Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Um sosialistar av tí nationala slagnum EITT TAÐ SEINASTA páfundið hjá Dagblaðnum er, at sjålvt Hit- ler var sosialistur, »men av ti nationala slagnum«. Hetta verdur javnan endurtikiå og seinast kundu vit lesa henda vísdómin i eini grein tann 5. mai. Endamálið við hesum er sjálvsagt at seta nasismu í samband við sosial- ismu okg javnaðarpolitikk, og verður hetta endurtikid nóg ofta, fara ið hvussu er summi at trúgva tí! MEN TÁ nú DB leggur upp til eina sammeting við tað, sum Hitler stóð fyri, skulu vit so sanniliga ikki seta okkum aftur. Tí hvat var tað fyri ein politikkur, sum hann stóð fyri? Og hvussu kann hesin politikkur samanberast við javn- adarpolitikk? EITT, sum sera nógv sermerkti Hitler, var hansara hatur júst til »sosialistar« og hann gjørdi ongan mun á kommunistum og javnaðarmonnum, sum vóru mill- um hansara høvudsfiggindar, og sum mangir endaðu í fongsli og týningarlegu, tá hann fekk makt sum hann hevði akt. Sum kunn- ugt vóru jødar eisini hansara høv- uðssyndabukkar og hesir saman við sosialistum fingu skyldina fyri allar heimsins ólukkur. EIN FYLGJA av hesum var ein sjúklig vanvirðing av Bellum teimum, sum vóru minni verd. Og meðan jødar vórðu háðaðir fyri teirra nes í Týsklandi, verða »sosialistar« aðra staðni háðaðir fyri at vera »trivalig« (Føroyska útgávan av Mínum Bardaga, út- givin 1984, síða 32 saman við ødrum dømum um háðan vegna útsjónd). Vit kundu nevnt ein hóp av dømum um politikkin hjá Hitler, men plåss er ikki fyri hesum. Bert skal trívast í rúgvuna: HITLER hataði og vanvirdi rithøv- undar, sum høvdu eina aðra hugs- an um politisk mál enn ta einastu røttu. RASULOGIRNAR i Sudurafrika eru i sinum uppruna beinleidis av- | skrift av jødalégunum hjá nasist- L— Ábyrgdarblaðstjári: Jan Miiller Krisjan Daht Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfótk : unum, sum gjørdu jødar fullkomi- liga rættarleysar, og so kunnu vit sjålvi leggja tvey og tvey saman. Hitler var ringur samgongu- maður. Hann kundi gera avtalur um hvat tað skuldi vera, men hann helt ikki hesar avtalur longri enn tað passaði honum. MILLUM TEIR HÆTTIR sum Hitler nýtti fyri at fáa teir í ringt orð, so teir fullu í ónaði, var millum annað at nýta følsk prógv móti teimum! HATRIÐ til Sovjetsamveldið var ómetaligt. Tað er so sínar sakir. Men tey, sum høvdu aðra hugsan enn hann og hansara flokkur, vórðu løgd undir at renna ørindi fyri KGB, og tað var ein slík ákæra, at hon saktans kundi koma at kosta lívið. NASISTARNIR toldu íkki, at onnur høvdu eina aðra hugsan, og tí fingu teir eisini einsrættað týsku pressuna, so skjótt teir kundu. Teir royndu eisini at ávirka donsku pressuna við at seta lýsingarbann fyri donsk blød, sum ikki vóru týskarum nóg vinarliga sinnað. Í dag eru tað teir sum mæia vinnulívinum til ikki at lýsa í bløðum, sum ikki renna nóg nógv á leistum fyri vinnulívinum. TAÐ VAR ANNARS einsin mátin, Hitler brúkti fyri at fáa týska vinnulívið í sín part. Tað fekk full- komiliga fríar ræsur og hjálpti aft- urfyri Hitler tii valdið. VIT KUNDU NEVNT mong onnur dømi, men plåss er ikki. Vit kunnu bert siga, at vit føla