leygardagur 5. juli 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Trygd å
arbeids-
plåssinum
(ella rættari ótrygd)
NÆSTSEINASTA friggjadag
hendi ein ålvarslig vanlukka å ein-
um flakavirki, har ein 13 ára
gomul genta misti hondina i eini
farsmaskinu. Fyri åri sidan hendi
arbeiðsvanlukka av sama slagi á
einum ødrum flakavirki. Eisini tå
við tí ursliti, at ein 17 ára gomul
genta var fyri somu vanlagnu
HETTA ERU skelkandi tíðindi, og
eitt gott dómi um hvussu lítil
tryggleikin er á hesum arbeiðs-
plássum, har so nógv arbeiða
ung sum gomul.
MANGAN verður tikið til, at ein
hevur ikki tryggleikavidurskifti
í huga, fyrr enn vanlukkan er
hend, og í hesum føri må ein
spyrja, hvussu nógvar vanlukkur
av sama slagi skulu henda,
áðrenn hetta rínur við hjá teim-
um, sum hava ábyrgd av, at tílík
viðurskifti eru í lagi.
FAKFELOGINI leggja alt størri
dent á trygdarspurningar á
arbeiðsplássunum, og ger
Arbeiðseftirlitið eisini eitt muna-
gott arbeiði, men alt hetta vísir
Ábyrgdarblaðstjóri:
P/f Sosialurin =
Jan Miller
Krisjan Dahi
Høgri Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Utgevari:
Fyritaksstjøri:
Blaðfólk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
seg ikki at vera nóg mikið.
Arbeiðseftirlitið gevur leiðbeining
og talar at, tá hetta verður hildið
at vera neyðugt, men ein kann
ikki vænta, at Arbeiðseftirlitið
hevur fólk standandi uppi yvir
hvørjari maskinu í landinum. Ti
skulu øll arbeiðspláss velja trygd-
arumboð, sum hava til uppgávu
at fylgja við á sínum virki, um
trygdin er í lagi.
TÍVERRI hava vit enn tann dag í
dag ikki trygdarumboð á ollum
virkjum. Orsgkirnar kunnu vera
nógvar. Í mongum forum aftra
fólk seg at vera trygdarumboð, tí
tey halda seg ikki kunna makta
uppgávuna. Her mugu fyrst og
fremst arbeiðsfólkini sjálvi taka
sær um reiggj og halda seg til,
samstundis sum virkisleiðslurnar
eiga at stimbra tey til hetta neyð-
uga virksemi.
TAÐ SKAL eisini vera okkara
inniliga vón og áheitan, at neyð-
ugur peningur verður settur bein-
leiðis á fíggjarlógina til m.a. at
útbyggja Arbeiðseftirlitið og ikki
minst til Utbugvingargrunn
Verkamanna soleiðis, at hesi
veruliga kunnu fara til verka við
sínum alneyðuga upplýsandi virk-
semi.
TA TAÐ kemur til at lata pengar
til trolarar og tað sum hevur sporl
er offurviljin stórur. Hví kann
hann ikki vera eins stórur tá tað
snýr seg um fólk?
Havnin er bumbumal
Tær nýggju antennurnar hjá Marinusteðini eru ikki nekur ný-
mótansgering. Antennurnar kunnu fylgja við, hvar sovjetisk
skip eru stødd, og tí eru tær upplagt bumbumál i krigstid, sigur
ein bretskur friðargranskari.
Øll hava ikki verið lika
sannferd um tíðindini frá
Marinusteðini um, at tær
nýggju antennurnar, ið
vórðu settar upp fyri
stuttum við steðina, ein-
ans vóru liður í útskifting
av útgerð. Nú hevur
danska blaðið Land og
Folk greitt gjella frá, hvat
endamálið er við antenn-
unum.
Fyri blaðnum avsannar
Marinusteðin, at nýggja
útgerðin tænir beinleiðis
hernaðarligum endamál.
Men bretski friðargransk-
arin Malcolm Spaven,
Armament á Disarma-
ment Unit, University of
Succex, hevur aðra fatan.
Í friðartíð kann skipanin
ikki einans nýtast til at
fáa nágreiniliga at vita,
hvar á havinum scvyjetisk
hernaðarskip eru stedd.
Hon hevur minst líka stór-
an tydning sum lurtitóls-
skipan.
Í krígstíð tænir útgerðin
til at staðfesta, hvar sov-
jetisku skipini eru. Tí fer
Sovjetsamveldið i krigstid
óivað at oyðileggja an-
tennurnar, sum eru lættar
at leypa å og torførar at
verja. Av ti spurningurin i
krígstíð hevur stóran
týdning, hvar skipini eru
stedd, fara russar, um
kríggj brestir á, uttan iva
at leypa á útgerðina í
sjálvverju, tí útgerðin er
ein hóttan móti teimum,
sigur bretski friðargransk-
arin við Land og Folk
Sum vant eru hverki fer-
oyskir politikarar ella
onnur eftirspurd í hesum
máli. Atli P. Dam, løg-
maður hevur einki fingið
at vitað, uttan hvat
Marinusteðin hevur sagt
alment.
Joannes Dalsgaard og
Karin Kjelbro vistu heid-
ur einki um útgerðina. Við
blaðið siga tey, at spurn-
ingurin nú verður tikin
upp í samgonguni.
