Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mai 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Utgevari: P/f Sosialurin 7 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfótk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent“ P/f Pressan 1981 Klondyke? EINGIN VINNA hevur tey seinastu árini upptikid fólk so nógv sum ali vinnan HENDA VINNA er sermerkt av, at vit vita at møguleikarnir eru avmarkaðir vegna tær umstødur og tað pláss, ið finst í landinum og harav hevur so verið ein kapprenning um at koma fyrst til fatið, fyri at fáa nakað burtur ur UNDIR SEINASTA LANDSSTYRI sær út til at hava valdað eitt ógvuliga stórt planloysi í og við at ein bert av- oldað lóggáva fanst, og bert fáar kanningar sum ofta ikki blivu virdar, vórðu gjørdar, so loyvi runt um landið blivu givin uppá mest at kalla »må og fáa. HETTA LANDSSTYRID byrjaði so sítt arbeiði innan alingina við at seta eitt alitráð, ið hevur eina ógvuliga torføra uppgávu at royna at fáa skil á eini skipan, ið næstan var útviklað eftir »junglulégini«. HETTA ARBEIÐIÐ hevur gingið rími liga væl, og hóast atfinningarnar eru nógvar at Aliráðnum, fyri at Aliráðið virkar sum ein bremsa á útvíklingin, so er eingin ivi um, at hetta er rætti vegurin at fara. VINNAN SUM SO hevur havt rætti- liga góð kor at arbeitt undir — pen- ingur er tilførdur frá almennum grunnum, frá privatum bankum, og menn hava vanliga sæð ógvuliga ljóst uppá tingini. ALT HEVUR VERIÐ so ljóst og vit minnast ein fyrilestur, har sølumenn uppi í Utvarpshúsinum fortaldu okkum, hvussu ljóst tað sá út við sølu av aldum fiski úr Føroyum, har vóru eingi problem, tað var bara at sleppa í gongd. Og onkur ilskaðist eitt sindur á hesar myndugleikar, sum knappliga vildu hava eitt sindur stýr á, aumarka stødd á alibrúkum, skipa slátur og kanning av dálking o.s.fr. Alt hetta varð tulkað sum óneyðugt. NÚ HERFYRI kom so vend í. Prísirnir skramblaðu niður, og hóast tað eru bara nakrir fáir mánaðir, síðan vit hoyrdu hesar bjørtu prognosur um góðar sølumøguleikar, so heldur einki stikk. Í dag má ein stórur partur av alibrúkunum forútsíggja, at tey koma í fíggjarligar trupulleikar. Og hetta má so vekja til eftirtanka og ein má spyrja seg sjálvan. Hvat er hent? Hvat er orsøkin? og hvussu skal framtíðin skipast? EINGIN IVI er um, at nógvir alarar og ráðgevarar teirra hava verið ógvuliga bjartskygdir. Tað sær út sum iløgur- nar, ið gjørdar eru, tær eru stórar, tær eru flottar og tað tykist einki mark at vera fyri, hvussu nógvar milliónir man hevur viljað oyst út í vinnuna. Og projekterinsfeløg av ymiskum slag hava yvirgingið hvønn annan í flottum projektum, og ofta hevur lítið verið hugsað um rentabilitetin — og tað, sum ein kundi óttast fyri, fór at henda, tað fer nokk at henda í dag fyri nógvar, at tað er yvirinvisterað og tann, sum kemur í klemmu, eru ikki ráðgevararnir, tað eru ikki proj ekteringsfeløgini. Nei! Tad er tann sum hevur sett hús og heim í veð fyri at fáa eina vinnu upp at standa PENINGARIKILIGHEITIN hjá alibrúk unum hevur á byrjunarstødi verið sera rikilig, við tað, at bæði almennir grunnar og privatir lánistovnar hava givið ríkiligt av kredittum HETTA HEVUR FORT við sær eina forskjóting í lønarutreidslunum i landinum, ja tað hoyrist, at fólk verður keypt, serliga úr tí almenna sektorinum, ið má metast at vera