Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. august 1986síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Seinastu tidindini frá Pentagon-serfrødingunum: Nervagass nýtt imoti Keflavikar herstødini — um kríggj brestur á millum Sovjet og USA Tríggjar ferðir um vikuna amerikansk jagara- flogfør av slagnum F-15 avstað frá hersteðini í Keflavík fyri at jagstra sovjetisk njósnaraflogfer, ið eru komin inn um tað ís- lendska loftmarkið. Onga- staðni í heiminum eru so tíðir samanstoytir ímillum tær sovjetisku og ameri- kansku hernaðarkreftir- nar. fara Helvtin av íslendingum í vanda Nógvir feroyingar kenna væl til Keflavikar-økid og Reykjaneshálvoynna, har herstødin er. Kring her- steðina, innan fyri uml. 25 km radius, eru útróðr- arplássini Grindavík, Sandgerði, Gerðar, Hafnir og so tað stersta: Kefla- vík. ibúgvaratalið á hálv- oynni er umleið 15.000. Hinumegin Faxabuktina, umleið 45 km. frá Kefla- vík, eru teir sterstu býir- nir í Íslandi, Reykjavík, Hafnarfjerður, Kópa- vogur og fleiri bygdir, við umleið 140.000 fólkum. Um okkurt hendir Kefla- víkarsteðini, fer tað at raka stersta partin av tí íslensku tjóðini AWACS við »hundalandi« á rygginum Hersteðin sjálv sær út sum ein lítil fittur býur í miðvesturstatunum Í USA við restarantum, ítróttarekjum, hølum, stórum biografi og sera vælutgjørdum spæli- plåssi fyri børn. Tad sum ger størsta munin, er tann internationali flogvøllurin og tann risastøra radar- og bowling- Grimseyð - 2. august 1986 Nr. 86 FT Vatnajøkull Dræta- jøkull 211 Nestmannaeyjarseimac? antennuskipanin kring stødina. Øll stødin er inn- gyrd vid veldugum elektr- iskum píkatráðshegni. Tey seinastu tíggjuárini er Keflavík vaksið so nógv, at tey stásiligu be- tonghúsini við hegnið, og standa tætt tey, ið "Surtsey 18“ búgva har, kunnu stuttleika sær við at hyggja at, meðan risastór jumbo-jetflogfer lenda og fara avstað alt samdegrið, somuleiðis teimum legnu AWACS-flogførunum við risastórum hundalandi á rygginum, ið inniheldur 0 50 108 km! | 6 50miles | 1 —| tað mest framkomnu radarútgerðina í heim- inum. Hesi flogferini, tvey í tali, kosta hvert ta árligu feroysku fíggjarlógina. Tað er eisini áhugavert fyri Keflavíkingar at fylgja við F-14 jagaraflog- førunum, ið flúgva saman á í bólkum, 3-4 í senn, til tess at ræða russar burtur undir Eysturlandinum, og bróta »ljédmuårin« við ógvisligum brestum oman fyri hevdunum á stoiskum fiskimonnum, ið royna við snellu og gernum undir Reykjanesi. Har eru avgjert tveir ymiskir heimar, sera skift- andi í lyndi, mentanar- ligari meting og hugsan- arhátti. Íslendingar tosa eitt sindur vanvirðisliga um »kanan« (amerikan- aran), ið etur sína instant feði úr blikkum og má byrgja vindeyguni um várið við malmfolium fyri at kunna sova. »Kanin« hevur sjålvur ikki tad stóra álitið á teimum inn- feddu í hesum landinum, sum fyrikemur honum so óblítt og grefligt, at hann nevnir tað »the rock«. Óundansleppandi veruleiki Fáir íslendingar umhugsa dagliga tann meguleikan, at okkurt fer at henda, sum kann broyta mynd- ina, teir hava havt fyri eygunum tey seinastu 30 árini. Fá umhugsa hin óhugnaliga meguleikan, at tey persónliga kunnu verða rakt av tí brutala veruleikanum, klandrið og tað infantila kapping- arlyndið hjá stórveldunum kann hava við sær. Men hesin veru- leikin er óundansleppandi og kann ikki droymast burtur. Tað er longu greitt, at Keflavík er tann týdningarmesta hersteðin í Vesturheiminum fyri vaktarhaldið yvir sovjet- iskum U-bátum í Norður- Atlantshavi. Íslandingar hyggja við ávísari fatalismu upp á meguleikan fyri kjarnorkuvanlukku. Met- ingar eru longu gjerdar av, hvussu nógv hevdu doyð og lestast, um miðal- stór kjarnorkubumba rakti Keflavikar-stødina. Næstan alt lív á Reykja- neshálvoynni hevði týnst, og tíggjutúsundtals fólk í Reykjavík og granna- bygdunum høvdu doyð av geislingum, beinanvegin ella næstu vikur og mån- aðir aftaná Eiturvápn Men nú knappliga boða amerikanskir hernaðarser- frødingar frá, at tann stóri fíggindin, Sovjetsam- veldið, ikki fer at loypa á Keflavíkarsteðina við kjarnorkuvápnum, um kriggj brestur á. Tann so- jvetiska stríðsmegin fer at brúka nakað, sum kanska er uppaftur verri: nerva- gass Higartil hevur kjakið um meguliga van-