Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Kuvending folkafloksins NATO er eitt produkt av kalda krignum. Warzawasamgongan er eitt produkt av kalda krignum og av NATO. NATO-stødirnar i Føroyum eru sjónlig tekin um, at føroyingar meira ella minni ímóti sínum vilja eru drignir upp í NATO, at Føroyar, sum ongantíð i friðartíð hava verið utgjørdar við hernadarstødum, gerast alt meira militariseraðar. INNLIMAN Føroya í NATO varð upprunaliga illa dámd millum manna. Eitt dømi um hetta er, at tá danski ríkisdagurin samtykti innliman Danmarkar, mótmælti fólkatingsmaðurin og sambands- maðurin Poul Niclasen, at Føroy- ar gjørdust limir í nevndu sam- gongu. NATO-stødirnar vórðu meira ella minni lumpaðar inn á Føroyar og vit noyðast at við- ganga, at vit vóru mong, ið vóru alt ov bláoygd, tann tíð tað var. MEN TAÐ vóru hóast alt nøkur, sum ikki vóru bláoygd, nøkur sum raknaðu við. Millum teirra tóktust vera fólkafloksmenn á tingi, sum hóast fólkaflokkurin í landsstýrinum hevði verið við til at fyrireika stødirnar í Mjørkadali | og á Eiði í tíðarskeiðinum 1950-58, | i 1960-61 komu til ta niðurstøðu, at stødirnar vóru okkum til skaða. Tað var fólkaflokkurin á løgtingi, sum tók upp málið um NATO- stødirnar, og tað var hetta ting- mál fólkafloksins, sum førdi til ta fyrstu av okkara løgtingssam- tyktum um Føroyar sum uttan- veltad land. Og tad var hetta sama tingmål fólkafloksins, sum óbeinleiðis førdi til samtyktir, ið siga, at åhugamål Føroya eru best tryggjad uttan fyri verandi hern- aðarsamgongur og sum nokta fyri hernaðarútgerð á føroyskum landa- og sjógki. Hetta »fram- tíðindablaðið Útgevari: P/ Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen …— Tórfinn Smith i: Kalmar Lindenskov : P/f Pressan 1981 oddagrein skygni« fólkafloksins er stórt sæð einasta góða, id sigast kann um henda ultrakonservativa rumbulsflokk. Tað er tí vert at leggja til merkis, at flokkurin nú hevur broytt støðu frå at vera ein tann ítarsti måtstøduflokkur NATOs til at vera flokkurin, sum tosar um Føroyar sum norðurat- lantiskan NATO-skansa! Frå at vera flokkur, sum åhaldandi upp gjøgnum sekstiårini ávaraði móti øllum, sum kundi gera Føroyar til bumbumål, bjóðar flokkurin nú Føroyar fram sum fyrsta offur i einum komandi kjarnorkuragn- aroki! Frå at vera flokkur, sum mótmælti øllum, sum kundi økja um vandan fyri, at Føroyar gerast bumbumál í einum bardaga mill- um eystur og vestur, fegnast flokkurin um hvort stig á hesi leið og leggur øll, sum ikki hava hesa somu hugsan, undir at ganga erindi fyri fremmandar maktir og landasvik. HENDA GONGD fólkafloksins er eitt dømi um ta fullkomnu opportunismu, id ræður i hesum flokki, um tað totala principp- loysi, sum liggur aftan fyri alt, sum fólkaflokkurin tekur sær fyri í dag. Høgraråkid liggur enn, sum ein svørt skitin dýna oman yvir Norðureuropa og við hesum ráki flýtur fólkaflokkurin sum ein vilja- leysur tundurproppur. Tá brúk er fyri tí, tekur stavnamaðurin og snarar proppinum 180 stig, soleiðis sum hann hevur gjørt tað við fólkatingssessinum, við NATO-málinum og við mongum ødrum spurningum, sum skuldu eitast at vera hjartamál floksins. TEY, SUM í áravís hava eygleitt fólkaflokkin, eru ikki bilsin, men heldur takksom fyri, at vit alla tíð- ina verða mint á, at her er talan um flokk, sum eingin annar flokk- ur ella einstaklingur við einum sindri av sjálvsvirðing kunnu samstarva við. jd Nr. 76 — 8. juli 1986 Kvinnustríð — ikki við hatri, men við fullari sjálvsvirðing og rættvisiskravi Í tíðindablaðnum Sosial- inum nr. 69, 21. juni i ár, rakti eg vid eina grein eftir Minu Reinert. Yvirskrift- in var »Hvussu hevur kvinnurørslan tað i Føroy- um«. Vid åvisari undran (tad er ju sjåldan at ein finnur slikan lesnad i føroyskum dagblødum), og stórari gleði, kastaði eg meg yvir lesnaðin. Eg loyvi mær hervið at lýsa greinina, ella høvuds- innihald hennara, um so er at onkur ikki hevur fingið lisið hana enn. M.R. heldur at feroysk- ar kvinnur hava ta sjáld- somu steðu, at líða av dupultari undirbrotlig- heit. Tað er, fyrst at vera undirgivnar danskari hugsan og gerð, ella við eðrum orðum, at halda at alt sum í landsuðri verður sagt er rætt. Og haraftur- at at vera undirgivnar mannfólki sum heild. Hon vísir á trúarlæru okkara, at