leygardagur 14. juni 1986síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 66 — 14. juni 1986
v/ Johs. A. Næs
„So renni eg tá soleiðis, ikki líkasum
upp á óvist; eg berjist eins og tann,
sum ikki slær í bera luft. Men eg
temji likam mitt og kúgi tað, fyri at
ikki eg, sum havi prædikað fyri
eðrum, sjálvur skal verða ríkin
aftur.« (1. Kor. 9,26-27)
Kristindómurin er trúgv likamsins. Grikkar
hjúklaðu og Indar kúgaðu likam teirra, men
til okkum ljóðar: likamid er Guds tempul!
Bjóðið fram likam tykkara til eitt livandi,
heilagt, Gudi hugnaligt offur — og hetta er
andlig gudsdyrkan hjá tykkum !
Frelsari okkara hevði eitt reint mannalik-
am, og okkum er játtað eitt dýrmett dýrdar-
likam í uppreisnini.
Men ti hava vit eisini pliktir móti likami
okkara. Tað skal verða borið væl, tað skal
verða hildið reint, tað skal verða vant, so at
tað kann gerast frískt og kimiligt og áhald-
andi.
Tá ið ítrótt verður íðkað við hógv, er hon
góð og ber á rætt borð. Likamid eigur ikki at
verða vanrekt, hverki við ovurarbeiði, nátt-
arveku ella við ivingarsomum vanum og
ringum girndum. Likamið eigur at vera eitt
arbeiðsamboð, sum er halgað Gudi.
Soleiðis var áskoðan Paulusar á hesi viður-
skifti. Fyri honum var tað álvarsamt. Lýð á
orð hansara, tú djarvi arbeiðari, tú sjálvav-
noktandi kristni — kennist tað ikki, sum
hann er so tungur á málinum, og sum ein
depur hugsjón er honum fyri, tá ið hann
sigur: >At ikki eg, sum havi prædikað fyri
eðrum, sjálvur skal verða rikin aftur !<
Tað er meguleikin at glatast, hann roknar
við — í álvarsemi, men ikki í ótta. Í sama
andadrátti sigur hann: >Ég renni tá soleiðis,
ikki likasum upp á óvist.< Hann veit, at hann
er glataður í sjálvum sær, men hann veit
eisini, at hann er frelstur í Kristusi. Og júst
tí ræður um at varðveita tey øll, likam og sál
og anda, sakleys til vár harra Jesu Kristi
dag.
Gudstænastur 3. sunnudag eftir
Trinitatis
Havnar kirkja: Petur M. Rasmussen
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre, altargongd
Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd
Vestmanna: Marjun Bæk kl. 11.00, barnagudstænasta
Haldarsvík: Martin R. Jacobsen kl. 11.00, altargongd
Langasandur: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Norðskáli: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd. Talvan
gongur til frama fyri Sunnudagsblaðið.
Glyvrar: Jákup Kass kl. 11.00
Leirvík: Torkil Beder, altargongd
Klaksvík: Henning Begesvang
Kunoy: Elsa Funding, altargongd
Kirkja: Jógvan Johansen kl. 12.00
Miðvágur: David Johannesen kl. 11.00
Sandur: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Dalur: Jákup R. Hansen kl. 15.00
Sandvík: Birgitte Johannesen kl. 18.00, altargongd
Tveroyri: Birgitte Johannesen kl. 11.00, altargongd
Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00
Í Nes prestagjaldi gongur talvan til frama fyri Guds
orðs útbreiðslu.
Norea Radio Danmark
Millumbylgja 1467 kHz kl. 21.30.
Mánadagin: »Hvordan er Jesus?«
Claus Munk, Hundested, leggur til rættis.
Hvenn dag kl. 8.00 eru sendingar á norskum á stutt-
bylgju, 31. metra bandinum.
20. mai fingu Gullak
og Selma Gullaksen,
Klaksvík, ein son.
24. mai fingu Birna
Miller úr Vági, og
Jacob Poulsen úr
Sumba, ein son.
26. maí fingu Helle og
Bårur Vestergaard,
Tórshavn, ein son.
Vælkomið
3. juni fingu Jonhild lítla barn
og Edvard Herman-
sen, Hósvík, ein son.
7. juni fingu Edna M.
4. juni fingu Linda Strøm og Jan Giint-
Nolsøe og Arne her, Tørshavn, ein
Thomsen, Tørshavn, son.
ein son.
8. juni fingu Una Høj-
Læknavaktirnar
Tørshavn: Andor Ell-
efsen, tlf. 12233, leyg-
ardag og Kristianna
Nordendal, tlf. 12979,
sunnudag.
