hósdagur 24. juli 1986síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
POS
Nr. 83 — 24. juli 1986
Til mammubeiggja min Marius
Meðan eg gekk og lúkaði i urtagarðinum
og gleddist um vakra, heita summardagin,
var tú á veg sum so ofta
oman til Jónu — —
Í hesi mongu ár, hon hevur ligið,
hevur tú traðkað eina rás
úr Grenulíð og út á Landssjúkrahúsið — — —
hver telur sporini
hver kennir tankarnar,
hver mátar kærleika, trúfesti og umsorg?
Meðan eg hugdi at sniglinum,
sum hóvliga við húsi á ryggi
skeið á einum skirvisligum eplaslokki,
var tú í skundi á veg — — — —
Hvat goymdi hugur tín,
nú tú gekk teinin seinastu ferð !
Hugur tín, so ríkur,
sum goymdi so nógva mentan:
list, náttúruvakurleika, bókmentir,
skemt, álvarsemi, vitan um menniskjalívið,
andlit, nevn, tónleik,
ættarbond, næstringar, vinfólk,
heim tykkara, umhvervið, landið.......
»Hvønn dag stavar sólin á Nólsoynna onkuntíð á degnum,«
segði tú, einaferð vit vitjaðu teg.
Glaður vísti tú mær málningarnar í stovu tykkara — — —
felags áhugi fyri list bant okkum saman.
Tú rósti mær, tá ið eg gitti,
at tað var sagnið um Kópakonuna,
sum Tróndur Patursson hevði fest á málningin,
leingi tosaðu vit um hann,
litirnar, pensilstrokini,
meðan Vivaldi fylti stovuna við tónleiki.
Meðan eg setti meg at rinda meðina
og leit meg íkring í umhvervi mínum...
hugdi upp í súreplatræið —
hitt gamla, skirvisliga,
sum vit tó ikki fáa okkum til at fella,
tí hvert vár sprettur tað,
grønkast og prýðir seg við ljósareyðum blómum —
og meðan eg gleddi meg um rósurnar,
sum i vetur sóu út til at vera følnadar
og sum júst nú standa í fagrasta blóma,
meðan eg læt tankarnar fara í klingur
og millum annað gleddi meg til
heimferð mína til Feroya
seinri í summar
Vit skuldu hittast,
segði tú í telefonini,
tú vildi hava meg at skriva okkurt
til seinasta »Vardan«,
sum tú ætlaði at greiða úr hondum — — —
tað standa nógvir varðar eftir teg — — —
meðan eg soleiðis sat,
á beinkinum í urtagarðinum,
leit tú teg kanska fyri seinastu ferð í kring,
så grøna grasið, havið,
kanska Nólsoynna við einum sólarglotta á,
så himmalin yvir tær — — — — — —
Hvi? spyr ein seg sjålvan,
men tað nyttar so lítið at spyrja,
eins litid og at spyrja,
hví grasið er grønt,
hví luftin er blå,
hví summardáin hvít er,
og degg á hverjum strá,
hví tað er kalt, tá ið kavi er,
og heitt, tá ið sólin skinur — — — —
Fyri meg,
er Grenalíð ikki hin sama
ikki Havnin
ikki Feroyar
ikki ætt okkara
ikki eg sjálv.....
Hvil í friði — góði mammubeiggi.......
Eysturbrúgu, 17. juli 86
Tóra Dahl Sandberg
Síða 15
Framhald av síðu 12
-=
Cinasta
landbunadarøki
Annars er eitt sjónarmiðið
hjá tiemum, sum mót-
mæla ætlanini hjá IRF at
byggja úti á Vík, at júst
har er einasta landbún-
adarøkid í kommununi og
mjólk kemur haðani.
IRF ætlar at byggja,
har vegurin úr bygdini
endar. Fleiri traðir eru við
hendan vegin, sum er
hálvan triðja kilometur
umleið, og menn hava
seyð gangandi har.