okkum ongan felagsskap her. Men var Hitler sosialistur, so kann tad eisini sigast um viss onnur! EIN MUNUR ER TO. Aftanå at hava stridst fyri ti i 14 år, fekk Hitler valdid, og heimurin fekk at siggja, hvussu hansara politikkur royndist. Eisini er ein annar munur. Frå ti, at Hitler i 1920 vann sær valdið í nasistaflokkinum við at hótta við at leggja frá sær, um nakar mukkaði ímóti honum, og til 1939 fekk Hitler ongantíð nakra mótstøðu, hvorki í flokk- inum ella aðrastaðni. Og tá hann fekk mótstøðu í 1939 kundi tað eins væl verið ov seint. MEN VIT í javnaðarflokkinum hava eina greiða støðu. Vit vilja ikki vita av nøkrum, sum bert luktar av »sosialismu av tí nation- ala slagnum« og vit vilja fram- vegis gera okkara ítarsta fyri, at hon heldur íkki skal sleppa framai her í landinum. Nr. 54 — 15. maí 1986 Til blaðmannin hd. Brúkarafelagið sendi, sum tíðindabræv, fjølmidl- unum skriv, sum felagið hevði sent Feroya Lands- stýri og Heilsufreðiligu Starvsstovuni, har biðið verður um at fáa vissu fyri at tær matverur, ið koma higar ikki eru radioaktivt dálkaðar. Vit meta ikki, at tað er nóg mikið við tí heilsuváttan, ið fylgir við veruni frá framleiðara- landinum, tað skal eisini vera eftirlit her. Tað er vert at leggja til merkis, at eingin lýsing hevur verið um at tað er bannað at flyta inn verur úr radio- aktivt dálkaðum ekjum meðan útvarpið dagliga sigur frá, hvat onnur lond gera. Blaðmaðurin sigur, at matverulógin er ikki lýst og sostatt hevurHS einki við málið at gera. Mat- verulógin varð lýst í fjer. Eftir lógini er tað Heilsu- frødiliga Starvsstovan, ið kemur at hava alt kann- ingararbeidid um hendi og ti hildu vit tad vera beint eisini at senda bræv okkara hagar. Nakað annað er at HS neyvan fær gjert stórvegis so leingi ongar reglugerðir eru gjerdar. Heilsunevnd- irnar, tær eru fleiri (ein í hverji kommunu), hava eftirlitið við at lógin verður hildin (grein 41 og 42 í lógini). tá blaðmaðurin kemur við rættleiðingum í sjálv- um tíðindabrævinum, eigur hann at ansa eftir at rættingin er rett og tað var hon ikki. Kunnleikastødi hjå nevndini i Brukarafelag- num til lógir og reglu- gerðir, ið hava við brúk- aran at gera, er hampiliga gott, so betri hevði verið, og eisini meira gagnligt, um blaðmaðurin hevði kannað, hví einki verður gjørt við málið, sum bræv- ið viðgjerdi og hví tað gongur so striltið við at fáa reglugerðirnar til lógina gjørdar. Vit ivast ikki at at hann fer at gera sítt besta. Brúkarafelagið Landsskúlaráðið setir enn einaferð føroyskt met í heimfødiskapi og Landsstýrið staðfestir avgerðir tess: Ja, nú fall so avgerðin í setanini av námsfulltrúa og tað sum Oli Breckmann vónaði er hent, meðan skilafólk sum mettu at hetta landsstýrið hevði skil og vit, tey vórðu so dyggiliga gjerd fyri skommum. Svarta samgongan í landsskúlaráðnum sigraði og landsstýrið valdi at finna minst meguliga fel- agsnevnaran. Tann, sum hevði minst útbúgving og royndir, varð settur. Hvar er hugflogið, hvar er ein feroyskur skúlapoli- tikkur? Hetta man fara at spyrjast langt fram í tíðina og koma aftur um brekku hjá javnaðar- og tjóðveldisflokkinum. Onki ilt at siga um setta