Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 1986síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 15 — 6. maí 1986 B36-GÍ, 1. deild: 1-1 (1-0): Hatta var betri B36! Næsti landskappingardysturin hjá B36 í ár gekk væl betur enn tann fyrsti, og teir kunnu nú ið hvussu so er reypa sær av, at teir liggja framman fyri HB eftir tvey umfor av kapping- ni. Fekk B36 eina ringa byrj- an i fyrsta dysti sinum i 1. deild å hesum sinni, so gekk betur í eðrum umfari. Hesa ferð hevði B36 heimavøll, og mótsteðu- liðið var GI Dysturin varð leiktur á niðara velli í Gundadali, og líkindini vóru ikki av teimum allarbestu. Eitt sindur av vindi var, tó uttan at tað gjørdi nakað fortreð, og tað regn- aði ein stóran part av dystinum Fyrra hálvleik spældi B36 undan vindinum. Hesin hálvleikur var ikki væl spældur, og vandamiklum álopum var ikki nógv av. Tó okkurt var, ið átti at givið mál. T.d. miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ein getu- maður sleppur leysur og málmaðurin hjá B36, Mikkjal Mikkelsen, fer ímóti honum. Men tá GI- arin skal lyfta bóltin upp um málmannin í netið, ger hann ov nógv av, og bólt- urin fer á yvirleggjaran og út aftur í spælið. Hesin meguleikin átti avgjert at hava lagt GI á odda. Men tað skuldi hin- vegin vera B36, ið fekk fyrsta og einasta málið í fyrra hálvleiki. Tað var tá 43 minuttir vóru leiktir. B36 er í álopi og kemur rekandi inn móti málinum hjá GÍ. Bólturin verður avleveraður tvert- ur um vøllin, har ein B36- ari er miðskeiðis framman fyri málinum. Men hann letur bóltin fara víðari út til Tóra Nattestad, ið stóð á 16 m. strikuni í vinstru síðu. Hann sparkar bóltin við einum sera vekrum langskoti yvir í høgru síðu av málinum. Málmaðurin hjá GI blakar seg í fullari longd, men hann nær kort- ini ikki bóltinum, og B36 var á odda 1-0. Nú kom eitt sindur meira lív í dystin, men meira hendi ikki í fyrra hálvleiki, so tá dómarin bríkslaði fyri hálvleiki tveir minuttir seinni, var B36 á odda við einum máli móti ongum. I seinna hálvleiki spældi vindinum. ávirkaði tó ikki nevnivert, og var nøkulunda GI undan Hetta dystin spælid javnt. Bædi liðini hevdu royndir, men tað var vist B36, ið kanska hevði nakr- ar royndir fleiri. Men hinvegin so var tað GI, ið fekk einasta málið í seinna hálvleiki. Tað var tá ið 21 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, at Magnus Gregersen fer gjegnum verjuna hjá B36. Har kemur eingin í vegin hjá honum, so hann fer einsa- mallur igjøgnum og setur bóltin í netið i høgru síðu. Tað syntist sum át verj- an hjá B36 var ógvuliga passiv í hesum álopinum og tað kostaði teimum so tað eina stigið í hesum dystinum, tí tað komu ikki fleiri mál. Um dystin sum heild kann sigat, at hverki av hesum liðunum spældu nakað serliga væl. B36 hevði kanska eitt sindur meira av spæli, men teir fingu alt ov lítið burturúr. T.d. kann nevn- ast nærum eitt ótal av so- nevndum >deyðbólts- situationum«, har teir so at siga einki fingu burtur úr, hóast meguleikin skuldi verið avbera góður Men eitt stig í part, og B36 kann ið hvussu er reypa sær av at vera framman fyri hitt havnar- liðið í 1. deild HB, sum einki stig hevur fingið enn. Nú verður måttan løgd á á Í gjár skuldu menn koma úr Danmark at leggja nýggja graslíkisvellin á Landsverkfreðingurin hevur arbeitt við at taka sand oman av vellinum og asfaltera hann. Hetta ar- beiði var liðugt fyri eini viku síðani, og í síðstu viku komu gummimaáttur nar til landið Gummimáttan verður nú legd á, og tá tað er gjert, verður sjålvt gras líkið lagt á. Síðani skal eitt serligt slag av vínum sandi leggj oman á ta måttuna ímillum »stråini« ast Etlandi verður nýtti graslíkisvellurin í Havn sum er fyrsti av sínum klárur at taka í nýtslu um ein góðan mánað slag í Feroyum