Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 1986síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 19. juni 1986 Kvinnur í Førovum: tíðindablaðið síðag »Vit skulu kenna okkara egna virðia — sigur Mina Reinert, »vanlig« húsmóðir í hålvtidarstarvi »Føroyska kvinnan líður av eini herviligari sjúku, sum næstan er ólekjandi. Hon líður av dupultsíðað- ari undirbrotligheit: í fyrsta lagi er hon feroysk, í eðrum lagi er hon kvinna“. Tann, sum skrivar hesi orð, er hverki professionel ella hálvprof- essionel kvinnusaks- kvinna, ei heldur stríðs- hugað á nakran hátt, hon er »vanlig« húsmóðir i hálvum starvi hjá al- mennum stovni, er ikki samd við kvinnurerlsuna og trýr als ikki upp á harð- rendar loysnir á javnrætt- inda-spurninginum. Tverturímóti trýr hon upp á tey bleytu vápnini í krígnum mótvegis órætt- vísi og líkasælu: tey spakferu orðini og tann blíða atburðin. Tí kann tað hugsast, at hon umboðar ta »vanligu« feroysku kvinnuna i størri mun enn tær kvinnur, ið við hvert mestsum tykjast helst vilja avskaffa mannfólkið med alla Mina Reinert er undir leiðari á Frímerkjadeildini á Argjum og hevur havt tað ítriv í nógv ár at skriva yrkingar, stutt søgur 0.a., og ein ritroynd um steðuna hjá tí før- oysku kvinnuni verður prentað í blaðnum leyg- ardagin. Politikarum dám- ar væl at tosa um >tað ríka mentunarlívið i Føroyum« uttan at greida gjølliga frå hvat teir meina vid, men oftani er tað so, at tey, ið veruliga kunna ríka ment- unarlívið, koma ikki fram, tí gerandisdagurin kemur altíð fyrst og listin altíð seinast. Sosialurin hevur tosað við Minu Reinert um steð- una hjá tí føroysku kvinn- uni. Væntandi verður hetta ikki fyrsta sam- reðan, blaðið hevur við »vanligar« føroyskar hús- mødur um teirra hugsanir, åhugamål og itriv V'* spyrja fyrst hvussu er hjá tí feroysku kvinnurersluni í dag Ikki limur í »Fylkingini« Eg må vidganga bein- vegin, at eg veit einki oyum. Eg eri ikki limur i »Fylkingini« ella nøkrum eðrum líknandi felags- skapi og havi einki gjert við tað, tí eg havi íkki havt tíð vegna arbeiði og mangt annað. Hjá mær sum so nógvum føroysk- um kvinnum er altíð nógv at gera. Eg havi t.d. ong- antíð verið í Mettustovu. Tað er so nógv eg ongan- tíð havi verið tiul, hóast fundir og ráðstevnur í heilum verða hildin, og tiltøk sum eg fegin vildi verið við til og virkað fyri Men tað er ikki bara at siga tað. Tað er ongin tíð, og eg haldi, at hetta kann sigast fyri fjøldina av før- oysku kvinnunum. Eg meti sjálvandi at kvinnu- rerslan eigur rætt á sær, men ikki í sínum mili- tanta, ágangandi formi Ég trúgvi ikki uppá tann formin fyri frígering Við hvert er neyðugt at tosa hart fyri at hoyr- ast. Er tað ikki so um fer- oysku kvinnuna? Jú, men tað eru til fleiri mátar at vera ágang andi uppá. Ein kann vera ágangandi á positivan ella negativan hátt. Demi: Tú kanst ikki gerast sterri sjálvur við at kappa hevdið av eðrum. Um tú vilt rúm fyri teg sjálvan, skal tú eisini syrgja fyri at tað verður rúm fyri onnur Tað er pláss fyri okkum ellum í hesi verð. Tú kanst ikki koma fram við at traðka á onnur. Tað ber kanska til í letuni, men tað hevnir seg aftur. Eg eri bangin fyri at hetta er hent við einum stórum parti av kvinnurersluni Tað er ov nógvur illvilji, ov nógv hatur í hesi rersl- uni. Tað er ógvuliga van- ligt, tá sovorðnar rerslur koma fram, at ein gerst frelstur og sigur, nú skal