leygardagur 7. juni 1986síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63 7. juni 1986
— Tað er eingin annar enn
eg sjålvur, sum standi
aftanfyri ætlanina
»Sundsdepilin« og eg eri
ikki strámaður fyri nakran
útlendskan kapital
Soleiðis sigur Hans
Mortensen í eini við-
merking til skrivingina
um ætlanina at fara undir
arbeiðið uppá Sundsdepil-
in.
Hann er sera ónegdur
við yvirskriftina í Sosial-
inum seinasta hósdag,
sum var: >Hver stendur
veruliga aftanfyri Sunds-
depilin?<
— Eg skilji hasa yvir-
skriftina soleiðis, at sipad
verður til, at okkurt lusk
er aftanfyri, men til tað
kann eg bert siga, at tað
er tað ikki.
— Tað liggur hverki til
mína náttúru ella ment-
alitet at skula brúkast av
ødrum. Eg arbeiði ikki fy
ri aðrar og kann siga, at
eingin stýrandi kapitalur
verður á útlendskum
hondum, sigur Hans
Mortensen.
— Men hvussu ber tað til,
at útlendskir lánistovnar
vilja figgja eitt so stórt
projekt, sum bert ein
maður stendur aftanfyri,
og í hvenn mun fíggja
útlenskir lánistovnar pro-
jektið?
Hans Mortensen: — Eg
havi rætt til at læna peng-
ar sum einhver annar, ið
ætlar sær í gongd við eitt
idnadarprojekt og í hesum
førinum vísir tað seg, at
útlendskir lánistovnar eru
sera hugair fyri at læna
pengar, tí teir trúgva
uppá projektið. Teir siga
beinleiðis, at hetta er
rætta leiðin hjá feroy-
ingum at ganga, nevniliga
at foredla fiskin meira og
samstundis framleiða út-
gerð til fiskiflotan. Teir
meta kjarnan at vera eitt
sera týdningarmikið lið í
ellum hesum ætlanunum.
So teir trúgva uppá pro-
jektið og persónarnar aft-
anfyri.
Er tað ætlanin, at tú
einsamallur skal standa
fyri ellum projektinum,
ella sleppa aðrir eisini uppi
eitt nú við at seta pengar
i?
Tað er so spurning-
urin, hver torir og hver
hevur áhuga fyri tí. Hig-
artil er tað so bert eg
sjálvur, sum havi sett
pengar í projektið og havi
eg úr egnum lumma brúkt
millum 3-4 mill. kr. til
projektið.
— Onnur er annars
vælkomin at seta pengar
í, um tey hava hug til
tað, sigur Hans Morten-
sen, sum annars ikki held-
ur nakað legið vera í ti, at
ein einsamallur persónur
tekur stig til slíkt stórt
projekt.
— Um viðkomandi per-
sónur sjálvur átekur sær
fíggjarligu ábyrgdina, so
dugi eg ikki at síggja, at
nakað legið er. Eg má
hava loyvi einsvæl og ein-
hver, sum fer undir at seta
á stovn handil ella annað,
at taka stig til eitt slíkt
projekt.
Nú verður
byrjað
Tað eru tvey ár síðani, at
Sundsdepilsprojektið
varð almannakunngjert,
og nú eru so tey flestu
loyvini í lagi, soleiðis at
farast kann undir ar-
beiðið.
Tað fyrsta, sur. verður
gjørt, er havnin og bygg-
ibåningin av lendinum,
sum Tórshavnar komm-
— Eg eri ikki
strámaður
fyri nakran
útlendskan
una stendur fyri. Tikið er
av einum tilboði frá
byggifelagn':r. Pihl á Søn
uppá góðar 44 mill. kr
Ætlanin er at seta spak-
an í í juli ella august.
Sundsprojektið snýr
seg í stuttum um at
byggja ein ídnaðardepil
við fleiri virkisbygningum
og so eini kjarnu. Hans
Mortensen sigur, at upp-
runaliga projektid er
nakað broytt soleiðis at
tað nú er 40% minni.
Samlaði kostnaðurin er nú
mettur til einar 200 mill.
kr. ímóti 350. Sjálvur
kjarnin fer at kosta mill-
um 50 og 75 mill. kr
Men hví fara undir
hetta stórarbeiði, nú so
nógv onnur arbeiði eru í
gongd og tervur er á ar-
beiðsmegi?
Til tað sigur Hans
Mortensen, at tað er
greitt, at nógv arbeiði er í
gongd, men hetta fer helst
ikki at standa við.
— Tá vit fara í gongd
umnekur ár, so haldi egf
viðurskiftini er komin í
aftur eina normala legu.
Kanska tá verður ov htið
arbeiði. /
Fleiri í arbeiði
á landi
Hvat arbeiði viðvíkir, so
heldur Hans Mortensen,
at fiskifloti okkara er alt
ov stórur og at framtíðar
flotin fer at krevja nógv
færri mans enn í dag, og
tað ger at neyðugt verður
við arbeiðsplássum á
landi. Her er so ætlanin,
at Sundsepilin skal vera
ein av avbjóðingunum.
Talan verður rætt og
slætt um umplasering av
arbeiðsmegini.
