Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 1986síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

OS Nr. 80 — 17. juli 1986 Heimavirki bruk fyri virknum studli — Hevur skrivad til Landsstyrid, stjórnir og Nordurlendska ráðharra- ráðið. Landsstýrið í Feroyum og stjórnirnar í Dan- mark, Finnlandi, Ís- landi, Noregi og Sveríki eiga at geva tí týdningarmikla arbeið- inum hjá heimavirkj- unum í Norðurlondum munabetri stuðul. Soleiðis ljóðar ein niðursteðan frá tí 19. norðurlendska heima- virkistinginum, sum varð hildið í Kuopio í Finnlandi fyrstu dagar- nar í juli. Samtykt varð á ting- inum at venda sær til Landsstýrið og stjórn- irnar og gera vart við tann stóra týdning, heimavirki hevur fyri norðurlendsku felags- kensluna, fyri mentan- ina og arbeiðsskapandi politikkin. Heimavirki heldur uppi „gomlum siðum, men skapar eisini nýggjar. Og tað skapar ikki minst arbeiði til nógvar hendur, verður víst á í skrivi til tey hegu stýrini. Utbúgving og pengar Tað er tí neyðugt, at samfelagið stuðlar heimavirkisrersluni, bæði við góðum út- búgvingarmeguleikum og pengum. Og hesin stuðul eigur at vera so stórur, at heimavirki kann menn- ast og traditiónir, kunnleiki og nýskapan tess ferast víðari til komandi ættarlið. Víst verður á, at heimavirki framvegis noyðist at berjast fyri tilveru síni, soleiðis sum fíggjarviðurskift- ini eru. Nógv arbeiða sjálvboðin, uttan at fáa løn afturfyri. Miðsteð Formansskapurin i Norðurlendska heima- virkisfelagnum hevur síðani 1983 arbeitt við einum uppskoti um at seta á stovn eina heimavirkis og doku- mentatiónsmiðsteð. Hetta var eisini á skránni í Kuopio og av- gjørt varð at skriva til Norðurlanda ráðharra- ráðið og boða frå, at øll hin norðurlendska heimavirkisrerslan tek- ur undir við uppskot- inum at gera eina mið- steð fyri heimavirki og handverk. Ein arbeiðsbólkur, sum Ráðharraráðið setti, hevur gjert hetta uppskotið. Fíggjarliga grundarlagið undir ein- ari slíkari miðsteð verður ein gáva frá fyrrverandi norska stórtingsmanninum Fagerheim. Gávan skuldi brúkast til eina norðurlendska mentan- armidstød í Vestur- Noregi og Rådharra- ráðið hevur tikið móti henni. Sum tað skilst, er enn ongin endalig av- gerð tikin um, hvussu gávan frá Fagerheim skal brúkast. Men norðurlendska heima- virkisfelagið vónar, at heimavirkið ikki verður gloymt, tá enda- liga avgerðin skal tak- ast. Virkað í 60 ár Eini 400 fólk vóru á Norðurlendska heima- virkistinginum í Kuop- io. Heimavirkisfelagið hevur virkað í skjótt 60 ár og hevur alla tíðina arbeitt fyri norður- lendskum heimavirki. Á tinginum í Finn- landi vóru eisini fram- sýningar úr ellum lond- unum. Tær skulu nú komandi árið fara um Norðurlond, so fólk kunnu síggja, hvat verður gjørt í teimum ymsu londunum. Feroyskt heimavirki umboðar Feroyar í Norðurlendska heima virkisfelagnum. hd FØROYSKT N Rætta stad Ein madur kom ut ur bussinum. Tad fyrsta id hann ger gevur mær sina billett, og ynskir mær góða ferð. Hetta var ein maður, við hjarta á rottum stað. Gud góði at tað funnust mong av hansara slag. Ósatt Tú kanst kalla meg svindlara, ella eitt neyt. Tú átti at hugt í egin barm tíðindablaðið Ikki ráðleys Tú mást eiga nógvar pengar, tað ið tú eigur so flott stás. Ikki skuldi tú havt verið á aðrari rás. Nú mín Góði, tú trúgva mær skalt. Hvert eitt plaggið tað er betalt. Eg lænti peningin frá Jens og Niels keypti tey Ja okkurt skal ein gera, tá ið ein er í neyð. J.J. í Gerði J.J. í Gerði Vána vinarlag At fáa meg at punga út, áðrenn tú við skorpum skjeyt tá var kæti Nú hevur tú skotið, og ósekan rakt. Tú sleppur við einki, men betri var um tú, vinur heuði tagt. Ta id dålin var uppi Tå vendu tey mær bakid Hatta var illa gjørt, men år eftir år. koma tit at slikka tykkara egnu sår. J.J. i Gerði J.J. i Gerdi Partafelagnum FØROYA BANKA Á aðalfundinum 25. februar 1986 varð samtykt at hækka partapeningin upp í kr. 100.000.000, við útflyggjan av kr. 28.000.000 í fripartabrøvum og kr. 24.000.000 í nýtekning til kurs 105/-, við keypsrætti til verandi partaeigarar. Tey nýggju partabrøvini bera vinningsbyti fyri 1986 eins og tey gomlu og eru annars i øllum vidurskiftum javnmett vid hesi. Partabrøvini eru til støddar kr. 100.000, kr. 10.000, kr. 2.000, kr. 1.000 og kr. 200. Um so er, at ein partur av partabrøvunum ikki gevur rætt til fripartabræv ella ny- tekningarrætt, kann Føroya Banki antin keypa ella selja rættin soleidis, at fåast kann eitt heilt partabræv, ella heilur nytekningarrættur. Utflygging verdur frå 16/7 1986 til 1/8 1986 i FØROYA BANKA, fondsdeildini, Torshavn sum útflýggjar fyribilsprógv móti fyrivisan av teimum gomlu partabrøvunum, sum verða stemplað. Fyribilsprógvini verða umbýtt seinni, eftir nærri kunngerð, við partabrøv uttan eyka kostnað fyri eigaran. PARTAFELAGIÐ FØROYA BANKI