leygardagur 3. mai 1986síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 = 3. mai 1986
I
, 85
Gudstænastan
í útvaprinum
sunnudagin kl. 11.00
Meðan tað í gamlari tíð var vanligt, at kirkju-
bygningar stóðu í gerð í mong, mong ár — sum
demi kunnu vit nevna dómkirkjuna í Niðarósi í
Noregi, sum teir grundlegdu í 1152 og har menn
framvegis arbeiða — hevur hetta ikki verið van-
ligt her hjá okkum. Eitt undantak er tó, enntá í
nýggjari tíð, og tað er núverandi Vágs kirkja, tí
frá tí, at próstin, Jákup Dahl legði grundarsteinin
7. august 1927, til kirkjan varð vígd, gingu út
ímóti 12 árum — hon varð vígd 12. februar 1939.
Kirkjusegan í Vági er bæði áhugaverd og
spennandi. Í Varðanum bind 9 í 1929 hevur
Jákup Dahl. Um fyrstu kirkjuna, sum eins og
tær, ið eftir hana komu stóð vesturi á Kirkju-
kletti, sigur próstin m.a.: Sum flest ellum man
vera kunnugt, hevur tað frá gamlari tíð verið
siður at lata olmussu til kirkjuna suðuri í Vági.
Vit minnast ell ordini í grindavísuni: »Kirken i
Waaji paa Sudere vi skjænke et Altersmykke«.
At henda ækirkjan hevur verið ein slík olmussu-
kirkja, man koma av, at hon sjálv, sum segnin er,
skal vera givin í olmussu. Ein múgvandi einkja í
Noregi, sum hevði mist mann sín á sjónum, gav
eina kirkju í olmussu. Hon læt allan stórviðin gra
til, bant hann saman og slepti honum út á sjógv,
og hon legði tað lyfti við, at har sum henda kirkja
rak á land, har skuldu tey eiga hana. Kirkjan kom
so rekandi inn á Vágsfjerð, og rak sjálv á land á tí
staði, sum síðan kallast á Kirkjukletti.
Hetta var so nakað av tí, sum Jákup Dahl
skrivaði um Vágs kirkju. Tá núverandi kirkjan
varð bygd longur úti í bygdini, varð tann gamla,
sum stóð vesturi á Kirkjukletti, tikin niður og
flutt til Hovs, har hon enn stendur.
Vit skulu ikki her siga so nógv um ta núverandi
stóru og prýðuligu Vágs kirkju sjálva, men
heldur tríva í eitthvert um virðismiklar og áhuga-
verdar lutir, sum í kirkjuni eru. Her er fyrst at
nevna gamal kalik, ætlandi frá 1500-talinum, sum
funnin varð, tá gamla kirkjan varð tikin niður. Og
so er tað gamla orglið ikki at gloyma: Keypmenn-
inir Jákup á Gerðunum og Petur Hans við Kross-
lið góvu tað í 1872. Hetta er eitt lítið orgul uppá 4
stemmur, og orgulbyggjarin er K. Olsen í Keyp-
mannahavn. Í 1984 fekk kirkjan nýtt stásiligt
orgul uppá 19 stemmur, sum Marcussen á Sen í
Aabenraa hevur bygt, men Vágbingar vóru so
umhugsnir at varðveita tað gamla orglið. Tað var
flutt innar í kór, har tað framvegis verður brúkt
til serstøk hevi. Ætlanir eru um at umvæla —
restaurera — tað.
Tá seinasta kirkjan á Kirkjukletti varð tikin
niður vórðu eisini funnir nakrir útskornir stóla-
vangar, sum vit tó ikki skulu umreða gjellari her.