Hóast tað nústani nú
verður farið at projektera
sjálvan Sundsdepilin, so
hevur partafelagið Sjótól,
sum Hans Mortensen
eigur, í eina tíð gjørt yms-
ar menningarroyndir. Tal-
an er um trý projekt,
meðan 7 onnur eru á
tekniborðinum. Tað snýr
seg um útgerð og reiðskap
til fiskiflotan
Hans Mortensen, stjóri: — Eg eri ikki strámaður fyri nakran útlendskan kapital
Brúk fyri
báðum
Ein partur av kritikkinum
móti Sundsdeplinum hev-
ur verið, at almennir
granskingarstovnar eiga
at taka sær av verumenn-
ing o.l. og at hetta eigur
at verða latið til privat-
virki at umsita
Hans Mortensen: — Ég
haldi tað er brúk fyri bæði
teimum verandi almennu
stovnunum og einum
„Sundskjarna<. Vit hava
longu uppdagað, at eingir
stovnar eru í Føroyum,
sum kunnu taka sær av ti
útviklingsarbeiði, vit
gera. Vit eru ti noyddir at
keypa »kjarnuvitan« í
eðrum londum.
Eg ivist ikki i, at vit
kunnu fáa eitt sera posi-
tivt samarbeiði við ver-
andi almennar stovnar so
sum Heilsufreðilig
Starvsstovuna, leggur
Hans Mortensen aftrat.
Hann tekur annars ikki
undir við úttalilsum hjá
Vilhelm Johannesen, idn-
aðarmálaráðharra í blød-
unum herfyri, um at bert
tað almenna eigur at
standa fyri menningar-
arbeiði, tá kunnu flest
megulig hava atgongd til
úrslitini.
Eg må so avgjørt
visa hasum aftur. Tad,
sum eyðkennir føroyingar
okkurt skal
gerast, so
er, at få
kannast og
endar tað við, at útlend-
ingar stinga av við hug-
skotunum.
Bygdamenning!
Hans Mortensen, sum
sigur seg einki hava ímóti
at leggja seg út í tjak um
Sundsdepilin nú, heldur,
at tann parturin av krit-
ikkinum, sum hevur snúð
seg um bygdamenning,
hevur verið heilt skeivur.
— Eg haldi, at orðið
bygdamenning er vorðið
misbrúkt. Øll brúka hetta
orðið, men eingin sigur,
hvat tað í vruleikanum
stendur fyri. Eg haldi t.d
ikki, at tað er bygda-
menning at flyta eina
skrivstovu úr Havn og út
á bygd
Sjálvur haldi eg, at
Sundsdepilin og tær hug-
sjónir, sum liggja til
grund fyri honum, eru
bygdamenning, og hetta
gjørdi eg eisini vart við á
fiskivinnutinginum her-
fyri
Sundsdepilin skal
spræna megi út í hvenn
krók í landinum, og eg
haldi. at hetta projektið
kann verða sera góð in-
spiration til veruliga
bygdamenning, sigur
Hans Mortensen at enda.
jan
EB SS ESS SATA,
Framhald av sidu 2
Hevur landsstyrid mist
styrigreidirnar fyri bord?
Landsstyri stendur
sum sagt rættiliga hjålp-
arleyst i dag. Eitt ambod,
sum tørvur er å, er lands-
bankin. Um hann virkaði í
dag vóru vit betri útgjerd-
ir, men vónandi er hann
ikki langt burtur. Bú-
skapardeildin er seti á
stovn og skal hon m.a.
fyrireika landsbankan,
samstundis sum hon skal
vera ráðgevandi hjá lands-
stýrinum í búskapar-
spurningum.
Um tað var ein komm-
una, sum skuldi flutt allar
hesar pengarnar heim, so
kundi landsstýrið gjert
sina ávirkan galdandi
orsakað ásetingar í komm-
unulógini, men tað er
eingin lóg, sum ásetur, at
nakar privatur skal hava
lovi til at taka lán
Eitt annað SMS
Er hetta ikki ein óbein-
leiðis eggjan frá landsins
síðu til at tað verða privat-
menn, sum taka lán heim
og harvið stýra vinnuliv-
inum heldur enn td.
kommunur.
Tað kann ein siga,
men hetta er eisini ein av-
bjóðing til teir almennu
myndugleikarnar. Hetta
vísir ikki minst, at tað al-
menna als ikki hevur tey
neyðugu amboðini til at
stýra búskapinum
Hóast landsstýrið ikki
fær gjørt
nógv fyri ella
ímóti = ætlaðu Sunds-
depulsætlanini, so verður
málið helst umrett í lands-
stýrinum fyrsta dagin,
heldur vilhelm Johanne-
sen. Landsstýrismaðurin
óttast fyri teimum avleið-
ingum, sum depulin kann
fáa, og heldur, at
Sundsdepulin fær somu
avleiðingar fyri feroyska
vinnulívið sum SMS fekk
fyri handilslívið í Havn.
tor.-
Góðar rabarbur
— fáast.
TIf. 124 31
Fiat Fiorina
Minni vøruvognur biliga til sølu.
Tif. 1 18 20 e!la 124 31