Eysturoy: Pól Olsen,
tlf. 47010, leygardag
og Pål Johs. i Horni,
tlf. 44038, sunnudag.
Norduroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 55300
Vágar: Tlf. 32413
Suduroy (nordur): Tlf.
71560
Suduroy (sudur): Tlf.
73930
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp
fæst í dag og í morgin
kl. 13.00-14.00. Tlf.
14544.
Haldið SOSlalin
5. juni fingu Jonna og
Regin Andersen,
Strendur, ein son.
6. juni fingu Jens og
Vibeke Nielsen, Sand-
vík, eina dóttur.
6. juni fingu Edna og
Hilmar Højgaard,
Saltnes, eina dóttur.
6. juni fingu Lydia og
Jóan Magnus Jensen,
Kvívík, eina dóttur.
7. juni fingu Maria R.
Jacobsen og Sonni
Hansen, Nólsoy, eina
dóttur.
sted og Martin Han-
sen, Langasandur,
eina dóttur.
8. juni fingu Hanna
og Werner Nattestad,
Miðvágur, ein son.
8. juni fingu Agnas
og Per Mortensen,
Argir, ein son.
9. juni fingu Sigrid og
Tørhallur Gaardbo,
Søldarfjørdur, eina
dóttur.
12. juni fingu Randi
Arge og Egil Hamm-
er, Tórshavn, ein son.
Magnus Tórsheim
Meðan dagarnir leingjast í hverjum og vit
fegnast um ljósið og vónríkt summar, komu
boðini um, at Magnus Tórsheim er farin av
foldum. Hann andaðist við hús mikudagin 11.
juni.
Magnus var feddur 20. juni 1905 og var so-
statt 80 ár. 5 vóru bernini hjá Petronellu,
ættað úr Funningi og Vilhelm Tórsheim. Í
1910 doyði mamman írá teimum og Vilhelm
giftist uppaftur við Onnu, sum var úr Miðvági.
Sjúkmammu sína hevði Magnus stóran tokka
til.
Magnus giftist Marin Kristinu, sum var av
Argjum, hon doyði fyri nakað nógvum árum
síðani.
Magnus Tórsheim gjerdist handverkari,
grótmaður sum pápin og mong eru tey byggi-
arbeiði, sum teir gjørdu kring í landinum og
seinni virkaði Magnus Tórsheim sjálvur sum
byggimeistari í Havn.
Magnus var vinsælur og vitugur maður.
Altíð var áhugavert at skifta orð við hann og
vera saman við honum, tí evnini hevði hann
framúr at gera samreðuna og samveruna liv-
andi og fjálga. Var í orðsins sonnu merking
undirhaldandi.
Hóast Magnus Tórsheim seinnu árini gjerd-
ist heilsubrekaður, rættiliga lamin nú og leingi
bundin at sjúkraleguni, so var hann mestsum
hin sami at skifta orð við. Áhugi hansara fyri
samfelagnum var ótemandi. Hann sat í stjórn
Suðurstreymoyar Javnaðarfelags í mong ár og
var eitt skifti í floksleiðsluni. Stundum var
hann valevni floksins til legting.
Frá 1952 — 1960 var hann limur í Tórs-
havnar býráð. Tað var ikki sum at siga tað at
vera javnaðarmaður, serliga í Havn, tey fyrru
árini á floksins ævi. Ofta hoyrir tú teir eldru
taka til hetta. Magnus var stríðsmaður, stødu-
fastur og mestsum rysti allan ágang av sær.
Hann var fakfelagsmaður, í hesum starvi
avrikaði hann nógv. Var mong árini stjórnar-
limur í Havnar Arbeiðsmannafelag og var
formaður í Feroya Arbeiðarafelag frá 1944-55.
Magnus var dugnaligur og vitugur maður, íðin
og góður samráðingarmaður og sagt verður
um hann, at hann dugdi so væl at vera við í
samráðingum. Ofta undraðust mótpartarnir so
tolin og áhaldandi hann var við samráðing-
arborðið.
Kendi tú Magnus, so vist tú, at hann vildi
vinna sum mest uttan hin lemjandi arbeiðs-
steðg — hitt tvíeggjaða sverðið — hann kendi
so væl fólkalyndið, dugdi at meta um hvussu
langt hann kundi ganga á hesi leið.
Arbeiðararerslan hevur Magnusi Tórsheim
nógv at takka fyri. Feroya Javnaðarflokkur
heilsar einum trúgvum floksfelaga.
Vit siga einum góðum vini farvæl og siga
takk fyri trúfesti og fyri ríkar letur.
Tankarnir leita til konuna sum mist hevur
sín góða felaga.
Jákup Lindenskov
|
Í
|
—
Í