Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Libya-ræðsla tíðindablaðið Hent amerikanskt amboð í Karibia 8 andstøduflokkar í karibisku londunum verða í einum amerikonskum skjali til karibiskar leiðarar ákærdir fyri at hava ætlanir um »yvirgangsvirksemi«: Teir „hava samband við Libya«. Samsundis royna karibiskir hotell- eigarar at fáa fatur í teimum amerikonsku ferðafólkunum, sum aftan á bumbuálopið á Libya ikki longur vilja vitja í Europa og Miðarhavslondunum. Við einum loyniligum amerikonskum skjali, sum ákærir 8 politiskar flokkar í ekinum fyri at »hava samband við Libya«, er flóðaldan frá amerikanska álopinum á Libya eisini komin til londini kring Karibiska havið. Ákæran, sum er vend móti andsteðuflokkum í londunum kring Karibiska Havið, hevur vakt miklan ans. Eintek av hesi 11 síðu longu ákæru vórðu býtt út á fundi, sum amer- ikanski forsetin Ronald Reagan hevði á Grenada 20. februar við politiskar leiðarar í Karibia, og brot úr ákæruni hava síðani verið almannakunngjerd í fleiri blødum í karibisku londunum. Á oynni Dominica nýtir forsetin Eugenia Charles ferð eftir ferð amerik- onsku skjølini til at finn- ast harðliga at andstøduni — samstundis sum hotell- eigarar å oynni royna at fåa fatur å teimum am- erikonsku ferdafolki, sum nú ikki longur vilja ferðast í Europa ella ekinum kring Miðalhavið. Stjórnirnar á Jamaica og St. Lucia hava, ein sog stjórnin á Diminica, nýtt amerikonsku skjølini til at gera álop á vinstravendu andsteðuna. Hevuðsstaðurin Castries á lítlu oynni St. Lucia Libysk heims- kollvelting Sambært amerikonsku ákæruna, sum ber heitið »Libyskt virksemi i Mið- amerika og Karibia«, er »møguleiki fyri hardligum samanbrestum« å Guade- loupe, Jamaica, Dominica, St. Lucia, Antigua/- Barbuda, Dominikanska Lýðveldinum og í Guyana. Í ákæruni stendur eisini, at Libya hevur játtað at lata fíggjarligan stuðul og útgerð til CNM (Caribb- ean National Movemetn), sum er ein samgonga av vinstrahallum bólkum i karibisku londunum. Amerikanska frágreið- ingin vil vera við, at eitt »høvudssæti fyri heims- kollveltingina« skal halda til í Suriname (fyrr há- lendskt Guyana). Henda »midstød fyri libyskt studladan statsyvirgang« skal smbr. åkæruna byta ut pening, sum verður latin gjøgnum libysku sendistovurnar i Para- maribo (Suriname) og Panama city. Propaganda- herferð Ein talsmaður fyri vinstrasamgonguna CMN Hervin Chung, segði, at »hesar følsku åkærur« móti vinstra rørslum í økinum „hava til endamåls at skapa grund- arlag fyri fysiskum ålopum å CNM og leidarar tess« Hann segði amerkonsku i : sklØølint vera part av eim míatandi propaganda- herferð, sum varð sett erk av Washington fyri t beta um umdemið hjá kon stjórnum alt verri umtóktum servativum Karibia [ eini utvarpssending i almenna útvarpinum á Dominica. har endamálið var at rættvísvera undir- tekuna hjá stjórnini við amerikanska bumbuálop- inum á Libya, legði for- setinEugenia Charles enn einaferð til brots eftir andsteðuni og hennara „sambandi við Libya«. Hon segði andsteðuna hava í hyggju at »skapa trupulleikar á Dominica«. Hon vildi vera við, at tvær miseydnaðar kvett- royndir á Dominica tey seinastu 5 árini mundu gera, at Libya helt oynna vera lættan fong. Ferðamannavinnan góðar tíðir Ímeðan hava hotelleigarar í londunum Trinidad/- Tobago og Antigua/Bar- buda eggjað stjórnum sínum til at gera meira burtur úr at marknaðar- føra ferðamannavinnu sína í USA. Á henda hátt vilja londini bæði vinna sær fyrimunir av, at am- erikonsk ferðafólk nú ikki longu vilja eins væl og fyrr fara til Europa og Miðarhavsekið. Tey royna at fáa amerikonsku ferðafólkini heldur at vitja hjá sær Í Kingston, hevuðs- staðnum á Jamaica, hevur amerikanski sendiharrin boðað frá, at handilsmåla- USA arbeidir vid eini ætlan um at beina ráðið flogfeløg okg ílegur i ferðamannavinnuna til Jamaica og hini karibisku londini „Í hesum tíðum hevur ferðavinnan á Jamaica ein meguleika, hon ikki hevur fyrr,« sendiharrin upplivad segði amerikanski fyri eini vinnulívsmonnum á Jam- aica. samkomu av Yvirgangskroppar eru libyarar Sum kanska kunnugt er tað ikki einans á karibisku oyggjunum, at Libya- syndromið valdar. Eisini Nicaragua hevur Ronald Reagan fyri fáum vikum síðani ákært fyri at „byggja upp eitt Libya á gátt okkara.« Ferðamannavinnan er Nr. 56 — 22. maí 1986 ein hin * 4 PP BAD mest tydandi vinnu greinin á flestu karibisku oyggjunum. Serstakliga eru tað amerikonsk ferðafólk, sum vitja í Karibia Hann vildi vera við, at Nicaragua var eitt »frid- skjól fyri alskyns altjóða yvirgangskroppar«. Vid i skaranum av yvir- gangskroppum — sum smbr. Ronald Reagan skuldu fáa skjól í Nic- aragua skuldi m.a. kunna teljast limir í víð- gongdum yvirgangs- felagsskapum, so sum Reyðu Brigadunum í It- alia, Bader-Meinhof í Vesturtýsklandi, PLO og bólkum úr El Salvador, Uruguay og Spania. Hetta hendi samstundis Wash vinna sum Hvítu Húsini í ington royndu at sær stuðul millum amer ikanska fólkið fyri bumbu álopinum á Libya; og sam stundis við royndirnar hjá Reagan forseta at fáa kon- gressina at játta 100 mill- iónir dollarar í stuðli til »contras« uppreistrar- menninar, sum royna at fella sandinistisku stjørn- ina i Nicaragua. . maj Heimild: New York Times Service Latin Amerika Weekly Review SOE