Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 3. juli 1986 reiðarin í Vági. Sandbáturin Aluk hjá P/f Stream í Vági skuldi fara til Grønlands í gjár- kveldið. Báturin er leigaður til GTO (Grenlands Tekniske Organisation) og skal fyrst til Sydprøven at gera dypingararbeidi i havnini har. Onnur arbeiði bíða eisini og hetta árið er nógmikið at gera, sigur Poul Johs. Joensen, sum hevur keypt bátin saman við Anthon Hjelm. Báturin er keyptur í Svendborg fyri 5,8 mill. kr. og er hetta eitt gott keyp, sigur Poul Johs Joensen. Tað hevði kostað 30-35 mill. kr. at bygt ein slíkan bát í dag. Aluk, sum æt Stevns Hej, nú hann varð keypt- ur til Feroya, er bygdur í Til Grønlands at arbeida fyri GTO — Aluk er bygduri 1968, men hann er sum nyggjur, so væl er hann røktur, sigur 1968. Men hann er sera væl viðfarin og hevur júst nú fingið fimm ára klass ing í Svendborg Aluk skal gera ymisk arbeiði í Grenlandi. Lastin tekur 310 kubikk og tað tekur bara hálvan tíma at fylla hana. Fýra mans fara við Aluk til Grenlands og skipari er Sámal í Homrum úr Hós- vík. Teir fýra skulu búgva umborð og har eru sera góðar umsteður, sigur Poul Johs. Joensen. Koyggjur eru annars til 11 mans. hd Aluk kom á Havnina mánadagin og lá har hálvtannað samdegur, áðrenn hann fór suður til Vágs. T: ir vænta at vera í Sydpreven 9. juli. Aluk er ein oyggj, seks fjórðingar norðeystur úr Prins Christianssund. Hevði gummi- kekk vid sær Maðurin, sum legregl an í Havn fyrrapartin mánadagin tók Í hevuðsdeildini hjá Sjó vinnubankanum, varð latin leysur eftir av hoyring á Politigarð- inum Hann er skuldsettur fyri at royna at fremja svik móti bankarum Maðurin kom úr |Is- landi við Norrønu fríggjadagin. Við sær hevði hann ein valuta- kekk uppá 20.000 ísl kr. (góðar 4.000 fer- oyskar), sum hann hevði keypt í Islandi fyri ein vanligan kekk Men ongir pengar vóru á kekkkonto hansara. Løgreglan í Islandi visti, at maðurin skriv- aði út »dekningsleys- ar< kekkar og hevði havt fatur á honum. Tá hon frætti, hann var á veg til Feroya við ein um valutakekki, boðaði hon frá hendan vegin Sum tað skilst, er maðurin komin til Foroya at arbeiða hd Eitt árs fongsul Mánadagin varð ein 22 ára gamal maður av Tvørovri demdur ulsrevsing Madu Síða 5 Samfelags- revsari vitjar aftur Danski samfelagsrevs- arin Mikael Witte kemur aftur til Føroya at halda fyrilestrar Hann var her fyrstu ferð í 1982. Hesa ferð KEN steðgar til 4. august Hann fer at viðgera Boðast skal frá alt fyri eitt — Arbeiðið helt fram og kontainarakassin, sum elvdi til óhapp, var fluttur burtur, áðrenn boðað varð frá. Tá ein arbeiðsvanlukka hendir, skal arbeiðið steðga og Arbeiðseftirlitið og legreglan boðsendast alt fyri eitt. Hetta er tann rætta mannagongdin. Men hetta var ikki mannagongdin mánakveldið, tá ein 36 ára gamal arbeiðsmaður fekk skaða undir lossing á eyst- aru bryggju í Havn Eli Davidsen, leiðari á Arbeiðseftiriitinum, sigur at tá hann fekk boðini um óhappið, vóru gingnir minst tveir tímar og ell »spor« burtur. Tað er nógv torferari at kanna óhappið og finna orsekina, tá so- leiðis er vorðið, sigur hann. Álvarsligan skaða Óhappið hendi, meðan teir lossaðu Star Saga mána- kveldið. Legreglan upp- lýsir, at óhappið hendi klokkan niggju - hålvgum tíggju. Hon fekk fráboð- anina um ellivutíðina Eli Davidsen sigur, at maðurin skuldi krekja úr einum kassa, sum var komin í land. Hann fer upp á lokið á kassanum og krekir úr. Men tá so krók- arnir eru á veg upp aftur, tekur ein í lokið og lyftir tað upp frá. Í tí maðurin skal leypa niður á bryggj- una, kemur lokið niður aftur og hann fær fótin millum tað og kassan Lokið vigar eini tvey tons, so fóturin fór illa Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið og lá fleiri tímar á skurðborð- inum. Óhappið verður nú kannað. Skipasýnið er eisini uppii, ti kranin á skipinum bleiv brúktur til lossingina hd