týsdagur 1. juli 1986síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 1. juli 1986
Stovningarsamtykt og viðtekur fyri
felags kommunala felagnum, ið skal
byggja og reka flogvøll á Glyvursnesi,
er nú endaliga samtykt. Bæði í býráðn-
F
um i Havn og i Kirkjubøar Sóknar
Bygdarråd. I Havn var hetta samtykt
sidsta mikudag og i Kirkjubø friggja-
kveldið.
Í Havn varð hetta samtykt við stór-
um meiriluta. 10 vóru fyri og 2 ímóti. Í
bygdaráðnum í
Kirkjube/ Velbastað
var meirilutin meira tepur. Tríggjar at-
kveður vóru fyri og tvær ímóti.
Niels á Velbastað, bygdaráðsfor-
maður, Olivar Danielsen og Tróndur
Patursson atkveddu fyri, og Helma
Frættu um flogvøllin
ein tima
áðrenn tidindafundin
n.kkan tvey hósdagin
15. mai fingu bygdaráðs-
limirnir í Kirkjubear
Sóknar Kommunu boðini
frå > bygdarådsformann-
inum Niels å Velbastad
um at hann em tíma
seinni fór at undirskriva
eina samstarvsavtalu við
Tórshavnar kommunu um
byggjan av flogvelli á
Glyvursnesi. Hann segði
mær, at hann mátti bera
skjótt at, tí hann hevði
frætt, at argjamenn eisini
arbeiddu við tílíkum
ætlanum, og tí ráddi um at
vera fyrstur.
Hetta sigur ein av
bygdaráðslimunum i
Kirkjubøar Søknar
Kommunu, Helma Frydal,
sum saman við Elsu
Patursson atkveddi ímóti
Bygdaráðslimirnir
jørdir til laturs
Bygdaráðsformaðurin arbeitt saman vid
Havnar kommunu i eitt heilt år uttan at
hinir bygdarådslimirnir fingu orð at vita
um ætlanina um flogvell á Glyvursnesi.
Hetta er at halda okkum fyri gjeidur,
sigur Elsa Patursson, bygdaráðslimur í
Kirkjubøar Sóknar Bygdaráð.
At byggja altjóða flogvell
á Glyvursnesi er heilt
burturvið. Hetta átti ikki
at verið eitt kommunalt
mál. Peningaliga kemur
hetta at kosta okkum
nógv meira enn vit hava
ráð til. Hetta er bert
fyrsta stigið at Havnin
slúkar okkum, sigur Elsa
Patursson, bygdaráðs-
limur í Kirkjbear Sóknar
Bygdaráð. Elsa var onnur
teirra, sum atkveddi ímóti
flogvellinum. Hin bygda-
ráðslimurin, sum atkveddi
ímóti, var Helma Frýdal.
Fyri flogvellinum at-
kvøddu Niels á Velbastða,
Olivar Danielsen og
Tróndur Patursson
Legin framferð
Elsa Patursson finst eisini
harðliga at teirri framferð,
sum bygdaráðsformað-
urin, Niels á Velbastad
hevur nýtt.
— Vit fingu einki at vita
um nakað sum helst, hó-
ast bygdarådsformadur
okkara hevur arbeitt
saman við Havnar
kommunu í eitt heilt ár við
hesum ætlanum. Vit vistu
einki fyrr enn vit hoyrdu
tað í útvarpinum og lósu
tað i blødunum, sigur hon.
Á hendan hátt kenna vit
okkum gjerd heilt til lát-
urs.
Tað er eisini legið at
hugsa sær, at tað verður
noktað sandoyingum at
koma á land í Kirkjubø
samstundis sum ein loyvir
altjóða flogførum at lenda
oman fyri okkum. Hetta
er láturligt
Havnin
alt at siga
— Tað ljóðar ógvuliga væl
at nevndin, sum skal
standa fyri bygging og
rakstri, skal vera saman-
sett av trimum limum úr
hverjari kommunu. Men
tá vit vita, at formaðurin
skal vera valdur í Havn,
verður tað sjálvandi
Havnin, sum hevur bukt-
ina og báðar endarnar,
sigur Elsa Paturson. Hon
ivast tó í, at sjálvur flog-
vellurin er orsekin til
hetta serliga samstarvið
millum Kirkjubear komm-
unu og Havnina.
