hósdagur 3. juli 1986síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Preben Elkjær »in action«
Stórdysturin i Gundadali:
Myndir:
Sofus Johannesen
Strævna ferðin
merkti spælið
Dysturin í Gundadali týs-
kveldið var kanska ikki
tað stóra fótbóltsuppliv-
ilsið fyri summi.
Flestu eygu vóru vend
móti Preben Elkjær, Rosa
og Sheu, men teir gjørdu
ikki so nógv um seg, sum
onkur hevði væntað.
Men tað er kanska ikki
so nógv at siga til. Teir
Ongantíð fyrr hava so nógvir áskoðarar verið at sæð í
Gundadali.
hevdu eina langa og
strævna ferð aftan fyri
seg, og vóru helst móðir
og troyttir, tá teir endiliga
komu á vellin.
Teir fóru úr Keyp-
mannahavn við flogfarin-
um um hálvgum tíggju
tíðina okkara tíð, men
sluppu so ikki niður í
Vágum í fyrsta umfari
vegna mjerka. Síðani yvir
til Bergens at bíða og hað-
ani aftur til Feroya, har
flúgvarin lendi um fýra
tíðina seinnapartin. Síð-
ani skuldi teir til Havnar,
hagar teir komu um hálv-
gum sjey tíðina.
Og hendan langa og
strævna ferðin merkti
spæl teirra. Men inn ímill-
um sá ein tað vælkenda
góða spælið, ið ein kennir
frá sjónvarpsskerminum
Ikki vóru so nógv
vandamikil álop í dyst-
inum, men eitt mál kom
tó. Tað var miðskeiðis í
seinna hálvleiki, og >sjálv-
andi< var tað Preben El
kjær, sum málið
fyri HB.
Annars var tað úrvals-
liðið, ið hevði sterra partin
av spælinum í seinna hálv-
leiki.
gjørdi
sj.
Nr. 74 — 3. juli 1986
Elkjær, Elkjær…
»Elkjær, Elkjær, vis nu
hvad du kan, scorer du for
Danmark, er du dagens
mand…«
Soleidis ljóðaði tað úr
hátalarunum í Gundadali,
beint áðrenn dystin mill-
um HB, styrkt við Preben
Elkjær og tveimum portu-
gisiskum landsliðsleikar-
um, og úrvalsliði, saman-
sett av leikarum úr ellum
landinum.
Og tað kann vera nakað
um tað, tí Elkjær var
„dagsins madur« í Gunda-
dali týskveldið, eingin ivi
um tað.
Børnini hava glett seg i
Preben Elkjær:
longri tíð at síggja hendan
stórleikaran á danska fót-
bóltslandsliðnum, og endi-
liga var hann her. Tí ráddi
um at vera so frammalaga
sum gjerligt, og tá Preben
Elkjær endiliga kom, vóru
tey sum fluga á lorti rund-
an um hann, so hann neyv-
an fekk flutt seg.
Preben Elkjær fekk ikki
hevi at vera í frið eina letu
fyri bernum, sum fegin
vildu hava »autografin«
hjá honum. Hesum royndi
hann at eftirlíka teimum,
men sjálvandi var heilt
ógjerligt hjá honum at
eftirlíka ellum.
Alt í alt mundi tað vera
ein stór leta hjá teimum
nógvu, sum vóru komin
niðan í Gundadal at síggja
hendan danska stórleik-
aran, sum nógvir feroy-
ingar hava sæð nógv til á
sjónvarpsskerminum.
Tað eydnaðist okkum
ikki í gjár at fáa uppspurt,
hvussu nógvir áskoðarar
vóru til dystin. Onkur
metti 4.000. Um nakað er í
tí, vita vit ikki, men í ell-
um førum man hetta vera
stersta åskodarafjøld, ið
hevur verið í Gundadali
nakrantíð.
MORS;
Styrkta HB-liðið
— Fyrstu ferð eg havi
spælt å graslikisvølli
Aftan å dystin eydnadist
tað okkum við neyð og
deyð at troðka okkum
gjøgnum rúgvuna a
børnum og ungdómi inn í
HB-húsið, har vit hittu
Preben Elkjær og bóðu
hann um eina stutta við-
merking um dystin
— Eg haldi hetta var ein
»seriøsur« dystur, og hann
gekk skjótt fyri seg, sigur
Preben Elkjær Eisini
haldi eg, at dysturin gekk
hampuliga væl fyri meg,
tá hugsað verður um, at
hetta er fyrstu ferð, eg
spæli á graslikisvølli.
Hvussu
hendan fyrsta royndin hjá
tær á graslíkisvollinum ?
— Vellurin er ógvuliga
góður at spæla á, men ein
skal fyrst venja seg at
spæla á honum.
Hvat heldur tú um
foroyskan fótbólt út frá ti,
2?
var so
tú hevur sæð í kvold
— Jú, feroyskir fótbólts-
leikarar hava góð skot, og
tað er nógv ferð yvir dyst-
inum. Harafturat eru leik-
arrnir fysiskt sterkir
Hvat
ferðina upp higar ?
dámdi tær
Hon var ræðulig!
Preben Elkjær
sovorðið
sigur
Nakað
ikki roynt fyrr. Meira enn
6 tímar í luftini, og so tá
vit komu til Oyrargjáar,
so var eingin ferja har.
Hvorja mynd hevur
tú fingið av Foroyum hesa
havi eg
lotuna, tú higartil hevur
Her er ógvuliga vek-
ur náttúra, og móttekan
eg havi fingið her, er fram-
Ég
Í.
a Er
4
úrskarandi, sigur Preben
Elkjær at enda í stuttum
viðtal við Sosialin beint
aftan á dystin.
Móður og troyttur eftir strævna ferð og 90 minuttir á
vellinum helt Preben Elkjær fram at geva »autografar« í
umklæðingarrúminum.