Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 26. juni 1986 Tvey ár í sáttmaálaloysi Sjúkrakassarnir svara tannlæknun Tann 12. juni 1986 hevði nevndin í Meginfelagnum fund í Havn. Fundurin viðgjerdi m.a. tannlækna- málið, soleiðis sum tað liggur fyri. Nevndin í Havnar Sjúkrakassa hevði ynskt fund um hetta mál, og varð greitt frá gongdini og teimum ymisku undanførslunum, sum tannlæknafelagið hevði til ikki at koma við tí lovaða útspæli til sam- ráðingargrundarlag. Á fundinum kom eisini fram, at limirnir í teimum ymsu sjúkrakessunum vistu ov lítið um sjálvt málið. og kom okkurt fram í fjølmidlunum, so var málið bert lýst frá einari síðu og meginfelagið ikki eftirspurt. Nevndin samtykti tí, at ein frágreiðing um gongd- ina skuldi sendast út. Sjálvt um hon er drúgv, er hon kanska ikki fullkom- in. men Meginfelagið vil fegið svara fyrispurning- um í samband við hetta mál, um tað er ynskjandi. Til sáttmálan, sum kom í gildi 1. oktober 1979, varð gjørt eitt »protokollat«, til greinina um dýrtíðarvið- gerð. Avtalað varð, at ein kanning av kostnaðar- partinum skuldi fara fram fyri árini 1977 og 78, og at úrslitið av hesi kanning skuldi verða galdandi við- víkjandi býtinum av kostnaðarpartinum og nettopartinum. Í proto- kollatinum stóð, at kann- ingin bert skuldi umfata teir = privatpraktiserandi tannlæknarnar. Sikringsstyrelsen, sum er tann stovnur ið inn- stillar sáttmálar til góð- kenningar í heilsumála- ráðnum, kundi ikki sam- tykkja í orðingini av nevnda protokollati og varð sáttmálin góðkendur við hesum undantaki. Her skal vera skoytt uppí, at burtursæð frá Klaksvík og Havnini eru flestu tannlæknar eisini skúlatannlæknar. Teir hava allir góðar treytir at arbeiða undir og er hetta grundin til, at tannlækna- felagið vil halda hesar uttanfyri, tá kostnaðar- parturin skal ásetast. Hin- vegin ber ikki til at hava tvinnar sáttmálar. Og allir sjúkrakassalimir = mugu hava sama rætt til tann- læknahjálp. Tannlæknafelagið boð- aði til fundar í Havn 3. november 1983, har hetta mál kom til umreðu og stóðst drúgv orðaskifti av tí. Tannlæknafelagið sýtti fyri, at Meginfelagið fekk atgongd til nakað taltilfar og grannskoðari Megin- felagsins fekk einans skattaroknskapið at gera sínar metingar eftir. Í sáttmálanum er kostn- aðarparturin settur til 40% og nettoparturin til 60%. A fundinum var upp- skot um at broyta hetta til 55% í kostnaðarparti og 45% í nettoparti, og tá Meginfelagið sýtti fyri hesum, var skotið upp 50% í hvenn partin, men heldur ikki hetta vildi Meginfelagið ganga undir. Tá allir tannlæknar skula arbeiða eftir sama sátt- mála má meðaltalið av kostnadarpartinum fyri allar virkandi tannlæknar leggjast til grund fyri út- rokningina Sambært ásettar reglur broytist dyrtidarvidbotin hverja ferð prístalið fer upp við 3 stigum ella tá tænastumenn fáa real- lonarviðbetur. Avtalað var millum partarnar, at Meginfelagið gjerdi tær talvur, sum tannlæknarnir arbeiddu eftir og sum sjúkrakassarnir nýttu í kanningararbeiði sínum. Og hverja ferð onkur broyting skuldi fara fram, samráddust partarnir um útrokningarnar, áðrenn nýggjar = talvur vóru gjørdar. 