kvinnan skal vera manninum undirgivin og mat kvinnan skal tiga í samkomuhusinum«. M.R. visir eisini å mark- id millum kvinnu og mans- arbeiði bæði fyrr og nu Hon (M.R.) ivast ikki i, at onkrir menn hava borið eitt slag av virðing fyri kvinnuni. Men at tað »aldri tók mannin av fót- um«. Í dag hevur konan, hóast nógv hjálpartól, úr at gera, og arbeiðir í nógv um ferum úti eisini. Sigur it hon (sjálv?) aldri hevur tíð at lesa nakað við inni- haldi í. Ei heldur at blanda seg í samfelagsviðurskifti Endiliga kemur M.R. til tað. ið skuldi verið kjarn- an í greinini. »Tad er ikki sert av samvitskubiti, sum togar í meg — og óivað fleiri við mær tá kvinnurerslan verður nevnd. Onkustaðni í út- jaðaranum av hesum fyri- brigdi ekkóar tann óúttal- aði spurningurin til okkara: Hvar vart tú, tá vit trongdu til tína hjálp ?« Og svarið hevur M.R. á reiðum hondum, »eg hevði altso ikki tíð til at fáast vid kvinnurersluna.< M.R. heldur, at í sjálv- um vinnulívinum er lítið hent. Onkur fá akademisk kvinnulig sterv, og restin „liggur kleimd millum tað niðasta og tað næstov- astalagið í eini pyramidu« Og tann pyramidan er so snildisliga bygd, »at hon fer at halda líka so leingi sum sfinx'urin í Giseth.« Nú nærkast endanum. M.R. skrivar ein heilan hóp um, at hóast vit konur vita fullvæl, at vit duga, kunna, orka og skilja alt líka so væl sum menn, halda vit hondina yvir teimum. Hon ávarar okkum um ikki at lata hatrið fáa vatn á kvinnu- rersluni, heldur at royna at meta samfelagnum við kærleika. Ég vil nú viðgera hesa grein eitt sindur. Tað folist sum at hon krevur eitt svar, hóast eg var vón- svikin av at so lítið stóð um sjálva kvinnurersluna. Eg haldi ikki, at kvinnu- ligir sambandsveljarar eru so nógvir, at tær kunnu útgera eitt semi um foroyskar kvinnur, danska undirbrotligheit. Har- afturímóti hava vit, til felags vid alheimsmed- systrar okkara, at verða undirgivnar = manninum. Sum jú trúarlæra okkara staðfestir. Men vit mugu minnast til, at allar trúar- lærur (sum eg veit um) eru skrivaðar av monnum. Tí ber til at seta føtur í spenni og siga frá, at ongin hevur sagt at fleiri túsund ára gomul regla skal gilida í dag. Nógv sum var sjálvsagt í trúar- læruni bara fyri 200-300 árum síðani, er nú burtur dottið At virðing mansins fyri konu síni ella kvinnum, aldri hevur ført við sær, at staða okkara brovttist, kemst av at vit altíð hava verið mansins ogn. Lóg og rættur (sum er mansins stuðlað hon- um fult út til dagin í dag. Konan hevur nógv at gera, og tað sær út til at hon aldri kann rætta ryggin og siga, at nú havi eg frí. Tað er synd, tí at allar konur áttu at blakað frá sær við hvert. Og heilt vist at so hevði maðurin fingið ein meguleika at víst, at hann dugdi at vaska børnunum og lesa fyri teimum o.s.v. Og meðan påpin og børnini høvdu hugnað sær, kundi konan farið, t.d. á fund í Mettustovu. Tað hevði borið væl til at tikið stokkarnar við. Tann sama konan sum hetta hevði gjørt, hevði sam- stundis verið við til at slóðað eina slóð fyri oðrum kvinnum verk) hevur Tá hevði henda sama konan ikki fingið sam- vitskubit, tá hon hoyrdi orðið kvinnurørsla. Orðið »fyribrigdi« ur: kvinnurersluna haldi eg ljóðar speiskt, og ikki hóskandi í kvinnumunni. Minst til, at tað vóru konur sum tú og eg, sum sóu, at fyri at fáa slættað ójavnan ímillum mann og kvinnu, mátti okkurt ger- ast. Og tær funnu útav, at um vit standa saman, hoyrast vit betur. Og at um vit vóru nóg nógvar, bar ikki so væl til at renna okkum um koll. Pyramidan Sfinx' í Gizeth stendur helst enn, tí eingin vil bróta hana niður. Tann samfelagsliga pyramidan, sum er so væl gjørd (av monnum) er ikki sterkari enn so. Tað ber væl til at bróta hana niður. Og hví ikki tað? Hví ikki vera við til at gera eitt samfelag, har eingin er ov- ast og eingin niðast? Lat okkum heldur móta eitt samfelag, sum er mótað sum eitt hjarta, við bleyt- um rundum formum, og ikki við skorpum síðum og stingandi toppi. Inni í tí hjartanum, kundu kvinnu- og mansmerkið staðið síð um síð. Og eftir sum vit kvinnur vita av, at vit klára okkum líka so væl sum menn, hví ikki fara undir eitt veru- ligt kvinnustríð í Feroy um. Ikki við hatri, men við fullari sjålvsvirding og rættvísiskravi. Við kvinnuheilsan Pálina Valsdóttir er at hava rett og rein ljós