námsfulltrúan, hann er allarhelst eitt hampafólk, ið dugir at umsita tað ið er. Men júst umsita. Hvar er hugflogið, skúlapolit- iska hugsjónin, nyhugs- anin? Ja, hon sær so hvørki ut til at vera til hjå landsskúlaráðnum ella landsstýrinum. Hvar er tað hugflog, ið skal til fyri at skapa ein feroyskan skúla við tí for- oyska veruleikanum sum grundarlagi, heldur enn avskrift av donskum skúlalógum og reglu- gerðum sum higartil? Legið at landsstýrið ikki heldur sekt eftir skrivstovufólki, ið dugdi at vanda sær um málið, tá ið donsku lógirnar skuldu týðast. Námsfulltrúa sær ikki út til at vera brúk fyri, lýsingin sær út til at hava verið ein táta, tá ið veruliga arbeiðið í lands- skúlafyrisitingini ikki sær út til at vera at menna ein foroyskan skúla. Tjóðveldisflokkurin stendur nú nektaður, alt málageipið um ein fer- oyskan skúla við føroysk- um fyritreytum var bert orðaskvaldur. Tá ið saman um kom, so var tað vinar- og kenningarpolitikkur, ið ráddi. Veruliga endamálið við ellum hesum geipi hevur bert verið at tryggjað sær og síni, sektin á dygd og hugflog, sektin á um vit bert fáa ein skúla, ið er ein vánalig eftirapan av tí danska. Tjóðveldisflokkurin hevur nú avdúkað muru sína, kanska hevur hann einaferð í tíðini havt hugsjónir, men nú er hann bert mannaður av polit- iskum opportunistum, hvers politisku hugsjónir bert eru at alboga seg fram, sektin á hvussu ið land okkara gerst eitt livi- ligt stað fyri okkum øll, eitt liviligt, skilagott, sjálvsteðugt | demokrati við einum góðum skúlaskapi, eitt stað har vit øll eiga heimarætt. Harrin hann seg forbarmi fyri at taka loysing við hasum fólki á odda. Tá er best at fara at biðja um friðskjól í næstu granna- londum okkara, har polit- iakrarnir enn hava ein feril av morali. Dyntilin í hesum er javnaðarflokkurin, hann leikar bert við og letur seg brúka í leikinum hjá hesum fólki, tá ið tey spæla, at vit hava ein før- oyskan skúla. Javnadarflokkurin tyk- ist at hava gloymt, at stevnumið hjá uppruna socialdemokrat- unum var, umframt at tryggja verkafólki mann- semilig livivilkor og ræði á framleiðslutólunum, so var eisini týdningarmikið at tryggja andaligu menn- ing fólksins, harundir skúlan, so at afturhaldið ikki sat við hesum málum av avgerandi týdningi fyri sosialum framburði. Góðu javnaðarmenn í Landsstýrinum, tað er ikki nokk at umsita tosk og kvotur, tey sum skulu veita toskin skulu eisini fremsta hava ein dygdargóðan dandaligan og mentunar- ligan førning, id kann tryggja teimum eitt sømi- ligt lív. Her hevur Javnaðarflokkurin svikið so dyggiliga, ongantíð hevur hann átikið sær at stíla fyri mentanar- og skúlapolitikki okkara, tað letur hann afturhaldið um, hetta man fara at svíða onkran dagin, tað er ikki nokk bert at umsita fram- leiðslutól okkara. Fólksins andaliga menning hevur ein stóran týdning. Men samanumtikið ber til at læra av hesum: far ikki út um landoddar- nar sek tær sum minst av útbúgving ger ikki vart við teg sig ikki tína hugsan hav onga meining tak ikki lut í tí demo- kratiska orðaskiftinum ver so anonymur og onki- sigandi sum gjerligt Serstakliga myndað á skúlafólk: hav sum minst- an áhuga í skúlamálum -—-