Leggjast kann aftrat, at
danski fólkatingslimurin
Keld Labrechtsen, hevur
reist málið í Fólkating-
inum við fyrispurningi til
Hans Engell, verjumála-
ráðharra.
randi
- -
Nr. 75
5. Juli 1986
Duga føroyingar at tosa
Undir hesi yvirskrift í
Sosialinum 28. jum í ár
tekur ein, sum kallar seg
»muli«, soleiðis til: »Hann
(Jeffrei) tók málið úr
munni barnanna, tá eg
gekk í barnaskúla, og
hann tungutepti tey við
sínum »mållærum«, sum
als ikki samsvaraðu mál-
inum, vit bern áttu sum
okkara egna, eins og >spe-
sialistarnir« í dag royna at
tunguteppa almenningin,
Feroya fólk
Til hetta vil eg siga
„Væl veri Jeffrei, at hann
lærdi, og lærir, bernini at
benda. Og her eigur skúlin
í frálæruni av m6durmål-
inum ikki at vera pírin við
tíð, men lata bernini venja
seg at benda mållærudøm-
ini, til demis orðið hest, so
at tey haðani kunnu duga
at benda til dømis navnið
Olav. Ja, so at tey kunnu
hava í sær kensluna av
føllum og ikki siga, ella
skriva, til demis: >Ég
spældi við Olavur«, ella
„Ég fylgidst við Olavur«
Í Tingakrossi 29. nov.
1933 sigur Rikard Long,
at hálendskur prestur skal
hava sagt: »at Feroyingar
sum heild leggja ikki stór
vegis í, um bernini læra so
fullfiggjad føroyskt, bert
tey annars fáa góðan
skula.« Ofta leypa trell í
orð, men tað ikki
henda her. Men lata vit
bara standa til og rekta
ikki »urtagardin« og lúka
burtur lok, so kann tað
henda, og tá hevði Rikard
Long grátið, tí hann var
góður við móðurmálið, og
mundu ikki flestu
ingar grátið við honum ?
ma
foroy-
)
Johannes av Skardi
»Brølarin«
skuldi verid gjørdur
fyri 4-5 árum sidan !
I Sosialinum hosdagin 26
juni er dulnevnt lesara-
bræv, id må sigast at vera
heldur hjålparleyst. Men
tad kann nu ikki væntast
annað av einum, sum ikki
torir at viðurkenna tað, ið
hon/hann skrivar við at
leggja sítt kristna
heidna navn til
Av tí at undirritaði er
nevndum í hesum brævi,
har funnist verður at tí
byrjaða havnaarbeiði, at
tað er størsti brølari gjørd-
ur av sitandi meiriluta,
skulu verða gjørdar hesar
viðmerkingar:
„Hesin brølari« skuldi
verið gjerdur fyri einum
fýra til fimm árum síðani
So hevði kanska verið
frægari á leið komið enn
nú, og er
ella
meirilutin so
stórur, at hann telur allar
fimm bygdaráðslimir utt-
an undantak! Stikk den,
Harmur!
Hvat viðvíkur komandi
játtanum til víðarigerð av
havnavíðkanini, so er
nokk ikki at firnast nakað
av tí, og allarminst frá
landsverkfreðingsins síðu
Fáa vit eisini sama góða
formansskap í samferðslu-
nevndina hetta komandi
árið, so man ikki fara at
skerast so illa, sum Harm-
ur hevði ynskt, og tað man
vera orsekin til >Harm-
ur<sa skriving.
Restin, ið skrivað er um
læknaíbúð og tilgjøldurs-
gerð av manni, er bert at
siga, at hetta eru skeivir
upplýsingar, ið Harmur
ber fram, so at tú ert
lumpaður av heimildar-
manni tínum. Í hesum
máli hevur verið felags-
kommunalur fundur, og
avgerð tikin um tað á hes
um fundi
Til endans tey góðu ráð
ini til tin Harmur !
Tann bulan, tú kallar
kommunustýrið fyri,
hugsi eg man ikki treingj
ast til ta stóru ruddingina,
men heldur man vánaligi
hugsunarháttur
treingja til at verða leidd
ur inn á betri leiðir, so
leiðis at sál tín kemur í
javnvág aftur, og tygum
tora at trína fram úr
skýmaskoti tínum, og
njóta teir lívgevandi sólar-
geislarnar, sum øll tey,
sum ikki krógva seg, fáa í
hesum g6dvedursdøgum.
Við ynski um gott
summar framvegis.
tygara
A Sandi 28. juni
Tummas Lekjá
Oljan enn biligari
Oljan verður alsamt bilig-
ari. I gjår for gassoljupris-
urin nidur vid 11
Ur 1,44 kr. i 1,33.
oyrum.
Samstundis fór prísurin
á tungolju niður við 50
krónum tonsið.
Regin Andreasen, stjóri
á ESSO sigur, at oljuprís-
urin fer enn longur niður
komandi dagarnar, men
neyvan niður um eina
krónu. Hann sigur, at ein
av orsekunum til at olju-
prísurin er farin so langt
niður er, at dollaravirðið
er lækkað. Síðstu lækking-
arnar eru enn ikki komnar
við í oljuprísinum, og tí fer
oljuprísurin enn longur
niður.
Seinastu árini er bensin-
prísurin hækkaður um
summarið orsakað av tí
ekta eftirspurninginum
eftir bensini um summ-
arið. Regin Andreasen
roknar tó ikki við, at ben-
sinprísurin fer upp í ár.
tor.-