1. oktober 1983 fór prístalið upp og skuldi viðbótin tí broytast. Vit ringdu til formannin í tannlæknafelagnum fyri at vita, hverja útrokning teir komu til, men for- maðurin svaraði, at við- bótin var so lítil (4,09%), og helt ikki grund vera fyri at gera nýggja talvu nú, tí hann visti, at í umbúnað var ein real- lønarhækking og var betri at taka alt undir einum. Vit spurdu fleiri ferðir í landsstýrinum um tær nevndu reallønarhækking- arnar, men fingu bert at vita, at tær helst fóru at koma, men at endalig av- gerð ikki var tikin í mál- inum. Í brævi 22. desember 1983 sigur Tannlækna- felagið sáttmálan upp til at fara úr gildi 31. mars 1984. Í uppsagnar- brævinum boða teir sam- stundis frá, at »Færøernes Tandlægeforening erklæ- rer sig samtidig villig til forhandlinger om en ny overenskomst og vil sen- ere fremkomme med et oplæg hertil.« Tá vit nå koma út i februar mánaða síggja vit, at tannlæknar eru sum taka hægri gjeld enn tey, partarnir eru samdir um. Tað vísir seg tá, at danska tannlæknafelagið av sín- um eintingum og uttan at boða hinum sáttmálapart- inum frá, hevur gjert nýggjar talvur, ið eru sendar føroysku tann- læknunum 6. febr. 1984. Meginfelagið mótmælti hesum atburði, sum kundi metast javnt við sáttmála- brot. Undanførslan hjá danska tannlæknafelagn- um var, at tá semja ikki var um viðbeturnar, so hevdu teir avgjert at senda hesa fráboðan út. Ikki fyrr enn 23. februar fekk Meginfelagið avrit av hesi nýggju talvu. Og tá vit ikki frá landsstýrinum høvdu fingið at vita um reallønarhækkingarnar, kundu vit av góðum grundum ikki hava slíka útrokning. Vit settu okk- um í samband við skrivar- an í tannlæknafelagnum, og vísti hann til skriv frá Føroya Landsstýri um lønarreguleringina. = Tað Visti seg tå, at brævið frå landsstýrinum var dag- fest 27. februar 1984. t.v.s. 3 vikur eftir, at tær nýggju lenartalvurnar vóru sendar út. Av hesum sæst, at danska tann- læknafelagið frá lands- stýrinum undirhonds hevur fingið boð um nakað, sum Meginfelagið ikki hevur havt somu at- gongd til. Men nú tók ein nýggj steða seg upp, av ti at tannlæknafelagið hevði tikið við eitt óregulerað ískoyti, sum ikki er við í almennu lenartalvuni. Munurin millum okkara og tannlæknafelagsins út- rokning var uppá 2,2% (hetta er minni enn tað, sum formaðurin ikki legði í at taka við 1. oktober 1983). Meginfelagið brúkti sama roknihátt sum var nýttur frammanundan og kundi tí ikki samtykkja í teimum hægru gjøldunum ella víkja frá galdandi praksis sambært reglur- nar í sáttmálanum. Tá vit ikki vildu gjalda hesi hægru gjeldini, bað E. Fauerbye, Dansk Tand- lægeforening, okkum rætta rokningarnar til tey gjøld, sum vit høvdu rokn- að okkum fram til. Megin- felagið helt onga grund vera til at rætta rokning- arnar, og tí bað sami E. Fauerbye, okkum senda tær rokningar aftur, sum vit ikki vildu gjalda. Flestu tannlæknarnir fylgdu boðunum úr Dan- mark, men tað var onkur tannlækni ímillum sum ongantíð tók hesi hægru gjøldini. Nú hendir so tað, at Dansk Tandlægeforening vendir sær til Feroya Landsstýri við áheitan