alt vera upp á mín máta, tí bert eg kenni sannleikan. Harðskapuri hevur altíð sínar bestu dagar í fyrst- ani, síðan kemur bak- slagið. Eg meti, at kvinn- an kann og skal gera seg galdandi á friðarligan hátt. - ER hatta íkki ein leið, kvinnan longu hevur roynt at farið? Tað haldi eg ikki. Eg } # (Ar } . að ri ågangandi. — Um organisation og samsteða ikki nyttar, hvat nyttar so? — Eg veit, at tað er næstan skomm at tosa um kærleika, tað slagið av kærleika sum kemur av sær sjálvum, tann univ- ersella kærleikan. Tá nakað verður sagt um kærleika, so he'da tey flestu, at tað antin verður meint við sex ella religión. Men faktist er ógemeina nógv sleg av kærleika til. Vit hava ell ovurhonds nógv at geva eðrum av okkum sjálvum. Men vit tora tíverri ikki at tosa um sovorðið. Eg haldi hóast alt, at tann besti og kanska einasti mátin er at hava kærleika til med- systrar, bern og menn, ollum menniskjum Heldur tú, at tað fer- oyska samfelagið er merkt av mannfólkavaldi og aut- oritetstrúgv? Ja, á allar hægsta stigi. Og eg haldi, tað ser- liga eru kvinnur í mínum aldri, te. 35-50 ár, ið merk á tað. Vit upp á ein máta við bein- unum í tveimum heimum, ein er nýggjur, fremm- andur og fullur av spenn- andi meguleikum, hin er gamal og tryggur við festum siðbundnum virðum. Fyrr var tað ein- faldliga knívskorið: mann- fólkið avgjerdi alt. Kvinn- urnar skuldu bara tiga, ar- beiða í húsunum, ansa eftir bernunum og ikki minst eftir manninum. Tá ið mítt ættarlið kom í gift- ingarferan aldur, 20-25 ár, varð so byrjað at kvinka við, at maðurin skuldi kanska gjert okkurt eisini, í og við at kvinna fór út at arbeiða og átók sær part av uppihaldinum. Vit eru skrásettar — programm- eradar — til hetta: konu- fólk innanhysis, mannfólk uttanhýsis. Tá kvinnan í nógvum ferum tók helvt- ina av uppihaldsábyrgdini upp á seg, skuldi ein trúð at arbeiðið heima fyri tað varð býtt rættvíst. Tó vita oll at tað er ikki so. Menn- inir siga, at teir duga ikki at fáast við eina vaski- maskinu, gera mat, skifta Men um standa á børnum o.s.fr nur i … y fir menninir? Tad er sera ein- falt. So tað er bara ein jånkaslig umbering. Vit eru upp å sama måta, vit leggja ikki ta gomlu kvinnurolluna frå okkum. Tann føroyska kvinnan er ikki bytt, so langt i frå, men hon heldur seg ikki hava kreftir til at stridast ímóti hesum innarbeidda mystrinum, sum hon er skrásett til, og sum hevur sett seg fast í ellum sam- felagnum. Hon hugsar sum so: hvat skal eg orka einsamøll? Og at hon skal taka seg saman til at fåa meiri orku fyri at kunna, endar oftani við, at hon fær ringar nervar. Tað er betri at sparka kenslurnar hjá sær so langt niður í undirmedvitið, at tað bara er í í einsemisstundunum, at tær aftur koma upp. teimum stundum hon einki hevur at ' ugsa um, einki at lesa, ongan kassa at hyggja í. Og tað er grú- iliga lítið til av slíkum løtum. Vit syrgja jú fyri at fáa hesar leturnar fyltar upp. so vit skulu sleppa undan at hugsa. Vit vilja helst ikki viðganga, at tað er samband ímillum tað fysiska og tað sálarliga Vit royna at loypa tað sál- arliga um, tað gevur aft- urslag, og so er tann gongda leiðin at fara til læknan og fáa okkurt at doyva seg niður við, tí nú eri eg í erviti, nú eri eg býtt og havi bert hug at gráta 0.s.fr., nú må eg hava eina ella tvær tabl- ettir til at blíva ordilig aftur. — Tú nevndi religiónina íáðni, hevur hon stóran