Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-06-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

slakast UM LANDIÐ ALT fer í hesum døgum fram slíkt ført virksemi sum ongan tíð áður NAKAÐ er í gerð fyri hitt almenna, tó kanska ikki so nógv sum onkuntíð, men eru kommunalu og privatu stór arbeiðini so mikið størri og fleiri. ER HETTA FRAMBURÐUR, so eiga vit eisini at fegnast um hesi í løtuni so éføra arbeiðsfremjandi tiltøk og bert at vóna, at úrslitini ikki roynast okkum sum kálkaðar gravir, tá av tornar FYRST AV ØLLUM fegnast vit um teir bøttu inntøkumøguleikarnar hjá arbeiðandi fólkinum og harvið so sanniliga eisini hjá landi og komm unum, sum vituligt mest dúva upp á hesar lønir, almennu starvsfólka lønirnar og fiskimannalønirnar, tá neyðugi skatturin skal álíknast MEN henda frøi kann, so leingi annað neyðugari arbeiði ikki fæst frá hondini, ikki verða meira enn hålv og taka vit við í metingina tað lønarliga vanbýti, sum nakrir av trúgvastu framleiðslustuðlum landsins, eitt nú fiskavirkisfólk okkara, eru fyri í vit- leysu kappingini um ta nústani so háttvirdu arbeiðsmegina, so fánar henda frøi burtur í einki. TÍ sum skilið nú er, so verða fiska- virki okkara skjótt avmannad og ikki minst man tað vera trúgva og ábyrgdarfulla fiskavirkisfólkið okkara fyri at takka, at hesi virki so dánt hóra ein dag av í senn. Tí betur enn onnur skilir hetta fólk, at júst teirra vinna er eitt av álitum landsins, men hetta fólk skilir eisini, at just henda vinna er vánaligast fyri til at kunna ganga munandi lønarkrøvum á meti. SERLIGA MEINT plaga hesi virki at verða rakt av manningartroti um summarið, men hevur góð hjálp verið í skúlaungdómunum, men við øktu inntøkumøguleikunum aðrastaðni verða fiskavirkinú ár við sviðið soð. HUGSTOYTANDI er eisini innihaldið í eitt nú ungdómssendingum útvarps- ins, sum í longri tíð ikki hava snúð seg um annað enn hvussu bíligt tað er at ferðast uttanlands og at áttanda floks-, tíggunda floks-, students- ella HF-prógv ikki kann verða tíkið í Før- oyum, uttan at farast má suður á Miðjarðarhavið. ———————————xxd3223—n— tíðindablaðið EINKI ILT ORÐ um, at ungdómar okkara eftir loknan skúla leingjast eftir onkrum ødrum enn bókini, men tað hevði ikki verið av leið, um skúla- lærarar, sum tíðum standa fyri hesum ferðaløgum, ikki so brádliga vendu uppalandi skylduni á høvdid, men gjørdu meira burturúr at greiða teimum ungu frá, at brúk var fyri teimum í framleiðsluni, í samfel- agnum — hetta sum annars so mong teirra siga seg ikki at hava kenslu av VIT FEGNAST løntakaranna vegna um lønarligu yvirbjóðingina umframt gjald fyri fleiri tímar enn arbeitt verð- ur, sum einamest útlendsku byggi fyritøkurnar — eisini tær, ið gera fyri okkum »timalønt« risaarbeiði hava mett »hoskiligt« sum føroyskt lønar lag MEN eins nógv óttast vit hetta bólgn- aða utreidslustødi, sum hvorki hitt al menna ella privatu tænastuvirkini kunnu liva við — uttan í seinna enda niðurskurð í arbeiðsplássum, lønum og hækking í tænastukostnaði mót vegis vanliga borgaranum. SAMAN við hesum ólíkindum og mestsum óbroyttum útflutnings- prísum hava vit best hugsandi upp- skriftina fyri eini rimmar-inflatión. SLÍKA Nidurbrétandi figgjarstødu ynskir eingin sjålvbjargishugsandi føroyingur, hóast tað til allar tíðir vilja vera teir „keisarans óvinira, sum ditta sær at venda slíkari fólksins vanlagnu til egnan fyrimun VIÐ LANDSBANKA til at stýra hesum iløgum, serstakliga uttan landslánum, tað veri seg við ella uttan alment veðhald — og uttan mun til hvussu »bilig« hesi lán kundu verið, høvdu vit íkki bert havt tamar- hald á skuldbindingini uttanlands, men eisini á innlendis ílegu- og byggi- virkseminum — fyri ikki um at tala, á arbeiðsmarknaðarviðurskiftunum. SERLIGA hetta seinasta skylda vit arbeiðandi fólki okkara, tí sum orða- takið sigur: — »Arbeidarin er altíð sína løn verdur« HETTA ÅSANNA nakrir av arbeid- arum okkara meira enn aðrir í hesum degum, men fremsta skylda okkara má vera at fremja tryggastu arbeiðs viðurskifti so ongum, áðrenn frálíður, nýtist at ivast um, hvat hann veruliga er verdur Kr. ra ———————”+ om) Nr. 72 — 28. juni 1986 Duga føroyingar at tosa? Glepsid, frumstadda van- megnarskriggid frå huda- skógvamálmonnum og hjálparleysum »målreins- arum«, eins og Jeffrei i Fjúrtanda, eru tekin um, at vend er komin í agress- ivum áskoðanum á hvat »føroyskt mål« er — og »eigur« at vera. Tá anda- ligi harðskapurin sýnir sína hjálparleysu harð- ræðishond frá fílabeins- tornastoltleikanum móti vanliga fólkinum og máli tess, so er tað