Vágs kirkja fekk kór longu í 1939, Kirkjukórið
Ljóm, sum hevur til hevuðsendamál at styðja
sálmasangin í kirkjuni. Kórið er virkið framvegis,
og vit kunnu leggja aftrat her, at tey eru við á kór-
stevnuni, sum verður í næstu viku, og sunnu-
dagin 11. mai verða tey at hoyra í útvarpinum í
einum programmi við føroyskum sangum
Gudstænastan, sum útvarpið sendir sunnudag-
in kl. 11, er úr Vágs kirkju. Bjarni Bæk, prestur,
prædikar.
tíðindablaðið
Sunnudag kl. 12.00 |
| Middagskonsert
Eitt tað fyrsta, finska
tónaskaldið Jean Sibelius
komponeraði, var eitt lítið
intermezzo fyri violin og
cello, sum hann kallaði
»Vattendroppar«, og yvir-
hevur bar meginparturin
av tónleiki hansara dám
av Finnlands náttúru og
segu. Vit hoyra tónleik av
Sibelius umframt annan
norðurlendskan tónleik.
Jean Sibelius varð
feddur í 1865, og hann
gjerdist elligamal maður.
Tá hann gjerdist álvars-
liga sjúkur í 1904, høvdu
læknarnir ongar vónir um
hann. Teir settu honum
forboð fyri at roykja og
drekka, men Sibelius
drakk framvegis nógv
finskt brennivín og roykti
stórar sigarir — og náddi
ellisár. Hann doyði 91 ára
gamal 20. september
1957.
Tey síðstu verkini hjá
Sibelius komu í 1929.
Eftir hetta skrivaði hann
tónleik, sum eingin slapp
at hoyra. Nótableðini hóp-
aðu seg upp í túsundatali,
og á pakkarnar skrivaði
hann m.a.: »Må ikki latast
upp fyrrenn eg eri deydur«
Men eingi manuskript
lógu eftir hann. Hillarnar í
arbeiðsrúmi hansara vóru
tómar, og brent pappír lá á
eldstaðnum. Helst hevur
hann forkomið ellum,
stutt áðrenn hann doyði.
Eisini fara vit at hoyra
ein sang vi lagi eftir
norska tónaskaldið Half-
dan Kjerulf, sum livdi frá
1815 til 1868. Norðmenn
sjálvir kalladu Kjerulf
»skaper av den norske ro-
manse«. Fleiri enn 100
sangir lógu eftir hann, og
nógvum teirra varð lív
lagað, til demis hesum,
sum vit fara at hoyra
»Brudeferden i Hardan-
ger« við orðum eftir
Andreas Munch Den
norske Studentersangfor-
ening syngur við Torstein
Grythe sum leiðara.
Íslendska tónaskaldið
Jón Asgeirsson, sum er
feddur í 1928, hevur
skrivað nógvar kórsangir,
og hann hevur arbeitt
nógv við kórum. Av
eðrum tónleiki, sum er
komin frá hansara hond,
kunnu vit nevna operuna
»Trymskvida«, sum vit
hoyrdu í útvarpinum fyri
nekrum árum síðani. Vit
hoyra Kór Langholts-
kirkju við Jóni Stefáns-
syni sum leiðara syngja
eitt verk eftir Jón Asgeirs-
son. Orðini eru úr orð-
tøkum Salomons. Feroy-
ingar kenna kórleiðaran
Jón Stefánsson. Hann
stjórnaði felagskórinum á
kórstevnuni í Vági 1982,
og hann verður aftur við á
kórstevnuni í ár, sum
verður í Vestmanna.
Í sendingini, sum Janus
Mohr leggur til rættis,
hoyra vit at enda nútíðar
íslendskan orgultónleik.
Tónaskaldið er Jón Nor-
dal, feddur í 1926 og vit
hoyra hansara >Forspæl
til sálm, sum aldri var
sungin«. Hetta er uppteka
úr Kristskirkju, tí
katólsku kirkjuni i
Reykjavik. Orglid er av
donskum uppruna, bygt í
1950, og hann, sum spælir,
er Ragnar Bjørnsson.