um, at valdur verður gerðarrættur at taka stødu í klagu teir hava. Landsstýrið valdi for- mann, men hesin bar seg undan vali og ístaðin var annar advokatur valdur. Meginfelagið fekk hevi til at velja ella vraka, men tá landsstýrið hevði valt ein advokat, so tók Megin- felagið av. 14. juni 1984 var sein- asti fundur í Gerðarrætt- inum. Formaðurin fór í part við tannlæknafelagið og gav teimum á henda hátt viðhald í klagu teirra. Umboð Meginfelagsins vóru hjá og kenna tí av- gerðina, sum fall á fundin- um. Men inntil nú hevur hverki Meginfelagið ella teir av Meginfelagnum valdu limir í Gerðarrættin, fingið avrit av gerðabókini ella sjálvan dómin kunn- gjørdan. Meginfelagið hevur tí heitt á advokatin um at fáa hetta tilfar. Og tá tað ikki hjálpti, hevur áheitan verið send lands- stýrinum at útvega okkum hetta tilfar, men higartil tó uttan úrslit. Umframt munnligar hava skrivligar áheitanir verið sendar 3/6 og 24/9 1985, 10/1, 14/3, 24/ og 29/4 1986. Gerðarrætturin av- gjørdi, at eftirregulering skuldi fara fram fyri tær rokningar, ið vóru fyri tíð- arskeiðið 1/10-83 til 31/3- 84 og sum vóru útskriv- aðar eftir tí avtalaða taksti. Meginfelagið hevur altíð samtykt eftirreguler- ingar til tannlæknar. og gerðarrætturin fekk at vita, at longu í brævi 1. mars 1984 hevði Megin- felagið játtað at eftirregu- lera gjeldini. Meginfelagið kundi tó ikki uttan nakra kanning gjalda, tá tað millum rokningarnar vóru viðgerðir, id longu vóru loknar áðrenn 1. oktober 1983, eins og talan var um gjøld (t.d. medisin) sum ikki kom undir regulering. Nógv arbeiði stóðst av hesum tá allar rokningar fyri hálvárið oktober mars mátti innkallast til kanningar Uppgerð og pening fingu tannlæknar- nir í 1984. Í september 1984 kemur krav frá advokati, sum krevur Meginfelagið at gjalda kr. 280.000,- fyri tannlæknarokningar sum, eftir hvat hann segði, stóðu eftir tá sáttmálin fór úr gildi. Um hetta mundið vóru vit í holt vi at av- rokna eftirreguleringina. Í aðrar mátar hevði Megin- felagið ikki rokningar liggjandi. Kortini fingu vit 31. jan. 1985 tilsegn um at meta í fútarættinum tann 8. februar 1985, har kravt var, at Meginfelagið skuldi gjalda kr. 292.421,69. Vit kravdu fútarættin = at avvísa málið, ti Meginfelagið ikki lá við nekrum ógoldnum rokningum frá tannlækn- um. Kravið var fyri rokn- ingar, sum Tannlækna- felagið hevði við sær í fútarættin. Tær áttu ístaðin at verið sendar Meginfelagnum til av- greiðslu sambært sáttmál- an. Tá Meginfelagið segði seg ikki hava pening at gjalda kravdu upp- hæddina við, endaði málið úrslitaleyst. Meginfelag Sjúkrakassa Føroya er ein savningar- miðdepil fyri sjúkrakass- arnar. Uppgåvan hjá Meginfelagnum er m.a. at standa fyri sáttmálasam- ráðingum og annars at vera sjukrakøssunum til hjálpar í arbeiði teirra. Til at gjalda kostnaðin av umsitingini hjá Megin- felagnum rinda sjúkra- kassarnir árligt gjald, sum verður ásett av aðal- fundinum. Avrokning millum læknar, serlæknar, apotek og aðrar, ið sáttmáli er vid, fer fram beinleiðis við hvenn sjúkrakassa sær. Við tannlæknasáttmálan- um varð gjørt eitt undan- tak. við