týsdagur 15. juli 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Nýggja
tíðin
FERÐASTREYMURIN til og
úr Føroyum er heldur vaks-
andi enn minkandi, frætta
vit í fjølmidlunum næstan
dag og dagliga. Men inn-
Utgevari: P/f Sosialurin >
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
tøkurnar av hesum streymi
eru minni enn útreiðslurnar,
vit hava av hesum streymi.
Tað er eisini nakað av tí vit
fáa at vita.
TAÐ lønar seg ikki at hava
Føroyar sum ferðamanna-
land, verður eisini sagt.
ført
HESI vidurskifti gera, at vit
illkennast inn å tad, sum
fremmant er. Eru erkvisin
um at fremmandafólk hav-
ast at okkum og okkara.
NYGGJA tidin hevur eisini
sjónvarpið
okkum. Tað er eisini komið,
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
inn á
bæði uppá ilt og gott. Og
sjónvarpið er kanska tann
størsta orsøkin til, at vit t.d.
hava stórar trupulleikar av
hugsan fremmandamanna
um grindadráp okkara.
SAMSTUNDIS frætta vit
um klandur millum teirra,
sum reka ferðamannavinn-
una í Føroyum. Hvor dregur
sín veg. Og so er hetta ein
vinnunum,
sum verða stuðlaðar av tí al-
av teimum
menna.
TANN nýggja tíðin setur
Flogferðslan
hevur gjørt sítt til, at vit
meira enn
áður og ofta fáa at vita, at
als ikki er so sum tað eigur.
Og vit eru erkvisnir, tí onnur
at finnast at
nýggj krov.
verða sæddir
vága sær
okkum.
SKULU
NÝGGJA TÍÐIN
fram um alt, at vit gerast
búgvin til at taka ímóti tí,
sum kemur inn á okkum.
Hetta er eisini eitt politiskt
mål, sum okkum tørvar at
hava i huganum.
vænta at kunna ferdast
sum okkum lystir hjá ødrum
og njóta av tí sum har finst,
ja so megu vit eisini finna
okkum í, at onnur koma til
okkara, njóta av tí sum her
er, og finnast at tí sum hjá
okkum er.
krevur
vit framvegis
Rætt fananum litlafingur
Gongdin í Feroyum er
ótrúlig! So nógv er at
gera, at alt tað vit annars
skulu liva av, verður ikki
rekt til lítar.
Ferðin er so egilig, at
sjálvt ikki sunnudagurin
er heilagur longur. Øll bý-
ráðsarbeiði ganga við full-
ari ferð hvenn sunnudag.
og eisini SEV-oyðilegging-
in av Eiðisvatni. Undar-
ligt kortini, tá somu menn
ið standa fyri hesum gal-
skapi uppundir hvert val
hála hópin av atkveðum
frá mongum vælmeinandi
samkomulimum.
Umframt at arbeitt
verður hvenn sunnu- og
halgidag er eisini neyðugt
at fáa hópin av fremmand-
um arbeiðsfólki at gera
eitt nú brennisteðir, so
tær sum skjótast kunnu
koma at gera skaða. Allur
hesin galskapur er væl
stuðlaður og loyvdur av
»alternativa landsstyri«
okkara.
»Teir, ið leiða hetta fólk,
villa tað av leið,
og tey, sum lata seg leiða,
fara til grundar.«
(Jesaja 9.16)
Eitt, ið nógv hevur verið
frammi í seinastuni, er
flogvellur á Glyvursnesi,
og av tí umfatandi sam-
arbeiði ímillum Havnar
kommunu og Kirkjubear
kommunu.
Sjálvandi var monolog-
urin í Havn alttosandi í
upplegginum, soleiðis at
vit ell frá fyrstu letu fingu
at vita, hver ið er finnan í
talvinum.
Í stuttum gongur sam-
arbeiðið mest á, at havnar-
menn fáa eina atom-
bumbuflogvell á Glyvurs-
nesi, soleiðis at »Sjo-
skansi Feroya<, sum
Brekkmann reypar so
ófert av, enntá í eðrum
londum, kann gerast veru-
leiki. Eisini reypar hann
Nr. 79 — 15. juli 1986
av at nú skal hann syrgja
fyri at >Fólkaflokkurin<
fær eina nýggja stevnu-
skrá, har feroyingar ger-
ast bumbufødi hjá Reag-
an. Jú, svágrarnir arbeiða
sera væl saman, tað má
bara ikki síggja soleiðis
ut.
