórshavnar Kommuna
hevur bert tosað lítið við
meg um allar hesar ætlan-
irnar, sum eg frætti um í
Sundsgerður
blødunum og
sum slatur.
Hans Bærentsen, sum i
dag er 62 åra gamal, hevur
sitið við Sundsgarðin, ið
er kongsfesti, síðani 1944
Hann hevði í síni tid 27
neyt, men nú eru eingi
neyt, bert seyðabrúk.
Sundsgarðurin er tilsam-
ans 18 merkur, 12 innan-
garðs og 6 uttangarðs
Garðurin ber 200 áseyðir.
Higartil er tikið burtur
av festinum í smáum so
við og við. Eitt nú er
nakað væl farið til SEV og
annars
ÞÁ
Bóndahjúnini á Sundi
eisini til Tórshavnar
kommunu, sum hevur
grótbrot á Sundi
Skal nú restin av
um takast frá festinum, so
er lítið eftir, heldur Hans
Bærentsen, sum eisini
vísir á, at teir brúka nógv
gras til at fóðra seyðin
við. So uttan bein verður
ben-
eisini seyðabrúkið av ong-
um
Uppá fyrispurning um,
hvat hann fer at gera, um
so er, at okkurt byggifelag
fer at seta spakan í á
Sundi í næstum, so tíðindi
hava gingið um, sigur
Hans Bærentsen, at so fer
hann at forða teimum í tí.
- Her skal einki gerast
fyrr enn mini viðurskifti
eru í lagi
Hann heldur annars, at
tey eru sera illa viðfarin í
hesum málinum
Hvat var meira nått-
úrligt, enn at vit, sum
hava búð her í so nógv ár,
vórðu eftirspurd og fingu
kunnleika til ætlanirnar,
spyr Hans Bærentsen og
sigur, at tá tað hevur snúð
seg um SEV og annars
ætlanirnar hjá Tórshavn-
ar kommunu fyri fleiri
árum síðan at gera
bryggju á Sundi, tá hevur
hann verið eftirspurdur og
hevur fingið kunnleika til
ætlanirnar í góðari tid. Nú
tykist sum alt verður dult
Hans Bærentsen vísir
á, at fyri nekrum árum
síðani hevði Tórshavnar
kommuna ætlan um at
byggja kei á Sundi og
hetta var eisini í besta for-
stáilsi við seg.
— Vit kunnu sjálvandi
einki hava ímóti, at tað al-
menna vil brúka ein part
av festinum til slíkt sum
kai og pakkhús á landi.
— Hetta hevur komm-
unan eisini loyvi til sam-
bært lógina um ognarteku
skjótast.
| POSTRÚM 69 -
„„MPUr
£ og
ste“
P/F DATA COMPUTER SYSTEMS
av jørd til almenn enda-
mál.
Men harfrá og so at
sum givið, at ein
privatmaður skal fáa alt
taka
lendið, og at hetta skal
takast frá einum eðrum
privatmanni, tað kunnu
vit ikki ganga við til
Tað vísir seg, sigur
Hans víðari, at tann sum
er nóg frekur, hevur
spiskar albogar og hevur
nógvan pening, hann
kann trumla alt sitt
igjøgnum og haraftrat við
vælsignilsi og hjálp frá
politikarunum
Hans Bærentsen hevur
nú skrivað Tórshavnar
kommunu bræv um málið.
Hann er annars í letuni í
samráðingum vid komm-
ununa um alt projektið á
Nr. 62 — 5. juni 1986
Sundi
Nú hoyra og lesa vit
um ætlanina her uppi,
uttan at nakað er avgreitt
hjá okkum. Vit kenna tað
sum at vera rikin av rókini
og vit vita einki um, hvar
vit skulu flyta ella hvat!
Vit vita hverki, um
vit eru keypt ella seld, sig
ur Hans Bærentsen at
enda
jan
BATA
P/F DATA SOKIR
PROGRAMMØRAR
P/F DATA søkir eftir programmørum at seta i starv sum
Hevur tú áhuga fyri EDV og programmering, og ynskir
tú eitt framtíðarstarv, hevur tú møguleikan nú
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Poul Pøhlsgaard, stjóra ella Karsten Saxov, EDV-leiðara.
SMYRILSVEGUR 20
3800 TORSHAVN
|| ||| ||