lá lønarøki, fyri væl meiri í løn enn tað sum tað almenna kann bjóða EISINI KANN SIGAST, at iløguvirk semið í stóran mun í hesi vinnu hevur verið gjørt eftir einum mynstri, har menn rokna við, at um iløgur verða gjørdar og tad ikki gongur, so kemur landið nokk og bjargar. Hetta er ein ómoralsk tankagongd, sum nokk stavar frá fiskivinnuni. Hetta má vekja vissar hugsanir hjá politikarum, tí neyvan kann tað vera soleiðis, at politikarin skal verða bukaður, tí fólk ikki fær aliloyvi, ella bukaður tí at loyvini ikki verða hækkað, og at so fólk aftaná rokna við, at politikararnir koma og lofta, tá ið galið gongur. JAVNAÐARFLOKKURIN vil ansa væl eftir hesum utviklingi, og tað er givið, at vit vilja ikki standa sum katastrofuhjálp til nakað, sum íkki kann standa sjálvt, og serliga vilja vit ikki gera tað, uttan at fáa ávirkan ella við ødrum orðum, vit gera tað ikki ókeypis. VIT DUGA AT SÍGGJA, at her kemur ein saneringsperioda innan alivinn- una nú, og tað er ógvuliga týdning- armikið fyri samfelagið, at vit nú fylgja við, hvussu tann prosessin fer at ganga og ansa eftir, at tær kreftir, sum altíð liggja úti eftir at yvirtaka rovini, tá ið nakað fer av knóranum og byggja tað uppaftur til aðrar tíðir, at tær ikki verða alt ov dominerandi. Vit hava sagt, vit vilja hava ognar- rættin til hesa vinnu spjaddan út á fleiri hendur, og tað hava vit arbeitt fyri og vilja framvegis gera tað. HINVEGIN kundi tað verið ógvuliga áhugavert, um áhugafelagsskapirnir hjá alaranum meira konstruktivt fóru til verka, og fingu styr á fløgunum, tí eitt er greitt, tað gongur ikki, at ali- brúkini skulu hava sína fóðurmið- stød, sítt alibrúk, sítt sláturvirki hvor í sær, og serliga gongur ikki, at hver hevur sína søluskipan. Tað átti at verið hevuðsuppgávan hjá áhuga- felagnum hjá alarunum at syrgt fyri einari vissari samskipan og forklára teimum, at tað er nakað sum eitur at tað skal vera lønsamt, og tað er nakað, sum eitur at tingini skulu kunna hanga saman seg. Fáa teir ikki skipað seg meira rationelt, so gongur galið, og man skal ikki rokna við, at politiskir myndugleikar — hverki Javnaðarflokkurin ella nakar annar — fer at leggja navn til ólíkindir. —ee—nn.Í Hví ikki fasta Hví ikki fasta løn á flaka og fiskavirkjum Fer ovum. Hetta hevur verið nógv framm seinastu tíðina, bæði í blødunum og á pallborðsfundum, og her nogv umrøtt uttan at nakad itøkiligt er 1 er hetta maí ko At hetta málið >Hví ikki fasta løn« er komið fran er væl skiljandi. Hetta er aivarssem sun boða Tad t ] i 1ppa angar ir pg I K Ta; Ss É y leika, s 10 ða fra Tad må avgreidast viðge rast a liknand sum tá tað í sínari tíð, var skipað fyri minstulen til fiskimenn og til minsta Her eru rovndir, Kunna geva el menn sum beining málið „Fast løn á flakavirkjum og fiskavirkjum« Nvussu Kann ] ovsast, og at hetta mål kann loysas jen verða } í € polltIsK lak lagsspurning kann og skal loysas Tad í P na timalð 1 KVinnar og maðu € y 5 P Få ga. Tey ha ær sor K jur s ø oniur Ja ekt I ri sKål I sk € ki er I as KID x t 1 i x k k 1 KVI t Å o x ] 317% evulr Kr er OC ] nntøku øurierkar irbe Aj teirra er skipað meira og minni tilvildarligt At fáa loyst málið >Fast løn 1 haka og fiska virkjum« er eitt arbeiðara kanska tann avbjóðingin, sum tann fer arbeiðarafjeldin staðið mál stersta oyska nakran tíð hevur Nr. 55 — 17. mai 