Alt
fyrireikingar-
arbeiðið til flogvellin er
farið fram í djúpastu
loynd, tí »tad órógvar bara
málsviðgerðina at fleiri
vita um ætlanirnar«.
Hver sigur, at vit liva í
einum demokratiskum
landi?
»Troystid ikki á menn,
ið bert hava lítið fleyr av
anda ínasum sínum.
hvat virði hava teir ?«
(Jesaja 2.22)
I hesum Downreay- og
Tjernobyltíðum er vert at
geva gætur, at ringasta
eiturvirki Feroya skjótt
fer í gongd á Sandvíkar-
hjalla vid Kaldbaksfjerð.
Næsta eiturvirkið fer í
gongd í Leirvík um eini 2
ár. Tá verða ovnarnir eini
8-10 ára gamlir, og rust-
vidgjørdir fyri milliónir.
Kortini siga teir at
„strengeste miljøkrav
landene i Norden nu stil-
ler, og i fremtiden vil stil-
le« ongin trupulleiki er.
Fantastiskir ovnar hasir
har.
Men hvussu var tað?
Skulu teir ikki sjálvir
hava eftirlitið við galskap-
inum. Ella verður eftirlitið
á sama hátt sum tað hevur
verið í Havnardali? Spyr
heilsumyndugleikarnar
um hvat eftirlit hevur
verið har !
„Allar ævir skal roykur
tess stíga upp,
og í oyði skal tað liggja
ætt eftir ætt,
og eingin fara har um.“
(Jesaja 34.10)
Á sama hátt sum vit leypa
útí við ílegum til skip,
virkir, handilsbygningar,
vegir, havnir og Eiðis-
vatn. ja, soleiðis gera vit
eisini tá vit nú fara at fáa
okkum brennisteðir, eini
10 ár aftaná at onnur lond
angra sínar. og ikki at
gloyma, eini 16-17 ár
aftaná at brennifiaskoin í
Havnardali kom í gongd
Men tað er jú nógv stutt-
ligari at gera feilirnar
sjálvur, fleiri ferðir, og so
dryppar tað jú í stórum
ymsastaðni, og tað gevur
aftur nógvar atkveður.
Í iløgum kostar hesin
brennistødarørskapurin
samfelagnum eini 2.200
kr. fólkið, síðani kemur
rakstur uppá eini 700 kr.
fólkið um árið.
Men tað ringasta er, at
ruskbrenningin er sera
vandamikil fyri fólk, fæ,
kykt og plantur, og so-
statt sjálva ringrásina,
sum: vit ell eru bundin av
— eisini fólkafloksmenn.
Hetta er av sonnum at
„bróta såttmålan«.
Um somu tíð megna
aðrir at fremja virkandi
endurnýtsluskipanir, fyri
iløgu uppá 200 kr. fólkið.
Raksturin gevur avlop, tí
90% verður brúkt aftur,
verður selt. Og sostatt
verður í ringrásini.
Munur er á hugflogi !
»Høvdingar tínir eru
uppreistrarmenn,
í hóslagi við tjóvar;
allir elska teir mutur og
tráa eftir gåvum,
men hugsa ikki um at
fremja rættin hjá faðir-
loysingum
og verja mál einkjunnar.«
(Jesaja 1.23)
Fleiri vilja óivað spyrja:
Finnur Landsstýrið seg í
hesum erskapi? Eru tað
ikki tey ið stýra land-
inum? Hertil er tíverri at
siga, at Landsstýrið »av-
gjørt« metir at hetta mál
er avgreitt so rættvíst og
demokratiskt sum tað
kann. Við eðrum orðum,
so er landsstýrið mannað
við brennivargum, sum
ikki hava aðrar hugsjónir
enn IRF og meirilutin i
Havn. Tvífalt keðiligt er,
at tað »alternativa lands-
stýrið“ fremjir júst sama
ongan umhvervis-
politikk«, sum fólkaflokk-
urin og sambands-
flokkurin gjørdu. Men
felagsnevnarin eitur
Sjålvstyrisflokkurin.
Hvat nyttar tað so?
Hvat verður »alternativ-
ið< næsta val?