Hús eru ongi úti á Vík,
uttan fjósið hjá bónd-
anum í Niðristovu. Tað er
bygt fyri tíggju árum
síðani.
hd
TI Tr
| Pisuskeið |
| Pisuskeið í ár verður |
hildið á Eysturjyllandi
| frá 24.-26. oktober.á
Tilmeldan fer fram
} vid skriftligt at venda
| sær til: M.F.S./M.F.Ú.
Rosenborggade 5A í
:4. sal, 1130 Køben- |
havn K ella ringja tlf.
13732. |
Lystiliga prentar
i Gøtu, tlf. 41085
Vit gera hvat vit kunna —
og kunna tað vit gera
Skrivað
um Havnina
121 tittlar eru nevndir í
nyggjasta bókalistanum
hjá Býarbókasavninum
»Havnin — bekur og
greinir, eitt urval«.
Talan er um bøkur um
Havnina og greinar í bók-
um og tíðarritum. Listin
er tó ikki fullfíggjaður, tí
fagrar bókmentir og grein-
ar í tíðindableðum eru ikki
við.
Í listanum eru fleiri
myndir, tekningar hjá
Ingálvi av Reyni úr bókini
>Tann deiliga Havn«.
Hetta átti at verið nevnt í
listanum.
Bókalistin um Havnina
fæst ókeypis á Býarbóka-
savninum.
Prógv
Richard Martin Morten-
sen, Argjum, hevur tikið
prógv sum sivilekonomur
(HA) á Handilsháskúl-
anum í Keypmannahavn.
En gnbende beretning om
venskab, æresgæld og en
flugt til friheden gennem det
kngshærgede Kampuche.
5
Amerikanski journal-
isturin Sydney Schan-
berg, New York Times,
fekk Pullitzerheiðurs-
lenina í 1976 fyri grein-
ar sínar um kríggið í
Kambodia og fallið hjá
hevuðsstaðnum
Phnom Penh.
Hann bleiv verandi í
bynum, men tað var
um tað reppið, at hann
og fleiri onnur vestur-
lendsk tíðindafólk
blivu fyribeind, tå
reyðu Khmerherdeild-
irnar »ruddadu« byin.
Tad var ein annar
journalistur, sum
bjargadi teimum, kam-
bodianski tolkurin hjå
Schanberg, Dith Pran.
Sjålvur slapp Pran ikki
úr landinum men
familja hansara flutti
til USA. Øll hildu, Dith
Pran var deydur. Men
so knappliga kom hann
afturiaftur i einari
flóttafólkalegu í Thai-
landi, meira deyður enn
livandi.
Schanberg fór eftir
honum og tók hann við
sær til USA, har hann
KILLING
med SAM WATERSTON Dr HAING S NGOR
THE
FIELDS
muse af MIKE OLDFIELD
gjørdist myndamaður
å New York Times
I 1980 skrivadi
Schanberg eina grein
um Dith Pran, líðingar
hansara og flótta úr
Kampuchea.
Filmurin er gjerdur
eftir hesi greinini.
Upptekurnar eru
gjørdar í Thailandi,
tætt við markið til
Kampuchea. Fleii
flóttafólk eru við i film-
inum og Haing Ngøor,
sum spælir Dith Pran,
hevur sjålvur uppliva
hendingar, verri enn
tær, Dith Pran noydd-
ist gjøgnum. Men hon-
um eydiadist at rýma,
áðrenn hann varð av-
dúkaður = og helst
dripin. Hann er lækni.
Mike Oldfield eigur
tónleikin í filminum,
sum hevur fingið heil-
an hóp av virðislenum,
m.a. tríggjar Oscars.
>The Killing Fields«
er heitið, Kampuchea
fekk, tá Khmer Rouge
beindi fyri 3 mill. fólk-
um til frama fyri
bóndakollveltingina.
THE KILLING FIELDS