Hann hevur vitjað í
Feroyum tvær ferðir, og
ta seinnu ferðina, hann
var her — tað var í 1982 —
gjørdi útvarpið upptøkur
vid honum i fleiri kirkjum,
og hann spældi tå alt
»Orgelbiichlein«-iå hjá
Johann Sebastian Bach.
Vit hoyra Ragnar Bjørns-
son spæla »Forspæl til
sálm, sum ongantíð varð
sungin« av Jóni Nordal.
Sunnudag kl. 13.40
Áh, tú undur-
fagri mai
Sending við feroyskum
sangum, sum Janus Mohr
skipar fyri. Vit fara m.a.
at hoyra Kaj Petersen,
Kvinnukór stjórnað av
Ólavi Hátún, kvinnukór
stjórnað av Olavi Jøkladal
og Chr. í Rættará syngja.
Sunnudag kl. 10.03
Barna-
útvarpið
Í barnaútvarpinum hesa-
ferð fáa vit 2. part av søg-
uni „Mamma eigur meg«.
Ebba Hentze hevur skriv
að og lesur sjálv. Ebba
skrivaði seguna á donsk-
um, men hevur Elin Sús-
umsett
anna Jacobsen
hana
Kristi
asti partur av seguni.
Himmalsferðar-
dag kemur triði og sein-
Síða 3
Leygardagur 3. mai
09.30
10.05
11.01
13.01
14.00
18.30
18.40
Vikan ið fer
Fyrrapartsløg
Marner Andreassen
Snæbjørn — 12. partur av skald-
søgu eftir Eilif Mortansson. Hans
Thomsen tydur og lesur
Barnaútvarpið
Oddvá Nattestad skipar fyri
Ungdómssendingin: Ross ella
bátur — tað er spenningurin, sum
dregur. Prát við ung úr Havnar
Róðrarfelag og Ríðifelagnum.
Birita Mohr leggur til rættis
Meg minnist
Niels Juel Arge tosar við Eivind
Akraberg Hansen í Havn
Ítróttatíðindi
V4-dråttur
Um vikuskiftið
Tá brimið breyt í Bretlandi
Tónleikasending um bólkin Jetro
Tull. Jákup Magnussen og Mikkjal
Helmsdal leggja til rættis
Dansitónar úr Gundadali
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Jákup Reinert Hansen, prestur,
Oddvá Nattestad skipar fyri
Sunnumorgun
Tónleikasending hjá Ova Olsen
Gudstænasta í Vágs kirkju
Bjarni Bæk, prestur, prædikar
Middaast !
Degurðatónar
Frítíð og náttúra
Jóhann Mortensen leggur til rættis
Áh, tú undurfagri mai
Føroyskir sangir
Kveðuljómar
Ítróttur og tónleikur
Popptindurin
Heðin Jensen skipar fyri
Ungdómssendingin :
Føroyingar — serstøk tjóð
Sending um tjóðskaparandan mill-
um ung. Birita Mohr leggur til
rættis
Veðurtíðindi og tíðindi
Ítróttatíðindi
Mánadagur 5. mai
09.30
10.05
11.01
13.01
13.20
14.01
19.00
19.30
20.10
20.40
Barnaútvarpið
Oddvá Nattestad skipar fyri
Fyrrapartsløg — Mikkjal Helmsdal
Um vikuskiftið
Meldurin
Seinnapartsløg
Leif Låadal velur løgini
Føroysk fólkamentan — hegtíðir I
Fyrilestur hjá Jóan Paula Joensen
Rockredaksjónin
Mikkjal Helmsdal skipar fyri
Snæbjørn — 13. partur av skald-
søgu eftir Eilif Mortansson. Hans
Thomsen týður og lesur
Liv- og læknafrødi
Jógvan Róin sigur frá
Týsdagur 6. mai
09.30
Ur plåtusavninum
Gissur Patursson velur løgini
. partur av skald-