Hetta skaðamál má sig-
ast at vera eitt gott boð
upp á meðalvirðið á før-
oyskum kommunalpolitik-
arum. Eisini ein góð
ábending um hvat virði er
í foroyska heilsumyndug-
leikanum. Eisini sigur tað
okkum, hvar andin í frið-
ingarlógini fór. Blástempl-
ing av galskapi !
Til Vestanfólk!
Nú tit eru farin í sam-
arbeiði við Havnina, líka-
sum ur erva, man tað vera
á eini leið at siga eitt
sindur um hverjar royndir
eystanfólk hava á hesum
oki.
Sum kunnugt, var Kald-
baksfjørdåur mettur at
veera av bestu alifirðum,
men longu nú fjerðurin
eina tíð hevur ligið til
Havnina, er vent í holuni,
og tað versnar í lopum.
SEV-verkið á Sundi
goysir svávuleitran úr sær
í stórum, og súrgar alt um
seg, fyrst nær, og síðani
fjarari. Einans í ringastu
U-londum er loyvt at
brúka olju við so ovur-
hond svávuli í, sum SEV
ótarnað sleppur at brúka á
Sundi. Heilsunevndin ger
sjálvandi einki við málið,
og Landsstýrið er sum
vanligt súltiverkstað.
Sundsdepilin við 1500
arbeiðsplássum * alskyns
óhumsku, kemur sjålv-
andi og rekur bóndan bein-
leiðis út á sjogv, tekur
grundarlagið undan garð-
inum, ið hóast alt hevur
fingið frið í minst 1000 ár.
Á Sandvíkarhjalla kem-
ur Feroya stersta sokall-
aða ídnaðareki, við plássi
fyri ellum tí havnarmenn
vilja hava úr eygunum,
fyri skomm skyld.
Her skal dioxin- og
tungmetalvirki leggjast,
við frárensli til besta ali-
fjørdin. Hetta eiturvirki
eigur byrådsformadurin
alla æruna av, saman vid
eini tveimum kvislingum
og nekrum hentum idiot-
um. Brennisteðin kom
sjálvt um hampamaðurin
Petur C. lovaði okkum, at
brennisteðin ikki kom nið-
an á okkum. Men soleiðis
roynast fólkaflokslyfti.
Hetta hendir, hóast 95%
av fólkinum er ímóti.
Segði nakar demokrati?
Sambart almennum
kanningum er Kaldbaks-
fjørður longu nú so hóttur,
at alingin ikki skal vaks-
ast, og enn er hverki
brennisteð ella SMSdepil
komið í gongd. Heldur
ikki fekk fjørdurin við lut-
falsliga stersta regnek-
inum tillutað nakað smolt-
loyvi, hóast áhugin var
stórur. Hetta kom eisini
av, at Havnar kommuna
við sínum súltiverkstaði
hevur mótarbeitt ellum
skilagóðum ætlanum,
meðan tær garrvillu
kunnu fáa eykabýráðs-
fund eftir eykabýráðs-
fund, á sama hátt sum tá
onkrar atkveður kunnu
spara skatt.
Onki mark er fyri frek-
leika. Í letuni verður ar-
beitt við byggiætlan fyri
komandi »Stortorshavn«.
Umframt fiskivinnu- og
oljuhavn á Glyvursnesi,
flogvelli og plássi fyri
keðiligum ídnaði, so ætla
hávarnir í Havn eisini at
hava eini 1000-2000 skatt-
gjaldarar i vesturskin-
inum å Velbastað.
Umframt øll hesi fólk á
Velbastað, skulu fleiri
1000 festa búgv í Hoy-
víkshaganum, mitt í diox-
inekinum, og beint undir
ollum jetbuldrinum. Tað
verður hugnaligt hjá teim-
um, tey koma helst at
gjalda skattin við gleði, til
komandi býttleikar.
Men longu n ú at ætla
stórbygging í benum á
Velbastað, tað mátti verið
ovboðið. Er ikki nóg mikið
hjá vandalunum at oyði-
leggja fimm jarðarbrúk
eystanfyri í senn? Kunnu
teir ikki lata vesturbygdir-
nar fáa frið?
Tess fleiri oyðilegd jarð-
arbrúk, jú betri fyri
heilselurnar.
Men enn kunnu vestan-
fólk sláa nevan í borðið.
Tykkara mótmæli kunnu
virka enn. Verri er hesu
megin tíverri.
Framhald á síðu 7