— Hetta er eitt stig at
steðga Argja kommunu í
síni útvikling, sigur Elsa
Patursson, sum heldur, at
mannagongdin hevur ver-
ið undir allan kritikk.
tór.-
Tað er legið at nokta sandoyingum at koma á land í
Kirkjubø tå ein samstundis loyvir flogførum at lenda
oman fyri okkum, heldur Elsa Patursson.
Síða 3
Frýdal og Elsa Patursson atkveddu
ímóti.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa
nakra viðmerking frá teimum, sum at-
kveddu fyri, men vit hittu tær háðar
Elsu Patursson og Helmu Frýdal, og
fingu hesar viðmerkingar:
flogvallarætlanunum
Hetta er ein legin
framferð, at bygdaráðsfor-
einsamallur,
býráðsfor-
maðurin
saman við
manninum í Havn, hevur
arbeitt eitt heilt ár við hes-
um ætlanum, uttan at vit
hava fingið nakað at vita,
sigur Helma Frýdal, sum
helt tað vera láturligt at
síggja báðar kommunufor-
menninar í sjónvarpinum
undirskriva samstarvs-
sáttmálan.
Móti miðsavnan
— Eg eri harðliga ímóti
miðsavnan. Skulu vit
byggja ein flogvøll aftrat,
skal hann byggjast onkra
aðra staðni enn í Havn,
sigur Helma Frýdal. Hon
hugsar her serliga um ta
miðsavnan, sum ein tílík-
ur flogvøllur førir við sær.
Eisini leggur hon dent á,
at tað er skeivt at byggja
ein tílíkan flogvell so nær
tættbygdum eki, tí flog
førini bæði larma og
dálka.
Helma Frýdal heldur
tað eisini vera legið, at
fridingarmyndugleikarnir
ikki koma uppi fyrr enn
fleiri miljónir eru brúktar
Borgarafund kunnu vit
heldur ikki fáa, sigur hon
Ein av bygdaráðslim-
unum bað um borgara-
fund tá fyribilssáttmálin
var fyri í bygdaráðnum,
men hetta vildi bygda-
ráðsformaðurin, Niels á
Velbastað, ikki. Hann
segði, at prinsippavgerð
mátti takast beinanvegin.
Borgarafundurin varð tí
av ongum
Helma Frýdal heldur
annars, at eitt tílíkt mál
sum byggjan av nýggjum
flogvelli ikki eigur at vera
eitt kommunalt mál, men
heldur eitt landsmál. Hon
er eisini ímóti at lata
Havnini ein so stóran part
av sóknini, sum her er
talan um.
tor.-
[| [| [| ff
Tórshavnar
| Jazz, fólka- og
blues festival
Aftur í ár verður skipað fyri
Havn.
jazz, fólka og blues í
Stevnan verður 25. til 28. august og verður
ymsastaðni í býnum. M.a. í Norðurlandahúsinum,
Listaskálanum og í gongugetuni.
Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri
einum tílíkum jazz-festivali og eru eisini hesaferð
nógv kend útlendsk nøvn á skránni.
Millum annað kemur nýtt danskt orkestur,
Frontline. Danski trompetleikarin Palle Mikkel-
borg kemur saman við Kenneth Knudsen, klavr
og Niels Henning Ørsted Petersen, bass.
Vit fáa eisini meguleikan at hoyra Niels Haus-
gaard syngja sítt sermerkta Vendelbo-mál. Eitt
30 mans stórt orkestur kemur úr Árhus, og úr
Sveríki kemur nekarasangarinnan Cindee Peters.
Hon er úr USA, men er nú búsitandi í Sveríki. Úr
Hetlandi kemur fólkatónleikarabólkurin Home-
brew.
Brandur Qssursson, sum er stigtakari til til-
takið, sigur, at fólk tóku ógvuliga væl undir við
tiltakinum i fjør og árið fyri, og at tað var nærum
útselt til allar framferslur
tor.-
et