hósdagur 14. november 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 219 - 14. november 2002
Nr. 219 - 14. november 2002
29
C
M
Y
K
29
28
Dreymurin um
Tekniska skúlan í Tórshavn
Søgan um Janus, ein
av yvir 500 Janusum í
skúlaskipanini á
Tekniska Skúlanum í
Tórshavn
Jeffri Olsen
Janus er handverkslærling-
ur, og lærutíðin er 4 ár, har-
av 50 vikur í skúla.
Byrjunarlønin er 32,62
kr. um tíman, skattskyldug
sjálvandi.
Janus er nú í skúla. Hann
er 18 ár, nýforelskaður og
var leingi uppi seinastu
nátt. Orkar ikki í skúla
næsta dag. Men tá lønin
kemur var hetta ein dýrur
svøvnur 32,62 kr. um tíman
(Tað kostar einki at vera 18
ár og nýforelskaður á øðrum
skúlum.)
„Hvussu var skúlin ?“
spyr meistarin Janus, tá
hann kemur aftur til arbeið-
is.
„Fínur“, sigur Janus, í
øllum førum, tá tað ikki
regnaði, og vit sótu turr, og
ongir kortslutningar vóru.
Stólarnir vóru gamlir, onk-
ur brotin, men vit sluppu
sjálvir at sveisa teir aftur.
Arbeiðseftirlitið grenjaði illa
m.a. um ventilatión. Teir
tvætla. Vit renna jú í øllum
veðri millum 6 barakkir
plus kantinuna, so frískari
luft fáa vit nóg mikið av.
Janus grenjar ikki. Ger
seg lidnan við læruna, arb-
eiðir síðan hjá sama meist-
ara ella fer undir víðari út-
búgving.
Ævintýrinum um nýggj-
an skúla flennir hann at.
Hann hevði hoyrt somu
søgu frá meistaranum, ið
hevði hoyrt hana frá pápa
sínum o.s.fr.
Fyri 22 árum síðani vórðu
„barakkir“ uppsettar til
T.S.T. Tær skuldu bert
halda í 5 ár. Vit eru har enn.
Politikarar og skøkjur
lova so nógv. Men munur er
á. Og samgonguskjøl gera
helst størstu nýttuna á WC-
inum
Vinnuskúlar skulu menn-
ast, verður sagt. Við at um-
væla skúlan? kanska.
Vit hava øll brúk fyri Jan-
usum. Teir byggja okkara
hús, umvæla okkara bilar
ella frystiskáp, klippa okk-
ara hár, smíða okkara skip
o.s.fr. Men Janusar tosa
ikki so nógv, teirra motto
hevur altíð veri, „Tosa
minni og arbeið meira“. Be-
tal tín skat, og rokna ikki
við at handverkarar verða
nakað virdir.
Janusar
hava
svartar
hendur, tímdu ikki at ganga
í skúla. Tað eru jú onnur
klók fólk, sum lesa intel-
lektuellar bøkur, tey hava
brúk fyri góðum rammum,
at arbeiða undir. Tey duga
alt so væl.
Janusar arbeiða bara, re-
parera bara bilar, og byggja
bara hús.
Nú er nokk !
Tolið er úti, vit hava
bíðað og verðið tolin so
tað forslær.
Men nú er nokk.
Randi í Jógvanstovu
Leirvík
Í vár legði løgmaður upp-
skotið um anleggslóg fýri
tingið, hann gjørdi tað sjálv-
ur, tí vinnumálaráðharrin
Bjarni Djurholm vildi ikki.
Sambart Bjarna Djurholm
var
uppskotið
ikki
fulfíggjað, tað var als ikki
klárt at leggja fyri tingið.
Men valið stóð fyri durun-
um, nógv stóð á, hjá summ-
um, og ein undirsjóvar-
tunnil er vorið sum valagn.
Og tað riggaði.
Annlegslógin var sam-
tykt, og hon snýr seg einans
um fasta sambandið, um
Leirvíksfjørð. Ikki eitt ein-
asti orð um hvussu man
hugsaði sær at koma í
gjøgnum Leirvík.
Tó so, løgmaður vissaðu
okkum um at: Tað skal einki
verða gjørt, sum er gott fyri
Norðoyingum,
um
tað
verður ringt fyri Lerivík-
ingar. Satt at siga so hava
vit havt álit á orðum hans-
ara.Fólkafundurin í Leirvík
gjørdieisini greitt at: vit
ynskja ikki alla ferðsluni
millum Norðoyggjar og
meginøkið
gjøgnum
Leirvík.
Milt sagt so kenna vit á
okkum, at vit liggja millum
hamara og ambolt, í hesum
máli.
Øll útstýkking er steðgað
eftir harraboðum úr Havn.
Tær ungu barnaríku familj-
urnar sita nú í óvissu, tey
hava bygt sær hús júst har tí
har er friðaligt og gott at
verða.
Landsverkfrøðingin sum
er »myndaður av Øyvindur
Brimnes«, eigur at koma
við sítt tilmæli til Bjarni
Djurholm vinnumálaráð-
harri viðvíkjandi vegføring-
in gjøgnum Lervík.
Er tað »nemt« hjá honum
stakkalin, tá hugsað verðum
um at hann eisini er um-
boðaður í P/F Norðoyatunn-
ilin ?.Klæmint Weihi er
helst ikki tann einasti, sum
hevur ein habilitets trup-
ulleika ! Ella?.
Í ár 2001 vóru 95.402 ak-
før flutt um Leirvíks-
fjørð.Ymisk til støddar,
sjálvsagt, tó var stórur part-
ur av hesum akførum tung
akfør.Vit ynskja ikki at tit
fara at veita hesa ferðslu
gjøgnum bygdini.
Lati Norðoyingar fáa sítt
fasta samband,tað gleðast
vit eisini um, og ynskja
teimum alt gott.
Men eitt eiga tit at minn-
ast, tað eru orðini hjá løg-
manni:Tað skal einki verða
gjørt sum er gott fyri Norð-
oyingum, um tað verður
ringt fyri Leirvíkingar.
VIÐMERKINGAR