eitt tekin um, at Johnny Thomsen í »Brå« nr. 8 man hava ver- ið beinrakin við gjøgnum- gongd síni av »Ensk-før- oysku ordabøkini«. At fíla- beinstornaprofetarnir forka seg longur og longur frå føroyska målveruleik- anum, er ikki nakað nýtt. Risin og kellingin ætlaðu, sigur gamal gjáarslatur, at draga Feroyar til Is- lands, men tá sólin reis, vórðu tey at blágrýti, og tað ævintýrið varð slept Í dag royna Jeffrei & Co eitt nýtt ævintýr. At billa førovingum inn at islend- ingar eru teir einastu sum duga at tosa feroyskt. Ti hava vit fingið stovnar. goldnar av fjeldini, sum hava til endamáls at taka málið úr munni fjøldarinn ar, at gera fjøldina fremm- andagjørda frå egna munni og talu sini og geva andan upp til elituna uti å Debesartrød, sum við freðisligum hegni kom- ponerar eitt nýtt mál, sum líkist »fornmålinum« eins mikið og meguligt nú kann vera. Ti navnið »fila- beinstornagranskarar« Hendurnar nåa ikki nidur at jørdini Alt i lagi islendskt er eitt vakurt og væl skipad mål fyri islendingar Eins og enskt er tað fyri enskttalandi heimsmeiri lutan, kinesiskt fyri kin verjar og danskt fyri danskarar. At norskt ljóð ar komiskt í summa manna oyrum, er bert eitt estetiskt hjábrigdi Skal eitt mál vera liv- andi, má tað vera i stød- ugari broyting í mun til tillaging til tað samfelag tað er eitt amboð í. Málið er ikki eitt listarverk ella ein heilag kúgv, sum vit málleysu skulu dyrka mótvegis gudunum á Setr- inum, nei, málið er okkara, tað er fyrst og fremst eitt amboð í samskifti manna millum. tað skal trívast, mennast, vidkast, mýkj- ast, vera samskiftisamboð (kommunikatiónsamboð) manna millum heldur enn ein steindeyð høggmynd á Debesartrød. At patentologar vilja gera málið til nakað trongt, stirvið og fjart frå ENSK-FØROYSK ORDABOK J múli mælir fólki til at lesa ummælid hjá Johnny Thom- sen í nýggjasta Brá. gerandislívinum, tað sýnir bert. at teir í síni frástoyt andi neurotisku ego sentrismu og avbyrgjandi sjálvgleði, royna at fremmandgera feroyska fólkið og tess náttúrliga tungumál frá einum „ideal typiskum« máli, har skeitt verður evund- sjúkt til íslendskt og skravað verður út av tí, ið av ymiskum orsekum kundi havt ein farra av skandinaviskum Hesir »frødingar« sum stilla seg upp sum måls- ligir undangangstarvar, gloyma, at eins væl og før- oyskt og islendskt hava somu rót, so hava tey skandinavisku málini somu rót sum okkara mál. Hesi skandinavisku mál eru tó meiri broytt frá fornmálinum enn is- lendskt og føroyskt, tí tey hava ikki verið so avbyrgd Hví tað vera ein deyðasynd frá umheiminum skal fyri føroysk orð ella vend- ingar at líkjast onkrum donskum, skandinav- iskum ella enn verri: al- tjóðligum, er ilt at skilja, alt frá moralskum, vis- indaligum ella etiskum sjónarmiðum. Skulu vit tráhalda um fílabeinstornahugsjónir- nar og tráa aftureftir til tað fornnorrøna, so kann tað vera at onkur við etymologiskari (málsegu- ligari) orðabók í hendi fer at tráa enn meir eftir upp- runa fornnorrena málsins, heilt móti germansku vøgguni (sum hevur »Spilt« tað danska málið, sum ofta verður umtalað niðursetandi av tjóðskap- armálmonnum sum »plat tysk dialekt< (tá eru danir nærri við germanska upp- runan enn íslendska forn málið'), og gerast vit tá ikki negd við germanska upprunamálið, tá kunnu vit dragast upp í indo europeisku fosturkøkuna sum alrahelst gróðursett ist túsundir av árum fyr Kristus onkustaðni í Sib iria. Líka veit eg men eins mikið og fróðskapar kannararnir kanska Og meguliga endar tað við eini fullkomiligari aft urvendan til steineldina har upprunaligi málsupp runin bert innihelt tvey orð: ja og nei. Tá tann fyrsti steinaldarmadurin mótmælti konu síni fyrstu ferð, tá skapaðist orðið »nei«, ella »njet« ella »no« ella »ne-pas« ella hvat tað nú er. Hvussu langt aftur skulu vit fara í upprunan fyri at góðskriva eitt »før oysktÉ< sum ikki er komið »uttanifrå«? Hvat við at skoða fran staðin fyri at aftureftir? Tit sum tosa í álvara um at stovna universitet her á klettum, vælsignaðir, skal tað vera heimfeðispeki heldur enn heimspeki sum skal valda á einum slíkum »universiteti«? Ti fílabeinstornamenn, bardagin er longu taptur vid tykkara stødutakan Sjålvandi eiga vit at røkja okkara mål, og hvørki eg. mini ella Johnny munnu vilja ti nakað ilt, men eg eri ivasamur um ikki fróð- skaparmenn eins og gleps orð. eftir í stremba andi agressivi Jeffrei er meiri ilt enn gott. Hann tók málið úr munni barn- anna, tá eg gekk í barna skúla og hann tunguteppti tey við sínum »mållærum« sum als ikki samsvaraðu málinum vit bern áttu