leiklut í hesum? — Kvinnurollan er nokk sok fest í kristindóminum, t.d. tí kristindómi, vit upp- liva her — tað er tað sama mynstrið — kvinnan skal tiga, hon skal vera mann- inum lýðin og undirgivin. Hetta hevur uttan iva ein stóran part av skyldini. Tað er eingin, ið setir spurnartekin við tað, sum prestur ella prædiku- maðurin sigur í krikju ella á meti. Um hann hevur hugsað seg um, ella um hann veruliga trýr bók- staviliga upp á hetta her. Alt verður tikið og gloypt Hvwu 1 : tað £iVUSS Kenist tar fyri eina gávuríka og ágrýtna kvinnu ikki at kunna koma víðari á tí stovninum ella fyritekuni, hon arbeiðir á, at altíð at vera undirornað og onga vón hava um betring av viðurskiftunum, hóast at tað stendur greitt, at hon er minst líka fer fyri tað sum mannfólkið, og í nógvum ferum hevur sterri innlit og ábyrgdar- kenslu? — Her nemur tú við nakað, sum er heilt van- ligt mynd í Feroyum í dag. Kvinnan kemur ikki longur enn til eitt ávíst steði. Hon kann ikki eina ferð siga, at hon kemur næstovast í hierarkiinum á stovninum ella fyr- tekuni. Vit sleppa ikki so langt upp. Tú spyrt, hvussu tað kennist. Tað er sum at sláa dýnu, vit kunnu einki gera við tað, halda vit. Ikki í løtuni. Ein kann sjálvandi fáa sær út- búgving, og nógvar gera tað. Tað ber til at gerast prestur ella sakferari. Tær allar flestu hava bert van- liga útbúgving. Men hóast vit hava lært alt innan fyri arbeiðið og duga tað, og eisini duga at leiða og skipa fyri, so hava vit faktiskt ongan kjans. Fert tú upp í politikk, ert góð til tað og heppin, so kann tað eydnast i einstøkum forum. Einasti mátin fyri eina talentfulla kvinnu til rættiliga at koma fram, er at fara upp í politikk, ella fáa sær útbúgving, sum er tríggjar ella fýra ferðir so góð sum tann, ið menninir hava. — Metir tú, at tann uni- verselli kærleikin fer at hjálpa kvinnuni at beta um hesi viðurskiftini? — Tá ið tú tosar um sálarfreði og hevur rótfest Tit ringja — vit skriva > ynski um at koma fram, men ikki kanst gera tad å vanligan, normalan hått, hvat gert tå so? Ju, tå sigur vid teg sjålva: Hetta hevur ongan tydning, bara tað blívur sum eg vil. Eg leggi einki í tittulin, bara eg havi maktina. Og tú kanst meguliga brúka tann universella kær- leikan til at manipulera eitt sindur við, gera við- merking har, planta nekur væl vald orð her. Vit eru nokk so góðar til tað, sjálvt um onnur fáa æruna av tí. Vit vita, at vit eru intelligentari, duga betur og hava betri skil fyri nógvum, so tað er ikki bara til okkara vansa at mannfólkið skal eitast at hava valdið. Tað veruliga valdið liggur hjá kvinn- uni. Mannfólkini vita eis- ini, at kvinnurnar eru skilabetri enn teir, og teir hava virðing fyri, at hon er skilabetri, er áhaldandi, orkar meir, tolir meira av 0.s.fr. Men virdingin kemur bara upp til eitt åvist, og ikki longur, ti alt er fyri útsjóndina. Virð ingin má ikki koma long- ur, tí tað er jú hann, sum er harri. Hetta við út- sjóndini hevur ovurhonds at siga í Feroyum, tí sam- felagið er so lítið, ell vita alt um ell. Tað týðir nakað at vera harrin, tann, sum hevur valdið. Og eg haldi ikki, vit skulu taka ta gleðina frá mannfólk- unum. Tí maðurin hevur sanniliga virði og hví skuldu vit noktað honum at kenna til tað? Men sam- stundis er tað stak umráð- andi fyri okkum at kenna okkara egna virði. Og teir áttu heldur ikki at noktað okkum tað. etj.- Ringið telefon 118 20