1986 løn fyri, tad stundis eitt politiskt tydr yvir ti er av allarstersta og í ; í má nakað gerast vil hetta her og nú Tad eigur at verða umboðum fr beiðs evarunum og Fer nevnd við arbeiðarafjeldini, ar Legtingi, og farast má verka Eitt tað mest átrokar málið í komandi tingset må vera af faa ilvarsmål loyst úr rs! Arbeiðsfólk á flak fiskavirkjum og anr beiðsfólk sum eru ønt, hava somu sk vir fyri samfelag samfelagið skvld soleiðis tyr hevur at skipa hesi stætt verður tryg: sama tryggleiki sun við festum lenum Tí er tað eitt krav >Fast løn á flaka- og fisk virkjum« má blíva ik bara eitt krav, men borgarligur rættur Sverre Midjord ——"————8i£hE—————i}<NGJJKNw——££OGÚGÚ——— "ti Framhald av síðu 2 Talan um kjarnorku våpnafri umveldi kom ikki ur ongum. Vit takka undangongufølkun um. Vit eiga at takka teimum, sum áhaldandi ótroyttiliga tala fyri friði. Vit eiga m.a. hjartaliga at eiga at takka fylkingini FÓLKI FYRI FRIÐI í Feroyum fyri teirra stóra arbeiði, eins og kvinnurnar, sum saman við systrum úr ellum heiminum hava virkað fyri avvápna og friði í m.a. friðargongum sínum úti í heiminum. Hesi fólk, sum brúka stór- an part av orku síni fyri okkara skyld, hava ikki uppiborið ta viðferð, tey fáa frá ávísum afturhalds- kreftum í hesum landi, har tey verða skírd m.a. at vera agentar fyri ávísar valdsharrar. Til endans fari eg at endurgeva nakað av tí, sum Olof Palme, sáli, bar fram í talu yviri í Indiu til heidurs um Indiru Gandhi sålu. Hetta var bert fåar vikur ådrenn hann sjålvur fall fyri dråpsmannahond. »Ta6 er altso vorðið gjørligt hjá okkum menn- iskjum, ikki bert at oyði- liggja ein fígginda, men haraftrat alt annað lív á hesi gongustjørnu. Vit kunnu drepa dýr og vekstir, oyðileggja býir og bygdir, vit kunnu bróta alt tað niður, sum fleiri ættarlið á allari jørdini bygdu upp. Og fram um alt: Vit kunnu leggja í oyði alla okkara civisatión, okkara barna- og barna- barna framtíð, so væl sum alt, sum átti at komið aftaná okkum. Hetta er í veruleikanum tað sum kjarnorkuvápn koma at geva hesi fold, um tey verða brúkt Allar tjóðir tær, sum fáa ræðuligu våpn, men vit øll hava skyldu til at krevja, at hópdrápsvápn- ini vera forboðin.= Tað er syrgiligt, at júst Indira Gandhi og Olof Palme — tvey menniskju, ið aldri ræddust fyri at tala teim stóru í mót, men talaðu opið og av fullum huga fyri friði á jorð,fyri avvápna og fyri rættvisi bæði skuldu falla fyri % ikki bert sær hesi drápsmanna kúlum Men sjálvt um stríðið fyri friði ofta kann tyk vónleyst og tungt, bæð fyri ein sjálvan og famil una, so gloyma vit ikki, at tað er okkara skylda at verja um tað, sum var okkum givið av tí Almát uga. Vit fara framvegis at mótmæla, at nakar ska oyðileggja okkara og okk ara eftirkomara megu leikar, tí fylkjast vit „ll í stríðnum fyri frælsi og av vápna Við fridarkvødu Hans Jergensen Tagnarskylda um skatt Í greinini um tagnar- skyldu og skattamál í Tórshavnar kommunu verður býráðsformaðurin m.a. endurgivin fyri at hava sagt: Eg kann ikki fáa hetta til annað enn, at teir bý ráðslimir, sum skriva undir, hava í hyggju at bera hesar persónligu upp- lýsingar út millum fólk . Sjálvandi átti at staðið, at teir býráðslimir, sum ikki skriva undir... Umberið! TØKK Eg takki tykkum øllum fyri heilsur- nar, eg fekk å minum 75 åra fød- ingardegi. Vinarlig heilsan Rasmus Olsen