Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juli 1986síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I. KT Nr. 73 — 1. juli 1986 Í dag letur upp fyrsta deildarskrivstovan hjá Líkningarráðnum. Hon er fyri Norð- oyggjar og hevur skriv- stovu á horninum Stangavegi/ Stanga- skákinum í Klaksvík. Opið er mánadag- fríggjadag kl. 10.00- 12.00 og 13.00-15.30. Telefonin er 56877. Seks fólk starvast á deildini og leiðari er Óli Heinesen. Um arbeiðið hjá deildini greiðir Líkn- ingarráðið soleiðis frá í tíðindaskrivi: „Deildarskrivstovan, sum stendur í samband við EDV-kervið hjá høvudsskrivstovu likn- ingarráðsins i Tórs- havn, skal taka sær av allari fyrisiting í sam- bad við skattaålikn- øllum Norð- ingina hjá kommunum í oyggjum. Fólk búsitandi í Norðoyggjum kunnu venda sær til deildar- skrivstovuna við ellum skattaspurningum. Eitt nú tekur deildin sær av øllum broyt- ingum í Fyribilsskatta- skránni, so um fólk t.d. skulu broyta rentufrá- drátt og/ella aðrar frá- dráttir í árinum, verður hetta gjørt av deildar- skrivstovuni. Annars tekur deildin sær eisini av ellum spurningum í samband við endaligu álíkningina í einum inntekuári. Deildarskrivstovan hevur annars eftirlit við skattaálíkningini í kommununum og ans- ar eftir, at hon fer fram á rættan og samlíkan hátt. Eisini skal deildar- Fyrsta deildin letur upp í dag skrivstovan vera kommununum til hjálpar, tá kommunu- skattaprosentini skulu ásetast. Deildin kemur eisini at hava skyldu til at lata fólk frá deildini fara á fund við komm- unurnar, tá hesar biða um tað. Annars kemur mannagongdin at verða tann, at sjálv- uppgávan og ognar- uppgerðin hjá ellum skattskyldugum i kommununum, ið hoyra til ekið hjá einari deildarskrivstovu, skulu latast inn til deildarskrivstovuna, sum skrásetir allar upplýsingar á sjálv- uppgávunum, so hvert hesar verða latnar inn. Tá hetta er gjørt, verða sjálvuppgávur- nar latnar lokala líkn- ingarmyndugleikanum í hverji kommunu sær, og avtala verður gjørd um, hvussu álíkningin skal verða framd. Her kann dentur verða lagdur á, at lóggávan fyriskipar nágreinligar reglur um, hvussu far- ast skal fram, tá broyt- ing verður gjerd í sjálv- uppgivnu inntekuni. Hetta ber í sær, at deildarskrivstovan skal skipa soleiðis fyri, at teir lokalu líkningar- myndugleikarnir koma at taka steðu til teir týdningarmestu skattaspurningarnar. Henda mannagongd skuldi helst fert til, at endaliga ársuppgerðin hjá vanligum A-skatta- gjaldarum í framtíðini kann verða avgreidd fyri summarfrítíðina í staðin fyri sum nú í oktober/ november.« Símun, Maja Hansen og Beinta Clothier syngja á nýggja bandinum Símun Konoy afturkomin Símun Konoy hevur aftur givið út eitt band. Á bandinum eru tíggju útlendsk løg vid føroysk- um oråum. Simun hevur sjálvur gjørt orðini til sjey leg, Gunnleif Thom- sen til tvey og Símun Ras- mussen eigur orðini fil eitt lag. Upptekurnar eru gjerd- ar í LT-Studio og Símun hevur góða hjálp til undir- spælið: Olavur Øster, Jó- hannus á Rógvu Joensen, Kári Poulsen, Ronnie Niel- sen og Niels Olsen. Tvær gentur, Maja Han- sen og Beinta Clothier, syngja saman við Símuni og reddirnar hjá Ronnie Nielsen og Joonnu Johan- sen hoyrast eisini á band- inum. Frá eggi til unga „Ungi er í egginum« eitur nýggj bók frá Feroya Skúla- bókagrunni. Hon sigur frá tí, sum hendir í einum eggi, meðan henan liggur á. Sera góðar litljósmyndir hjá Bo Jarner vísa tey ymsu stigini frá tí nývorpna egginum til ungin er komin úr tí Jens Olesen hevur skrivað tekstin og teknað myndir- nar. Paulivar Andreasen hevur umsett til føroyskt Bókin. ella heftið, er 24 síður og kostar 50 kr Her er ungin á veg út úr eggjaskalinum. Fleiri frálíkar litmyndir eru í heftinum. Kommandogruppens ordre: BEFRI HESS FRA FÆNGSLET I BERLIN - HANS VIDEN ER VERDENSHISTORISK SPRÆNGSTOF ! BARBARA CARRERA EDWARD FOX LAURENCE OLIVIER Hver kann fáa eitt so ert hugskot sum at royna at bjarga Rudolf Hess úr Spandau fongslinum? Tað kann stjórin á einari = amerikanskari sjónvarpssteð, sum hevur brúk fyri góðum tíðindum. Hann ivast ikki í, at Hess veit bæði eitt og annað, sum samanborið við Water- galegøluna gera hana til eina sakleysa barna- søgu. Londondeildin hjá amerkansku sjón- varpssteðini fær sam- band við heimsins besta leiguhermann. Men hann hevur i"ki hug at vera við. Hin- Prístalslógin var framveg- is í gjár í mikroskopinum á Advokatvirkinum í Havn. Nekur fakfeløg hava biðið Advokatvirkið kanna, um nekur heimild er til at lækka lenirnar, nú prístalið fer niður um 115 stig. Tímalenin hækkar 60 oyru og mánaðarlenin 105 kr., hverja ferð, prístalið fer upp um e:tt mark, sum er hverji full trý stig oman fyri 100. Tað hevur tí verið mett vegin vísir hann á ein annan, eim amerikan ara, ættaður úr Libanon, sum er kendur fyri ymisk djørv tiltøk í Mið- eystri Hann fer til Berlin Men gakk, beinanveg- in, hann kemur hagar, tekur ein vesturtýskur yvirgangsfelagsskap- ur hann. Russar og palestinar vilja hava fatur í honum. Men hann sleppur og fer nú undir at bjarga Hess. Peter Hunt er leik- stjóri. Hann hevur m.a. gjørt onkran James Bond film og annars nogvar sokalladar »ac- tion-films«. sum ein sjålvfylgja, at ien- in eisini lækkar, tå pris- talið fer niður um hetta markið. Men nú halda fakfeløg, at hetta als ikki er nekur sjálvfylgja Tí hetta stendur ikki í lógini. Og tað er júst tað, Advokat- virkið er í ferð við at kanna fyri feløgini. Væntað var, at ein niðursteða fór at koma um vikuskiftið, men partin í gjár var hon ikki komin seinna hd