tað at rokning- arnar skuldu sendast gjøgnum > Meginfelagid, sum skuldi kanna gjøldini og sidani senda rokningar- nar til teir åvisu sjukra- kassar. Rokningar, sendar Meginfelagnum áðrenn 10. í einum mánað, vórðu so sendar út til sjúkra- kassarnar, sum fingu 14 dagar at avrokna í. So skjótt penginruin var goldin til Meginfelagið. kundi avrokningin við tannlæknarnar fara fram. Hetta skuldi í ellum feri verða áðrenn 15. í mánað- inum eftir, at rokningar- nar vóru komnar. Krev tannlæknafelags- ins um at gjalda rokningar sum vit ikki hevdu, var heilt burturvið. Vit vístu tí á fleiri ferðir, at tann- læknafelagið hevði mis- skilt støduna, ti såttmålin var i gildi til uppsagnar- freistin var úti og at allar avrokningar fram til henda dag máttu fara fram eftir sáttmálanum. Vit segdu Sikringsstyrel- sen, Kebenhavn, frá hes- um, og góvu teir okkum viðhald í hesum. Hetta tóku vit enn einaferð upp aftur í brævi 31. juli 1985. 3. september 1985 fáa vit bræv frá advokatinum sum spyr, um vit eru sinn- aðir at gjalda rokning- arnar um tær verða sendar okkum. Hetta svara vit játtandi uppá í brævi 9. september 1985 og 17. september 1985 fáa vit frá skrivaranum í tannlækna- felagnum rokningar frá 11 tannlæknum. Í brævi 11. oktober 1985 fær skrivarin at vita, at allar tær innsendu rokningar- nar eru avgreiddar við til- samans kr. 193.323.26. r X VI »e p AS i N SN: —— A 8 x Tå so allar avrokningar vóru farnar fram, roknaðu vit við, at uppleggið til samráðing fór at koma, men so var ikki. Í hesum sáttmálaleysa skeiði er av og á spurt eftir upplegg- inum, men svariðh evur altid verið: Nú verður tað skjótt. Tá vit ótolnaðist eftir upplegginum, skriv- aðu vit til tannlækna- felagið 5. februar. Íbrævi 13. februar svarar tann- læknafelagið, at grundin til at teir ikki haav latið frætt frá sær er, at Megin- felagið skyldar tann- læknafelagnum kr. 19.703.23 ið er innheint- ingargjald hjá advokat- inum. Meginfelagið heldur seg ikki skylda tannlækna- felagnum nakað, tí vóru rokningarnar sendar Meg- infelagnum, soleiðis sum sáttmálin sigur, so høvdu tær veriðavroknaðar fyri meira enn ári síðani, sam- bært sáttmálareglurnar. Hetta fekk tannlækna- felagið at vita og í brævi 21.apríl fáa teir at vita steðuna ið nevndin tók á fundi 16. april, hi. sam- tykt var at spyrja um tannlæknafelagið vil taka upp samráðingar. Meg- infelagið ynskti svar inn- an 15. mai 1986. Men tannlæknafelagið noktar at koma til sam- ráðingar fyrr enn Megin- felagið rindar útreiðslur teirra til > advokatin. Frammanundan hevur ad- votkaturin stevnt Megin- felagnum eftir somu upp- hædd. Tað er ikki Meginfelagið ið er atvoldin til, at ongar samráðingar eru komnar í lag. Tað var tannlækna- felagið, sum segði upp og eiga teir útspælið. Men sum gongdin hevur verið, bendir alt á, at tann- læknafelagið ongan sátt- mála vil hava. Elias Johansen, form., Tórshavn, Trygvi Árting, Tórshavn, Kim Nielsen, Sumba, Jacob Hejgaard, Toftum, Tummas Joen- sen, næstf., Kollafirði, Meinhazd Jacobsen, Ser- vági, Steingrím Poulsen, Skopun, Hjerdis Klein, Klaksvík og Anton Høj- gaard, Húsum.